mikudagur 28. oktober 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða
Hjálptu teimum
at skjóta
eina málið
Munurin millum 1. kvinnulið hjá K yndli og
Stjørnuni var avbera stórur og hjálpti Kyndil
Stjørnuni at fáa eina málið
Kyndil—Stjernan,
19—1 (8—0):
Málskjúttar : Kyndil: Ottolina
Hansen 5, Ansy Heghamar 4, Marjun
Andreasen 3, Herborg Joensen 3, Elisa-
beth Simonsen 2, Vivian Wraae 1 og
Halldis Poulsen 1.
Stjørnan : Martha Steffensen I.
Utvisingar : Stjørnan Í x 2 min.
Brotskøst : Kyndil 2.
Démarar : Kristian Johansen og Hjal-
mar Petersen.
1. deild kvinnur,
Klassamunur. Hetta var
eitt tað fyrsta orðið, ið
rann í huga tín aftaná
dystin millum Kyndil og
Stjørnuna, 1. deild kvinn-
ur. Medan Kyndil ikki
megnaði at vinna dyst
teirra móti arvafíggind-
unum úr Neistanum,
hevdu tær als ongar
trupulleikar at vinna á
Stjørnuni, ið nærum varð
»leikt út av vøllinum«.
Annars var ikki nógv, ið
týddi uppá at Kyndil
skuldi vinna stórsigur
aftaná fyrstu fimm min.
Bæði liðini leiktu út av
lagi vánaligt og hvergum
eydnaðist at fáa veruligt
gott spæl í lag. Men so
kom Kyndil fyri seg.
Tær løgdu seg á odda og
komu skjótt á odda við
fýra málum móti ongum.
Stjørnan, ið ikki hevur
roynst heilt væl innan 1.
deild kvinnur seinastu ár-
ini, megnaði ikki at steðga
Kyndilsálopunum og tá
farið varð til hálvleiks-
steðg var Kyndil á odda
8—0.
Í seinna hálvleiki helt
sama gongdin fram. Kyn-
dil økti og neyvan var tað
nakar, ið roknaði við at
Stjørnan skuldi fáa nakað
mál í hesum dysti, men tá
steðan var 14—0, eydnað-
ist tó. Men Kyndil hjálpti
tó Stjørnuni í stóran mun
Badmintonlands-
kappingin
Landskappingin í badmin-
ton er byrjað. Leygar-
dagin vóru seks dystir í
Havn og vóru úrslitini
hesi: HBF 1—HBF 3 8—0,
up aftur viðvíkjandi
liðum, ið standa jevn í
stigum og hava sama mál-
mun. Sambært avgerðini
hjá feløgunum, ið jú valdi
at fylgja avgerðini hjá
Dómsnevndini, skal
nýggjur dystur leikast á
uttanveltaðum velli.
Men FSF hevði sent fel-
øgunum uppskot til lógar-
broytan til grein 13 í
>Kappingarreglunum fyri
føtbélt«, har FSF vildi
hava skoytt uppi: »Stan-
da tvey ella fleiri lið á
jevnum í stigum, er mál-
munurin avgerðandi fyri
raðfylgjuna. Er málmun-
urin hin sami, er tað liðið
fremri, ið hevur flest
vunnin mál. Er steðugt
javnt verður nýggjur
dystur ásettur at leika á
uttanveltaðum velli. Sten-
dur framvegis á jøvnum
eftir = vanliga leiktíð,
verður eykatíð at leika 2 x
15 min. Er steðan fram-
vegis javnleikur, verður
sektarsparkskapping til
vinnari er funnin«.
HBF 2-HBF 3 2-6
HBF i—Ki 7-1, HBF
2-KÍ 7-1, HBF 1--MB
7—1 og HBF 2—MB 8—0.
Atkvett varð um upp-
skotið, ið jú ásetur ta
reglu, ið FSF nýtti tá MB
varð kosin vinnari av 2.
deild 1981. Meiriluti var
fyri at samtykkja upp-
skotið, ið sostatt kemur at
galda komandi kapp-
ingarár.
