Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. januar 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Hvørja nyttu er motiOnin? Tað eru fleiri, ið íðka motiónsvenjing, men tó er tað alt ov fá. Og tey, ið íðka, gera tað, í alt ov stóran mun, ov sjáldan. Tá hugsað verður um tann tydning, ið motión hevur fyri heilsuna, er tað ófatuligt at so nógv velja heldur at vera passiv, og koyra í bili hvørja friløtu ístaðin fyri at ganga ella renna Danska keypsamteku- blaðið »Samvirke« hevði i januarútgávuni sera áhugaverda grein um motiónsítrótt, sum vit loyva okkum at endurgeva nekur brot burturúr. Upphavsfólk- ini til greinira eru Tage Egsmose, dr. med., og Inger Otto, translater, frá Kebenhavns Uni- versitets Hygiejniske Institut. Í greinini stendur m.a. IÐKA MOTIONS- ITROTT tad er gott fyri heilsuna! Hetta er sagt so ofta nu, at tu ert lika við at gloyma, hvønn tydning tad hevur. Nevnast kann, at motion er góð fyri hjartað og lunguni. Hjá teimum, sum hava ov hegt blóð- trýst, tey, ið viga ov nógv, og tey, sum hava sukur- sjúku, og nógvum eðrum er nógv at vinna við at íðka motión. Men tað er av ómetalig- um týdningi at hava vilja- styrki, um tú skalt fáa nóg góð úrslit burtur úr motiónini, serliga um tú íðkar einsamallur. Ein hjálp er, um tú finnur nakrar aðrar persónar, við somu áhugamálum á ekin- um, at íðka saman við tær. Um tú fært gjert hesa ven- jing til ein vana, so er veruliga nógv vunnið til frama fyri eina betri heilsu hjá tær. Sitandi arbeiðir Gongdin seinastu árini er bend á tað borðið, at fleiri og fleiri í dag hava ar- beiðir, ið krevja ógvuliga lítið av kropsligum aktivi- teti, og harafturat hava vit fingið tann vana, at tað skal koyrast í bili bæði tíðliga og seint. Sjálvt tá talan er um ítrótt, so eru vit eisini passiv. Fleiri velja heldur at vera áskoðarar enn sjálvi at gera nakað við tað. Seinastu árini er tó ein vend við at koma í. Og hon er til tað betra. Fleiri hava nú fingið eyguni upp fyri týdninginum at íðka moti- onsitrott. Ein amerikansk Gallup- kanning i 1977 visti, at umleið helmingurin av fólkinum har íðkar moti- én, sum td. bóltspel, súkling, svimjing, renning, fimleik o.t. Eitt annað, sum kanska ikki verður nevnt ítróttur, men sum gevur góða motión, er dansur. Motión hevur eisini sál- arligan tydning. Fólk, sum íðka motiónsítrótt javnan, siga, at tey hava tað betri, hava meira orku, og nýtast minni svøvn. Harafturat kann moti- ónsvenjingin eisini hava tað við sær, at fólk velja ein betri »livsstil«. Td. kann henda seg at fólk av hesi orsek gevast við at roykja, drekka ov nógv av alkoholi og fáa sær betri kostvanar. Nógv færri hjarta- tilburðir Próvtilfarið í samband við pástandin um, at motión minkar um meguleikan við hjarta-kar sjukuni, veksur — stødugt. Ein kanning av 17.000 persón- um visti, at tey fysiskt aktivu høvdu nógv færri hjartatilburðir, meira »sitandi« Tey, sum nýttu minni enn 500 kaloriur um vikuna upp á motion, høvdu dupult so stóran meguleika at fáa hjarta- sjúkur sum tey, sum nýttu 2.000 ella fleiri kalo- riur um vikuna. Til saman- beringar kann nevnast, at tú nýtir ca. 60 kaloriur at ganga ella renna ein km. Hjá teimum, ið hava ov hegt blóðtrýst, kann moti- ónsvenjingin eisini fáa blóðtrýsti at falla við umleið 10 mm. Harafturat kann yvirvekt hverva. Um tú gongur ella rennur tveir kilometrar um dagin, ella svimur 400—500 m. kanst tú missa 4—5 kilo upp á eitt ár. Eisini hevur motion nógvar aðrar batar við sær. M.a. tey, ið hava astma og fólk, ið hava aðrar trupuleikar við at anda, kunnu økja um »andingarkapasitetin«. enn tey Bæði ung og eldri Nú er tað útvið dupult so nógv, ið íðka motións- ítrótt, sum fyrr. Men tíverri vísir tað seg, at venjingin ikki er nóg herð og nóg ofta til, at øll nytt- an fæst burtur úr at betra um heilsuna. Býtið ímillum kyn og aldur er eisini týðuligt. Prosentvís eru tað fleiri menn enn kvinnur, ið íðka motión. Eisini er ein týðu- ligur munur í, at tað eru nógv fleiri ung enn eldri, ið íðka. Flestu av teimum, ið íðka motiónsrenning, eru byrja av egnum »initia- tivi«, kanska