mikudagur 13. januar 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6 -
H =„ telf. 14720. 11820
søstalurin box 76, 3800 Torshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Teir stóru
eta teir smáu
TAÐ FRÆTTIST, at risastór útlendsk
fyritøka hevur ætlanir um at seta á
stovn handil í Føroyum, og at sam-
ráðingar hava verið um hetta við nak-
rar føroyskar keypmenn.
OKKUM KUNNUGT er hetta sokall-
aður »lågprishandil«, sum í ser-
merkta handilsskapi sínum er førur
fyri at bjóða verur sínar fyri fjórðing
minni enn vøruprisin í dag. M.a.
orsakað av, at hesin handil bert
hevur tær vørur at selja, sum minstu
trupulleikar eru av.
HVOR KANN íkki hugsa sær at
keypa bíligt og ljóðar hetta tí í fyrsta
lagi sum bjarging brúkaranna í trong-
um tíðum. Men hugsa vit nærri um,
hvat ein tílík handilsskipan vil føra til,
verður myndin munandi daprari.
VERANDI handlar missa stóran part
av sølu síni av hesum vørum, og
skulu tí leggja ein meira kostnað
oman á tær vørur, sum nýggi handilin
ikki hevur, men sum verandi handlar
nú mugu liva av. Hesar vørur verða tí
sjálvandi nógv dýrari enn áður. Har-
aftrat kann hetta lættliga bera við
sær, at nýggja handilsskipanin heilt
tekur grundarlagið undan verandi
handlum.
TÁ HETTA MÁL er nátt, er jú stríðið
hjá teimum stóru fiskunum vunnið.
Teir eru tá einsamallir. Vit hava fingið
monopol. Nú eru teir stóru einsa-
mallir til at áseta prísin.
EITT TÍÐILIGT dømi um, hvussu
verður, tá kapitalurin sleppur at ráða
einsamallur. At teir stóru fiskarnir
skulu eta teir smáu, er júst høvuds-
reglan í kapitalistisku samfelags-
skipanini, sum eisini borgarligu
flokkarnir her á landi lovprísa.
ONKUR KUNDI freistast at sagt væl-
gagnist, men hvør stendur tå sum
svartiper. Tad ger hin vanligi føroyski
brúkarin.
SOSIALURIN
Innflutningsloyvi — fiskiloyvi
Ein undrast yvir at hoyra
Utvarpid greida frå, at
rækjutrolarin Suðurvarði
nu skal umbyggjast til at
veida isfisk vid Føroyar
burtur av og, at hann skal
avreiða fast til handils- og
frystivirkid í Fuglafirði,
sum hevur 10 trolarar at
taka fisk frá umframt
aðrar bátar.
Hver gevur hesum
bátinum loyvi at fiska
undir Feroyum og hver
gav >Gorpi< loyvi at fiska
undir Feroyum? Eru tað
somu, sum forbjóða monn-
um í Havn at útskifta ein
seldan trolara við ein, sum
er betur. Hóskandi til
veiðu á djúpum vatni.
Ein undrast yvir habili-
tetin hjá onkrum av lands-
stýrismonnunum.
Landsstýrið, sum veð-
helt fyri umbyggingar lán-
inum til Cubatrolararnar,
setti sum treyt, at teir
skuldu seljast av landin-
um, tí eigararnir høvdu tá
leingi roynt at selja uttan
úrslit og mettu hesa um-
bygging vera neyðuga,
fyri at fáa selt bátarnar av
landinum.
Verður nakað gjørt fyri
at fáa selt hesar bátarnar
av landinum og stendur
treytin frá táverandi
landsstýri ikki framvegis
við?
Sum nú er, fara hesir
bátarnir avstað við megin-
partinum av kreppulán-
unum og ikki skuldi tað
undra ein nógv, um ikki
virkið, teir avreiða til,
eisini pumpar pening í
teir.
Hesir bátar eru vorðnir
stórar skattabyrður hjá
feroyska skattagjald-
arunum við at teir altíð
hava verið sera ótíðarhós-
kandi.
Um páskirnar í fjør kom
ein 12 ára gamal trolari til
Vágarnar og var hann av
landsstýrinum mettur at
vera sera vælegnaður til
veiðu á djúpum vatni.
Eg vil fegin spyrja, um
tað eru somu menn, sum
hava givið felagnum
„Samfrost< innflutnings-
loyvi, sum nú nokta einum
felag í Havn loyvi at
skifta ein seldan trolara út
við ein, sum er betur hós-
kandi til veiðu á djúpum
vatni. Gud forbarmi seg,
um hetta er tað borgarliga
alternativið eg persónliga
var spentur uppá og vænt-
aði mær nógv av.
Landari í Havn
Teir frisinnaðu nokta
Havi frætt, at teir, sum
áttu trolaran VON framm-
anundan, at skipið varð
selt til Islands í fjer
summar, hava fingið loyvi
frá hinum Landsstýrinum,
at innflyta ein nærum
nýggjan enskan trolara,
sum sigst at vera egnaður
at fiska á djúpum vatni.
