Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-10-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 1981síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Landssjúkrahúsið 3800 Tórshavn Sekt verður sum skjótast eftir sjúkra- systir í náttarvakt á heiliráðdeild B7, 56 tímar aðru hvørja viku. Umsókn verður at senda til fyristødu- kvinnuna, Landssjúkrahúsið, 3800 Tórshavn. Suðuroyingar Septiktangar verða tømdir frå 29. oktober. Sigið frá á tlf. 71259 og 71488 á Tvør- oyri og tlf. 73117 í Vági. Jógvan Haraldsen } R — Á i L SOSIALURIN Suduroya Ellis- & Røktarheim 3880 Tvøroyri søkir vegna farloyvi fylgjandi avloys- arar: Ein sjúkrahjálpara fyri eitt år, frá 1. november 1981, at rokna, aðru hverja viku 56. tímar í dagvakt. Ein sjúkrahjálpara fyri fimm mán- aðar, frá 1. november 1981 at rokna, aðru hverja viku 56 tímar i kvøldvakt. Umsóknir verða at senda til fyri- stødukvinnuna fyri Suðuroya Ellis- & Røktarheim. I VETRARFERDAÆTLAN GALDANDI TIL 27. MARS FLOGFELAG FØROYA TORSHAVN 11025 SØRVAGUR 32755 Framhald av sidu 7 Sum ein flokkur Ti nú sýnist hesin nýggi leiðari sambandsfloksins at hava broytt kós í gamla sambandi og gjert hann til ein fólkaflokk. Meðan fólkaflokkurin hevur slept sjálvstýrismeylinum, so nú eru hesir báðir at meta sum ein flokkur tykir mær. Teir eru heiðursmenn, men politikk hava teir ongar, sum løgmansrødan eisini sýnir. Onkrir glottar eru tó at hóma í hesi annars so svartskygnu løgmans- rødu, men lat meg beinan- vegin siga, at i flestu forum er hetta nakað, sum undanfarna landsstýri ella samgonga hevur lagt steði undir, hóast at einki er nevnt um tað í løgmans- reðuni. T.d. á síðu 8 er eitt kut við greinskriftini SKATTUR og er tað nakað ið hevur áhuga fólk- sins, so er tað skatturin. Har stendur við forman- sins loyvi: Ein arbeiðs- bólkur er nú settur, og landsstýrið ætlar at leggja fram fyri tingið uppskot til samtíðarskatting, sum helst skuldi komið at virka frá ársbyrjan 1983. Tá ið talan er um sam- tíðarskatting er ivaleyst hugsað um eitt ella annað slag av kelduskatti og verður tað yvirhevur ásannað, at skattaskipa- nin, sum vit hava, er ótíð- arhóskandi, og eftir tí, ið skilst, so eru skattaeftir- steðurnar alsamt vaksandi, so her er tørvur á broytingum uttan iva. Samfelagsliga peninga- skipan okkara er soleiðis háttað, at vit fyrst fáa loyvi at vinna peningin, fyri síðan at gjalda stóran part aftur til lands- húsarhaldið og er part- urin, ið samfelagið skal hava, rættuliga tungur fyri tey flestu. Eg trúgvi, at tað vildi verið lættari, um vit fingu skipan, soleiðis, at krónan, ið len- takarin fær í hondina, er hansara, og sum hann við fullum rætti kann ráða yvir. Tí fiskimenn og arbeiðs- menn hava í mongum fer- um tryggari innteku enn aðrir stættir í samfel- agnum, og tað serstakliga fiskimenn. Eitt ár kann vignast, meðan árið eftir ikki ger tað. Hugsa bara um teir sokallaðu kraft- blokkamenninar, sum ongan makrel fingu loyvi at veiða í ár. Her er vert at leggja til merkis, at hetta er fyrsta árið, við ongari makrel- kvotu. Árið tá borgarliga samgongan tók við. Eftir teirri núgaldandi lógini verður skattur sett- ur eftir undanfarnum ári. Eg meti, at skattur, ið verður drigin frá so hvert, ið peningurin verður vunnin, vil gera tað lætt- ari fyri skattgjaldaran og lættari at umsita, serstak-- liga hjá honum, ið hevur ótrygga innteku. Keldu- skatti tekur javnaðar- flokkurin undir við at fáa sum skjótast. Hetta er í tráð við stevnuskrá flok- sins, og var flokkurin við at virka áleiðis í síðstu samgongu. Svartkjafturin Sum eg nevndi fyrr í rødu míni, so eru onkrir glottar at hóma í hesi reðu. Á síðu 10 og 11 har ger løgmadur vart vid svartkjafta- royndir á landi og eisini verður víst á Giljanes- tiltakið. Og fái eg loyvi til at lesa eitt stutt petti harri for- maður: Har stendur: >Tal- an er um so stórar negdir at eitt samlað gott úrslit viðvíkjandi framleiðslu og sølu av svartkjafti til matna kundi gjert tað lættari at bygt uppaftur aðrar fiskistovnar, og gjørt tað meguligt at komið burtur úr teimum trupulleikum, vit eru i«. Hertil er at siga, at hetta eru fruktir eftir tí samarbeiði, ið kom í lag eftir áheitan frá fer- oyskum myndugleikum undir undanfarna lands- stýri. Heitt varð á felags norrena stovnin Nord- forsk, sum fór undir til- takið, ið varð nevnt Norð- fisk, og sum hevði lutteku frá ellum Norðurlondum. Tað vóru tó Ísland, Feroy- ar og Noreg, sum høvdu sterstan áhuga í tiltak- inum. Har vórðu royndir gjerdar av ymiskum slag í samband við svartkjafta- veiðu: bæði reiðskaps- royndir, fiskiroyndir og matframleiðsluroyndir, fó- ðurframleiðslu av slógvi, og so framvegis. Tað haldi eg má ásann- ast av ellum, at hetta er verunlig nýskapan á fiski- vinnuøkinum. Og eigur eitt tiltak sum hetta at studlast ut i æsir. Giljanesprojektid er uttan iva tað mest spenn- andi projekt í okkara tíð. Sum ellum kunnugt bleiv Giljanes keyptur, meðan undanfarna lands- stýri sat í Tinganesi, og eftir hvat ið skiltist tá, so vístu teir Giljanesi stóran áhuga og stóra vælvild, so sum heilt náttúrligt er. Hurðar aftur Nú var tað soleiðis, at eg var limur av legtingsins fíggjarnevnd, tá ið Gilja- nes gjørdi klárt til veiðu. Tá var nýggj samgonga og landsstýri skipað. Nevndin ella umboð fyri Giljanes bað um fund við løgtingsins fíggjarnevnd, har, ið teir greiddu fyri okkum, at allar hurðar vórðu lætnar aftur fyri at fáa rakstrarlán, sum teir máttu hava fyri at koma í gongd. Teir upplýstu har, at Framhald á síðu 14 ——