mikudagur 7. oktober 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Landskappingin í 2. deild í fótbólti:
Avgerðin fellur
á aðalfundinum
Hóast FSF gekk undir dómsneundarav-
gerðina hava teir samstundis boðað frá, at
málið viðvíkjandi vinnaranum og uppflyt-
aranum i 2. deild 1981 verður steunt fyri
aðalfundin
Enn eru allar avgerðir í
fótbóltslandskappingini
1981 ikki falnar, ivamálið
um hver vinnur 2. deild,
og harvið tryggjar sær
uppflytan til 1. deild kom-
andi leikár, varir við.
Seinastu dystirnir í 2.
deild vórðu annars leiktir
19. september. Framman-
undan seinasta leikumfar-
inum lógu LÍF og MB
jevn í stigum og hevdu
bæði liðini sama málmun,
og tá bæði liðini vunnu
dystir teirra við tveimum
málum móti einum, varð
steðan sostatt framvegis
óbroytt felagna millum.
Men hesum hevði Fót-
bóltssamband Feroya tó
havt í huga undan sein-
asta leikumfarinum.
Kveldið fyri, sum dyst-
irnir vórðu leiktir, stað-
festi fótbóltsdómsnevndin
ta avgerð, ið FSF framm-
anundan hevði tikið, nevn-
liga, at um tvey lið endaðu
kappingina við sama
stigatali og sama mál-
muni, hevði tað liðið, ið
hevði skotið flest mál
vunnið kappingina. Hesin
avgerðarháttur er vanlig-
ur millum FIFA-lond, og
nýta m.o. Danmark,
Noreg, Sveríki, Vestur-
týskaland, Ongland, Skot-
land og Írland hann, og
hava føroysku bleðini
gjøgnum kappingarårini,
tå tey hava gjørt stødur-
nar upp, nytt sama hått.
Orsaka av FSF-avgerð-
ini vann MB kappingina
og fingu teir steyp og
skreytpengar handadar.
Men LIF kundi ikki g68-
taka at vinnarin varð
funnin á henda hátt, og
sendu teir tí kæru til
dómsnevndina.
„Onki grundarlag i
alheimsreglum«
Kæran varð vidgjørd á
fundi í fótbóltsdóms-
nevndini, har Jógvan
Sundstein, Selvi Jesper-
sen og Erhardt Næss eru
limir, og sendi dóms-
nevndin aftaná fundin, ið
var 23. september, soljóð-
andi skriv til FSF:
Tá id dómsneundin hin
18. september 1981 um
kveldið góðkendi avgerð
Fótbóltssambandsins var
tað undir teirri fyritreyt,
at avgerðin var grundað á
alheimsreglur, og at hesar
reglur vóru nýttar í ollum
FIFA londum.
Hetta heuði dóms-
neundin ikki stundir at
eftirkanna dagin fyri dyst-
irnir vórðu leiktir. Aftaná
er tað vorðið heilt greitt,
at FIFA bert ger lógir á
leikokinum, men hvert
land sær og hvert fótbólts-
samband sær skipar fyri
sjálvum kappingarregl-
unum. Hesar reglur eru
ymiskar í teim ymisku
londunum og eisini
ymiskar í sama landi.
Føroysku reglurnar eru,
at stigatal og síðani mál-
munurin eru avgerðandi
fyri placeringina. Hesar
reglur hevur verið spælt
eftir alt kappingarárið, og
ongar felags alheims
reglur víðka um hesa skip-
an. -
Tå id sostatt tvey lid
hava någreiniliga
placering eftir núverandi
kappingarreglum aftaná
at kappingin er liðug, er
bert ein máti at avgera
vinnaran, og er tað ein
somu
nýggjur dystur millum
viðkomandi lið.
Dómsneundin kann tí
ikki góðtaka, at FSF uttan
grundarlag í alheims regl-
um ella aðalfundarsam-
tyktum ger uppískoyti til
kappingarreglurnar, tá
bert eitt umfar er eftir at
leika.
Niðurstaðan
tann, at fyri at finna vinn-
aran av 2. deild í fótbólts-
landskappingini 1981
verður nýggjur dystur at
spæla millum MB og LIF
á uttanveltaðum velli.
