mikudagur 9. september 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
TB—HB 1—1 (0—1)
Dysturin við
spiltu mál-
møguleikunum
Tað var spenningur, tað
var dramatikkur og tað
var ferð á dystinum líka
frá byrjan og til dómarin
bríkslaði dystin millum
toppliðini, TB og HB, av
sunnudagin á Sevmýru.
Málmeguleikarnir vóru
taldir. Og enntá sera
klir T. d tá
drik Thomsen, TB, í
hálvleiki fyri opnum
i skeyt bóltin á stong-
einaferð sparkaði
t við síðuna av stólpa-
na E
Ella tá Suni Jacobsen,
HB, er ov seinur at
| < bóltin upp um TB-
nin, Per Strem, ið
kastaði í seg
skotið seks
emar
r uti
Ha tá Per Strøm fekk
sligið ein bólt frå Helga
HB, út til horna-
Olsen,
spark
Og ikki at gloyma allar
meguleikarnar hjá TB teir
seinastu minuttirnar, tá
álop eftir álop skolaði á
HB-málið
Gott miðvallarspæl
Leikurin byrjaði, sum
ær li var, við febrilsk
og tilvildarligum
æli. Men tá tað fyrsta
rterið var farið, fekk
tak á bóltinum. HB
fekk EItt gott og javnt
niðvallarspæl fram við
góðum uppspæli til fram-
herjarnar Leikararnir
funnu hvenn annan væl,
vóru kvikir eins og teir
lekkaðu væl upp
TB hinvegin fekk ikki
rættuligt tamarhald á
spælinum. Tað var tilvild-
arligt. Teir funnu ikki
hvenn annan. Miðvallar-
leikararnir leiktu ikki upp
til teirra besta. Og bóltar-
nir, sum framherjarnir
fingu, vóru ofta langir, og
ringir at gera nakað við.
Tveir givnir
meguleikar
Men kortini hevði TB
fleiri vandamiklar atsókn-
ir. Við einum sindri av
hepni kundi TB lættliga
havt fingið eini tvey-trý
mál í fyrra hálvleiki
Tríggir givnir málmegu-
leikar endaðu annadhvørt
á stólpunum, tverliggjaru-
num ella fóru beint við síð-
una av. Og TB fekk einki
mál í fyrra hálvleiki.
Hinvegin eydnaðist HB
at fáa eitt mál í 21. mi-
nutti eftir eitt hornaspark
Sparkið kom væl inn fyri.
Erling Jacobsen fekk
hevdið á bóltin, ið fór í
stólpan og síðani stakk
inn í málið.
Aftur í 37. minutti vóru
rættiliga boð eftir TB und-
ir einum HB álopi. Per
Strøm bjargaði tveimum
skotum, men fekk ikki
hildið bóltinum, sum
stakk út aftur í spæl fyrru
ferðina, og út til
spark seinru ferðina
horna-
Leikgongdin
vendi
Meðan HB hevði tað vakr-
ara spælið og eitt lítið vv-
irtak á TB í fyrra hálv-
á
leiki, so vendi leikgongdin
í seinra hálvleiki.
Og eftir at TB fekk mál í
33. minutti, høvdu teir so
at siga alt spælið, sum við
einkultum kvikum mót-
álopum frá HB, var eitt
stødugt trýst á HB-málið.
Men inn um málstrik-
una eydnaðist tað ikki at
fáa bóltin. Tað eydnaðist
tó heldur ikki HB, sum
hevði tveir egiligar megu-
leikar, sum vórðu nevndir
í byrjanini av greinini.
Málið, TB fekk, var í
mun til so nógvar aðrar
meguleikar í bíligara lagi.
Asmund Nolsee legði ein
bólt úr hegru síðu, ikki
langt frá baklinjuni, inn til
Trond sum við
hevdinum bóltin í
netið
Nolsee,
setti
Urslitið rættvíst
Hóast spælið kanska ikki
var tað allar besta, vit
hava sæð frá somu liðum í
ár, spældu tey ein undir-
haldandi og spennandi
dyst. Og til tíðir sýndu lið-
SOSIALURIN
ini frálíkt spæl.
