Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. september 1981síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag: Alararnir mugu fáa laga- ligar lånimøguleikar — langfreistað lån við lágari rentu og ikki ov stór krøv til egin- ar pening Nú vit her i Sosialinum seinasta leygardag og aftur í dag — hava umrett nakrar av teimum megu- leikum, sum eru fyri at ala síl, laks, krækling og annan fisk við her í Feroy- hava vit vent okkum til Knút Nolsee, su er formaður í Feroya Hav- búnaðarfelag og sett honum nakrar spurningar. um, so Feroya Havbún- aðarfelag Hetta felagið varð stovn- að í desember i fjør og um- boðar tað alararnar í Fer- oyum. Endamálið við felagnum er at savna allar eigarar innan føroyskt havbrúk í ein felagsskap fyri at fremja tey mál, sum eru av felags áhuga fyri limirnar, herundir tryggja virkisekir, góðsku, yngultilgongd, fóður, seluviðurskifti og vissa trygg arbeiðsviður- skifti A stovnandi aðalfund- inum komu menn til tað niðursteðu, at tá almennir stovnar arbeiða við spurn- ingum, sum nema við viðurskiftini hjá alarum sum t.d. dálking av hav- botnaøki, nýtslu av hav- ekjum, virkiseki osfr. ynskir felagið at verða tikið við uppá ráð og verða umboðað í meguligum nevndararbeiði í hesum sambandi. Skerdir veiðumegu- leikar føra til aling Vit spurdu fyrst formann- in í Havbúnaðarfelagnum, hvussu hann metir útlitið fyri aling i Føroyum. Í grannalondum okkara hevur alingin ment seg stórliga tey seinastu árini. Ikki minst skerdir veiðu- meguleikar úti og heima hava verið orsekin til hetta. Hesa somu gongd síggja vit heima hjá okkum sjálvum, um ikki enn í so stóran mun, so fer alingin eisini at fáa týdn- ing fyri okkum framyvir. Tá nú eisini umsteðurnar í Feroyum eru so framúr góðar til aling, m.a. tí tann heiti golfstreymurin gong- ur framvið oyggjarnar, so er rætt at meta, at alingin kemur at vera ein týðandi táttur í føroyskum vinnu- lívi í framtíðini — kanska longu um ikki so fá ár. Og Knút Nolsee heldur fram: — Tað er næstan heldur ikki fiskur, sum ikki kann alast og arbeið- ast við mannahond. Hig- artil er dentur lagdur á at ala sil, laks og krækling her hjá okkum, men tað eru víst eisini aðrir møgu- leikar. Állurin alast í Feroyum — Hverji onnur fiskasleg metir tú vit kunnu ala? — Har haldi eg tað fyrst og fremst má vera állurin. Aðrastaðni ala teir stórar negdir av álli, og hann hevur sum flestum kunn- ugt sera stórt virði sum seluvera. Vit eru í teirri hepnu steðu, at vit fáa yngulin ókeypis. Allurin kemur frá Saro- gossahavinum heim til Feroya. Her gongur hann upp á land og líka niðan í hagan. Hesin állurin fer seinni aftur til havs. Har kundu vit ístaðin alt hann víðari, so hann ikki bert fór fyri skeyti. Talan kann uttan iva blíva um fleiri 100 tons av álli, um vit taka ímóti tí ynglinum, sum kemur upp á land og geva honum betri kor á ali- steðum, enn hann hevur annars. Harvið kunnu vit fáa eina munandi betri veru, enn tann áll vit fanga í rúsum. Ostra o.a. — Og tað eru onnur fiska- sleg enn állur tú eisini hugsar um? — Ja so avgjørt. Vit mugu alla tidina hava i huganum, at vit hava so góðar umstødur til aling, og hesum hepnu fyritreyt- um haldi eg, at vit ikki eiga at lata fara ótroyttar. Eg kann nevna skelja- fisk sum td. ostru (østers). Har eru vit so ti- verri í teirri steðu, at vit mugu innflyta yngulin, tí hitin í sjónum er helst ov lágur til, at larvan kemur fyri seg. Men vit hava kortini mátar at seta hitan í sjónum upp. Her meini eg, at vindmyllur, keli- vatn frá dieselmotorum og hitapumpur kunnu vera við til at skapa umsteður fyri eini framleiðslu av ostruynguli. Eg kann Formaðurin í Havbúnaðarfelagnum, Knút Nolsee (til hegru) er her stæddur í Harald- sundi, har hann tosar við tveir av alarunum á alisteðini > Á Strond« menn kunnu vera. annars í hesum sambandi vísa á, at okkum stendur í boði at fáa nekur 1000 ostruyngul úr Noregi, sum ætlanin er at koyra í ostru- alibúr í Kaldbaksfirði. Síðani eru eisini onnur fiska- og