leygardagur 31. oktober 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rare
ELLE.
|
i
NN
|
|
„ENA
Sandoyggin
fær sítt fyrsta
maskinsnikk-
aravirki
Sandoyggin fær nú sítt
fyrsta veruliga maskin-
snikkaravirki. Tað er
Jógvan Nicodemussen,
av Sandi, sum hevur í
umbúna at gera eitt
snikkaravirki.
Húsini, Jógvan Nico-
demussen hevur bygt
til endamálið, standa
Norðuri á Be á Sandi.
Tey eru átta ferðir tólv
metrar til steddar.
Maskinurnar eru ikki
keyptar enn, men tað
verður gjørt um ikki so
langa tíð, tí ætlanin er
at fara undir fram-
leiðslu einaferð í kom-
andi ári.
Upp á fyrispurning
frá Sosialinum upplýs-
ir Jógvan Nicodemus-
sen, at ætlanin er at
gera vindeygu, hurðar,
trappur og annað, sum
verður brúkt í sam-
band við húsabygging.
Hann sigur, at í dag
verður so at siga einki
av slíkum gjert har
suðuri. Alt verður flutt
úr Havn, og tá ferðin
ofta er tverlig, hendir
tað seg meira enn so, at
tingini verða skalað.
Hvussu nógvir mans
fara at arbeiða á virk-
inum, dugir Jógvan
Nidodemussen ikki at
siga við vissu, men
hann roknar við tveim-
um-trimum í fyrstu
syftu.
Kostnaðurin á verk-
staðnum fer at liggja
millum 200 og 300.000
kr. Hann hevur sjálvur
bygt húsini og hevur
fingið lán frá Menning-
argrunninum til maski-
nurnar, sum Jógvan
Nicodemussen metir
fara at kosta um
100.000 kr.
———
Brúkarafelagið fær nógvar klagur:
Fær lítið gjørt
bert við limagjaldi
Brúkarafelagið kann geva brúkarunum ráð. Felagið kann virka fyri eini semju
millum brúkara og mótpartin. Men longur kemur Brúkarafelagið ikki, so leingi
eingin brúkaraumboðsmaður er, og so leingi sum felagið bert hevur limagjald
at arbeiða við
Hesa niðursteðu komu vit
til eftir eina samreðu við
Sigrid Dalsgaard, sum
hevur verið formaður í
Brúkarafelagnum í nekur
ár. Felagið hevði aðalfund
mikukveldið. Nevndin,
sum skipar seg sjálva,
hevur enn ikki skipað seg
eftir aðalfundin.
Á fundinum luttóku
Torbjørn Poulsen, lands-
stýrismaður, og Knút
Nolsee, prísansari.
Sigrid Dalsgaard sigur,
at bæði uppleggini vóru
góð, áhugaverð og upplys-
andi, og góvu hevið hjá
fundarluttakarunum at
seta spurningar.
Torbjern Poulsen
greiddi frá tolllógunum,
sum legtingið samtykti nú
í heyst, meðan Knút
Nolsee greiddi frá, hvussu
lógin um vinningssteðg
virkar. Eisini greiddi hann
frá príseftirlitslógini.
Klagur og fyri-
spurningar
Brúkarafelagið fær nógv-
ar klagur og fyrispurning-
ar. Síðan seinasta aðal-
fund hevur nevndin við-
gjørt 42.
Sigrid Dalsgaard upp-
lýsir, at serliga verður
spurt og klagað um bil-
keyp og -umvælingar,
spurningar viðvíkjandi el-
tólum, eins og ofta koma
spurningar og fráboðanir
um ov hegan vinning.
Hesar seinastu beinir
Brúkarafelagið víðari til
Prísráðið.
Í hesum viðfangi sigur
Sigrid Dalsgaard, at fel-
agið hevur strongt nógv á
at fáa príseftirlitslógina
yvirhildnað. Her verður
serliga hugsað um prís-
merkingina, sum ofta
vantar.
