leygardagur 19. desember 1981síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
SOSIALURIN
Framhald av síðu 13
rómverskur býur,
Carnuntum, ið hevði
80000 íbúgvar. Vit vóru
nú stedd á sunnara áar-
bakka av Donau, og mark-
ið millum rómverjar og
barbarar gekk her.
Landsluturin her æt
Pannonien. Av
Carnuntum er nakað
grivið út, og hesir út-
grefstrar vóru tætt við har
vit búðu. Ein sá her ein lít-
lan part av einum býi, har
rómverskar familjur búðu
fyri um 2000 árum síðan.
Tó var tað so, at tað mesta
av tíðini vóru bert konur
og bern heima, menn og
synir vóur legionerar, og
tað var eitt lívlangt starv.
Um teir ikki vóru deyðir
áðrenn, so sluppu teir ikki
úr tænastuni aftur, fyrr
enn teir høvdu verið legio-
nerar í 20—25 år.
Í teimum húsum, sum
útgrivin eru, sær ein inn-
rættingina til minsta
smálut. Tað var sera fram-
komin bygging. Har vóru
vælskipaðar, steinsettar
getur í býnum, við væl-
virkandi kloakkskipan, og
í húsunum eru týðulig
prógv fyri hitaverki og
toalettum við rennandi
vatni.
Í samband við útgrefst-
rarnar er innrættaður ein
opnaskáli, har uppstillaðir
eru 35 gravsteinar, tiknir
upp av einum kirkju-
garðseki í útgrefstrinum,
allir yvir legionerar: Stein-
anir eru næstan manns-
hegir, og tann útvið 2000
ára gamla innskriftin so
týðulig, sum var hon
nýliga sett har.
Tú hevur fingið í hendi
eitt hefti, við umseting til
týskt, av ellum teimum
innskriftum her standa,
og aftanfyri hverja
goymir seg ein manna-
lagna, sum ikki var málað
upp í ljósum litum. Tað
miskunnarleysa kravið
um hertænastu bleiv sett tí
unga, næstan áðrenn hann
var komin til mans. Og
útlitið var: um 20 ára her-
tænastu. Kláraðu teir tað,
fingu teir jerð frá stati-
num, men nógvir vóru
teir, ið doyðu ungir, tað
sýna innskriftirnar her.
Eini tvey demi kunnu
verða tikin:
Quintus Veratius, sonur
Lucius'ar, innkallaður til
hertænastu í tribunalinum
Scabtia, hermaður í XV.
legión, og sum er deyður
40 ára gamal, aftaná 19
ára tænastutíð, liggur
grivin her. Grevina hevur,
við testamentariskari av-
gerð, Lucius Sertorius
Faustus latið gera.
Ella: Quintus Lucanus
Fronto, sonur Quintus 'ar,
innkallaður til tænastu í
tribunalinum Pollia, her-
maður i XV. legión, sum er
deyður 30 ára gamal,
aftaná 12 ára tænastutíð,
liggur grivin her. Arving-
in Caius Herennius lat
hesa grøv gera.
Ella: Sextus Trebonius
Pruculus, sonur Quin-
tus'ar, innkallaður til tæn-
astu i Tribunalinum
Fabia, deydur 30 ára
gamal, aftanå 14 åra tæn-
astutíð, liggur grivin her.
Henda langa
tænastutíð, sum jú gav
teimum stóra venjing, er
kanska orsekin til, at tær
rómversku legiónirnar
vóru ein tílík, ræðulig
krígsmaskina. Men synd-
arligt at hugsa sær tað
miskunnarleysu lagnu,
sum bleiv hesum ungu til-
lutað. Alt teirra ungdóms-
lív vóru teir í kríggj, og
teir vóru í stødugum lívs-
vanda.
Carnuntum er ein forn-
freðilig perla, sum liggur
og bíðar eftir at verða
JÓLATILBOÐ
MELIS 10 px.
KLEMENTINUR 10 kg
SMØR 250 or
EGG s st. tøroysk
ORANGE JUICE
EPLAJUICE
VE 200...
KAFFI sernardo 250 gr. ...
REYTTKÁL Gammeldaws, 1200 gr. .
SILD krydd og leyk, 180 gr. foroysk
EPLIR 1049
EPLIR 2540 ..........
DUNNUR 2000 9.....
DUNNUR 2200 or...
HØSNARUNGAR 1000 gr.
CE
EEEEEEE
… or on Hor no eo eo eo 0 no He 0 HH FH HH 0 Hi
Tilbodini eru galdandi so leingi vøra er eftir.
æn
AN
Heygabúðin
Tif. 55228 - Klaksvík
grivin fram. Frá hesum
lutfallsliga lítla útgrefst-
rarøki = rekkur býurin
nakað vestur eftir, langt
eysturyvir og frá Donau
langt suður í landið. Og
her liggja so toftirnar
púra óskalaðar undir flag,
og alt hetta flag er nú
kornakrar og spjaddir bú-
staðir, so at tað fyrst og
fremst er ein trupul ognar-
tøkuspurningur, at sleppa
at grava meira.
Tað eru eisini aðrir út-
grefstrar av býnum, ið
kunnu vitjast. Koyrir ein
eystureftir, móti tí lítla
býnum Deutch Altenburg,
so kemur ein nakað áðrenn
tað til staðið, har ein her-
mannalega lá, har 10000
hermenn hevdu steð, og í
samband við leguna var
eitt amphiteatur, við plássi
til 8000 áskoðarar. Í vest-
ara enda av býnum var
eitt annað amphiteatur, til
tann sivila partin av íbúg-
varunum, við plássi til
13000 áskoðarar.