Stendur hesin dystur á
jøvnum aftaná vanliga
leiktíð, verður leiktur um-
dystur 2 X 125 minuttir.
Er framvegis jaunleikur,
verður sektarsparkskapp-
ing, til vinnari er funnin.
verður tí
FSF gekk ikki úr-
skurðinum á meti
25. september hevði Fót-
bóltssamband Feroya
stjórnarfund um dóms-
nevndarúrskurðin. Fót-
bóltssambandið avgjørdi,
at ikki var meguligt hjá tí
at ganga úrskurðinum á
meti, og sendi teir tí bræv,
ið var undirskrivad av
øllum stjórnarlimunum,
til dómsnevndina. Brævið
var soljóðandi:
FSF hevur á fundi, 25.
september 1981, vidgjørt
dómsnevndarúrskurðarn-
ar skrivaðar ávikavist
18.- og 23. september
1981.
Fótbóltssambandið út-
nevndi Miðvágs Bóltfelag
19. september 1981 til
vinnara av 2. deild í lands-
kappingini í fótbólti. FSF
helt seg, í hesum sam-
bandi, til dómsnevndarúr-
skurð/staðfesting skriv-
aðan 18. september 1981.
Fáar dagar aftaná,
nevniliga 23. september
1981, sambært úrskrift frá
dómsnevndini, verður
aftur fundast.
Á fundi samtykkir
dómsnevndin at vinnari
av 2. deild í landskapping-
ini í fótbólti 1981 verður
ikki funnin, fyrr enn LÍF
og MB hava leikt dyst á
uttanveltaðum velli, og
annars leikt sum nevnt í
gr. 4 í kappingarreglunum
fyri fótbólt. ...Stendur á
jevnum eftir vanliga leik-
tíð, verður leiktur umdyst-
ur 2 X 15 minuttir. Er
framvegis javnleikur,
verður sektarsparkskapp-
ing, til vinnari er funnin.
Fótbóltssambandið loyv-
ir sær hervið at spyrja
dómsnevndina:
1. Hvussu skulu vit fram-
yvir tulka gr. 19, næst-
seinasta petti, í kapp-
ingarreglunum fyri fót-
bólt?
2. Hvussu skulu vit fram-
yvir tulka gr. 8 í Reglur
fyri dómsnevndir innan
ÍSF og viðgerð av kær-
um?
3. Skal meistaraheitið,
givið 19. september
1981 við fulltrú frá
dómsnevndini, roknast
sum ikki strikað, tá av-
gjørt verður 23. sep-
tember 1981 at leikað um
um tað aftur?
Fótbóltssambandið held-
ur at vandi er fyri at dóms-
nevndin hevur brotið gr.
19 í kappingarreglunum
fyri fótbólt og gr. 8 í
Reglugerð fyri dóms-
SEE
MB — eru teir framvegis vinnarar av 2. deild 1981 aftanå adalfundin ella verdur vinn-
arin kosin yvir eitt skriviborð?
nevndir innan ISF og
viðgerð av kærum.
FSF kann tískil íkki
ganga úrskurðinum,
skrivaður 23. september
1981, á meti fyrr enn
dómsnevndin skrivliga
hevur svarða okkara spur-
ningum.
Dómsnevndin gjert
eitt mistak og við-
gongur tað
Longu 28. september svar-
ar dómsnevndin FSF
aftur:
Sum svar til punkt 1—3i
brævi tykkara frå 25. sep-
tember 1981 skal døms-
nevndin føra fram:
Tad snyr seg ikki um, at
meistaraheitid er strikad,
men um at meistaraheitið
er givid undir galnum fyri-
treytum. Ti er kappingin i
2. deild ikki lokin enn, og
vinnarin ikki funnin
Tå id
reglur
felags alheims
fyri placering i
landskapping, sum upp-
lýstar vórðu 18. september
1981, ikki vístu seg at vera
til, hevur hvorki FSF elta
dómsneundin rætt til at
seta slíkar í gildi beint
áðrenn seinasta umfar af
landskappingini.
