mikudagur 16. september 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
, box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: p/fsosialurin
Fyritaks-
og bladstjøri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Norskur høgrasigur
Whiskey og fosturtøka
HÓAST BORGARLIGI sigurin ikki
gjørdist so stórur sum væntað og
vónað frá borgarligari síðu, er sigurs-
rómurin frá hesum flokkum 6førur.
Tað eydnaðist nú hesum flokkum —
Kristiliga Fólkaflokkinum, Høgra-
flokkinum, Genterflokkinum og
Framburðsflokkinum at basa norska
arbeiðaraflokkinum. Tað eydnaðist
teimum at taka stjórnarvaldið frá Ar-
beiðaraflokkinum, sum hevur stjórn-
að Noregi gjøgnum truplu sjeytiárini.
VALSTRÍÐIÐ hevur verið hart. Ar-
beiðaraflokkurin fór ikki til val uppá
tey mongu og gyltu lyftini. Hann fór
til val uppá at varðveita tað, sum
higartil er vunnið á sosiala økinum.
Hann fór til val uppá at vilja framhald-
andi veita norska fólkinum sosiala
trygd, og tað, sum norski arbeiðara-
flokkurin hevur megnað, sum fáur
annar í norðanlondum — at hava allar
hendur í vinnu. Arbeiðaraflokkurin
vildi halda fram við hesum politikk-
inum.
MEN ALT hetta, við sosialari trygd,
er nú vorðið »émoderna«. Hin
modernaði Høgraflokkurin var IN.
Hann vildi lata oljurikidømi yvir til
privatar hendur til tess avgerðar og
profittjagstran. Og við hjálp frá Fram-
burðsflokkinum, hvers stórsta mál
var bíligari whiskey og ikki at gloyma
hinum Kristiliga Fólkaflokkinum sum
reklameraði við síni andstøðu móti
friari fosturtøku sum treyt fyri at
styðja eina borgarliga norska stjórn.
NÚ ER ALT gloymt um whiskey og
fosturtøku. Endamálið var at basa Ar-
beiðaraflokkinum og hetta eydnaðist
hesaferð. Nú kunnu teir á borgarliga
vonginum hálsfevnast um borgarliga
alternativið.
EFTIR SITUR veljarin. Hann hevur
sjálvur skuldina. Valrúsurin var eitt.
Nú er bert gerðandisdagurin eftir. Vit
loyva okkum at ivast í hvør man fáa
stórstu gleðina av einum
borgarligum politikki í grannalandi
okkara. Tað fer neyvan at vera hin
»meinigi« maðurin.
SOSIALURIN
Trinngar grundgevingar fyri
at kirkjan skal fåa frid at
standa:
1. Hon bleiv bygt av gróti til
tess, at hon skuldi standa til
allar tíðir
2. Um bert nekur ár er hon
ríkiliga stór.
3. Tað eru teir, sum bygdu
kirkjuna og tey, sum nú
standa sum limir av kirkjuni,
sum eiga hana, og sum tí
mugu hava tað seinasta
orðið. Her hevur kirkjuráðið
enn ikki gjert sína skyldu at
geva kirkjufólkinum at-
kvødurætt í hesum máli
Viðmerking til fyrstu grund-
geving:
Mær kunnugt er tað bert
ein kirkja í tí danska ríkinum,
sum hevur havt eina slíka
lagnu, og tað er Østermarie
kikrja á Bornholm. Teir, ið tá
ráddu fyri hildu
eisini: »at hon var ov lítil, ov
ring at sita í og ov ring til at
umvæla<. Teir bygdu tí eina
nýggja og vakra kirkju. Men
eingin bleiv nakrantíð góður
við hesa nýggju kirkju. Sum
presturin á Bornholm tók til
>Tað var eins og hon misti
sína sál. Kann væl vera, at
tann nýggja kirkjan í Fugla-
firði kemur fyri somu lagnu.
borgum
Viðmerking til aðru grund-
geving:
Tosar tú í dag við leiðandi
menn í breðrasamkomuni ella
við okkara egnu prestar, sc
eru teir allir á einum máli um
at vit nú eru í eini tíðarbroyt
ing ja vit mestsum sita í
vend, nú fjarsýner við at
koma í hvert heim. Tað er
bert ein prestur, sum ikki vil
vera við, at so er, og tað er
Fuglafjarðarprestur. Hetta
sigur ikki so lítið um sjálvan
mannin.
Tey 5 árini eg var í Rotter-
dam, gleddi tað meg at kunna
vísa á, at har — eins og í Fer-
oyum — gekk fólk í kirkju og
har vóru kirkjurnar javnan
fullar. Men hygg í dag; har
fyrr sótu 6—800 sita í dag
60—80, og tó er kirkjan tann
sama og presturin við. Vit
kunnu vera fullvís í tí, at
hetta vantar okkum — tíðan-
verri.
Fyri gott 100 árum síðan
vóru allar kirkjur her í Keyp-
mannahavn alt ov lítlar, kort-
ini fingu tær allar loyvi til at
standa í frið. Tær nýggju
kirkjurnar blivu allar bygdar
í teimum nýggju býlingun-
um. Set tað nýggju kirkjuna
á tann nýggja býlingin, ið
ætlaður er úti á Kambsdali
Viðmerking til triðju grund-
geving:
Vert er at minnast, hvat ið
hendi við kikrjuni í Tjernu-
vík. Hetta var í tí tíð, tá orðið
demokrati — ið merkir fólka-
ræði — var ókent millum
manna. Tá funnu Prútz
próstur og Per Nesinum
sýslumaður og kanska aðrir
uppá at taka kirkjuna í Tjer-
nuvík niður og flyta hana til
Saksunar, uttan at taka
fólkið. við upp á ráð. At
tjørnuvikskingar vóru illa við
at teir skuldu missa teirra
gomlu kirkju, sjálvt um teir
nokk hevdu fingið lyfti um
eina nýggja, prógvar henda
sega: Tá ein avbygdamaður
sær, at kirkjan er horvin,
spyr hann bilsin ein tjørnu-
viksking, hvar kirkja teirra
er blivin av, fekk hann hetta
svar: Spyr tú Per, og Prytz
og fanan. Tað eru teir tríggir í
felagsskapi, sum hava flutt
hana!
