mikudagur 4. november 1981síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
i
SNE
vo
—————ú———3——— —
SOSIALURIN
Sida 11
Hans Mortensen, landslidsvenjari:
Venja eina
»stammu«x
upp
Lutakast hevur nú verið um bólkingina til
kappingina um heimsmeistaraskapið, og For-
oyar komu í bólk við Bulgaria, Noreg, Italia og
Englandi.
Eg meti at tað er sera óheppi at vera
komin í bólk við hesum londum, tí tey koma at
vera okkum alt ov sterk,
er, sigur Hans Mortensen
Aftan á venjingardyst-
irnar hjá landsliðinum,
hevdu vit eitt lítið prát við
Hans Mortensen, sum er
venjari hjá landsliðinum,
um venjingina.
Fyrst spurdu vit hann,
um hvussu hann hevði
lagt venjingina til rættis.
Til hettar svaraði hann, at
spælararnir venja styrkis-
venjing og kondi hver sær
úti í feløgunum og síðani
metast teir eina ferð um
vikuna til felags venjing
í Havn.
— Tað, sum nú umræður
hjá okkum, er, at fáa vant
eina »stammu« upp. TAð
hevur nú í fleiri ár ligið á
láni við landsliðsvenjing í
Feroyum, so tað ræður nú
um at venja upp eitt lið,
sum skal koma at mynda
landsliðið komandi árini,
við nekrum útskiftingum
sjálvandi.
Venjingin byrjaði 1. sep-
tember.
Higartil hava umleið
25 mans luttiki í venjing-
ini, men umleið 20. nov.
verða 16 teir bestu av
hesum tiknir út, og skulu
tað vera teir, sum skulu
venja síðani.
Umleið hálvan
december verður farið til
Danmarkar at leika ven-
jingardystir. Har skal
landsliðið leika ímóti 4 av
teimum bestu liðunum,
sum leika í donsku hond-
bóltslandskappingini.
— Hesum dystunum
vænta vit okkum heilt
nógv av, tí hesi liðini, sum
vit her skulu leika ímóti,
skuldu verið góð lið.
Heimsmeistarakapping-
in í C-bólkinum verður
hildin í Belgia í februar.
Kappingin byrjar 4. ella 5.
februar. Lidini í hesum
bólkinum eru aftur býtt
upp í tveir bólkar, og
Feroyar komu við luta-
kastinum í bólk saman við
Bulgaria, Noreg, Italia, og
Englandi. Í hinum bólkinu
eru Eysturríki, Portugal,
Belgia, Luxembourg og
Finnland.
Um hettar lutakastið
sigur Hans Mortensen, at
vit vóru óhepnir. Bulgaria
og Noreg eru sterk hond-
bóltslond, og Italia er
eisini í menning. Einasti
meguleikin hjá okkum
verður helst England.
— England var einaferð
í menning, men seinast eg
sá teir, helt eg, at teir
heldur vóru versnaðir
aftur. So teimum beri eg
onga bangheit fyri.
Dystir hverja viku
Um venjingina
framyvir sigur Hans Mor-
tensen, at ætlanin er at
halda fram, sum vit higar-
til hava gjert.
tey flestu í hvussu
Hereftir er harumframt
eisini ætlanin hverja viku
at hava venjingardystir
Hesir dystirnir verða fyri
tað mesta í hellini í Havn
og í hellini á Skála, men
meguliga verður eisini
farið til Suðuroyar okkurt
vikuskifti. Ætlanin er at
hesir dystirnir skulu vera
ímóti pressiliðinum og
ímóti eysturoyarliðinum.
— Um hesa landsliðs-
venjingina er annars at
siga, at vit venja alt ov
lítið. Men sum umsteð-
urnar eru í dag, ber okkum
ikki til at venja oftari. Øll
byrjan er torfer, og
soleiðis er eisini í hesum
fori. Men skulu vit byggja
upp eitt gott landslið,
mega vit gera tað yvir
fleiri ár. Um vit kanska
ikki uppnáa nóg gott úr-
slit hesa ferð, so fer tað
vónandi at spyrjast
okkurt betri burtur úr í
framtíðini, sigur Hans
Mortensen.
Um ætlanirnar annars
hjá hondbólttlandsliðnum
sigur Hans, at unglinga-
landsliðið skal til Íslands í
apríl mánaði at leika í
norðurlandakappingini,
sum verður leikt har.
