mikudagur 9. september 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
(0808 > BUS: OK AARAU AAA
telf. 147 20. 11820
sostalurin box 76, 3800 Torshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Prís- og vinnings-
steðgur
FRÍGGJADAGIN í farnu viku legði lands-
stýrið nøkur inntøkulégaruppskot fyri tingið.
Talan er um at hækka innflutningsgjaldið á
nøkrum ávísum vgrubólkum og at hækka
serliga innflut-ningsgjaldið úr 13 uppí 20 pst.
HETTA VERÐUR mett at geva landskass-
anum eina meirinntøku uppá stivliga 50 mió.
kr. árliga. Í viðmerkingunum til uppskotini
hevur landsstýrð hallið hjá landskassanum í
fíggjarárinum 1979/80 og 1980/81 sum grund-
geving. Hallið fyri hesi bæði árini er uppá
stívliga 41 mió. kr.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur gjørt vart
við, at henda grundgevingin hjá landsstýrin-
um er skeiv og villeiðandi, við tað at lands-
kassin øll árini framman undan hevur havt
avlop, og at landskassin eigur umleið 100
mió. kr. úti í skatti. Eisini er væntandi at
landskassin í hesum fíggjarárinum fer at
hava eitt avlop uppá slakar 50 mió. kr.
VAR TALAN VERULIGA um at rinda hallið
hjá landskassanum fyri hesi bæði fíggjar-
árini, hevði tað verið meira náttúrligt, at
landsstýrið kom við inntøkulégar-
uppskotum, ið vóru tíðaravmarkað. Men so
er ikki. Talan er um varandi inntøkul6gir og tí
má haldast, at talan heldur er um at bóta um
gjaldførj hjá landskassanum og um at útvega
tí almenna inntøkur í komandi árum
TALAN ER SUM NEVNT um at taka allar
hesar 50 mió. kr. inn við óbeinleiðis skatti.
Hesar inntøkulégir venda sostatt tann tunga
endan niður eftir. Tær raka tær lægru inntøk
urnar, tær barnariku familjurnar, fólka-, av-
lamis- og einkjupensiónistar. Hevur tað
almenna tørv á meira peningi, kann hesin
fáast til vega á annan hátt, eitt nú við eyka-
skatti á håinntøkum, við hægri partafelags-
skatti, við kapitalvinningsskatti o.s.fr.
MEN SLÍKAR LOYSNIR vil samgongan ikki
tosa um. Um tað er neyðugt at tryggja tí al-
menna inntøkur, hevur javnaðarflokkurin
boðið sær til, at finna hesar inntøkur við
loysnum, sum teimum, ið nevndar eru
framman fyri og sum ikki raka tey veiku í
samfelagnum, men sum verða bornar av
teimum, ið veruliga hava orku til tess.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur longu gjørt
sær greitt, at tann meirluti, sum stendur
aftan fyri landsstýrið, helst fer at samtykkja
inntøkulégaruppskot landsstýrisins við
ongum ella bert smærri broytingum. Flokk-
urin hevur tí í álitinum frá fíggjarnevndini
sett framm uppskot til løgtingslég um prís-
og vinningsuppskot sítt um prís og vinnings-
steðg.
HETTA UPPSKOT javnaðarfloksins hevur
skapt slíkan ruðuleika í samgonguni, at
landsstýrið í skrivandi løtu er við at tilevna
sítt egna uppskot um vinningssteðg og
verður hetta helst samtykt. Og tað verður so
eitt úrslit av andstødupolitikki javnaðar-
floksins.
SOSIALURIN
Skammið tygon, tvøråmenn!!
Eftir at hava lisið bleðini
leygard. 29/8—81, kann
eg ikki annað enn takað
pennin í hondina og geva
eftir fyri minum hugsa-
num.
Blaðskrivingin snúði
seg um nógv umredda
el— verkið í Suðuroynni.
Nú hava nógvir góðir
»menn« „eftir hondini«
havt orðið, fremstir teir
> Mætu Javnaðarhevdin-
garnir< á Tveroyri. Tað er
ikki eiti á sum teir skriva
og stríðast, teir gera alt
teir kunna fyri at
>kradda< umredda el-ver-
kið til sín sum alt annað!!
Men, umsidir kom ein,
sum torir at siga sum er.
Eg fari at stilla meg við
Ova'sa lið og takað fult
undir við honum og takka
honum fyri sítt dirvi. Gott
at ogor eiga ein skila-
mann, ið torir at siga
hasum > hevdingunum <
nøkur hart til trongd orð.
Ein skal ikki lata alt um
seg fara, sjálvt um man er
vågbingur!
