Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. september 1981síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A 0 a OD Síða 10 Stórhending í badmintonseguni: Prakash vann á Pri Tað eydnaðist nú endiliga Prakash Padukone at vinna á Sven Pri. Teir hava fyrr tvær ferðir leikt ímóti hvørjum øådrum, og báðu ferð hevur Sven Pri vunnið Seinasti leygardagur og sunnudagur vóru stórir dagar fyri badminton- ítróttin í Feroyum. Tá hevdu vit nevniliga ta æru at síggja tveir av heimsins bestu badmintonleikarum, Sven Pri úr Danmark og Prakash Padukone úr India. Í *Harafturat vóru tveir aðrir danir, Henrik Fah- renholz og Vagn Ibsen, sum ikki júst eru nakrir veikir spælarar, men har- afturímóti hava teir verið danskir meistarar, sum ikki sigur so lítið, tá hugsað verður um, at Danmark er ímillum heim- sins bestu badmintontjóð- ir. Sven Pri er 35 ára gamal og byrjaði sum 9 ára gamal i 1955 at iðka badminton. Bert 13 ára gamal vann hann donsku kappingina, og var dans- kur meistari í 5 ár á rað. Millum tey bestu úrslitit hansara kunnu nevnast: - All-England meistari í Mixed-Double í 1972 og í single í 1967 — 71 og í 1975, 10 norðurlandamei- staraheitir, og 5 meistara- heitir í Dansih Open. Prakash Padukone er úr Bangalore í India. Hann er 24 ára gamal og útbúg- vin bankamaður. Praksh hevur vunnið nógv meist- araheitir, og hevur gjert nógv um seg í altjóða kappingum. Hansara hig- artil besta kappingarár hevur verið 1979 — 80, tá hann vann Swedish Open í Geteborg, The British Commonwealth Games, Danish Open í Keyp- mannahavn og All=Eng- land meistaraheitið í Lon- don. Á tíðindafundi leygar- dagin varð upplýst, at Sven Pri hevði mett Pra- kash tvær ferðir, og hevði vunnið báðu ferðir. Men hesa ferð gekk orðvisi. Tað eydnaðist nevniliga Prakash at vinna á Pri í tí sera spennandi finaluni sunnukveldið. Prakash saman við Hans Jacob Stenberg vunnu eisini í finaluni í double á Sven Pri og Poul Michelsen. :gin hell ein treyt Um tað figgjarliga sigur Havnar Badmintonfelag, at hettar tiltakið tilsam- ans kostar umleið 40 — 50.000 kr. Frá ymsum stovnum og feløgum hava teir fingið 30.000 kr. með- an restin verður figgja við inntøkum av atgongumer- kjasøluni. Åhugin fyri badminton er ógvuliga stórur fyri tíðina. Tá HBF hevði aðalfund herfyri, teknaðu umleið 100 nyggir limir seg, so limatalid liggur um 250. Finn Jacobsen, formað- ur í Hvidovre Bdminton- klub, segði aftaná kappin- gina sunnukveldið í eini viðmerking, at hann hel- dur at føroyskt badminton kann mennast rættiliga nógv enn, men tó er lítil meguleiki fyri, at Feroyar rættiliga fara at gera vart við seg á alheims stigi. — Men eg trúgvi, at tit fara at betra tykkum nógv, tí áhugin sær út til at vera til staðar, men hettar krevur avgjert, at Badmintonfelagið hevur egna hell, so at nógv kunnu venja so ofta sum meguligt, tí ein kemur ikki sovandi til nakað! B68—VB, 1. deild 1—0 (0—0): SOSIALURIN Kanska rættari við javnleiki — Um ein hugsar um leik- gongdina, leikbýtið og nøgdina av álopum til hvert liðið, vildi rættasta úrslitið uttan iva verið javnleikur. Soleiðis tók áskoðari til aftaná dystin í 1. deild millum B68 og VB. Og nakað var eisini um tosið. VB hevði í seinna hálvleiki nógv ålop móti B68-måli- num; í negd vóru álopini kanska fleiri enn tey, ið B68 fekk í lag, men ikki kann dyljast, at B68- framherjarnir vóru væl málseknari og ágangandi í leiki teirra enn VB-leikar- arnir, og varð tað eisini hetta, ið kom at avgera dystin til teirra fyrimunar. Frammanundan dysti- num var ikki rokna við, at B68, ið spældi ein avbera góðan dyst móti HB vik- una frammanundan, fór at hava stórvegis trupulleik- ar at vinna á VB, ið liggur og stríðist fyri at sleppa burtur av niðurflytingar- plssinum, og ikki hevur megna at fáa