mikudagur 11. november 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 9
Hondbóltslandskappingin:
Spenningur til
síðsta minutt
Tað var ein rættiliga góður og undirhaldandi
dystur á Skála ímillum VIF og Stjørnuna. Løtu
í dystinum var málmunurin rættiliga stórur,
men endaliga urslitiå gjørdist tó einans ein
tepur sigur
Tað var spenningur til
síðsta minutt í dystinum á
Skála sunnudagin ímillum
1. deildarliðini hjá VIF og
Stjørnuni í manshond-
bólti.
Hetta var ein rættiliga
undirhaldandi dystur, og
tað gekk ógvuliga javnt á
teir fyrstu minuttirnar.
Báðir partar spældu væl,
tó uttan at gera nakað ser-
ligt roysni.
Onkur mistek vóru
gjørd. Tá umleið 5 minutt-
ir vóru farnir av dyst-
inum, var Stjernan í álopi,
men tá teirra skot kom
ímóti málinum, eydnaðist
tað málmanni VÍF's at fáa
%
>Liðið hjá Hans Holm«, 3. manslið hjá Neistan-
um, ið vann kappingina í 3. deild seinasta kapp-
ingarár, men ikki rykti upp tá Neistin framman-
undan var umboðaður í 2. deild, leikti leygardagin
móti VB í ítróttarhellini á Hálsi. >Liðið hjá Hans
Holm« så út til at hava >lagt eina unga linju« tá
báðir Mørk-brødurnir, Jógvan Martin og Mortan
nú vóru at síggja millum hinar »gomlu« — Tordur
tó undantikin, men hetta tóktist tó ikki at hava
styrkt um liðið.
VB royndist væl og komu vágbingar á odda
6—2 og 8—5, men í hálvleikinum var munurin tó
minkaður til 9—8.
Í seinna hálvleiki eydnaðist Neistanum ut fáa
drigið vágbingar niður í teirra »tempo« og orsak-
aði hetta, at spælið hjá VB fekst ikki at ganga
sum í fyrra hálvleiki. VB-verjan tóktist orkymla
og í álopunum vóru skotini mangan ov >ville.
Neistin fekk javna og eisini lagt seg á odda og
endaði dysturin eisini vid, at „liðið hjá Hans
Holm« vann tryggan 23—17 sigur.
Sunnudagin leikti VB móti Kyndil, >liðnum hjá
Tobby«, sum vit neundu tað farna kappingarár tå
teir leiktu móti Neistanum, og nú bar betur til hjá
vágbingum. Teir vunnu dystin við 18 málum móti
14 og um framgongdin hjá VB innan manshond-
bóltin heldur fram eins skjótt og higartil, verður
neyvan long tíð áðrenn VB hevur lið í 2. deild
bóltin. Nú hevði VÍF
meguleika at koma sær í
eitt snarálop, men teirra
málmaður er ov brasin og
misnýtir målmøguleikan
við at blaka bóltin ov
langt fram, so málmaðurin
hjá Stjørnuni er tann
fyrsti at taka bóltin,
áðrenn nakar av leikarun-
um hjá vestmenningum
nær at koma so langt
fram.
Vakurt álop
Eitt tað vakrasta álopið
átti Stjørnan miðskeiðis i
fyrra hálvleiki. Ein av leik-
arum teirra kemur fram í
hegru síðu og loypir inn,
tá avleverar annar av
teirra spælarum frá
miðjuni til hendan, sum
fær bóltin og skjýtur. Men
hann er óheppin og rakar
beint á málmannin hjá
VÍF.
Ikki var tað altíð, at
málini komu upp á bein-
leiðis skot. Tá 4 minuttir
vóru eftir av fyrra hálv-
leiki, er VÍF í álopi. Ein
leikari loypur inn í vinstru
síðu og skjýtur ímóti mál-
inum, men málmaðurin
hjá Stjørnuni er á røttum
stað, og fær hendurnar á
bóltin. Bólturin kemur so
niður beint framman fyri
málinum, og ein VIF-leik-
ari blakar seg inn og slær
undir bóltin, so hann
endar í netinum.
Spælið
Hettar vóru so nakra fáar
hendingar í dystinum. Um
spælið sum heild er at
siga, at tað mesta partin
av dystinum var gott. Tó
vóru letur, tá spælið gekk
minni gott. M.a. gekk
ikki so gott hjá Stjernuni
teir fyrstu minuttirnar av
seinna hálvleiki.
Hålvleikstødan var
10—8 til VÍF. Men tå um
5 minuttir vóru leiktir av
seinna hálvleiki stóð
12—11 til VÍF. Tá datt
spælið hjá Stjørnuni heilt
niðurfyri. Avleveringarn-
ar hjá teimum vóru skeiv-
ar, viðhvert kláraðu teir
ikki at lofta bóltinum, og
skot teirra fóru sum oftast
við síðuna av. Upp á 10
minuttir ekti VÍF leiðs-
luna frá 12--11 til 18—11.