Sostatt slepst nú undan
tílíkum trupulleikum í
framtíðini, men tað kann
tó tykjast legi, at feløgini
á sama fundi avgerða, at
umdystur skal galda í ein-
um feri, meðan tað fram-
yvir verða flest vunnin
mál, ið verða avgerðandi.
Sambært fyrru avgerðini
vildi rættasta verið, um
tað hereftir varð ásettur
nýggjur dystur um lið
koma at standa á jevnum í
stigum og málmuni.
Men lóg er lóg og lóg
skal haldast. Spurdist
einki annað burturúr, so er
í hvussu er vinnarin av 2.
deild 1981 funnin og kapp-
ingarreglurnar gjørdar
enn meira fullfiggjadar.
tå hetta mál varð skotið.
Bólturin rakti á stongina
og stakk út í ryggin á
Kyndils-málverjanum,
Marjun Jakobsen, og inn í
netið. Tað, ið eftur var at
leika varð tað Kyndil, ið
átti meginpartin av leik-
inum og skutu tær eisini
fimm mál afturat, meðan
Stjørnan einki fekk og
vann Kyndil sostatt
19—1.
Tað sær ikki út til at
Stjørnan er komin yvir
missin av Ottolinu Han-
sen, ið nú leikar við Kyndli
— og fekk væl burturúr
henda dyst, meðan hon
ikki royndist heilt væl
móti Neistanum. Alopið
hjá Stjørnuni restar gjøg-
numbrotsmegi og har-
afturat hava leikararnir
alt ov lítla skotstyrki.
Eydnaðist teimum
onkursvegna at bróta
gjøgnum Kyndils-verjuna
— og hetta hendi sjåldan
— so vóru skot teirra alt
ov veik og hevdi Marjun
als ongar trupulleikar at
bjarga teimum.
Sjålvandi skal ein ikki
spáða um kappingina
aftaná bert trý leikumfer,
men trupult er at síggja
nakað lið, ið kann kappast
av álvara við Neistan og
Kyndil um meistaraheitið
í 1. deild kvinnur í ár.
RSF-aðalfundurin:
Torleif Sigurðson
ur formaður í FSF
- nývald-
Á aðalfundinum hjá Fót-
bóltssambandi Feroya
leygardagin var m.a. á
skránni val av nevndum
og eykamonnum.
Í starvsnevndini stóð
formaðurin Christian
Olsen fyri vali. Christian
varð valdur í fótbólts-
nevnd Itréttarsambands
Feroya í 1976 og sat hann
sum formaður í fótbólts-
nevndini í 1977 og '78. Tá
FSF— Fótbóltssamband
Feroya — varð sett á
stovn í 1979, gjerdist
Christian fyrsti formað-
urin og hevur hann rekt
hetta starv síðani. Men nú
helt Christian at hansara
skeið innan Fótbóltssam-
bandið var runnið á hesum
sinni og bar hann seg tí
undan afturvali. Í hansara
stað varð valdur Torleif
Sigurðson, ið hevur virkað
sum skrivari hjá kapping-
arnevndini og kassameist-
ari hjá FSF, seinasta árið.
Til eykamann varð valdur
Jean Dimon.
Í kappingarnevndini stó-
ðu tríggir limir fyri vali.
Jens Erik Magnussen og
Sverri Trónd Hansen, ið
báðir vóru afturvaldir, me-
ðan triði nevndarlimurin,
formaðurin í dómaranevn-
dini og fíggjarnevndini,
Jógvan Eliasen, ið hevur
sitið í fótbóltsnevndini
Ísak bar seg
undan
afturvali
Róðrarsamband Feroya
hevði aðalfund leygar-
dagin har m.a. nýggjur
formaður varð valdur.
Ísak Mikladal, ið hevur
sitið formaður í samband-
inum síðani stovnanina,
bar seg undan afturvali og
var til nýggjan formann
valdur Dánjal Joensen, ið
hevur verið starvsnevnd-
arskrivari.
Til nýggjan skrivara
varð valdur Jógvan á
Breyt. Steingrím Samuel-
sen varð afturvaldur til
formann í kappingar-
nevndini, meðan Magnus
Magnussen varð valdur
skrivari.