Hans visti ikki heilt, nær
venjingin til hesa kapp-
ingina byrjar, men nakrir
av teimum unglingalands-
liðsleikarum, sum koma at
mynda tað landsliðið, eru
við í venjingini til C-HM.
Landskappingin í
hondbólti lá mest
sum still hetta viku-
skiftið.
Henda »fritid«, ið
nú var fingin til
vega, varð ístaðin
nýtt til venjingar
hjá landsliðsbólk-
inum. Fýra dystir
vóru leiktir har
landsliðsbólkurin, ið
telur 25 leikarar,
varð býttur í tvey
og myndaði eitt lið.
Dystirnir = vóru
leiktir á Skála, og
teir vóru ímóti ein-
um pressuliði og
einum eysturoyar-
liði.
Sunnudagin vóru
tveir dystir leiktir.
Kl. 16,00 leikti B-
bólkurin hjá lands-
liðnum ímóti eyst-
uroyarliðnum,
beint aftaná leikti
A-bólkurin ímóti
pressuliðnum.
Otryggir
Tydiliga såst, at hettar
bruttulandsliðið var býtt
upp eftir styrki.
Teir fyrstu minuttirnar
av fyrra hálvleiki í dyst-
inum ímillum B-landsliðs-
bólkin og eysturoyarliðið,
vóru tað eysturoyingarnir,
ið vóru teir stinnaru. Tað
sást eisini á úrslitinum,
teir komu fram um við
tveimum málum áðrenn
B-bólkurin kom fyri seg.
Tað sá út sum um hesin
parturin av landsliðnum
hevði ringar nervar í
byrjanini, og tískil ikki
kundi savna seg um spæl-
ið. Avleveringarnar vóru
mangan skeivar og ofta
gekk ikki at lofta bólt-
inum.
Men so við og við vunnu
teir tó á hesum trupuleik-
unum, og spælið gjerdist
meira javnt. Ofta kundi tú
tó síggja, at tað gekk
teimum nógv betri at
spæla hver sær, t.d. í snar-
álopunum, enn tað gekk
teimum at spæla saman.
Tað eydnaðist teimum
tó at koma fram um, og
hålvleiksstødan var 12—9
leiðsla til landsliðið.
Í seinna hálvleiki vístu
teir tó, at her var munur á
liðunum. Eysturoyarliðið
vísti seg ikki at vera nóg
sterkt í longdini, og lands-
liðsbólkurin fór av vøll-
inum við sigri upp á
29—15.
Sterkari
Sidani spældi A-landslids-
bólkurin ímóti einum
pressuliðið. Her sást bein-
an vegin munur á. A-bólk-
urin sýndist nógv sterkari
enn B-bólkurin frá byrjan
av. Men her vóru eisini
fleiri av teimum gomlu,
sum hava leikt fleiri lands-
dystir fyrr.
Men hóast pressuliðið
ikki hevur havt stundir at
venja saman, vístu teir tó,
at teir kundu geva lands-
liðsbólkinum mótsteðu.
Og hendan mótsteðan
Landsliðsbólkurin
toktist ikki
samanleiktur
var ikki so lítil heldur.
Spælið gekk rættiliga
javnt við einari lítlari yvir-
vág til landsliðið.
Men sum heild skal sig-
ast, at hesir báðir lands-
liðsbólkarnir tóktust
heldur enn ikki illa fyri-
reikaðir. Nú styttist til
landsdystirnir skulu leik-
ast, so nú er tíðin komin at
pressa tað ítarsta, fyri at
úrslitið ikki skal vera alt
ov vánaligt.
Úrslitið av dystinum
gjørdist 21—17 til lands-
liðið. Tó skal sigast at
rættleikin i hesum úrslit-
inum er meira ivasamur.
Tað hendi seg i síðstuni av
hesum dystinum, at ljós-
talvan, sum sýnir úrslitið,
var rættiliga tilvildarliga
flutt. T.d. var steðan eina-
ferð — sambært ljóstal-
vuna — 28—15, síðani
stóð 28—16, men knapp-
liga stóð 21—16. Eisini
segði ein av åskodarunum,
at einaferð flutti talvan
tvey fyri tað eina málið.
Tó skal sigast, at úr-
slitið 21—17 var á góðari
leið.