skeljafiskaslog, sum kunnu alast. Td. jákupskel, rækjur, humm- ari osfr. Trupulleikar — Nú hevur tú nevnt teir mongu meguleikar, sum eru innan aling í Feroyum. Men hverjir trupulleik: -, metir tú tyngja alararnar mest? — Alarin hevur fyri tað fyrsta fígging, kapital fyri neyðini fyri at byggja eina alistød. Tað mugu vera langfreistað lán við lágari rentu og somuleiðis ikki ov stór krøv til eginpen- ing. Higartil hevur ikki verið so nógv av peningi til alararnar og tað almenna hevur ikki rættiliga inn- stillað seg uppá at fíggja fleiri projektir. Demi eru um, at kravið til eginpen- ing hevur verið uppi á 30% og har lán skula verið goldin aftur eftir fimm ár. Hetta dugir ein og hver, sum hevur eitt sindur av skili á aling, at síggja at tað ber ikki til — tí hjá teimum, sum júst eru byrjaðir ganga heili trý ár til teir hava eina veru, sum kann marknaðarfer- ast. Og so má tað eisini ganga væl í hond hjá teimum. Í eini royndartíð kann so mangt óvæntað henda. Taka vit landbúnaðin á landi, so vita vit, at tað kunnu ganga eitt ella tvey ár við vánaligum úrsliti, so hvat skal henda hjá teimum, sum arbeiða undir havyvirflatuni, um teir ikki fáa lagaligar fyri- treytir at arbeiða undir. Mugu hava nokk av smolt Sum steðan er í dag, so er tervur á bæði smásílum og laksasmolt. Her haldi eg er neyðugt at geva monnum loyvi at byggja smærri kleki- og smolt- steðir. Tær eiga ikki at vera ov stórar, tí hendir nakað, so kann tað ganga út yvir so nógvar. Kunnu vit ikki nekta tervin á smolt, so mugu vit avgera, SOSIALURIN Knut Nolsøe: — Vit mugu stuðla teimum monnum, sum hava brúkt stóran part av síni frítíð og sínum spari- peningi til at gera royndir, soleiðis at teir nú sleppa í gongd av álvara. Setið ikki fót fyri teimum um vit skulu smolt. Ein annar spurningur er útbúgvingin. Her haldi eg, at vit eiga at royna at út- búgva fólk innan hesa nýggju vinnu, sum jú krevur útbúgvið fólk. Viðvíkjandi seluni er at siga, at vit eiga at koma í gongd ongantíð ov skjótt og ikki bíða til tær stóru nøgdirnar av alifiski skulu drepast og seljast. Selu- arbeiði má gerast framm- anundan og framhaldandi. Annars mugu vit rokna við bakkestum eisini innan alingina. Tey mugu vit so royna at liva við og læra av. Hvat viðvíkur góðsking av aliveruni, so eiga vit bæði roykivirki og konservesvirki, sum kunnu taka sær av fisk- inum. innflyta Teir svartskygdu — Nú verður so nógv tosað um at vera bjart- skygdur og svartskygdur, Tú hoyrir uttan iva til teir bjartskygdu. Hvat hevur tú at siga teimum svart- skygdu, sum kanska set spurnartekin við fiska- alingina, at vit eru ov sein- ir á sjóvarfallinum, at aðrir eru komnir longur enn vit, og at tað tí ikki er rætt at leggja milliónir av krónum í dýrar alisteðir? — Eg haldi vit skulu hyggja aftur um bak og síggja, hvat er farið fram, og hvussu tað hevur gingist teimum monnum, sum hava hugt eitt sindur fram í tíðina og samtíðis hava verið átalaðir av svartskygdum afturhalds- monnum. Fyri at taka eitt demi, sum lýsir hetta, so var tað ein samreða í út- varpinum eitt av teimum fyrstu árunum tá útvarpið var byrjað at senda. Ein ungur journalistur spurdi ein av okkara mest virdu trolaraskiparum, um tað ikki var at fara yvir um ánna eftir vatni, tá foroyskir trolarar fóru heilt til Grenlands at fiska, meðan bretskir trol- arar lógu við Feroyar og fiskaðu. Hesin svaraði nakað soleiðis: — Hoyr nú lítli mín. Hatta er trupult hjá tær at skilja. Við slík- um risaskipum, sum vit føroyingar hava (gamlir og nýggir trolarar keyptir úr Bretlandi, blaðm.) kann tað als ikki ganga at fiska undir Feroyum. Her er bert meguligt at toga nakrar fáa hundrað metrar orsakað av vánaligum botni. Haraftrat er at siga, at bretar fáa tilskot til fiskivinnuna. Soleiðis tók ein av okkara frægu trolaraskip- arum til orða tá. Í dag vísir tað seg, at her fram- vegis er ov mikið av plássi at fiska á, eins og tað hevur verið tað alla tíðina. Hetta meti eg vera besta dømi um, hvussu stutt- skygdir og afturhaldandi >