Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-09-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. september 1981síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LJ KUA SOSIALURIN Sida 13 Hava fiskad o g vidgjørt jákupskel í nógv år: Skeljavirkið á Oyri nú at ala jákupskel Skeljavirkið á Oyri hevur í nógv ár tikið ímóti Jákup- skel, sum bátar hava fiskað undir Feroyum. Nú ætlar virkið á Oyri at royna nýggjar leiðir eisini. Tað hevur nevniliga í um- búnað at fara undir at ala jákupskel. Feroyska jákupskelin hevur gott orð á sær, hon hevur framúr góða góðsku. Hon er eisini nógv eftirspurd í útheiminum, og tað fæst góður prísur fyri hana. Nú bert part á árinum Men jákupskeljaveiðan er ikki alt árið. Hon er av- markað til ein part av árin- um frá september út í feb- ruar mánaða. Restina av tíðini má virkið á Oyri tí liggja stilt. Nú ætla teir so at vita, hvussu jákupskelin veksur í fangilsi inni i Sundalagnum. Teir fara fyrsta dagin at keypa kurvastativ úr Noregi, sum vanliga verða brúkt til at ala ostru við. Hesi verða løgd út nærhendis Oyri við smærri og sterri jákupskeljum í. Kurvar úr Noregi Ætlanin er at taka nakað av teimum smærri skelj- unum, sum vanliga verður tveitt á sjógv aftur, tá bátarnir fiskað skeljar til virkið. Hesar skeljarnar verða so lagdar í kurvar- nar til at vaksa. Feroysku firðirnir eru sera ríkir uppá feði til m.a. so fer henda skeljadjór, royndin at eydnast, er grundarlagið skapt undir eini møguliga týðandi vinnu í framtíðini. Tá kann virkið á Oyri nevni- liga arbeiða jákupskel alt árið í mun til nú bert nakrar fáar mánaðar um árið. Ætlanin er at seta fyrstu jåkupskelina út longu í ár. Minka um innflutningin — skapa arbeiði í landinum: Vit kunnu framleiða reiðskap til ali- stóðirnar sjålvir Tað er ein spurningur, um tað í framtíðini verður neyðugt at innflyta t.d. flótihyljar og nótir til fiskaaling í Feroyum. Hetta hevur fyri stersta partin verið gjert higartil. Kortini eru tað teir, sum sjálvir ynskja at framleiða og gera tann reiðskap, sum ætlanin er at brúka her heima. Teirra millum er alisteðin Salmo í Kald- baksfirði. Teir hava ikki keypt hyljar úr Noregi, men latið Marinplast í Kaldbak gera hyljarnar. Marinplast hevur innflutt plastevnið og á virkinum framleitt lidnar hyljar til alisteðina hjá Salmo. Hetta hevur víst seg at rigga væl og er eisini bílig- ari enn at innflyta lidnar hyljar úr Noregi. ss Á Marinplast hav teir annars sett eina nevnd til at arbeiða við eini framtíð- ar ætlan at framleiða flóti- hyljar til aðrar enn Salmo. Blaðið hevur eisini frætt, at aðrir í Føroyum arbeiða við ætlanum um at framleiða hyljar, megu- liga úr aluminium. Slíkir hyljar eru longu í land- inum, men teir eru allir gjerdir í Noregi. Samanumtikið má sig- ast, at í kjalaverrinum á alivinnuni verður eisini meguleiki hjá eðrum vinnugreinum at fáa arbeiði at gera. Marin- plast í Kaldbak og Garna- virkið á Oyri eru bert tvey demi um hetta. Koma vit síðani til sjálv- ar nótirnar, sum verða nýttar av alarunum, so hevur longu nú eitt virkið í Feroyum, Vónavirkið í Fuglafirði, gjørt nakað av glúpum til Havsbrún, sum ger fóðurroyndir á Skála- fjorðinum. Her er so enn ein meguleiki at seta í gongd framleiðslu, sum kann minka um okkara innflutning og harnæst geva fólki í Feroyum arbeiði. Vit hava í blaðnum her- fyri eisini nevnt fóður- spurningin. Har