ti at ein kenningur hevur åvirka åvirkanir arbeiðs- tey Aðrar kunnu koma frá plåssum, blødum o.t Men t.d. heilsuverkið ger alt ov lítið við at ávirka patientarnar at íðka motión. Um patientar fáa álagt at íðka motión, kann henda at tey fáa tað til vana, og harvið betra munandi um heilsusteðu sína. Ti vil hettar verða ein uppgáva hjá starvs- fólkinum innan heilsu- verkið at fara undir Tá tú nú hevur lisið oman- fyri reglur, kemur tú óiva at undrast yvir, hví so fá íðka motión, tá hon nú er so góð fyri heilsuna Innan hettar eki eru vit helst ein eftirbátur í mun til londini uttan um okkum. Her hjá okkum eru tað alt ov fá, ið íðka motión Eitt lítið undantak var kortini. Tá ISB seinasta summar skipaði fyri moti- ónsrenning í Havn, vóru tað ómetaliga nógv, ið byrjaðu við at renna. Men tíverri var tað alt ov skjótt, at talið minkaði stórliga, og beint áðrenn givist var í heyst, vóru tað bert heilt fá, ið runnu. Hettar er stórt spell. Tí tað er helsi ongastaðni í Feroyum, at so stórur partur av fólkinum hevur sitandi arbeiði, sum i Havn. Tí skuldi tað veri ein natúrlig fylgja, at íbúgvarnir í Havn íðkaðu motiónsítrótt í nógv sterri mun, enn tey gera í dag. So eini góð ráð til tín eru: FAR UT OG RENN tað kann eisini gerast um kavi er. Ella far og venj onkran annan ítrótt. Tað vil betra um heil- suna hjá tær. Síða 9 Stubbar uttanlands Aftur á HM-liðið? Houghton er koyrd ur úr starvi Aftaná Bob Houghton hevði ro avbera goður stjóri fyri Malmø FF, ið vann fyra meistaraheiti og komu í KEuropa-cup finaluna Nottingham leiðslu Í 78 móti Forest undir hansara gjørdist hann stjóri hjá Bristol City Nú er hetta samstar aftana 15 mánaðars royndir Aftaná trý leikár er Bristol gliðið frá 1 deild niður i botnin av 3. deild Felagið hevur stóra skuld og framman- undan var greitt, at tað fór at vera sera trupult hjá Bob Houghton at steðga ítróttarligu niðurgongdini, tá tað ikki var nóg mikið av peningi at keypa teir leikarar, ið kundi fingið vent gongdini Houghton fekk tó málverjan hjá Malme FF, Jan Møller, við sær til Bristol. og júst Møller er í dag ein av bestu leikarunum á Bristol-liðnum steðga. Kavi og kuldi Vánaliga vetrarveðrið í Onglandi elvir fram- vegis til stórar trupul- leikar fyri fótbólts kappingina Seinasta vikuskiftid vórðu bert fýra dystir leiktir í 1. og 2. deild, meðan allir hinir vórðu avlýstir. I 1. deild leiktu Manchester City og Stoke .1—1, meðan Nottingham F. á heimavelli vann 2—1 á Birmingham. Í 2. deild tapti Grimsby við tveimum málum móti einum móti Orient, meðan Oldham og Watford leiktu javnleik, 1—1. Framhald av sidu 8 Teir hava, sum ådur greitt frå, eitt stig meira enn Kyndil, men hava eisini leikt ein dyst fleiri enn Kyndil. Við Kyndils-sigrinum varð spenningurin i |. deild varðveittur og eru nú stórir meguleikar fyri, at avgerðin um hver skal vinna feroyameist- araheiti hetta kappingar- ár, fellur tá liðini bæði hittast í fjórða lands- kappingardysti teirra. Hesin dystur verður leiktur í hellini á Skála y »låss HM-Iið ið sk eik Spania, aftana at hann i larnu viku var keypt Stoke ið gav Southampton 7 mill kr. fyri Watson til ur Uli Sáttmála ella út! „John Barnwell, stjóri í Wolverhampton, hevur nú fingið boð um, at antin skrivar hann nýggjan sáttmála við felagið, ella verður hann noyddur at gevast Síðani mei mánað síðsta ár, hevur Barnwell hverja viku gjørt serstakan munnligan såttmåla vid Wolves Kapping John McEnroe, »enfant terrible« innan tennisitrøtt, hevur nu fingið kapping. Tá tað stuttum varð kappast í Birmingham i Onglandi, vórðu Hank Pelster og Victor Amaya hver dømdir at fyri gjalda 500 dollar í mulkt fyri at hava brúkt munn móti av gerðum dómarans Leikbannið lokið, men verður bundin á annan hátt Leikbannið, ið ásett móti Paolo Rossi, italsku fótbólts>stjer- nuni<, aftaná stóru muturgelina, fer úr gildi 30. apríl. Tó sær ikki út til at Rossi hevur ynski um at gerast heilt leysur maður. Beint áðrenn HM í Spania byrjar verður hann bundin á annan hátt, nevnliga í hjúnarbandinum, tá hann giftir seg við 22 ára gomlu Simonettu Rizzat. var