Fleiri fiskiskip eru farin
úr Havnini hesa seinastu
tíðina, og høvudsråvøru-
keldan hjå Bacalao, trol-
ararnir Hallarklettur og
Mýlingur eru nú so
gamlir, at teir liggja ein
stóran part av árinum til
umvælingar av tekniskum
brekum.
Ein, ið hevur sína gongd
á vestari bryggju, sær við
hálvum eyga, at arbeiði á
Bacalao hevur verið mink-
andi og sum tað sær út,
verður minni at gera
komandi árini um flotin, ið
hoyrir til Havnina, ikki
verður rættaður uppaftur.
Hvat gera politikarnir,
sum valdir eru fyri Suður-
streym millum annað
Pauli Ellefsen, løgmadur,
Eilif Samuelsen, landstyr-
ismaður, og tingfor-
maðurin Jógvan Sund-
stein (allir eisini valdir fyri
henda bý), fyri at hjálpa
uppá steðuna.
Eg spyrji, tí eg havi
hoyrt, at tað eru hesir sum
hava forðað fyri, at
eigararnir á VÓN fingu út-
skift sítt arbeiðstól, við at
fáa ein trolara, sum kundi
roynt eftir tí hegt lovaða,
hjá nógvum, ríkidemi á
djúpum vatni, sum annars
bert verður fiskað av út-
lendingum í dag.
Eg fari at biðja hesar
álitismenn hjá Havnini,
um at geva eina almenna
forkláring um, hví einki
hendir í hesum máli.
Tað eru mong, sum
saman við mær spyrja, hví
Havnini ikki fær somu
semdir sum onnur pláss í
Feroyum, tá talan er um
innflutningsloyvi til
fiskifer?
Vónandi tekur Lands-
stýrið sær um reiggj og
rættar = uppaftur tað
mistak, sum er gjert ímóti
teimum av okkara
frægastu sjómonnum í
Havnini.
Fyrrverandi skipari
ȁbyrgdarloysi teirra folkavaldu
i Suðurstreyma
Nú, tå »Nénhamar« skuldi
seljast, ljóðaði tað, at
landsstýrið hevði selt
trolaran til eitt felag í
Havn, sum hevði hægsta
boðið í hesi seluni, men,
sum við so nógvum eðrum
málum, kom eisini
politikkur upp í her so tað
munaði.
Felagið, sum so at siga
hevur keypt trolaran,
hevur nú í longri tíð bíðað
eftir einum útskiftingar
loyvi til sterri trolara, eftir
at teir seldu fyrra trolara
sín av landinum, og
sostatt ongan trolara hava
í letuni.
Hini feløgini, sum buðu
uppá »Nénhamar«, hava
ell tvey ella fleiri skip
frammanundan, so tað var
ikki so legið, at lands-
stýrið vildi selja hesum
felag í Havn, sum í letuni
ongan trolara hevur,
»Nénhamar«.
Vit her i Sudurstreymi
eiga 10 tingmenn, men ti-
verri ongan lim i figgjar-
nevndini, so har kann eitt
felag i Havn ikki vænta
sær tann stora stuðulin.
Tað, sum undrar ein, er
tegnin og líkasælan, sum
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
tingmenn okkara hava
sýnt hesum málinum,
mótvegis monnum úr
eðrum valdømum, sum
hava fylt bleðini við brev-
um og samreðum um
hetta málið og týdningin
av, at fáa tað framt fyri
teirra egna valdømi.
Ur ávísari kommunu
kom mannsterk sendi-
nevnd, umboðandi
kommunu og ymisk yrkis-
felog, til Havnar á fund
við Landsstýrið.
Fyri at vísa á, hvussu
umráðandi tað var fyri teir
at fáa trolaran til teirra
kommunu.
Eg må tí spyrja um
einki er gjørt hiðani fyri at
fáa málið framt fyri
okkum her í Suður-
streymi?
Felagið í Havn, sum
ætlar at keypa »Nén-
hamar«, hevur víst í verki,
at tað sanniliga er fert fyri
at reka ein slíkan trolara
og hevur tað tí uppiborið
allan tann stuðul, sum
okkara tingmenn-býráð og
yrkisfeløg her í Suður-
streymi eru fer fyri at
geva ti.
Havnin
hevur krav
uppá ein trolara nú eftir at
fleiri trolarar eru seldir
tvey tey seinastu árini og
eingir aðrir eru komnir
í teirra stað.
Nú mugu tit, okkara
góðu tingmenn — býráðið
og yrkisfeløg sanniliga
gera nakað munagott við
hetta málið, soleiðis at vit
fáa trolaran til Havnina,
sum hevur stóran tørv á
honum og tað ongantíð ov
skjótt. Vísið nú, at dugur
eisini er í tykkum.
»ÅArbeidsleysur«
Få
É
é