kenda VB- leikin í lag hetta kapping- arárið. Men, at VB ikki hevur givið vónirnar, um at verða verandi í 1. deild aftaná lokið kappingarár frá sær, skiltist beinan- vegin dystur byrjaði. Leikurin var ikki av tí besta og tóktist tað tor- fert hjá liðunum báðum at fáa veruligt fótbólts.pæl í lag, men báðum pertum eydnaðist tó at skipa ein- stakar góðar atsóknir móti métstødumålinum í fyrra hálvleiki, ið, við eitt sind- ur av hepni, lætt kundi givið mál. Men í B68- málinum stóð Kjartan Nesá — sum vanligt — ein góðan dyst, og bjarg- aði hann øllum VB-álopu- num, og í hinum endanum av vellinum royndi Mort- Oh an Joensen seg fyri VB, og greiddi hann eisini at bjarga øllum B68-skotu- num i fyrra hålvleiki, men viðmerkjast má tó, at B68 leikararnir mangan raktu bóltin heldur illa, so at hesin oftani endaði uttan fyri málstengurnar. B68 hevði í fyrra hálv- leiki størri tamarhald á miðvallarleikinum og or- sakaði hetta, at teir høvdu væl fleiri álop enn VB, ið ikki royndi at vinna sær yvirvág á miðvellinum, men heldur nýtti langar avleveringar frá verjuni fram til framherjarnar. Men hverki VB- ella B 68- framherjunum eydnaðist at fáa bóltin í netið og varð staðan, tá farið varð til hálvleikssteðg, javn- leikur 0—0. Fyrstu tiggju min. av seinna hálvleiki var tað VB, ið hevði yvirvág í leiki og álopum, men ikki eydnaðist tað teimum tó at fáa mál, og sum hálv- leikurin leið, skiftu álopini millum liðini, men tað var meiri broddur í álopunum hjá toftamonnum og í 28. min eydnaðist eisini teim- um at koma á odda. Ingolf Petersen fær bóltin á sjálvum brots- teiginum, snarar sær á og lyftir hann bóltin yvir all- ar VB-verjuleikararnar og Mortan í málinum yvir í fjarara síðunetið til 1—0. Hetta mál fekk tó ikki vágbingar at falla í fátt. Leikurin var eins skiftandi og framman undan og var tað kanska VB, ið hevði yvirvág í álopum, men komnir á brotsteigin bilaði teimum stórliga. Skot teirra vóru ov vánalig og um tey raktu málið hevði Kjartan als ongar trupul- leikar at bjarga teimum. Í hinum endanum royndi B68, men eisini teimum bilaði okkurt henda dyst- in. Álopsleikur teirra gekk ikki og hann skuldi, men tveir min. undan leikloki eydnast tó Absalon at skjóta bóltin í VB-málið, men hetta mál varð tó ikki góðtikið orsaka av rang- steðu, og gjørdist enda- liga úrslitið sostatt 1—0 sigur til B 68. Sum greitt frá í byrjan- ini av greinini vildi rætt- asta úrslitið kanska verið javnleikur — eins og í hin- um trimum 1. deildar- dystunum — um negdin av álopum til hvert liðið og leikbýtið verður nýtt sum grundarlag fyri met- ing av dystinum, men B68-framherjarnir roynd- ust teir betru og vunnu toftamenn tí dystin. B68 var annars ikki at kenna aftur frá dystinum móti HB, hóast liðið var at kalla tað sama. Tó rest- aði Oli Heri, ið hevði brot- ið skøvningin í dystinum í Havn og Jógvan Peter- sen, ið er farin til Gren- lands, men harafturímóti var Aksel Højgaard at síggja á liðnum aftur. Moeguliga er tað nakað í ti, sum ein toftamaður segði, at B68 sjáldan leikar upp til sítt besta á heimavelli- num, men at teir haraftur- ímóti roynast betur á úti- velli. Um hetta er so, fara komandi dystirnir — móti GÍ á heimavelli og TB á útivelli — at vísa. I ellum førum kann B68 fáa stóra ávirkan á hver vinnur meistaraheitið í ár. jk | |— 5. september: 2. deild 773 Fram—EB 3—0 774 TB—MB 1—2 775 LIF—Royn 1—2 776 SÍ—NSÍ 0—1 3. deild 777 B71—SiF 0—1 778 Sumba—B 36 1—1 779 HB—Skåla 1—3 780 B68—VB 1—0 Dreingjadeildin - 2. semifinala 783 VB—NSÍ 5—2 Smádreingjadeildin 2. semifinala 785 NSÍ—TB 3—0 786 B36a—HBa 0—0 Piltadeildin 2. semifinala 787 NSÍ-MB 1—2 788 TB—HB HB vann uttan dyst 6. september: 1. deild 789 Ki iF 1—1 790 B 36—GÍ 0—0 791 B68-VB 1-0 792 TB—HB 1—1 Unglingadeildin 793 KÍ—ÍF 2-2 795 TB—HB 0-1