Nú eru tvøramenn við
at fara ov langt. Sum Ove
sigur, teir hava tikikð alt
frá ogon nú, alt, uttan tað
sum hevdingin ú Lopra
hevur kradda inn undir
seg. Tað er sanniliga ikki
stuttligt at ver vágbingur
—ella >lús imillum tvær
negl«. Men bíði bara,
stóru menn. Nú hava ogor
fingið mannin, sum tygor
ikki eiga, og sum ikki er
»kopieradur«. Við honum
skulu ogor nokk klára at
fáa aftur tað, sum tygor
hava »kradda og stoliða
gjøgnum tidirnar. Leggid
bara til merkis tað væla
verk hann hevur gjørt við
»Johonnu«. Tygor eigo so
onga slupp!!
Tad åtti at taka tygon
fast, tå hann leygardagin
kunngjerdi fyri øllum Fer-
oya—fólkið, alt tykkara
„tjóva—góðs< — men,
hatta er als ikki alt.
Hvussu er ikki við jarða-
móðrini Ogor eiga onga, o
jarðamóðrini? Ogor eiga
onga, og man nakar ivi
vera um, hvussu »høvdin-
garnir< fra at arbeiða, tá
næsta verður sett, — fyri
sunnaru helvt? Neyvan!
Tygor skulu nokk trýsta
onkra úr >Hevuðsstað-
num« suður í stásiligu høl-
ini, sum tygor ikki eiga
eitt reytt oyra í.
Hvussu gjerdu tygor
ikki við fótarektina, tá
hon skuldi setast? Sjálv-
andi hevði oyggin ikki
eina slíka fyri neyðini, fyrr
enn ein av tygra egnu kom
av skúla.
Nú noyðast ogor at
liggja og koyra norður til
tygon, líka mikið hvat í
verðini so bagir. Líka frá
tí barnið verður fett (sjálv-
andi á Tveroyri tí sjúkra-
húsið gramsaðu tygor jú
tað tíð tað var) og til ein
skal á Ellisheimið, — til
og við — er man sum vág-
bingur »avhengigur« av
tygon, ja, Gud hjálpi
mær, um tað so er >spjell-
ið< man skal í (sum fyri
tíðina ikki er so sjáldsamt
hjá ogon) so hava tygor
eisini tað. Skal man hava
koyrikort, ja so skal »heili
bandin« + lærarin å Tvør-
oyri, ti høli3 hava tygor
eisini >dragsað< norður.
Nær halda tygor uppat?
Tygor eru so smáligir yvir
fyri ti minna manninum,
at tað er av góðum grund-
um, at man mangan vildi
verið alt annað enn vág-
bingur. Omaná alt, so fóru
tygor so seint sum síðsta
sunnudag, við fríum vilja
— tað var upplagt - og
stjólu — stjólu — feroya-
meistaraheitið í fótbólti
frá ogon, og tað bara tveir
tímar eftir at tygor — við
sýslumanninum á odda,
sum tygor eisini hava stol-
ið — noktaðu ogon at
drepa grind, bara fyri at
ogor ikki skulu fáa líka
nógv sum hvalbingar, tí
tað vóru jú, tá rætt skal
veða rætt, tygor-sum
komu fram á hana. Men
hví verða so stórligir yvir
fyri teimum og tað >stikk-
mótsatta< fyri ogon???
SKAMMID TYGON!!!
Tygor kundu saktans
hugsa eitt sindur meira
um ogon, tá tað er okkurt
gott tygor hava fyri. Men
tað man fara at verða, nú
tá tygor síggja og hoyra
Ova, mannin sum skal
bjarga ogon undan hond
figgindans. Hann »torir
har aðrir tiga«.
Takk skalt tú hava Ove.
Ogor eru stoltir av ter.
ikki-tverámaður
Einki regluligt ferðasamband
til Funnings og Gjáar
Regluligt ferðasamband
millum bygdirnar i Føroy-
um er tibetur nógv batnað
seinastu árini. Siålvt tær
allarminstu bygdirnar í
Føroyum hava nú reglu-
ligt flúgvisamband til stór
plássini fleiri ferðir um
vikuna, og skal tað vera
teimum væl unt.
Men á norðurendanum í
Eysturoynni liggja tvær
bygdir, ið einki regluligt
samband hava við um-
heimin, og eru so statt
hesar bygdir gloymdar
ella sleptar uppá fjall.
Onnur bygdin er Funnin-
gur, ið nógvir meina er el-
sta bygdin í Feroyum,
hvar sjálvur Grímur Kam-
ban hevur búð um ár 800.
Hin bygdin er Gjógv, ið
bæði av fremmanda fólki
og føroyingum, verður
roknað at vera ein hin
natúrvakrasta bygd i Før-
oyum.