Men so vaknaðu klaks-
víkingar aftur, og spæl
teirra gekk aftur. Teir
megnaðu at vinna seg inn
aftur á VIF, og teir komu
so langt, at VIF einans
vann ein tepran sigur
23—22.
Um dysturin var longri,
kundi tað lættliga hent at
dysturin endaði við javn-
leiki ella sigri til Stjør-
nuna. Men tað kann tó
vera ringt at spáa um. Í
hondbólti, eins og í flestu
ítróttargreinum, kann
steðan ofta broytast heilt
upp á lítla letu.
Leikararnir kláraðu seg
gott, teir flestu í hvussu
er. Spælið kundi tó í letum
gerast heldur hart, men
tað megnaðu dómararnir
at steðga. Dómararnir
vóru avgjørdir í sínum
dømingum, og kláraðu
hampiliga væl at fáa
dystin at vera vakran og
sigiligan, við ikki ov
nógvum ráðum spæli.
Um nakar spælari skal
takast fram, má tað vera
Kári Mortensen hjá VIF,
sum spældi framúr
góðan dyst
e1n
Stórsigur —
einaferð enn
Neistin, 1. deild kvinnur, vann enn einaferð
stórsigur á VB. Fyrstu min. av dystinum tók-
tíst tó, at dysturin hesaferð fór at fáa aðra
gongd enn fyrri
millum liðini
Neistin—VB, 1. deild kvinnur: 23—5
(12—3):
Málskjúttar: Neistin: Svanna Hanu-
sardóttir 9, Rannvá Hanusardóttir 6,
Peturbjerg Hansen 2, Rita Poulsen 2,
Elsa Maria Bærentsen 2 og Torgerð
Klein 2.
VB: Jórun Winther 3, Kirstin Ludvig
I og Eyðbritt Krosslá 1.
Útvísingar: VB 3 x 2 min.
Brotskøst : Neistin 4 og VB 1.
Dómarar: Helgi Ragnarsson og Pol
Mikkelsen.
Leygardagin hittust
roynda Neista-liðið og
unga 1. deildarliðið hjá
VB í ítróttarhellini á
Hálsi.
Fyrstu fimm min. av
dystinum ftóktist liðini
rættuliga jevn. Neistin
kom å odda vid tveimum
málum móti ongum, men
VB fekk minka til 1—2 og
tá VB, so skjótt sum
Neistin hevði ekt til 3—1,
minkaði til 2—3, varð
rokna við, at dysturin
kanska fór at gerast
javnari enn fyrri lands-
kappingardysturin mill-
um liðini bæði, ið varð
leiktur í VB-hellini fyri
fýra vikum síðani, ið Neis-
tin vann 20—6.
=
Men hetta vildi Neistin
ikki.
Leikararnir tóku sær um
reigg) og øktist målmun-
urin størliga og kom
Neistin å odda 12—3 i
hålvleiki.
Í seinna hálvleiki helt
sama gongdin fram, mun-
urin millum liðini bert
ektist. Meðan Neistin
skjeyt 11 mál eydnaðist
bert vágsgentunum at
skjóta tvey og vann
Neistin sostatt dystin við
23 málum móti 5.
Fleiri av málunum hjá
Neistanum átti VB-verjan
stóran lut í. Leikararnir
vóru mangan ov seinir at
renna aftur og ferdi hetta
við sær, at Neistin —
heldur lættliga — fekk
loyvi at skjóta mál, og tá
VB í hinum endanum
hevði trupult at koma
gjøgnum Neista-verjuna,
ið oftani breyt álop teirra,
var VB-málverjin mangan
„sleptur upp á fjall —
einsamallur við kviku
Neista-leikarunum. Eisini
hendi tað, at VB-leikarar-
nir av og á dekkaðu á
landskappingardysturin
skeivum plássum og komu
tí misskiljingar í verju-
leikin. Verjan kom at ar-
beiða ov tungt og trekt, og
orsakaði hetta fleiri stór
hol í verjugarðinum, og
tílík hol vóru ikki opin
langa tíð áðrenn Neista-
leikarar høvdu nýtt tey at
skjóta gjegnum. Eisini í
álopunum hevdu vágs-
genturnar trupulleikar.
Einasti veruligi »skot-
trussil< teirra tóktist at
vera Jorun og varð tí alt
ov lætt hjá Neistanum at
verja móti álopunum.
Ov fá verulig skot vóru
at síggja móti Neista-mál-
inum — væl skal ein ikki
skjóta fyrrenn ein kennir á
sær, at tað ber til, men
uttan skotroyndir koma
so eingi mál.
VB kann tó troysta seg
við, at lið teirra er ungt og
fer uttan iva at gerast
munandi sterkari um
leikararnir halda saman
fram yvir, og harafturat
má ein rokna við, at
Neistin er væl sterkari enn
nakað av hinum kvinnu
liðunum í letuni.