Vit liva í eini aðrari tíð í
dag, har fólkið í øllum avger-
andi spurningum hevur tað
seinasta orðið, tá tað stendur
sum eigari. Um tú t.d. vil
biðja tær eitt gerði, so mást
tú fara til allar ognarnar fyri
at fáa teirra skriftligu vátt-
an, áðrenn tú kanst fara at
velta, og so er eisini í hesum
kirkjumáli. At tað er kirkju-
fólkið, sum stendur sum
eigari kann prógvast við at
vísa til tað svar, sum amt-
maður og próstur fingu frá
kancellinum, tá teir høvdu
spurt, um tað var kongur ella
kirkjufólkið, sum var eigari
av teimum feroysku kirkj-
unum, tá fingu teir hetta svar
frá 5. okt. 1839: ».. at de ikke
kunne anses som Kongens
Ejendom, men at det efter
Forordning af 13. August
1790 påhviler Menighederne
at holde dem vedlige«.
Fyri at søgan i Tjørnuvik
ikki skal endurtaka seg, må
kirkjufólkið í Fuglafirði yvir
fyri okkum, ið vilja varðveita
kirkjuna og yvir fyri komandi
ættum skaffa okkum skrift-
ligt prógv fyri, at teir hava
ein meiraluta, sum vil ganga
við til at taka gomlu kirkju
okkara niður. Hetta er
mannagongdin í dag.
Verður hetta ikki gjert, má
málið inn fyri rættin sum
skjótast.
P.S. Tað kann í ongum feri
verða tey, sum vilja varð-
veita hana við innsavnan av
undirskriftum, sum skulu
prógva fyri komandi tíðum,
um kirkjuráðið er á beinari
leið.
Kenni eg fuglfirðingar
rætt, so rokni eg við at teir
treyðugt geva eðrum skrift-
ligt loyvi til at bróta tað hús
niður, sum teirra egnu for-
fedrar við so stórum stríði og
strevi vildu byggja úr gróti
til tess, at tað skuldi fáa frið
at standa sum kirkja, Gudi til
heiðurs og æru so leingi sum
fleðir og fjarar.
Við vón um sámuliga loysn
og við heilsan.
Petur Andrew Petersen
prestur
Keypmannahavn
Hatta kanst tú ikki meina,
Finnbogi!
Havi beint nú lisið sjónar-
miðini hjá Finnboga Isak-
sen um feroysku pressuna
(Sosialurin nr. 63, 26.
august 1981).
Helt annars, Finnbogi
var skilagóður. Men er
nakað skil í tí at siga, at
Utvarpið er tann stovnur
innan føroysku pressuna,
sum rekir sína uppgávu
best? Tað meinar Finn-
bogi.
Antin lesur Finnbogi
Isaksen ikki feroysku
blødini ella hoyrir hann
ikki feroyska útvarpið.
Ger hann bæði, so hevur
hann ivaleyst eisini lagt til
merkis, at meira enn helv-
tin av innanoyggja tíðind-
unum í Utvarpinum longu
hava staðið í onkrum av
blødunum. Antin sama
dag, dagin fyri, viku ella
mánað frammanundan.
Finnbogi endar grein sína
eitt sindur = varisliga
(kanska ivast hann kort-
ini) við hesum orðum:
»Kanska kann sigast, at
útvarpið er tann parturin
av føroysku pressuni, sum
er snærum nóg góður<.
Ja, go'morin, Finnbogi.
Hatta kanst tú íkki
meina!!!
Hegni Djurhuus
blaðmaður
Óli B. skuldi fingið havragreyt
Vit vóru fleiri, sum lurt-
aðu eftir løgtingsmonnun-
um, men her er tað serliga
Óli Breckmann, sum vit
fingu kvalma av at lurta
eftir.
Hann og hansara líkar
skuldu verið lagdir niður
og bundir. Kann ikki
onkur gera tað, og so sagt
okkum pensionistum frá
— teimum pensionistum,
sum ikki eru pleygupen-
sionistar, so kundi onkur
av okkum pleyga hann.
Hann skuldi ikki doyð í
hungri, men kosturin
skudli verið havragreytur
„tre gange daglig«. Ikki
vatndeyvur, men við grov-
um salti!
Heilsan
ein pensionistur
Løgmansrødan
Teir flestu eru å einum
máli um, at reðan segði
púrt einki. Eg haldi tað
sama.
Tað varð sagt, at gamla
landsstýrið hevði lagt í
nýggju føroysku skútuna
eina milliard krónur. Í fjør
gav hon eina milliard kró-
nur av sær og man helst
fara at gera tað sama í ár.
Teir, ið seta í skip, siga,
at selja teir fyri tað, sum
skipið kostar fyrsta árið,
so eru teir undanslopnir.
Tað eydnaðist hjá okk-
um i fjør og helst aftur í år
eisini, so rætt mundi vera
atborið. Bara teir nýggju
bera seg líka rætt at.
J.L.
|
;
|
US