Samstarv vid
heilsunevndina
Føroyar hava enn ikki
fingið eina matverulóg-
gávu. Brúkarafelagið
hevur tí nógv samarbeiði
við heilsunevndina í
Havn, sum hevur vissar
heimildir og kann tala at í
samband við bæði mat-
verur og helisviðurskifti,
soleiðis at heilsuskaðiligar
verur ikki verða seldar.
Annars er eitt uppskot
til eina føroyska matvøru-
lóggávu gjert. Nevndin,
sum arbeiddi við málinum
og har Brúkarafelagið
hevði umboð, handaði
landsstýrinum álit sítt í
summar.
Brúkaraumboðs-
maður
Sigrid Dalsgaard metir, at
Framhald á síðu 14
Viðkar smiðju og økir framleiðslu
Núverandi tollskipan er tung. Í dag gjalda
vit 25 pst. í tolli og avgjøldum. 20 pst. fáa
vit endurgoldin, tá vit selja vøruna. Tað
hevði verið lættari, um vit bert skuldu
gjalda 5 pst. og so vóru leysir, sigur Bent
Mortensen, smiðjumeistari í Vági
Um stutta tíð fer Bent
Mortensen, smiðju-
meistari í Vági, undir eina
stóra útbyggingarætlan.
Hendan ætlanin fevnir um
nýggjan smiðjubygning
og útgerð til framleiðslu
av botnum til oljutangar
og stálbobbins til trol.
I síðstu viku gav Vágs
býráð byggiloyvi. Menn-
ingargrunnurin hevur sam-
tykt at vera við at fíggja
ætlanina og í næstum skal
Ídnaðargrunnurin — taka
steðu til, um hann vil vera
við at fíggja ætlanina. Tá
fíggingin er í lagi, verður
farið undir útbyggingar-
arbeiðið.
Tað fyrsta, sum verður
gjørt, er at taka tann elsta
partin av smiðjuni niður
og seta eina stálhell upp.
Sum er, er gólvvíddin á
arbeiðsplássinum 250
kvm. Tá tann nýggja høll-
in, sum er 24 ferðir 10
metrar, kemur afturat,
verður gólvvíddin 480
kvm.
Kostnaðurin á hellini, tá
hon er uppsett, fer at
liggja millum
500—600.000 kr. Harum-
framt kemur so tann tek-
niska útgerðin.
300—400 tangar
árliga
Høvudsframleidslan å
smiðjuni er oljutangar.
Bent Mortensen greiðir
frá, at teir fóru at gera
oljutangar, tá teir góvust
við at framleiða oljufýr-
ingsketlar fyri trimum og
einum hálvum árum síð-
ani. Hesi árini hava teir
gjørt millum 300 og 400
tangar um árið.
Tó hava teir ikki gjørt
alt arbeiðið. Endabotn-
arnar hava teir innflutt
pressaðar og við sveisi-
kanti á úr Danmark. Men
nú hevur Bent Mortensen
keypt eina hydrauliska
pressu, sum hevur eina
styrkju upp á 200 tons,
soleiðis at teir eru ferir
fyri at gera endabotnarnar
sjálvir á smiðjuni.
Og hetta hevur stóran
týdning. Bent Mortensen
sigur, at tilfarið til enda-
botnarnar kostar bert
helvtina av tí, ein press-
aður endabotnur úr Dan-
mark kostar.
— So eg meti, at tað er
ein stórur fyrimunur við
at kunna gera endabotnar
sjálvir, tá vit hugsa um, at
vit innflyta einar
700—800 um árið. Ég
rokni við, at tað loysir seg,
og at vit vera kappingar-
ferir, sigur Bent Morten-
sen.
Á smiðjuni í Vági verða
bæði innan- og uttandura-
tangar gjerdir. Uttan-
duratangarnir eru klæddir
við einum lagi av glas-
fipur, soleiðis at teir ikki
terast.
Ætla at framleiða
bobbins
Umframt tangaframleiðs-
luna ætlar Bent Morten-
sen at fara at gera stál-
bobbins. Fyri at kunna
gera henda trolreiðskapin,
skal smiðjan hava ein
gleðiovn, sum fer at kosta
einar 110.000 kr., tá hann
er í Føroyum.