er Havs- brún við at gera royndir soleiðis at vit sleppa undan at innflyta fóður úr útlandinum, men ístaðin framleiða tað i Føroyum. So alt hetta bendir á, at vit eru á rættari leið. Alternativ framleiðsla Gera trossar til kræklingaalarar At alingin fer at geva. arbeiði til aðrar hjá- vinnur er einki at ivast í. Eitt av teimum virkj- unum, sum hevur ætlan at lata tilfar til fiskaaling, er Garna- virkið á Oyri. Teir havanú í 25 ár gjert toskagern og onnur sløg av gørnum. Nú seinastu árini er eftir- spurningurin eftir hes- um gernum minkaður munandi. Men tað eru onnur ráð til at taka — eitt nú at gera trossar til kræklingaalararnar. Teir hava sum er net og línu. Tað leggja teir saman til trossar. Hes- ir trossar verða síðani latnir alarunum, sum brúka teir til at fáa kræklingin at festa seg í. Enn er ikki verulig gongd komin á hesa framleiðslu, men nú sum krædlingurin vindur uppá seg, verður helst meguleiki at framleiða munandi av trossum. Á Garna- virkinum hava teir eisini lagt tveir flakar út við trossum til krækling. Hesir flak- arnir liggja sunnanfyri Oyri, á Lítlabóli Teir hava longu fing- ið ymsar fyrispurning- ar um trossar frá monnum, sum ætla sær í gongd við at ala kræk- ling. Salamon prestur leggur frá sær Viðareiðisprestur, Sala- mon J. Joensen, fer nú úr prestaembætinum. Hann verður leysur úr embætinum um hálvan oktober, og í morgin hevur hann fráfar- ingarguðstænastur i Hattarvík og á Kirkju. Salamon J. Joensen er ættaður úr Elduvík. Haðani fór hann 15 ára gamal til Danmarkar, har hann tók preliminer- og stu- dentsprógv. Síðani las hann guðfreði, og varð prestvígdur í 1941. Hetta var undir seinna heimsbardaga, og sum so mangur annar slapp hann ikki heimaftur til Føroya og starvadist ti sum prest- ur i Danmark undir krignum. Í 1946 tók hann vid prestaembæt- inum å Nesi og var har til 1958, tå hann før aftur til Danmarkar. Hann varð prestur i Norðursællandi og í Keypmannahavn til 1974. Tá varð hann av føroyskum meinig- heitsrådum bidin um at koma aftur til Føroya, og varð hann settur sum prestur í Norðoya eystara prestagjaldi, har hann hevur verið síðani. Nú Salamon Joensen leggur frá sær, hevur hann verið prestur í skjótt 40 ár. Hann hevur nýliga bygt hús í heimbygdini Elduvík og flytir hagar nú. Salamon J. Joensen er 65 ára gamal. Hann er giftur við Elinborg Wenningsted Tórgarð úr Havn. Leigar instrumentir út Simme musikkhús i Havn er nú farið undir at leiga instrumentir út til fólk, sum hava hug at læra seg at spæla tónleik. Talan er um instrumentir av ymisk- um slagi so sum klari- net, kornett (trumpet), saxofon, orgul, harmo- nika, guitar og violin. Tað kostar ímillum 100 og 600 kr. um mánaðin at leiga eitt imstru- ment. Simme sigur, at áhugin hjá fólki at læra seg at spæla tónleik veksur steðugt. — Men skulu vit hava tónleik á breiðum grundarlagi, so er neyðugt við mið- vísari undirvising á hesum eki, sigur hann. Í nógvum skúlum verður byrjað við blokkfloytu og hildið fram við eðrum instru- mentum, og kveldskúl- in er eisini ein góður meguleiki. Hesi seinastu árini hevur guitarin verið tað mest vanliga instrumentið, men Simme heldur tað ikki vera torferari at spæl upp á onnur instrumentir. T.d. nevnir hann, at tað tók sær ein dag at læra at spæla upp á saxofon. Hann byrjaði at læra seg um morgunin, og um kveldið spældi hann til dans — við saxofonini.