At hesar bådar fjar-
skotnu bygdirnar einki
regluligt ferdasamband
hava(hvørki við skipi, bili
ella helikoptara) er ein
feilur ið má rættast sum
skjótast av teimum ið av-
varða — Strandfaraskip
landsins og Olaf Olsen,
ferðslumálaráðharra okk-
ara.
Gott í tykkum gerið
okkurt í hesum máli.
Meguleikarnir eru fleiri:
t.d.
1. Lata onkran busseigara
her norðuri fáa nakrar tús-
und krónur í stuðuli fyri at
hava regluligt samband
morgun og kveld við
Funning og Gjógv.
2. Ella lata >bygdaleiðira
koyra beinleiðis úr Havn-
ini, bæði morgun og kveld
norður í Eysturoynna, líka
til Gjáar.
3. Ella lata »Tyrlu« koma
uppi leikin.
Funningsmenn og Gjáar-
menn gjalda sín skatt
minst líka væl sum aðrir,
og tí mugu teir eisini fáa
sin part av lagkekuni,
sjálvt um hallið hjá
Strandferðsluni = skuldi
vaksið við nøkrum túsun-
dum.
Góðu tit ið her ráða:
Jóhann Restorff Jacob-
sen, Strandferðslustjóri,
og Olaf Olsen, ferðslu-
málaráðharri, vælsignað-
ir, loysið hetta smámál og
gerið tað beinan vegin.
Vinarliga
Gjáarmaður
fy [fS ANN NNE
Framhald av síðu 3
til at rinda hallið hjá lands-
kassanum fyri fíggjarárini
1979/80 og 1980/81. Samlaða
hallið hjá landskassanum fyri
hesi bæði árini er umleið 41,1
mió. kr.
Inntekulógaruppskotini eru
mett at geva landskassanum
50,6 mió. kr. um árið. Talan
er um varandi inntekulógir,
ið sostatt fara at geva lands-
kassanum eina meirinnteku
framyvir uppá umleið 50 mió.
kr. áriliga. Var talan veruliga
um at fíggja hallið hjá lands-
kassanum uppá umleið 41,1
mió. kr. í áður nevndu tveim-
um fíggjarárum, vildi tað
verið meira náttúrligt at
gjørt hetta við tíðaravmark-
aðum inntøkulégum, ið vóru
meira sosialt avvegaðar, sum
t.d. við eykaskatti á háinn-
tøkum og við eykaskatti á
bankarnar og onnur parta-
feløg.
Hallid bert umbering
Sum tað eisini varð undir-
strikað av samgongu-
monnum á tingi undir umreð-
uni av hesum máli, og sum
longu nevnt her, eru grund-
gevingarnar hjá landsstýrin-
um fyri hesum inntekulógar-
uppskotum beinleiðis rangar
og villleidandi. Við hesum
inntekulógaruppskotum er
talan heldur um at beta um
gjaldferi hjá landskassanum
og at beta um inntøkumøgu-
leikarnar hjå ti almenna i
komandi árum, meðan hallið
hjá landskassanum bert
verður nýtt sum umbering.
Javnaðarflokkurin = kann
ikki taka undir við:
1. At framdar verða var-
andi inntekulógir við tí
grundgeving at fíggja
tvær eykafíggjarlógir.
2. At varandi inntekulógir
verða framdar fyri at
loysa fyribils likviditets-
trupulleikar hjá lands-
kassanum.
3. At lagt verður upp fyri,
sum tað eitur í viðmerk-
ingunum hjá landsstýr-
inum, uttan at fáa kunn-
leika til, hvat hesin pen-
ingur ætlandi skal nýtast til.
4. At tað almenna útvegar
sær inntekur við
inntekulógum, ið venda
tann tunga endan niður
eftir, sum fyriliggjandi
inntekulógaruppskot
landsstýrisins gera.
Ynskir virknan vinnu-
lívspolitikk
Javnaðarflokkurin tekur
undir við einum virknum
vinnulívspolitikki, at tað al-
menna tekur lut í vinnulív-
inum, víst verður til legtings-
mál um studning til svart-
kjaftaveiðu, og tekur undir
við, at tað almenna t.d. studl-
ar svartkjaftafiskiskapi við tí
fyri eyga at framleiða hendan
fisk til matna, og er javnaðar-
flokkurin eisini fúsur til at
fíggja hendan politikk við at
útvega tí almenna inntekur,
sum ikki raka láginntek-
urnar, tær barnaríku familj-
urnar og pensjønistarnar,
men verða bornar av teimum
herðum í samfelagnum, ið
veruliga hava fíggjarliga
orku til tess.
Framhald á síðu 14
STS ET
HEDEN REE -
S&NPVETRÉDRD