leygardagur 26. september 1981síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
»Laksurin gytti ikki
upprunaliga i Føroyum,
men síðan Sílaveiðifelagið
varð stovnað í 1947, hava
menn við ótrúligum
áhaldni bygt upp ein
laksastovn í 4 av okkara
áum. Útlendingar, ið hava =
skil á slíkum, eru púra
bilsnir um, hvussu væl
hetta er eydnast, Í fjer
(1975) vóru t.d. veiddir
fleiri túsund laksar av
hesum stovni. Tað al-
menna hevur stuðlað
hesum arbeiði ófera væl
tey seinastu árini. Far t.d.
og hygg at laksa-stíggjun
um i Leynum«.
Um hetta mundi er
okkara laksastovnur
mettur til einar 5000 fisk
ar. Tað er einki at ivast í,
it við munandi ábótum á
hesum plássum (Saksun,
Leynum og Fjarðará), er
gjørligt at fáa stovnin væl
longur upp.
Utseting av laksa-
smolti
I 1967 bleiv fyrsta roynd-
in i Føroyum at seta ut
laksasmolt gjørd. Ur Is-
landi keypti Føroya Sila-
veidifelag 500 stk. 2 åra
gamlar laksasmolt, ið
blivu settir út í Saksun.
Tíverri blivu hesir fiskar
ikki merktir, bert bleiv
feittfinnan skorin av. Tað
fyriliggur einki úrslit frá
hesum royndum, men tey
eftirfylgjandi árini vóru
rættuliga góð til laks í
Saksun.
Síðan 1976 hevur rættu-
lig afturgongd verið á
laksastovninum, og eru í
1981 veiddir meira enn
einir 120 laksar ialt. Einki
er at ivast í, at laksa-
veiðan á opnum havi her
um oyggjarnar er ein av
orsekunum.
Fyri at fáa stovnin upp-
aftur, og helst væl sterri,
er Feroya Sílaveiðifelag
farið undir eitt nýtt tiltak.
Í 1980 bleiv bygd nýggj
kleki- og smoltstød úti í
Havnardali, og blivu her
útklektir umleið 220.000
laksamurtar í vár, um-
»Kissa« ein av stovnarunum av felagnum og ein av teimum, sum enn sæst fiska, tå
hevi býðst
framt nakað av sjósílum.
Umframt hetta eru á tí
klekisteðini ið felagið hev-
ur á Sandi, útklaktir einir
200.900 sjósíla murtar og
einir 20.000 laksamurtar.
Sum árini framman
undan er nakað sett út í
áirnar í summar, av nýút-
klaktnm maðkapirrum,
men eru eftir til fóðringar
til smolt umleið 150.000
laksamurtar og einir
30.000 sjósílamurtar.
Eydnast tað at fáa megin
partin av hesum til smolt,
er einki at ivast i, at vit
fáa hópin av laksi aftur í
okkara áir og vetn, eftir
tveimum ella
arum
trimum
Nógv kann koma
aftur
Vit vita ikki, hvussu nógv
„ið roknast kunnu við at
koma aftur av útsettum
smolti. Tað er bert ein
roynd gjørd vid Air og gav
hon ikki so gott úrslit.
Sæð frá Feroya Sílaveiði-
felags sjónarmiði er hetta
stað óheppið valt til útset-
ing, við tað at fiskurin ikki
kann fiskast aftur her, og
kann hetta tí elva til ólóg-
liga veiði.
Tær royndir ið danir og
sviar hava gjert í svensk-
um áum frá 1972 til 1977
hava givið ótrúliga góð
úrslit, ja heilt upp til 32%.
Kanska vit eiga at tráa
eftir at koma so langt
eisini.
Við tí øktu veiðuni eftir
laksi úti á havi, er tað sjál-
vandi neyðugt, at sleppa
smolt út í stórum tali, men
líka so neyðugt er tað at
verja stovnin, tá ið fisk-
urin kemur inn aftur móti
landi, við at ansa eftir, at
ólógligir veiðihættir, sum
krøking, nótakast, at seta
gørn og kílanótir ikki
verða nýttir.
Tí er tað ongantíð ov
skjótt, at okkara lóggáva
verður útbygd á hesum
oki, so at vit fáa eina
munagóða eftiransing sum
t.d. Vaktar- og Bjarging-
artænastan. 7
PÓ A
LP: 0 101 SN
8
S
Føroyar hava av fremmandum verið eygleiddar sum eitt eldorado fyri frítíðarfiskarar. Her siggja vit permuna å
danska blaðnum »sportsfiskaren«. Myndin vísir laksatrappurnar i Leynum, eitt av teimum stóru arbeiðunum, sum
Feroya Sílaveiðifelag hevur útint
Lokið er dagsins verk — við góðum úrsliti. Hesin laksurin er fingin í føroyskum vatni
AAA AAA UTTTT—————M—