Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. oktober 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EET SOSIALURIN Síða 3 Kæran frå MU ikki viðgjørd Kærunevndin er ikki vald av nyggjum Kæran, sum ' Megin- felag Utr6drarmanna hevur sent serligu kærunevndini, sum skal veljast eftir lóg- ini um ráfiskagrunnin, er ikki viðgjerd enn, upplýsir formaðurin í nevndini, Klaus Her- man, almannastjóri. Orsekin til at kæran ikki er viðgjerd, er hon, at kærunevndin er ikki vald av nýggjum. Nevndin skal veljast fyri eitt tíðarskeið í senn. Fyrstu ferð, hon varð vald, var 15. juni í 1978. Soleiðis var næsta valskeiðið úti í juni í ár. Nevndin hevur ann- ars fimm limir. Lands- stýrið velur tveir. Ann- ar teirra skal vera grannskoðari. Hin skal vera limur í Búskapar- råånum. MU og "FF velja ein saman. Rá- fiskakeyparnir velja ein og dómarin velur formannin. | Dómarin hevur valt Klaus Herman. Klaus Herman sigur, at kærunevndin hevur fingið kæruna, men at hann hevur svarað, at nevndin hevur ikki kunnað viðgjert hana, tí nevndin er ikki full- mannað enn. For- maðurin hevur heitt á landsstýrið um at velja sínar limir. Hann sigur seg ikki vita, um hini feløgini hava valt sínar limir. Lívligt orðaskifti Orðaskiftið á fundinum hjá Suðurstreymoyar Javnadarfelag miku- kveldið var bæði lívligt og fjøllbroytt. Evnið var: >býar- og byrådsvidurskifti«. Um- bodini i býráðnum, Lei- vur Johannesen og Jåkup S. Jacobsen. løgdu upp til orða- skifti, vid at greida frå samgonguarbeiðnum og tí sum hendan nýggja býráðssam- Hækkaði skiftis- avlopið Orsøkin til kæruna hjá MU var ein avgerð hjá nevndini fyri ráfiska- grunnin. Fyri stuttum av- gjørdi nevndin at hækka urtøkuprosent- ini fyri nekur fiskaslog. Hetta merkir, at virk- ini fáa sterri peninga- virði fyri fiskin, tey til- virkað. MU metir, at hetta virðið eigur at koma avreiðingarprísinum til góðar. Men nevndin av- gjørdi, at hækka skiftisavlopið til virk- ini í staðin. (Skiftisav- lopið verður annars roknað einaferð um árið og fer til fastar út- reiðslur hjá virkjunum, fastar lenir, umvæling- ar 0.a., grundað á rokn- skapirnar hjá virkjunum). Tað, sum MÚ biðjur kærunevndina taka steðu til, er um tað er í samsvar við lóg og regl::gerð hjá grunn- inum, at nevndin tekur hesa avgerðina, . uttan at tað er prógvað, at virkini treingja meira til hækkingarnar í framleiðsluvirðinum enn veiðuferi Enn fm: borið til at fáa eina viðmerk- ing frá nevndini fyri rá- fiskagrunnin, - tí for- maðurin, Jákup Mørkøre, er júst aftur- komin av samráðingar- fer í Ruslandi og hevur enn ikki havt stundir at kannað málið. gongan hevur framt. Fundurin um hetta evnið varð lagdur nú, tí kommunulógin sigur, at í oktober skal fyrsta uppskotið til fíggjar- ætlan gerast. Tí var hevi hjá lutt- akarunum at skifta orð um, hvat javnaðar- flokkurin skal leggja dent á í komandi fíggj- árári. Her var m.a. víst á valskránna til sein- asta býráðsval, sum gevur býráðslimunum hópin av málum at arbeiða við. Koyringin í Suðuroy kostar árliga knappa 3" 1,5 mill. kr. Bý- og bygdaráðini í Suðuroy eru áhugað at fáa rutukoyringina i oynni samskipaða. Uppskot til samskipan skal gerast nú Tann almenna koyringin í Suðuroynni kostar í dag árliga knappar 1,5 mill. kr. Talan er her um koyring- ina við skúlabernunum millum bygdir, og koyring úr bygdum til og frá sjúk- rahúsinum á Tveroyri og onnur tílík koyring. Hetta krónutalið varð lagt fram á fundum, sum samferðslunevndin hevði í Suðuroy týsdagin. Sam- ferðslunevndin hevði ein fund við bý- og bygdaráð- ini og legtingsmenninar í oynni og ein fund við buss- ferararnar, sum hava luttikið í royndarkoyring- ini í summar í samband við siglingina hjá Teist- anum. Fundirnir vórðu hildnir í samband við ætlanina at samskipa rutukoyringina har suðuri. Í dag er eingin rutukoyring uttan í sam- band við siglingina hjá Teistanum og harafturat koma nakrar sokallaðar doktararutur. Atli Jensen, formaður í løgtingsins samferðslu- nevnd, sigur, at ell bygda- ráðini í oynni vóru positiv, og eru áhugað at fáa rutu- samskipaða, koyringina soleiðis at tað dagliga verður regluligt rutusam- band millum bygdirnar. Kanska í hesi ting- setuni Nú skal skrivarin hjá sam- ferðslunevndini, Jón Ras- mussen, kanna tervin fyri hvert pláss sær og gera eitt uppskot til eina skipan. Hendan skipanin skal so aftur leggjast fyri teir lokalu myndugleikarnar. Taka lokalu myndugleik- arnir undir vid uppskot- inum, skal tad so leggjast fyri løgtingid til stødu- takan. Sambært lógini um sam- skipan av rutunum i