Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 1982síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 SOSIALURIN Framhald av síðu 7 (vísund og list) sum greina seg út frá hevuðsánni, men sum aftur og aftur venda aftur til hevuðs- ánna og endurnýggja hana. Hvenn leiklut hava bókmentir Sami Lukács meinar, at verulig list altíð tekur steðu til frama fyri menn- iskjuni, og listin sjálvt um hon speglar verðina, altíð ger tað í mun til tað sub- jektiva menniskjasliga Fyritreytin fyri list er eitt virkið skapandi medvit, sum ikki bert hermir eftir nekrum, sum er hent, men sum umyrkir, lutvís fyri at treingja niður til hev- uðsinnihaldið í hending- unum og lutvís fyri at fáa listaverkið til at gera um seg við styrki. Listin fær kanska ikki beinleiðis fólk til at gera nakað, men hon kann broyta áskoðanir og harvið bróta slóð fyri nýggjum gerðum. Lukács meinar, at kjar- nan í einum listaverki er viðurskiftið millum sub- jekt (menniskja) og objekt (umheimin), og at hetta viðurskiftið er moralskt: hóskar hendan verðin til hetta menniskja ella til tað menniskjasliga? t.v.s listin er kritikkur av ómenniskjasligum livi- korum! Týski rithevundurin Anna Seghers sigur um nútíðarbókmentir: >Vit hava brúk fyri nútíðarbók- mentum, tí menniskju hava fram um alt brúk fyri at skilja seg sjálvi, skilja teirra liv«. Tannleysgering av feroyskum bók- mentum Eg skal taka nekur fá demi fram í tí, sum eg havi valt at kalla >tannleysger- ing av føroyskum bók- mentum«, og sum eg meini er vanlig í samfel- agnum sum heild og í skúl- unum serstakliga, har alt sum ikki hóvar teim ráðandi mangan verður lopið um ella skúgva til viks sum eitt mistak, ella ikki havandi virði at fáast við. Ein rættisnórur, sum sigur: >Bert tað, sum ikki traðkar nakran á tærnar er rett list<, verður brúktur, hóast — sum eg nevndi í áðni — at listin í stóran mun er kritikkur av ómenniskjasligum livi- korum, og at leiðandi lista- fólk næstan altíð eru í and- steðu til tey ráðandi í einum samfelag, har rættindi verða kúgað. Anna Seghers sigur í hesum sambandi: »Einki hugtakandi ævintýr er hugsandi uttan konfliktir, allar bekur sum grípa menniskju, grípa tey gjøgnum tær konfliktir sum ævintyrini hvila å«. og hetta er nett tað, ein fittur partur av teimum sum fåast vid bókmentir royna at snúgva undan, og ummæli, ið tosa um >vekurbók, fellir væl í hondina, ómetaliga doy- liga prenta«, eru heldur regulin enn undantek. Skammleyst rós er eisini ein háttur at snúgva sær undan at taka veruliga steðu. sær Lat okkum hyggja eitt sindur at Williami Heine- sen, sum knappliga er vorðin heiðursborgari í Havnini og er líka við at verða mettur eftir virði, 50 ár eftir at fólk uttanlanda høvdu fest eyguni á hann. Ein orsøk er, at William Heinesen treiskur hevur hildið fast vid, at hann er vinstrasinnadur og ferð eftir ferð í síni skriving hevur gjert síni sjónarmið greið. Skaldsegan »Den sorte gryde« frå 1949 er tann bókin hjá honum sum harðligast loypir á krigsspekulantar og ta eru sekterismuna, og er av tí sama tann, sum konserva- tivir bókmentamenn royna at skúgva til viks sum eina pessimistiska bók, grundað á eina pessi- mismu sum stavar frá 2. Veraldarbardaga T.d skrivar Glyn Jones í »Færø og Kosmos< so- leiðis: >I'De fortabte spillemænd' har forfatte- ren skrevet sig fri af den sorte stemning, der domi- nerede i »Den sorte gryde«. Tað skemtiliga i hesum føri er, at »De fortabte spillemænd« er skrivað áðrenn »Den sorte gryde«, men bert útgivin aftaná. „De fortabte spillemænd« er nevniliga skrivað undir krignum, meðan »Den sorte gryde« er skrivað eftir kríggið, og harvið fellur ell próvferslan um krígspessimismu til jarðar, og harvið royndin at káva útyvir bókina. Norðmaðurin ella norsk- amerikanarin Hedin Brenner, ið hevur skrivað bókina >Three Faroese Novelists« — um William Heinesen, Jørgen-Frantz Jacobsen og Heðin Brú — sigur nakað tað sama sum Glyn Jones, og tosar um at »Den sorte gryde« hevur havt terapeutiska åvirkan å William Heine- sen, so hann hevur kunnað skrivað »De fortabte spillemænd«. eina aðra- staðnis sigur hann, at „Den sorte gryde< er hatsk, sum eg meini er beinleiðis skeivt. Sami Brenner skrivar um »Leikum fagurt< hjá Heðini Brú, at hon á framúr hátt ikki tekur steðu, meðan veruleikin er, at Heðin Brú's javnað- arsjónarmið skína týðu- liga igjøgnum. Brenners viðgerð av „Leikum fagurt< flytir alla vekt yvir á tað privata og vekk frá tí politiska, sum hóast alt er aðaltátturin