Jón Carlsen varð valdur
til formann i Róðraekis-
og bátsnevndina fyri
Hjørleif (Gaard, meðan
Eigil Hansen varð aftur-
valdur til skrivara.
Í Dómsnevndina vórðu
Torleif Sigurðson og Sig-
vald Kristiansen aftur-
valdir.
FSF-aðatfundurin:
Nýggjur
formaður
valdur
saman við Christian øll
árini, bar seg undan aftur-
vali.
Orsakað av, at Torleif
Sigurðson varð valdur til
nýggjan starvsnevndar-
formann, varð neyðugt
at velja ein mann afturat í
nevndina fyriuttan hann,
ið skuldi »avloysa« Jóg-
van, og vórðu valdir
Julius Vest og Páll Beder.
Til tiltaksmenn vórðu
Símun E. Berg og Jóannes
Nielsen valdir.
I kappingarnevndini
sita nú Berge Barclay
Hansen, Jens Erik Mag-
nussen, Sverri Trónd
Hansen, Julius Vest og
Páll Beder.
Í Dómsnevndini stóð ein
nevndarlimur, Erhardt
Næs, fyri vali, og var hann
afturvaldur.
Í Dómsnevndini sita
Jógvan Sundstein, for-
maður, Selvi Jespersen og
Erhardt Næs.
Borðtennis
Leygardagin verður
fyrsta umfar av liðkapp-
ingini í borðtennis í 1.
deild leikt i fimleikarhøll-
um kommunuskúlans.
Í fjør vóru einans tvey
lið í 1. deild, men nú er
deildin ekt til 5 lið.
Dystirnir leygardagin
verða hesir:
kl. 10 H71—TBF
Fram I—Fram II
kl. 11 Fram II—H71
Streymur—Fram I
kl. 13 Streymur—TBF
H71—Fram I
kl. 14 TBF—Fram II
H71—Streymur
kl. 15 Fram I1—Streymur
TBF—Fram I
2. deild, sum er bytt i tveir
bólkar, leikar eisini fyrsta
umfar leygardagin.
Bólkur A leikar á
Argjum og bólkur B í
Hoyvík. Liðini í bólki A
eru AB, Mjerkadalur,
TBF I og Fram I.
Bólkur B hevur fýra lið,
sum eru TBF II, Streym-
ur, H71 og Fram.
A || DO |[
Framhald av sidu 4
at tað nú verður gjørt
klárt til at fara undir
arbeiði = uppá nýggju
kirkjuna. Detailprojekter-
ingin er liðug, og tey
skuldu havt tekningarnar
ein av fyrstu degunum, og
tá verður so farið undir
arbeiði. Tað er kendi
danski arkitekturin,
Holger Jensen, ið hevur
teknað fleiri kirkjur, sum
hevur staðið fyri tekniar-
beiðinum av nýggju kirk-
juni í Fuglafirði.
Í letuni eru umleið 1
mill. kr. tekar til bygging-
ina, sum eru innsavnaðar
við lutaseðlum, basari og
gjøgnum kirkjuskattin.
Mett verður, at kirkjan
fer at kosta einar 5 mill.
kr. Hon skal standa liðug
um eini tvey ár. Tá verða
íalt 600 sitipláss í kirk-
juni. Gamla krikjan, sum
varð tikin niður herfyri,
var ikki so rúmlig. Hon
var einans 120 kvm. og
har vóru alt ov fá siti-
pláss.
Vit spurdu Katrin Ha-
raldsen, um fólk eru mis-
negd við at gamla kirkjan
varð tikin niður. Til hetta
sigur hon, at hon hevur
lítið merkt til, at fólk hava
verið misnegd við tað, tí
kirkjan var alt ov lítil og
bygdini tervaði at fáa eina
sterri kirkju.
Hóskveldið og fríggja-
kveldið verður skipað fyri
eydnuhjóli, 21-spæli,
útselu o.ø. í skúlanum i
Fuglafirði. Eisini verður
undirhald. Hóskveldið
syngur eitt gentukór og
fríggjakveldið spælir
hornorkestrið. Allir pen-
ingurin, sum kemur inn,
fer til nýggju kirkjuna.