Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. oktober 1981síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Næstseinastu tølini Nú tigur Flemming Í blaðnum í dag kunngera vit næstseinastu telini í bingospæl- inum í Sosialinum. Tað vil siga, at komandi leygardag er bingoiið liðugt, og vit síggja tá, hver hevur vunnið. Ikki fyrr enn komandi leygardagsblað er komið út skulu tygum senda bingoplátu tygara til okkara. Vit minna á, at øll tey, sum tá hava fingið 15 rett, hava BINGO, og hava vunnið ein av bingovinningunum. I størst meguligan mun verður gjerligt hjá hinum einstaka vinnaranum at avgera hvenn vinning hann ella hon ynskja. Tey sum hava 15 rett eiga at senda plátuna við tølunum til okkara í innskrivaðum brævbjálva, merktan »BINGO«. Men tað eru sjálvandi ikki oll, sum fáa fulla plåtu. Øll tey, sum hava í minsta lagi 10 rett hava tó eisini meguleika fyri vinningi. Tey skulu senda plátuna við telunum til okkara. Í hesum ferin- um skal brævbjálvin verða merktur >10 rett< og er ikki neyðugt at senda hendan innskrivaðan. Hesi verða við í lutakastinum og hevuðsvinningarnar. Spennandi verður tá at síggja hver fer avstað við video tólinum frá Telefunken. Gávukort , Vid nyggju Telefunken videoskipanini kanst tu sjålvur avgera, nær og hvussu ofta tú vilt síggja sjónvarp. Videoskipanin er í tveimum pørtum. VideoRecordarin VR 510 og Timer/Tunarin T 50. ; Við videorecordaranum kanst tú spæla og upptaka videofilm. Videofilmar kanst tú bæði leiga og keypa, soleiðis at tú við hesum tólum hevur tin egna biograf. Tú hevur møguleika at gera tínar egnu filmar við einum video- upptokutóli — annaðhvort heima í stovuni ella úti í náttúruni, ti tú við hesum videorecordaranum er akkumolatorur, so tú ert ikki bundin av ljósnetinufm. ELLA hver fær meguleikan at fara við vinum og kenningum (hetta hevur einki við vina- og kenningapolitikk at gera) í Per- luna til ein betri degurða. ELLA hver sleppur at velja sær klæði frá HAZY ella Gunder. Hendan megúleikan fáa tey sum í minsta lagi hava 10 rett og eru tey hepnu sum lutakastið fellur á. Men tað eru nógv fleiri, sum hava meguleika at fáa BINGO. Tá verður einki lutakast. Hevur tú fulla plátu hevur tú vunnið ein av fråliku BINGO-vinningunum, sum tú í stóran mun hevur meguleika at velja ímillum. SOSIALURIN Nu tigur Flemming Mik- kelsen. Hann sær einki ljós fyri framman. Hetta stýrið, sum bleiv stáplað á beinini í vár við 17 tinglimum, Flemming íroknaður, hevur megnað at tikið einar 100 mill. kr. ella meira í láni í 9 mán- aðar. Tað er heimsmet, og samstundis reinur kleyv- arskapur av sambands- flokkinum. Sjónleikarkynstrið er avdúkað Flemming Mikkelsen. Tú hevur svíkt okkum, sum tú bað um at velja teg. Nú stendur tú nakin. Um vit so eru vig- aðir og funnir ov lættir, tað skulu vit respektera. Men vit respektera ikki vinar- og kenningarpoli- tikkin. Ikki tú rodnar av skomm. Hetta sovandi stýrið hevur koyrt Feroyar á húsagang. Tað hevur tú verið vil til, Flemming. Í andsteðutíð tíni skriv- aði tú almikið um lán- tekur, tað undanfarna landsstýrið tók. Men nú er so sanniliga vent í reið- rinum. Nú hevur Flemming alla grund til at tiga, so tað forslær. Fan- tastiskt = allíkavæl av Paula Ellefsen og Flemm- ing Mikkelsen, sum skriv- aðu eina Dimmu fyri og aðra eftir — at hvert mansbarn í samfelagnum hevði eina skuld upp á 20.000 kr. hangandi yvir hevdinum. Kanska hesir persónar kunnu upplýsa foroyingum, hvussu stór skuldin er í dag. Tað vilja teir helst tiga við. Ella tora teir, hóast rákin er í so beiskur. Men tillukku við úrslitinum, Flemming Mikkelsen. Tó skal eg minna teg á, at tú rópti tingmenn javnaðarflok- sins fyri svíkjarar ímóti veljarum sínum, um teir tóku so frægt sum eitt tvey oyra í láni. Men tað hava so Pauli og tú av- dúkað, at eingin stendur tykkum mát, hvat lán- tekum viðvíkur. Smyril vart tú við til at leggja. Har vart tú við at koyra 50—60 fólk til hús. Eingin pardon! Tey mugu so forvinna sær aðra dag- len, men hvar. Tað hevur tú ikki kunna víst