Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-12-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

JA Er er Hilmar og Jóg- van halda ikki at samtyktin er ábyrgdarleys Teir taka soleiðis ikki undir við Paula Ellefsen, tá hesin sigur, at løgtingssamtyktin um yvirtøku av havbotni og undirgrund er åbyrgdarleys. Atli Dam visir å, at samtyktin er fult i tråd vid heimastyris- lógina Hilmar Kass og Jógvan Sundstein halda ikki, at løgtingssamtyktin um yvirtøku av undirgrundini og havbotninum er åbyrg- darleys. Tað ger aftur ímóti „samstarvsfelagi< teirra, Pauli Ellefsen, løgmadur. Hann hevur á legtingi skýrt samtyktina fyri ábyrgdarleysa og segði í tí viðfangi, at hon niður- breyt virðingina fyri Føroya løgtingi. Ti hevur tjóðveldis- flokkurin skotið upp, at hetta málið kemur til við- gerðar í tinginum beinan- vegin. Og tá málið hjá tjóðveldisflokkinum kom fyri, spurdi Erlendur Patursson, hverja áskoðan floksformenninir í fólkaflokkinum og sjálv- stýrisflokkinum hevdu. Og um teir styðjaðu Paula Ellefsen í hesum máli. Hilmar Kass segði, at samtyktin var demo- kratisk og at hon kundi vera grundarlag undir víð- ari samrådingum um málið og athann var ikki samdur við legmann. Jógvan Sundstein helt, at talan var um eina ábyrgdarfulla avgerð. Hann vísti eisini á, at tá samráðingar um samtykt- ina koma í lag skal annað- hvert fólkaflokkurin ella sjálvstýrisflokkurin føra tingingarnar. Løgmadur tók eisini orðið. Hann segði, at sam- tyktin var ikki væl undir- bygd, tí um so var, so var meira fingið av skafti í hesum máli. Pauli Ellefsen helt, at tað minkaði um virðingina fyri tinginum millum al- menningin, at einki var hent í hesum máli. Hann ivaðist í, at samtyktin kundi fremjast. Fleiri samráðingar hava verið við danir um spur- ningin, men danir hava viljað kannað spurningin, áðrenn teir tóku stødu, vísti Atli Dam á. Atli Dam upplýsti annars, at tá uppskotið til samtyktina var fyri í 1975, varð gjelliga kannað, um hon samsvar- aði við heimastýrislógina. — Abyrgdin er fult í tráð við heimastýrislóg- ina, segði Atli Dam. Hóast Erlendur Paturs- son aftur spurdi, um Jógvan Sundstein styðj- aði Paula Ellefsen, fekk hann einki svar. Jógvan Sundstein bert smirdist i formansstólinum. Og tað gjørdi løgtingid eisini. Eykajåttanin til Strandferðsluna ov lág Tí hevur Atli Dam vegna javnaðarflokkin skotið upp, at spurningurin kemur til viðgerðar í løgting- inum Landsstýrið hevur sekt fíggjarnevndina um átta milliónri kr. í eykajáttan til Strandferðsluna fyri fíggjarárið 1981 —82. Men Atli Dam, sum er limur í fíggjarnevndini, metir, at hendan játtanin er ov lágt sett. Hann held- ur, at tervurin verður 12—14 mill. kr., tá Tyrlu- flúgvingin verður tikin við. Hann hevur tí skotið upp, at legtingið viðger spurningin um eyka- játtan. Annars sigur Atli Dam í viðmerkingunum til upp- skotið, at tá legtingið viðgjerdi fíggjarlógina í vár, vísti andsteðan greitt á, at tað var ósamsvarandi tí praktiskt 6gjørliga, at skera játtanina hjá Strandferðsluni niður við 16 mill. kr. — Skulu nú 12—14 mill. kr. játtast afturat í fíggj- arnevndini, vil hetta í ávísan mun káma út yvir tann veruleika, at sam- gongan í vár royndi at skapa eina skeiva mynd av evnum sínum at fremja effektiva sparing, Sigur Atli Dam m. a. í viðmerk- ingunum til uppskotið. Størsta skipið í flotanum kostaði 40 mill. kr. Trupulleikar og 6happ hava gjørt, at hallið er so stórt, at landsstýrið má veðhalda fyri 21 mill. kr 3,6 mill. kr. í halli — klárar ikki rentur og avdrøg Hilmar Kass: eingin spyr, um felagið er solvent ella ikki. Landsstýrið og fleiri politikkarar meta, at talan er um eina nýggja vinnu, sum ikki kann forrenta seg ta fyrstu tíðina. Tí má Gullfinnur ikki fara av landinum Fyrstu nýggju mánaðirnar í ár hevði Gullfinnur 3,6 mill. kr. í rakstrarhalli. Hetta upp- lýsir landsstýrið í viðmer- kingunum til uppskotið um, at landsstýrið fær heimild at veðhalda fyri 1. og 2. priori- tetslánunum í m.tr. Gullfinni. Tá eru rentur og avdrøg ikki íroknað. 