HB spældi javnt gott.
Hevði Kári Nielsen verið
við, hevði álopið hjá HB
kanska fingið meira burt-
ur úr.
Verjan hjá TB, sum í ár
ikki hevur klárað tað ser-
liga væl, kom væl frá tí
sunnudagin við Preben
Rasmussen sum bak-
stoppara. Miðjan aftur í-
móti fekk ikki spælið javn-
að serliga væl út yvir allan
vellin ella fram til álops-
spælararnar.
Sum heild varð dysturin
javnt leiktur. Við leik-
dygdini sum grundarlag
var úrslitið eisini rættvist,
men leggjast kann aftur-
at, at liðini vóru óheppin
at gera mål og her hevði
TB helst munin.
Veðrið at leika bólt í var
frálíkt. Tað var klárt og
lotið darvaði ikki spæli-
num. Einasta, sum darv-
aði, vóru tveir fullir áskoð-
arar, sum komu inn á vøll-
in og vóru heldur trekir at
fáa útaftur.
Fólk vóru negd við dyst-
in. Bæði havnarfólk, sum
høvdu leitað sær suður í
hundraðtali, og tveráfólk
vóru sum heild nøgd við
úrslitið.
Dómarin, Baldvin Bald-
vinsson, kom væl frá dom-
ingini.
Dysturin broytti ikki
um steðuna í landskapp-
ingini. Lutfallið í stigatali-
num millum oddaliðini er
framvegis óbroytt, við tað
at GI eisini spældi javn-
leik móti B 36 í Havn.
Spenningurin er tí sterri
enn nakrantíð fyrr í ár til
næstseinasta leikdag,
komandi sunnudag, tá TB
fær vitjan av B 68, meðan
HB fær vitjan av KÍ.
jo-mo
Landskappingin í yngru deildunum:
Finaluluttakararnir
funnir
Seinna semifinaluumfarið í landskappingini
varð leikt um vikuskiftið og eru øll finaluliðini
nú greið
Seinnu semifinalurnar í
yngru deiidunum vórðu
leiktar seinasta vikuskift-
ið.
Í dreingjadeildini, har
bert tríggir bólkar vóru,
var dystur suðuri í Vági
millum VB og NSÍ, og
hesaferð vunnu vågs-
dreingir, ið taptu dystin í
Runavík við einum máli,
við fimm málum móti
tveimum, og verður tað
sostatt VB, ið skal meta
HBa í finaluni.
Í smádreingjadeildini
vóru dystir í Runavík
millum NSÍ og TB og í
Havn millum B36a og
HBa
Aftaná vanliga leiktíð
var stødan í Runavík, at
NSÍ var á odda við tveim-
um málum móti ongum,
og tá TB hevði vunnið
fyrra dystin 3—1 varð
neyðugt at leika umdyst.
Í longdu leiktíðini eydnað-
ist NSI-smådreingjunum
at fáa eitt mál, og vunnu
teir sostatt dystin 3—0 og
harvið semifinaluna við
fýra málum móti trimum.
Dysturin í Havn var,
eins og t' liðini hittust í
fyrra dystinum, sera
spennandi og javnur og tá
hann endaði við 0—0 javn-
leiki, verður tað B36a, ið
kemur í finaluna, tá teir
vunnu fyrra dystin 1—0.
Í piltadeildini var dyst-
ur í Runavík millum NSÍ
og MB og vunnu miðvágs-
piltar dystin við tveimum
málum móti einum og tá
fyrri dysturin endaði 0 —0,
er tað MB, ið skal leika
finaludystir móti HBa.
HBa skuldi annars,
sambært leikskránna, ver-
ið á Tveroyri og leikt
seinnu semifinaluna móti
TBa, men tá TBa í fyrra
dystinum, ið HB vann við
einum máli móti ongum,
hevði nýtt leikara, ið var
ov gamal at leika á pilta-
liðið, og kært varð um
hetta, var avgjørt at HBa
hevði vunnið semifinaluna
orsakað av óregluligheit-
ini hjá TB, og varð tí 6-
neyðugt at leika seinna
dystin.