Tað verða brúktar fýra
steddir av bobbins — 14,
18, 21 og 24 tummar stór-
ar. Tað eru miðalstedd-
irnar, sum serliga verða
brúktar.
Í dag verður alt, sum
brúkt verður av bobbins,
innflutt.
Bent Mortensen metir
tí, at her skuldi verið ein
góður meguleiki, og hann
roknar eisini við, at kunna
gera bobbins sum eru
kappingarfer í dygd og
prísi við tey innfluttu.
Hann hevur eisini kann-
að, hvussu nógv verður
brúkt av bobbins, og er
komin til tað úrslit, at
skulu teir negda tervin,
skulu teir gera einar fimm
um dagin.
Roknar við eini
millión
Bent Mortensen roknar
við, at samlaði kostnað-
urin fyri útbyggingina fer
at nærkast milliónini.
Hydrauliska pressan og
gleðiovnurin liggja um
110.000 kr. hver. Har-
afturat kemur annað verk-
toy, teir sjálvir gera á
smiðjuni. Kostnaðurin
fyri hetta verktoyið til
tangaframleiðsluna er um
40.000 kr. og til bobbins-
framleiðsluna um 80.000
kr. Harafturat kemur so
sjálv hellin og allir snek-
larnir.
Í dag arbeiða seks mans
á smiðjuni.
Spurdur, um arbeiði
verður til fleiri mans,
sigur Bent Mortensen, at
tað er eitt sindur torfert at
siga. Hann sigur, at í let-
uni er lítið av vanligum
smiðjuarbeiði.
Men verður meiri
arbeiði, og vit kunnu fara
at gera bobbins, rokni eg
við, at tað verður brúk fyri
tveimum monnum
afturat.
Tverlig tollskipan
Dagliga verður tosað um,
at ídnaðurin skal menn-
ast, men nógv verður
funnist at ídnaðarpolitikk-
inum. Serliga tollinum og
avgjeldunum, sum er á íd-
naðarverum.
Um hendan spurningin
sigur Bent Mortensen, at
nú um dagarnar fekk hann
tilfar fyri um 100.000 kr.
— Av hesum skulu vit
gjalda 25.000 kr. í tolli. Tá
vit hava selt veruna, fáa
vit 20 pst. afturgoldið. Í
staðin fyri haldi eg, skuldi
tað verið soleiðis, at vit
bert guldu tey fimm pro-
sentini. Núverandi
mannagongdin ger, at tað
verður so tungt. Og tá vit
fara at gera bobbins, verð-
ur tað uppaftur verri, tí
tilfarið verður so nógv.
Hver bobbins vigar 59
kilo, tá hon er liðug, sigur
Bent Mortensen.
Eigur Utvarp Feroya at
fáa loyvi til at seta út-
varpsgjaldið upp?
Heri Mohr. stjóri gjald
stovan
Tá ið havt verður í huga
at útvarpið kanska er
einasti almenni stovnur,
sum ell tey seinastu
árini ikki hevur kostað
skattaborgaranum pen
gar, og tá ið vit hava
lagt til merkis, at
kveðuljómarnir, sum
eru inntekukeldan hjá
útvarpinum, eru í stór
ari minking. Og tá ið vit
harafturat vita, at dýr-
tíðin framvegis ger vart
við seg, tá er tað rími
ligt og óivað neyðugt at
hækka lurtaragjaldið
Heinesen.
Jens Pauli
rithevundi
Ja, eg haldi, at útvarpið
skuldi fingið loyvi at
sett lurtaragjaldið upp
Tað er dýrt at rekja út-
varp í Feroyum, av tí at
vit eru so fá um tað. Vit
fáa jú eisini nakað fyri
pengarnar
Jóan Hendrik Winther
Poulsen, málfreðingur
Ja. Útvarpið eigur at
fáa tann pening. ið terx
ur er á, og um hækkan
av útvarpsgjaldinum er
neyðug, skal loyvi verða
givið til tess