Før- oyum, sum legtingið gjørdi fyri nøkrum årum sidani, skal løgtingid sam- tykkja rutuskipaninar i teimum ymisku økjunum. Atli Jensen metir, at gongst arbeidid væl, kann uppskotid fyri eina skipan leggjast fyri tingið eina- ferð í hesi tingsetuni. Sum grund fyri, at tað kann ganga so skjótt, leggur hann tað, at bý- og bygda- ráðini í Suðuroynni tóktist vera so positivt sinnað fyri einum rutusambandið og eisini tað, at bussar og bussferarar eru til taks. Sama modell Rutusamskipanin í Suðuroy verður gjerd eftir sama modelli sum í Streymoynni og í Sand- oynni. Talan verður ikki um almennar bussar, men um eina fastlagda skipan við privatar busseigarar, sum fáa samsýning eftir fastari avtalu um tímar og kilometrar. Atli Jensen metir, at tað er stórur tervur á einum rutusambandið í Suður- oynni. Umframt koyring við skúlabornum og í samband við sjúkrahúsið er nógv koyring frá bygd- unum til flakavirkini og onnur arbeiðspláss í Vági og á Tveroyri. — Sum nú er, brúkar tað almenna knappliga 1,5 mill. kr. til koyring í oynni, og kortini kemur hendan koyringin ikki tí vanjiga fólkinum dagliga til góðar, sigur Atli Jensen. RSS Í Suðuroynni er bert rutukoyring i samband við siglingina hjá Teistanum. Tað er kanska ein orsøk til, at so nógv ferðast við bili. Myndin vísir bilar á havnagkinum á Tveroyri áðrenn fráferð hjá Teistanum ? Framhald av síðu 4 teir bert eitt sindur av handverki og einstek onn- ur virki. Men teir royna aðrar meguleikar. Innan fiskivinnuna royna teir at góðska fiskin og demir eru um virkir á hædd við okkara. STórar námsætlanir — Men teir hava ráevni í jerðini? — Landsstýrið hevur framtíðarætlanir um námsvinnu. Kanningar verða steðugt gjerdar og teir rokna við at fáa nakað burturúr. Men fyrireik- ingarnar eru nógvar og stórar ílegur krevjast. So stórar, at einki kann sig- ast, hvat kemur upp á føt- ur í hesi eldini. Hava teir ikki havt kryolit- og kolavinnu? — Kryolitvinnan er um at vera av, og kolavinnan er eingin. Viðvíkjandi kolavinnu er eitt gott dømi um borgarliga politikk: Fram til seinast í sekstiárunum ella allar fyrst í sjeytiárunum var kolavinna í einum býi við Diskovíkina. Ein góð kola- vinna, men VKR-stjórnin- borgarliga samgongan millum Vinstra, teir kon- servativu og radikalu — niðurlegði námini. Og í dag er býurin ein >spekil- sisbyur«. Atøkur teimum vit siggja i Westernfilm- unum. Avleidingarnar av hesum avtoftingarpoli- tikkinum meta vit í býun- um — í Nuuk og í Keyp- mannahavn. Slíkt stutt- skygni hevði hent í Fer- oyum. Ahugavert skinn- virki Hverjir meguleikar eru fyri landbrúki? — Seyðabrúkið er í menning og vit sóu áhuga- vert royndarbrúk við djór- um og vekstrum á Juliane- hábleiðini. Tað var ógvu- liga áhugavert at síggja, hvat teir vænta sær. Smakkroyndirnar vit fingu av rótplantursum vóru ikki aftan fyri okkara í dygd. — Annars sóu vit eitt skinnvirkið í Narsakk- kommununi. Á virkinum gjerdu teir væl úr hondum greidd plegg úr minka- skinni, reva-, seyða-, bjarna-, kópa- og reidjóra- skinni. Plegg,:sum verða seld fyri túsundtals krón- ur á europeiska fastland- inum. Hetta var eitt spennandi virki við 20—30 fólkum í arbeiði. — Víst sóu og upplivdu vit nøgv áhugavert og spennandi, sigur Jákup Lindenskov. Hetta fer hann at koma inn á í eini seinri samrødy.å Svara Hvat dámar tær sendingina Dallas í sjónvarpinum? Martha Dalsgaard, skrivstovukvinna: — Mær dámar væl at hyggja eftir Dallas. Tað er tó ikki tí, at eg haldi, at henda sendireð er petti realistisk, tvert- urímóti taki eg hana sum rætt og slætt und- irhald — eg taki hana als ikki fyri fult. Eg haldi ikki tað ger nakað, um vit av og á hava tílíkt undirhald, og hvat skaðiliga árininum við- víkur, so haldi eg ikki hon er skaðilig, í hvert fall ikki fyri tilkomin fólk. Eg kann ikki annað enn grína at hesi send- ingini. Men lat tað eisini verða sagt, at tað veldst sjálvandi um við hverj- um eygum ein sær. Jóhannes Thomsen, fyrrv. stjóri: — Sendireðin er bara stuttlig. Eg meti hana rætt og stætt sum reint undirhald. Hon gevur eftir mínum tykki ikki nakað álítandi bílæt av USA. Heldur er tað ein ávís -westernpsyka-, sum verður víst á og sum so ikki nakað, sum samsvarar við USA og amerikanaran í síni heild Torkil stjór Thomsen, — Mær dámar ikki hasa sendireðina. Hon virkar býttisgerandi bæði upp á ungdómin og kanska eisini upp á vaksin. Hon er óverulig Kanska vanligir amerikanarar dáma hana. Men sjálvt- um hon her heima verður mett sum undirhald, so haldi eg, at vit áttu at valt okkurt annað til undirhald enn hesa sendireðina