Tað, sum fór fram á
einum tílíkum palli,
ræðuligt, men fall heilt
náttúrligt inn í róm-
verskan hugsunarhátt.
Soleiðis skuldi vera.
Vit vitjaðu amphiteatr-
ið, sum hoyrdi við til her-
mannaleguna, og sum er
heilt útgrivið, ein veldug
bygging. Bert arenaðin, ið
var eggrund, var 75 m.
long og 45 m. breið. Tú
sær helið, har djórini hildu
til og helið, har menninir
bíðaðu, til teir skuldu út í
arenaðina til ein bardaga
uppá lív og deyða móti
teimum villu djórunum,
ell? sinåmillum, alt
ímeðan túsundtals av her-
monnum, við landsparta-
hevdinganum á odda, sótu
uppi á áskoðarapláss-
unum og stuttleikaðu sær.
Tað hvílir eitt dapurt
huglag yvir einum tílíkum
staði. Ein kann royna at
ímynda sær teir ræðu-
leikar, ið eru farnir fram
her, hvar menn, skuldu teir
verið demdir eftir okkara
normum bg hugsunar-
hátti, so vóru mangir av
teimum ósekir, slátraðu
hvenn annan niður, bert
fyri at stuttleika
var
keisaranum og fylgi
hansara.
Nú er bygdur ein lítil
summarleikpallur í
miðjari arenaini, har sjón-
leikir verða framferdir, og
har menniskju av 20. eld
kunnu sita trygg og stutt-
leika sær.
Tá tú hevur ferðast nakrar
dagar í leivdunum av hes-
um rómverska stórbýi, so
fært tú eisini áhuga fyri tí
keisara, sum meira enn
nakar annar var við til at
skriva segu her: Marcus
Aurelius, ið livdi frá 121
til 180 e.k., og sum var
keisari frá ár 161 til 180.
Marcus Aurelius verður
ofta nevndur heimspek-
ingurin á keisaratrúnuni,
og hann var verunliga
heimspekingur, og hoyrdi
heima millum stoikarar-
nar. Her í Carnuntum
skrivaði hann hugsanir
sínar niður, og tað hoyrir
enn í dag til tað týdningar-
miklasta innan heim-
spekisligar = bókmentir.
Um ætlanina við
menniskjuni sigur hann,
at vit eru skapað til at
gera góðar gerðir hver
móti eðrum, og annars at
vera fús til at laga okkum
eftir alheimsins (kosmos)
lógum soleiðis, at vit
skilja deyðan og alla aðra
líðing, ið ikki slepst
undan, sum partur av
einari guddómligari
skipan, og sum ein avbjóð-
ing til alt tað besta innan í
okkum: tey evnir sum
náttúra okkara, við hesum
áðurnevnda fyri eyga, er
útgjerd við.
Marcus Aurelius var ein
vinsælur = maður, ein
drottur friðarins, ið ikki
førdi álopskríggj, men
samvitskufult vardi ríkið
móti fíggindum. Tó, tá tað
blómandi Carnuntum, í
miðjari 2. eld e.k., varð
álopið av marko-
mannarum, einum fólki av
germanskari ætt, ið búði
norðanfyri Donau, og full-
komuliga lagt oyði, tá
bleiv = tað keisaranum
ovboðið. Hann savnaði
saman ein her uppá
150.000 mans, og fór yvir
um Donau og tók hevnd.
Og býurin varð bygdur
upp aftur.
Á einari vitjan við
Donau í árinum 180 doyði
keisarin á skansanum
Vindobona, ið lá einar 40
km. vestanfyri
Carnuntum. Eini 200 ár
seinni var Rómverjaríki
burtur, og við tí Carnun-
tum, ið heilt fór undir flag,
men har sum skansin
Vindobona lá, har liggur
ídag stórbýurin Wien.
Koyrir tú frá út-
grefstrunum her í ein bein-
an sunnan einar 2 km,,
eftir einum smelum upp-
dyrkingarvegi, so kemur
tú til eina gåtuføra bygg-
ing, tann einasta sum enn
stendur uppi, sum eitt
sjónligt prógv fyri býnum,
her lá. Tað er Heidentor.
Millum slættar, aldandi
kornakrar, har nútímans
landbúnaðarmaskinur nú
koyra, stendur hann her
sum ein anakronisma.
Henda bygging er mest
átek einum »triumfboga«,
og var upprunaliga 22 m.
heg. Segumenn hava
roynt at funnið fram til,
hvat hetta er. Tað mest
sannbæriliga er, at tað er
bygt av einum keisara í 4.
eld, ið á henda hátt vildi
seta sær ein veldugan
minnisvarða um seg og
hernaðarligu bregd síni.
Tá vit vóru komin so
langt, so koyrdu vit
nakrar kilometrar afturat,
og komu til tann lítla býin,
ella kanska skulu vit held-
ur siga bygdina Rohrau.
Hetta staðið, um tað er lít-
ið í vavi her tað liggur, og
heilt burturgoymt, eigur
tó sítt stóra pláss í tón-
leikaseguni. Her varð
Joseph Haydn feddur. Vit
Framhald á síðu 19