2,3 mill. kr. fullu til gjaldingar í juli og í januar skulu 2,2 mill. kr. gjaldast Landsstýrið upplýsir, at felagið ikki er ført fyri at gjalda hesi gjøldini, sum eru av 1. og 2. prioritetslánunum eins og felagið heldur ikki klárar at gjalda av lægri prioritetslánum. Peningastovnarnir, sum hava lænt lánini, hava boðað landsstýrinum frá, at felagið hevur ikki meguleika at renta og rinda skuldina aftur. Teir vilja tí, um ikki endalig loysn fæst, halda fram við tving- silsinnheintingunum. Landsstýrið metir, at tað er ikki rætt, at Gullfinnur fer av landinum nú, tí hann hevur ikki fingið roynt veruliga vegna trupulleikar og óhapp í bestu veiðutíð. Eisini heldur landsstýrið, at tað er neyðugt við eini ávísari royndartíð bæði hjá manning, við reiðskapi og viðgerð á landi. So at siga eingin egin- peningur Undir umreðuni av lands- stýrisuppskotinum undraðist Hilmar Kass á, at sokallaðir liberalir = politikkarar íkki settu spurnartekin við, um eitt felag var solvent ella ikki. Sjálvur metti Hilmar Kass, at alt ov lítið av eginpeningi var til staðar, tá skipið varð keypt. Hann vísti á, at egin- peningurin var fyri stóran part skattur, sum felagið annars skuldi goldið { Hetta er í samband við av eðrum skipi, áðrenn Gullfinnur varð keyptur. Tá var partur av vinninginum goldin eigarum, meðan restin, sum skuldi verðið goldið í skatti, varð sett sum eginpeningur, treyt- að av at Gullfinnur beinan vegin varð avskrivaður við stórari upphædd, seluna rættiliga blaðm.) Hilmas Kass vísti á, at sambært stuðulslóggávum kundu veðhald veitast, men lógin segði ikki, at tey skuldu veitast. Og tá slík hol vórðu uppdagað, skuldi tað ikki verið góðtikið, at skattur kundi brúkast sum eginpen- ingur. Hilmar Kass segði, at var skatturin burtur, so var fel agið eftir liberalum sjón- armiðum farið á húsagang. Framsegumaður sjálv- stýrisfloksins dugdi ikki at skilja, hví landsstýrið skuldi fara at veðhalda fyri millión- um, tá hús vórðu seld, um viðkomandi eigari kanska skyldaði einar 200.000 kr. Átti at kannast betur Annars ferdi Hilmar Kass fram, at feløg sum komu til landið fyri at biðja um pen- ing, áttu at verðið kannað nógv betur, áðrenn tey fingu nakað. Hann vísti á demi, har órímuliga hegar lenir vórðu útgoldnar, men so tá tað gekk illa, komu somu feløg til landsstýrið fyri at biðja um hjálp. Hann helt, at nágreinligar upplýsingar um rakstur og útlit áttu at verðið fingnir til vega, áðrenn veðhald vórðu givin Hilmas Kass tók Giljanes, sum fyri stuttum fekk 6,8 mill. kr. í kreppuláni, sum dømi. Hann segði at tá málið varð fyri í figgjarnevndini kon fram, at tríggjar stjóralenir, í alt 360.000., vóru útgoldnar Harafturat var tilskilað, at meira fór at verða tikið í framtíðini Eisini vísti hann á, at ein annar postur var upp á 192.000 kr. fyri selur. Hann ivaðist ikki í, at hesin pening urin var farin í somu lummar Nógv stríð og strev Age Ellefsen talan var bert um ein stjóra, men at tveir persónar høvdu hjálpt til. Hann segði, at hesir hevdu havt nógv stríð av Giljanesi og at tað hevði verið ein torfer uppgáva at sleppa av við framleiðsluna Age Ellefsen segði, at skuldi hann sammeta ting- mannalenina, og arbeiðið, sum lá aftanfyri, sum er um 100.000 kr., og nevndu stjóra- lenir, so hevði hann havt nógvar ferðir so nógv arbeiði av Giljanesi. Harafturat vísti hann á, at eigararnir høvdu sett hus og ognir i ved fyri tilsamans 5,7 mill. kr Annars upplysti hann, at higartil i år høvdu teir ikki útgoldið nakrar stjóralenir, men at teir ætlaðu sær eina upplýsti, at samsyning Stórt tiltak Atli Dam segði, at Gullfinnur var eitt stórt tiltak, sum hevði verri, enn roknað varð vid, tá skipið varð keypt Hann vísti á, at talan var um eina nýroynd, sum skipið gingið var ført fyri at fremja, tá tað galt sjálva veiðuna Formaður javnaðarfloksins segði, at hann var ímóti at Framhald á síðu 14 Hvat heldur tú um aktuellu steðuna í Pó- landi? Hans Jergensen, lærari: Tað var altíð væn- tandi, at okkurt fór at henda. Tó er tað ein uggi at tað er Jaruzelski og ikki Bresjnev, sum setti hervaldið inn. Vón- andi fara pólendingar sjálvir at klára sínar økonomisku trupulleik- ar, soleiðis at framhald- andi demokratisering kann fara fram. Sjálvur trúgvi eg at tað vendist ikki aftur í Pólandi. Soli daritet er ikki bara Leck Walesa, men ein hópur arbeiðarar pólsku kirkjuna, sum eisini er em sterkur demokratiseringsstrem uppá 9 mill umframt partur banini Samanumtikið kunnu vit bert vóna, at risa veldini halda fingranar burtur fyri skyld einaferð Sonne Smith, útvarps maður Hon er syndarlig. Tað ber so ikki til at hava tvær stjórnir í einum landi so mugu teir sjálvir velja Niclas Jespersen, fyrrv politistur Hetta sum hendi var væntandi. Eg haldi, tað er legið, at tað ikki er hent fyrr, tí Solidaritet hevur gingið nógv longri enn eg hevði trúð at teir tordu í einum kommunistiskum landi Annars haldi eg ikki, at Solidaritet hevur verið diplomatiskt nokk Sjálvur vóni eg ikki, at Sovjet ger innrás. Vón andi kunnu teir loysa sínar trupulleikar sjálv ir