mikudagur 21. oktober 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Kyndil vann
men tað var hart
Hóast Kyndil vann dystin í 1. deild menn, er
eingin ivi um, at Neistin innan longi er eitt av
»storu« liðunum i deildini
Kyndil—Neistin |. deild menn, 18—17
(7—8):
Málskjúttar : Kyndil : Annfinn
Brekkstein 3, Hanus Joensen 3, Regin
Johansen 3, Bent Jåkup Hansen 3,
Sverri Jacobsen 3, Kåri Nielsen 2 og
John Egholm 1.
Neistin: Jústinnes Justinussen 6,
Nele Midjord 4, Bjarki Ellefsen 3, Svei-
nur Patursson 2, Christian Poulsen Í og
Echardt Persson I.
Utvisingar: Kyndil 4 x 2 min. og
Neistin 5 x 2 min.
Diskvalifikationir : Neistin 1.
Démarar : Petur Højgaard og Olavur
Højgaard.
Dysturin millum fyrstu
manslidini hjå Kyndli og
Neistanum gjørdist —
sum vanligt — ikki av
teimum bestu, leikliga
sæð. Til tess stendur ov
nógv »prestige« upp á
spæl hjá báðum liðunum,
ið bæði berjast fyri at
vinna lokaluppgerðina, og
heldur enn ikki sjáldsagt
er jú at síggja góðan leik í
lokaluppgerðum. Men var
leikurin ikki tann besti, so
var dysturin
harafturímóti avbera
spennandi og undirhald-
andi frá fyrsta til síðsta
bríksl.
Longu frá byrjan av
sást, at henda dystin vildi
bæði liðini vinna. Leikurin
var kvikur og ikki gekk
long tíð áðrenn Neistin —
til stóra freði fyri nógva
viðhaldsfólkið — var
komin á odda 2—0, men
Kyndil lat ikki Neistan
sleppa so. Aftaná hálvan
fyrra hálvleik var Kyrdil
komin á odda 3—2 og
komu teir á odda 5—3,
men tá fekk Neistin javna
og lagt seg á odda við sjey
málum móti fimm. Hesa
leiðslu misti Neistin ikki
aftur í fyrra hálvleiki,
sjálvt um Kyndil fekk
minka um munin, so at
hálvleikssteðan varð 8—7
til Neistan.
Størra partin av seinna
hálvleiki royndist Neistin
tað betra liðið, og eydnað-
ist teimum at koma á odda
13—10 og 14—11, men so
eydnaðist Kyndil 10 min.
undan leikloki at fáa kon-
takt aftur — 13—14.
Dysturin var heldur
hart leiktur, og fordi hetta
við sær, at sinnalagi fór
avstað við fleiri leikarum,
ið vórðu riknir av velli —
einstakir fyri ov harðan
leik og einstakir fyri at
brúka seg móti dómarun-
um og avgerðum teirra.
Við steðuna 14—13 til
Neistan, varð Echardt
Persson rikin av velli fyri
triðju ferð í dystinum fyri
óregluligan leik og harvið
diskvalifiseraður. Henda
diskvalifikatión sá út til at
órógva Neista-leikin ikki
so lítið, og førdi hetta
eisini við sær, at Kyndil
nú tók annað skinn um
bak og komu teir á 16—16
javnleik bert tríggjar min.
undan leikloki, og tveir
min. undan leikloki kom
Kyndil, fyri fyrstu feð
síðani 5—4 leiðsluna í
fyrra hálvleiki, á odda við
tveimum kvikum málum,
ið Regin Johansen og
Bent Jákup Hansen
skutu. Við bert einum
min. eftir at leika, og
afturút = við tveimum
Høvdu unglingaaldur,
men vunnu 1. deild
Liðið hjá Neistanum, ið leikti móti EB, er óiva
eitt tað yngsta, ið nakrantíð hevur leikt í 1.
deild
Neistin—EB, 1.
(13—6):
Málskjúttar: Neistin: Regin Hansen,
Nele Midjord 5, Hjalgrím Samuelsen 4,
Echardt Persson 4, Jákup Hanusson 3,
Sjúrður Holm 2, Bjarki Ellefsen 1, Jón
Hansen 1, Jústinnes Justinnussen Í
EB: Eyðbjern Merkere 4, Tóri Jacob-
sen 3, Svend Emil Andreassen 2, Petur
Kruse 2 og Hans Esbern Ellingsgaard
1
Utvisingar : Neistin 1 x 2 min
Dómarar: Hendrik Rubeksen og
Heðin Mikkelsen.
deild menn, 26—12
1. deildarliðið hjá Neist-
anum, sum leygardagin
vann tryggan sigur á EB,
var mest at líkna við eitt
unglingalið. Einast av
teimum »gomlu« leikarun-
um, ið vóru á Neista-liðn-
um henda dagin vóru
Echardt, Jústinnes og
Hjalmar. Harafturat var
Bjarni Samuelsen eisini á
bonkinum, men hann kom
ongantíð á vellin. Roknast
má við at hetta er eitt tað
yngsta lið, ið nakrantíð
hevur leikt í 1. deild —
meðalaldurin var neyvan
nógv yvir 18 ár.