í skald- seguni. Tað gongur sum ein reyður tráður igjøgnum bókina hjá Brenner, at politisk stødutakan er av tí ónda, og hann roynir sjálvur — so langt sum tað er gjørligt — at sleppa undan at koma inn á hetta aspekt í síni viðgerð av teim trimum hevundunum. Har hetta er ómeguligt, sum í gjøg- numgongdini av »Den sorte gryde« roynir hann at undirmeta tað politiska aspekti. Hetta gevur sam- stundis eina frågreiding uppå, hvi Brønner kveistrar alla ta politisku siduni i »Leikum fagurt« burtur við, at Hedin Brú á framúr hátt ikki tekur stødu! Grundin til at eg geri so nógv burturúr Brønner er, at hansara sjónarmið eru vanlig her heima. Akkurát „Leikum fagurt“ hevur mangan verið við skerdan lut, tí hon so týðuliga er lykla- skaldsega og lýsir sam- tíðarfyribrigdi. Eitt lítið dømi um sjálvsensur ella sensur eftir trýsti er endin á fyrsta kapittuli í „Leikum fagurt“ har Tormaður hevur sovið hjá Elspu. Í Varðanum nr. 23 (1944) har kapittulin stóð sum stuttsøgan »Å náttar- tid« stendur: „Aðrenn fólk kom aftur at ganga var Tormaður horvin. Eftir lá Elspa heit og takksom og hvíldi. Tað stóð ein tóm kulla í kodd- anum aftaná honum, ið fór, eitt steði eftir einum svertum mannfólkabolla, har í seingini hjá henni. Hon trýsti kulluna betri niður og takkaði Gudi. Morgunin var fullur av ljósi, gentan full av lívs- hugi og himmalin blåur«. Hesum fingu fleiri ilt av, hugsa sær at skriva, at tað er ein kulla í koddanum eftir eitt mannfólkahev- ur!!!og so eru tey ikki gift! . Hetta fitta lítla brotið verður so strikað í skald- seguni, men onkursvegna skal tað fram, at Tor- maður hevur sovið hjá Eslpu, so annar kapittul í skaldseguni byrjar so- leiðis: »Tad er ikki meira enn hálvaljóst, tá Tormaður fer stundandi gjøgnum Havnargøtur å heimveg frå Elspu«. Vit fåa i bådum brotum at vita, at Tormaður svev- ur hjá Elspu, men eg haldi nú, at tað er meira erotikk- ur í tí fyrra brotinum, har hon trýstir á kulluna og hugsar um náttina. Í einum lítlum samfelag vil altíð tað ljóta spekilsi, sum eitur sjálvsensurur stinga seg fram, og fær teg — tí tú ert bangin fyri avleiðingunum — at lata vera við at skriva tað, tú hevur hug til og meinar. Trýstið uttanífrá fær teg at krypla teg sjálvan. Og sjálvsensurur má sigast at vera tað vandamiklasta slagi av sensuri, tí tú alla- tíðina tekur teg sjálvar í, um tú nú torir at skriva tað, tú helst vildi. Og sum danski hevundurin Johannes V. Jensen skrivar í skaldseguni hann skal enda við at lata »Kongens Fald«: ta søk falla, sum er evni „Skrivað stendur, at fyri hansaraivan«. hann, sum ivast altíð, altíð skal enda við at lata vera, Jógvan Isaksen Havnar Arbeiðsmannafelag Kunngjørt verður limum felagsins, at frá 1. januar 1982 eiga: 1. Loyviskortini at vera endurnýggjað. 2. Limagjaldið fyrra hálvárið at vera goldið. 3. Livstryggingarpappirini at vera útfylt av nýggjum í sam- band við hækking av tryggingarhæddini upp til 100.000 kr., fyri hvønn lim. Heitt verður hervið á allar limir felagsins at venda sær til skrivstovu felagsins, helst ikki seinni enn 1. februar, at fáa hesi mál avgreidd. Skrivstovan er opin gerandisdag kl. 10—12 og 13—17,30. Nevndin Kunngerð Veitingar frå Føroya Vanlukkutrygging í 1982 Grundarlagið fyri veitingum fyri lógskyldigum — og sjálv- kravdum arbeiðsvanlukkutryggingum er minstalgn fiskimanna pr. 1. jan. 1982, og arbeidsinntøkan 3 tey sein- astu árini. Dagpeningur: Dagpeningur er í mesta lagi fyri vikuna Dagpeningur er í minsta lagi fyri vikuna Deyðsendurgjald: Einkja/ einkjumaður fær í mesta lagi Einkja/ einkjumaður fær í minsta lagi Barn (nýfgðingur) fær í mesta lagi Barn (nýfgðingur) fær í minsta lagi kr. 1.501,50 kr. 844,55 kr. 347.458,— kr. 173.729,— kr. 130.296,— kr. 65.148,— Barnaendurgjald lagar seg eftir aldrinum å barninum. Jarðarferðahjálpin er kr. 3.670,— Avlamisendurgjøldini eru samsvarandi hækkad. Tey laga seg eftir arbeidsinntøkuni 3 tey seinastu årini, avlamisstigi, aldri og kyni á skadda/ skaddu. Av hesi orsøk hevur tryggingin verið noydd at hækka tryggingargjøldini við umleið 20% í 1982. Frítíðarvanlukkutrygging: Hægsta deyðsendurgjald Hægsta avlamisendurgjald Hægsti dagpeningur fyri vikuna kr. 172.000,— kr. 344.000,— kr. 1.330,— Um tygum ikki hava tryggjad tygum fast til hægstu veiting- ar i fritidarvanlukkutryggingini, og nå ynskja hesar, verda tygum bidin um at venda tygum til okkara. FØROYA VANLUKKUTRYGGING SIF J. H. Schrøtersgøta 1, postboks 59, tlf. 11466 og 15952, Tórshavn