Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-11-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1981síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Norðoya Heimavirki — nýskapan í Klaksvík N« rå y a veråur Heimavirki navnið á einum lutafelag, sum skjótt verð- ur stovnað í Klaksvík. Tað eru nakrar kvinnur, sum fyrireika stovnanina, og ein teirra, Hjørdis Klein sigur, at tær hava sekt býráðið um at fáa innivist í gomlu krambúð- ini á Biskupssteð. Býráðið samtykti í síðstu viku at ganga umsóknini á meti og Hjerdis Klein sigur, at hon fekk bræv um hetta mánadagin. Tær sleppa at leiga helið. Men býráðið treytar sær, at felagið eis- ini vil átaka sær at selja verur fyri ein vardan verk- stað, um slíkur verður settur á stovn í Klaksvík. Hjerdis Klein sigur, at ætlanin er at hava handil við heimagjerdum lutum í helinum á Biskupssteð. Tað eru nógvar kvinnur har norðuri, sum eru fittar Her Heimavirki í hondunum. Og tað er spell, at nógv av tí hond- verki, sum verður gjørt, ikki kemur fram, heldur Hjerdis Klein. Serliga nógv verður vovið í Klaksvík. Har er vevskúli og ætlanin er at hava ein vev i handlinum hjá Norðoya Heimavirki, soleiðis, at tann, sum stendur í hand- linum, kann vísa eitt nú turistum, hvussi verður vovið. Hugskotið kom á Kvinnutinginum Hugskotið, at stovna Nordoya Heimavirki, kom å Kvinnutinginum i heyst. Nýskapan í íðnaðinum var eitt av evnunum á ting- inum. Einar tvær vikur eftir Kvinnutingið hittust umboðini fyri Neorður- oyggjarnar aftur á einum á nidaru hæddini, verður handilin hjá Norðoya fundi og har varð avgjert at royna okkurt nýskap- andi. Tær valdu at royna fyrst at stovna eitt heima- virki. Tær skrivaðu til bý- ráðið og sektu um høli og bóðu ein sakferara gera uppskot til lóg fyri lutafel- agið, ætlanin er at stovna. Hjerdis Klein sigur, at tær hava í huga at sekja Menningargrunnin og Íð- naðargrunnin um stud- ning til at gera handilin, og hon vónar, at teir taka undir við tiltakinum. Annars er ætlanin, at handilin skal hvíla í sær sjálvum. Sum navnið, Norðoya Heimavirki, sigur, er ikki talan um eitt felag, bert fyri Klaksvík. Tað er fyri allar bygdirnar í Norður- oyggjunum og Hjerdis Klein sigur, at tær vóna, at fólk úti á bygdunum eisini fara at senda hand- linum lutir at selja og annars taka undir við hesum tiltaki. ljóm É Blómubúðin Vit hava fingið nýtt telefonnummar til 16044 Hoydalsvegur 8 Tórshavn Vit senda um alt landið spyr læknan Við barn? Eg eri ein 16 ára gomul genta, ein av teimum mongu, ungu gentunum sum gongur og spekuler- ar og spekulerar um eg eri við barn ella ikki. Tað, sum eg gjarna vildi fingið svar upp á, er: Um man ikki spýr dagin eftir, man hevur verið í song við einum drongi, kann man so vera við barn? Eg havi hoyrt, at man altíð spýr, um nú man er vorðin við barn ein dag frammanundan, er tað rætt? 16 ár Svar Tað er ikki vanligt, at genta spýr dagin eftir, at hon hevur verið í song við dreingi. Har aftur ímóti kann spýggjan vera eitt av teimum fyrstu tekinum til, at genta ella kvinna er vorðin við barn, men tað hendir ikki fyrr enn eina til tvær vikur eftir at hon er vorðin við barn. Tað eru tó ikki øll konu- fólk sum fáa spýggju. Er snyril ov gamal Eg havi nú gingið við snyrli í 6 ár 1: Hvussu sikkur kann hann vera nú? 2: Skal eg skifta snyril nú, ella halda fram við tí sama? Eg havi ongar trupul- leikar av snyrlinum. Kvinna Svar Tygum siga einki um, hvat slag av snyrli tygum nýta, men tá hann hevur sitið í seks ár, rokni eg við, at tað er ein snyril úr berum plas- tikki. Og hann kann sita í nógv ár, so leingi trupulleikar ikki stan- dast av honum. Tá hann ikki gevur trupulleikar, kunnu tygum lata hann sita, til teir koma. Hann kann altíð takast út. Í dag nýta nógv konu- fólk snyrlar við kopari á. Teir skulu helst skiftast út fjórða ella fimta hvert ár. Ég havi eina vinkonu á bygd, sum skjótt skal eiga. Nú er spurning- urin, um maður hennara kann koma við til føding- ina. Sum eg skilji kann hetta bert lata seg gera, um vinkonan eigur um náttina. Hví hava tey, sum eiga um náttina, fyrimun, og hví skal tað vera so tilvildarligt, at Nýtið hevið at spyrja læknan! Og tað kunnu tygum gera við at skriva spurningin niður á ein lepa og senda hann til So- sialin, postsmoga 76, í Havn, og merkja bræv- bjålvan: »spyr læknana tíðarbilið, tá verkini koma, avger, um mað- urin sleppur at vera til staðar, tá kvinna eigur? Hendan spurning vildi eg fegin, at júst feði- læknin svaraði mær. Ein vónandi Svar Viðvíkjandi hesum løgna spurningi er tað ikki serliga fólkaligt at siga við meg, at tað er bert um náttina, at menn kunnu vera hjástaddir undir barnsburði. Tað vil siga tað sama sum, at tit eru úti eftir at fara aftur um rygg mín. Orsekin til, at eg fyri- bils ikki havi lovað monnum inn á burðar- stovuna, er eina og aleina hon, at vit hava ongar jarðarmeður. So leingi vit hava leysar jarðarmeður sum koma inn uttan í frá við barna- konum, haldi eg ikki, at tíðin er til tað, at tilvild- arlig fólk, sum ikki hava nakað við sjálva feðing- ina at gera, eru hjástedd. Men í tí letuni, vit hava fastar jarðarmeður, og alt hetta arbeiðið verður koyrt eftir ávísari ar- beiðsgongd, so er tað meguligt, at vit kunnu tosa um málið aftur. SNAÁNNANSA ANSSASSASASASS Að YNNN NS NNNNANNANSSAARAANASNASANSSNAÁNANSAASANNSNAR / — Eg haldi nú, tú skuldi tosa við ein lækna, ístaðin fyri at royna at kurera teg sjálvan. Óli í Áarstovu NNNNNNNNNNYNIYNNNYNYNENNEYNMNMS SME SNNNNIYNSNIONNENNYNNNNENNNN