leygardagur 17. oktober 1981síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Músafellan og bygdar-
húsið klár fyr
— hava strandingar sett sær fyri
Gongur eftir ætlan, kunnu
strandingar fara til sjón-
leik í nýggja bygdarhús
inum um tveir mánaðir.
Stranda Sjónleikarafelag
er nú aftur farið í holt við
Músafelluna eftir Agatha
Christie og miðað verður
móti at hava fyrstu fram-
førsluna um hålvan
desember. Tå skal bygdar-
húsið eisini vera liðugt.
Stranda Sjónleikara fel-
ag, sum varð stovnað í
oktober í fjer, byrjaði at
venja Músafelluna sein-
asta vetur. Men ymiskt
kom í vegin og tá tað so
kom ov nær upp undir
summarið, avgjerdu tey
at gevast.
Men nú eru tey byrjað
aftur. Atta fólk venja tvey
kveld um vikuna. Símun
E. Rasmussen er leik-
stjóri. Símun er eisini for-
maður í Stranda Sjónleik-
arafelag. Hann sigur, at
áhugi er fyri sjónleiki men
tað er torfert at fáa fólk at
spæla. Fýra av teimum
átta, sum eru við í Músa-
felluni, hava ongantíð
spælt sjónleik fyrr.
Limur í MáF
Stranda Sjónleikarafelag
er fyri Sjóvar og Skála
kommunur. Tá felagið var
stovnað fyri einum ári síð-
ani, hevði tað 20 limir.
Nú er talið uppi á 60.
Símun E. Rasmussen
sigur, at sjónleikur hevur
fleiri ferðir verið spældur á
Strondum fyrr. Men langt
hevur verið millum hvenn
„4
I jól
leik og onki felag hevur
verið. Nú, felag er stovn-
að, verður ikki so langt
millum hverja ferð,
strandingar kunnu fara til
sjónleik. Felagið ætlar at
hava ein sjónleik á skránni
hvenn vetur, sigur Símun
E. Rasmussen.
Stranda Sjónleikarafel-
ag er limur í MáF, Megin-
felagi åhugaleikara Fer-
oya, og tað er ein stórur
fyrimunur, sigur for-
maðurin. Frá MáF fáast
upplýsingar og leiðbein-
ingar. MáF hevði eisini
eitt skeið á Strondum
seinasta vetur. Tað var
ófera gott, heldur Símun
E. Rasmussen.
Í nevndini i Stranda
Sjónleikarafelag eru um-
framt Símun E. Rasmus-
sen, Ólavur Christiansen,
Martin Johansen, Rakul
Rasmussen og Annfinn
Gærdum.
Nú líður væl vid bygdar-
húsinum á Strondum. Æt-
lanin er, at tað skal vera
liðugt fyri jól.
Partar av húsinum er tó
longu tiknir í brúk. M.a.
brúkar skúlin smíðstovuna
og køkin til undirvísing.
Húsið kostar 3,7 mill. kr. Í
næstu viku verður stórt
bingo til frama fyri bygd-
arhúsið
Seminar um ung
og rúsevni
Fleiri og fleiri børn og
ung í Norðurlondunum
eru farin at drekka og
brúka narkotisk evni.
Orsøkin er m.a. ekta ar-
beiðsloysið millum tey
ungu og ein tíðarandi,
sum eggjar tey ungu til
at misbrúka rúsandi
evni.
Men hvat verður so
gjørt fyri at steðga hesi
misnýtslu? Er fram-
ferðin tann sama í øll-
um Norðurlondunum?
Kunnu londini læra
nakað hvert av ødrum?
Hetta eru spurning-
ar, sum verða viðgjerd-
ir á einum norður-
lendskum seminari á
Fristads Folkhøgskola
í Borás í Sveríki
13.—15. november. Øll,
sum hava åhuga fyri
ella arbeiða við rús-
evnum og ungdómi,
kunnu luttaka. Men
serliga er seminarið
ætlað stjórnarlimum
og starvsfólki hjá av-
haldsfeløgum, politisk-
um og eðrum ung-
dómsfelogum.
Endamálið er at geva
luttakarunum nýggjar
royndir, nýggj hugskot
og nýggjar inspira-
tiónir at brúka í arbeið-
inum í teirra egna
felag.
Á seminarinum
verða fyrilestrar, tjak
og boikaarbeidi. Føren-
ingen Norden í Sveríki
letur = studning til
luttakarar úr hinum
londunum, eisini til
tveir ur Feroyum,
1.500 skr. í part. Tey,
ið hava hug at luttaka,
biðjast venda sær til
Norrena felagið, tlf.
14522, í seinasta lagi
mánadagin 26.
oktober.
Gomul søgurit
á frímerkjum
Mánadagin gevur
Postverkið út fimm
frímerki, sum oll
avmynda gomul segu-
rit. Virðini eru 10 oyru,
1, 3, 6, og 10 kr. Sum
vant verður eisini ein
fyrstadagsbjálvi givin
út saman við frímerk-
junum.
Við hesum merkjun-
um er talið av fer-
oyskum frímerkjum
vorðið 63.
— Hatta minnir meg um mína kæru konu, tá
eg havi fingið len...
NNAYÝSRG RAY YA YNYNNNNNSANANYYNNANASSNSNNSÁNNNNNAANAANAR
Tit ganga ikki glip av
nekrum um tit sita
heima leygarkvøldid og
hyggja at Dallas, tí
Sjónvarpsfelagið fer
helst at taka eydnu-
hjólið hjá Havnar Róð-
rarfelag upp og senda
glipp úr tí.
Men um tit ikki vilja
ganga glip av smyrji-
breyði, rís á l'amande
og heitum pylsum, so
noyðast tit at fara út í
neystið, so Havnar
5 95.36 36 36 36.36.3636 3636 36:36 35
Róðrarfelag ikki gong-
ur glip av ov nógvum
pengum...
Havnarfólk nýtist ikki
at ganga glip av Dallas
leygarkveldið. — Eg
vóni heldur ikki, at
Havnar Róðrarfelag fer
at rógva glip av føroya-
meistarar6drinum næs-
ta ár...
Smyrjibreyð, Rís á Imande og
Pylsur fáast.
Tit ganga ikki glip av Dallas.
Óli í Áarstovu
Óndar tungur vilja
vera við at orsekin til
útsetingina av aðal-
fundinum hjá F.K. var
at so mangir limir
hevdu ætlað sær til
Husmødrakvøld i SMS
hóskveldið.
ÁNNÁNNANNAÁNNNSNNANNANA NN
VNNANNSANÁÓNNAN