Ikki skal vera sagt, at
Neista-leikararnir »spar-
du« seg til dystin sunnu-
dagin móti Kyndil, men
leikurin i dystinum móti
EB var ikki tann skjótast
og hetta sá eisini út at
ávirka eiðis-mennirnar, ið
lótu seg draga niður í
»tempo«.
Hóast Neistin vann
dystin trygt, við 26 mál-
um móti 12 aftaná at hava
verið á odda 13—6 í hálv-
leiki, tóktist EB-verjan at
vera meira livandi enn hon
var í dystinum móti
Kyndli vikuna framman-
undan. Betraði verjuleik-
urin ávirkaði eisini álops-
leikin hjá EB-leikarunum,
ið tóktist at fáa sterri og
sterri sjálvsálit, og tí
tordu at royna meira.
Meðan teir ímóti Kyndli
so at siga bert leiktu upp
til strikuleikararnar, so
royndu teir bæði hopp- og
longskot henda dystin,
men vístu undirhondsskot
teirra seg at vera vanda-
miklastu, og vóru tað
eisini hesi, ið tryggjaðu
teimum flestu av málum
teirra.
Hóast EB ikki megnaði
at verða »hangandi« í 1.
deild aftaná lokna kvali-
fikatiónskapping, má rok-
nast við at teir — saman
við TB, ið jú hevur upp-
bygt eitt sera sterkt lið, —
koma at seta teirra dám á
kappingina í 2. deild, um
teir klára at hava somu
manningina gjøgnum
kappingarárið — hvat ju
kann verda sera trupult
hjá einum liðið, ið kemur
úr bygd, har at kalla alt
arbeiðið er knýtt at fiski-
vinnuni.
málum
hjá Neistanum at
uttan at minka um munin
og eydnaðist eisini Bjarka
16—18, var lítið
gera
Ellefsen at
17—18.
Hóast Kyndil vann av-
bera spennandi dystin,
var tað einamest Neistan
ein beit merki í. Seinastu
árini hevur tað aloftast
minka til
Badminton:
verið Kyndil, ið hevur
vunnið dystirnar uttan
stórvegis trupulleikar og
eisini vunnið meistara-
heitið flestell árini, so
rokna varð við, at roynda
Kyndilsliðið skuldi havt
stórar meguleikar at
vinna á unga Neistaliðn-
um. Men ungu leikararnir
hava styrkt munandi um
Síða
Neistan og eingin ivi er í,
at Neistin, tá leikararnir
eru meira samansjóðaðir
og kenna hvenn annan
betur, leikliga, hevur eitt
nýtt »storlid«, ið kanska
kann tryggja Neistanum
fyrsta meistaraheiti í
deild síðani 1978
10—15 børn á
hvørjum bana
Tað er trongligt i ítróttar-
høllini å Hålsi tå tey
yngstu i Havnar Badmin-
tonfelag — venja. Eini
10—15 á hverjum bana er
ikki óvanligt. Hetta ger
venjingina sjálvandi
ógvuliga trupla, men
torført er at avmarka talið
á teimum mongu sum
hava hug at royna seg,
siga venjararnir hjá fel-
agnum.
Í yngsta holdið í bad-
mintonfelagnum er ald-
urin frá 7 til 13 ár og tey
venja hvenn mikudag frá
kl. 3—4. Aftaná koma tey
yvir 13 ár. Tey eru heldur
færri og hava tískil eitt
sindur betri meguleikar.
Umframt at vant verður
mikudag hevur Badmin-
tonfelagið eisini tíð í
ítróttarhellini hvenn
sunnumorgun frå 9—11
Tå er vanligt at eini halvt-
hundrad børn møta. Og til-
skilast skal, at hetta eru
ikki tey somu, sum venja
mikudagar.
Tilsamans hevur bad-
mintonfelagið meir enn
150 limir, sum eru yngri
enn 16 ár.
Tess stytri lesarabrøvini
eru — tess fleiri er pláss
fyri