teimum á. Kanska teir sleppa at rustbanka Tyrlu? Sambandsløgmadurin hevur nýliga verið í Moskva og forhandlað við kommunistarnar. Harvið hevur sambandsløgmad- urin blakað allan heiðin- skapin og tramanskapin fyri borð, og harvið hevur hann, Pauli Ellefsen, etið hesar kommunistabasillur Framhald á síðu 6 2. deild 1981 Satt at siga gjerdist ein ikki sert skakkur, tá tað kom fram, at Dómsnevn- din hevði avgjert, fyri at finna vinnaran í 2. deild 1981 skuldi dystur leikast millum oddalidini. Hevdi hoyrt okkurt graml um, at LÍF hevði kært um fram- ferðina, men at Dóms- nevndin fór at taka nýggja avgerð í hesum máli hevði ein ikki vænta. Hvat búði undir hesum, tonkti ein við sær sjálv- um. At formaðurin í nevndini (Jógvan Sund- stein) hevði úttalað seg á forsíðuni í sínum egna blað nakrar dagar eftir, at dystirnir vóru leiktir, hevði ein ikki roknað við, var nógmikið til, at hinir báðir í nevndini bóltaðu rút og føldu seg bundnar av harraboðum forman- sins. Men so var. Fyri tey, ið kanska ikki hava fingið hylling á, hvat tað er, ið hevur skapt henda ruðuleika nú eftir at kappingin er liðug, kann tí vera sagt frá byrjanini. Menn finna út av í sein- asta enda av kappingini, at eingin lóg er í Føroyum fyri, hvussu meistari skal finnast, um lið eru so jøvn, sum hesi fýra fremstu liðini í 2. deild vóru í end- anum av landskappingini. Spell at ikki var funnið út av hesum eitt sindur fyrr. FSF avger í vikuni áðrenn seinasta umfar, at um tvey lið standa á jøvn- um í stigum og í málmuni, skal tað liðið, ið hevur skotið flestu málini vinna deildina. Fyri at trupuleik- ar ikki skuldu stinga seg upp aftaná, leggur FSF avgerð sína fyri Dóms- nevndina, sum góðtekur henda framferðarhátt. Hetta er ikki so legið, tí hesar reglur verða nýttar í ellum londum rundan um okkum so sum í Noreg, Danmark og Íslandi. Eisini FIFA nýtir hesar reglur í VM-kappingini (vit minn- ast VM í Argentina 1978). Ná, Dystirnir verða leiktir leygardagin 19/9, og endar kappingin við, at Opið bræv til for- mannin í Feroya Kommunufelag Kannst tú Jógvan Mer- kere, siga mær, um eg minnist skeivt, tá ið eg meini, at tvey steð vóru nevnd sum meguleikar fyri felags »brennistød«. 1. millum Hvítanes og Hoyvík, 2. á Fossdalsbakka við Æðuvík. Og at aftan á, at Havnin tók seg burtur úr hesi samarbeiðsætlan, bleiv tað nærum einmælt sam- tykt á fundi í kommunu- felagnum, at byggja fel- ags brennisteð, á Foss- dalsbakka, á tí staði har núverandi ruskplássið hjá suður-eysturoy er? Eg hevði verið tær takk- samur, um tú svaraði mær her í blaðnum, skjótast til ber. Vinarlig heilsan Karl Johannessen eftir oman fyri nevndu reglum verður MB av FSF (við loyvi frá Démsnevnd- ini) útnevnt til vinnara av 2. deild, og fáa teir handað tað, sum hoyrir til: steyp og heiðursmerkir. Men nú hendir so tað, ið nevnt varð í byrjanini. Dómsnevndin tekur nýggja avgerð og slær seg sjálvan beint frammaná. At LÍF við kæru roynir at vinna 2. deild skilir ; ein væl. Tad hevur ofta vist seg at hjålpa. Men at bert ein kæra kann gera hetta (og forsíðan á Dagblaðn- um) trýr neyvan nakar. Her má vera okkurt djúp- ari. Hvat tað er, vita teir best sjálvir og onkur ein- stakur afturat. Tað, Dómsnevndin hev- ur gjørt skeivt, er, at teir fyrst taka eina avgerð, ið hevur tær avleiðingar at vinnarin í 2. deild kann út- nevnast. Síðan taka teir nýggja avgerð, ið strikar eitt meistaraheitið, og hetta hava teir samb. gr. 8 á síðu 24 í kappingarregl- unum fyri fótbólt ikki loyvi til. Skal Dómsnevndin við at bróta lógir, teimum er álagt at ganga eftir, finna nýggjan vinnara í 2. deild? Um FSF ikki maktar, so má aðalfundurin fyri fót- bólt seta hesar harrar upp á pláss. Nógv kunnu teir gera og stór er teirra makt, men strika ein meis- tara, teir sjálvir saman við FSF hava útnevnt kunnu teir ikki. Nýggjur dystur kann ongantíð koma upp á tal, skulu fótbóltslógirnar hal- dast. NB! Hví kærdu lorvíkingar ikki áðrenn dysturin varð leiktur, ella hví leiktu teir ikki undir protest? Ein í fylgir við ÉÉ ÉT: i