Dømsnevndin hevur
viðgingið hetta mistak, og
hevur tí rættað tað við úr-
skurðinum frá 23. septem-
ber 1981, sum Fótbólts-
sambandið sambært grein
9 í Reglum fyri
nevndir verður at
dóms-
seta í
verk uttan nakran óneyð-
ugan steðg
FSF tvungið at
fylgja einum diktati
Hóskveldið hevði FSF so
aftur stjórnarfund um
málið. Niðursteðan á fund-
inum var, at FSF feldi seg
noytt at fylgja einum
diktati frá dómsnevndini,
og avgjørdi FSF at stevna
dómsnevndaravgerðirnar
fyri aðalfundin, ið verður
24. oktober.
Svarið, ið FSF sendi
dómsnevndini var hetta:
Fótbóltssambandið hev-
ur fingið bræv
skrivað 28.
1981.
Á fundi 1. oktober 1981
var nevnda bræv til við-
gerðar.
FSF viðgongur statur
tykkara, sum dómsnevnd,
vald lógliga á aðalfundi.
Eisini vidgongur FSF
»Reglur fyri dómsnevndir
innan ÍSF, og viðgerð av
kærum«.
Tå id démsnevndin, i
brævi skrivadum 28. sep-
tember 1981, åleggur FSF
»uttan nakrar óneyðugan
stedg« at seta í verk eyka-
dyst millum LÍF og MB,
kennir FSF seg tvingað til
at fylgja hesum diktati.
Samstundis skulu vit
siga dómsnevndini frá at
FSF útnevndi vinnaran av
2. deild í landskappingini í
1981 19. september, við
fulltrú frá somu dóms-
nevnd.
Eisini skulu vit gera
vart við at óansæð úrslitið
av einum eyka dysti
verða avgerðirnar 18.-,
23.- og 28. september
stevndar fyri aðalfund
FSF 24. oktober 1981.
FSF hevur í dag skrivlia
boðað LÍF og MB frá úr-
skurðinum 23. september
„fyri at finna finnaran av
2. deild í fótbóltslands-
kappingini 1981 verður
nýggjur dystur at spæla
millum MB og LÍF á utt-
anveltaðum velli. Stendur
hesin dystur á jøvnum
aftaná vanliga leiktíð,
verður umdystur 2 X 15
minuttir. Er framvegis
javnleikur, verður sektar-
sparkskapping til vinnari
er funnin«.
Dysturin millum LIF og
MB verður leiktur á vøll-
inum á Sandi sunnudagin
4. oktober 1981, kl. 15,00.
Dómari i dystinum verð-
ur Baldvin Baldvinsson,
trio R.
tykkara
september
Ongin eykadystur
Men eykadysturin millum
LIF og MB var av ongum.
Sambært utvarpid sendi
MB bræv til FSF, har teir
bodadu frå, at teir møttu
ikki til eykadystin, tå
landskappingin fyri teirra
vidkomandi var lokin 19.
september tå teir vunnu 2.
deild og fingu handað
steyp og minnispengar frå
Fótbóltssambandinum, við
fulltrú frá fótbóltsdóms-
nevndini.
Harafturat metti MB
seg at vera ein púra ósek-
an part í målinum/fløkj-
uni, og greiddi samstundis
frá, at fleiri av leikarum
teirra vóru burturstaddir.
MB hevði tí avgjert, at
teir mettu ikki til dystin,
endaði útvarpið.
Um hesin eykadystur
hevði verið leiktur, er ikki
vist, at hann hevði havt
nakra ávirkan á endaliga
úrslitið. Sum áður greitt
frá hevur FSF-stjórnin av-
gjørt at stevna dóms-
nevndaravgerðirnar fyri
aðalfundin og verður
endaligi vinnarin tí fyrst
funnin tá.
Samstundis verður so
avgjert hvussu farast skal
fram komandi ár um lið
aftur koma at standa
Jjøvn í stigum og hava
sama målmun, um flest
skoradu mål skulu telja,
um umdystur skal leikast
ella okkurt tridja skal
verða avgerandi.
Spennandi verður í øll-
um ferum at frætta hverja
avgerð
tekur
aðalfundurin