mikudagur 13. januar 1982síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 13
Foroyskur fiskur á vegamótt:
— Nei takk til
føroyskan fisk
— vánalig vora!
— siga útlendskir keyparar. Góðskan má
blíva betri skulu teir keypa meira
Fyrsta dagin verður fund-
ur millum Landsstýrið,
Vrakarastovnin, Heilsu-
freðiligu = Starvsstovuna
og umboð fyri skipini og
virkini, har tann álvars-
liga steðan við okkara
fiskaútflutningi = verður
viðgjerd.
Tað er góðskan á einum
parti av okkara útflutta
fiski, sum ikki er í lagi.
Upsaflekini, sum vit selja
til Tysklands, lúka ikki
tey krev, sum keyparin
setur til fiskin — og salt-
fiskurin, sum hesa sein-
astu tíðina er farin suður-
eftir, er vorðin ov gamal.
Bæði motta og pinkur er
komin í hann.
Málið er so mikið álvars-
ligt, at tann stersti keyp-
arin av feroyska upsa-
blokkinum, ein týsk fyri-
tøka, sum í fjør mundi
keypa heili 9000 tons av
upsa, hevur bodid frå, at
hon keypir ikki meira av
upsa úr Føroyum, fyrr enn
ávís krev verða uppfylt.
Nú verður so roynt at fáa
virkini at lúka tey ásettu
krevini. Í letuni eru fólk
frá Vrakarastovninum úti
kring landið og vitja øll
flakavirkini. Har fáa virk-
ini nágreinilig boð um,
hvussu tey skulu
fyrihalda sær viðvíkjandi
upsanum.
Haldor Hansen, yvir-
vrakari sigur í samreðu
við Sosialin, at steðan er
sera álvarslig. Trupulleik-
arnir eru at finna fleiri
staðni. Fyrst nevnir hann
skipini. Tað vísir seg, at
túrarnir hjá bátunum eru
ov langir. Skipini hava
eisini trolini ov leingi úti.
Hetta ger, at tá upsin
kemur á dekkið, er hann
Framhald av síðu 3
Í skrivinum til Norð-
stjørnuna segði lands-
stýrið eisini, at treytin fyri
at fáa loyvi at flyta ein
nýggjan trolara til landið
var hon, at hesin kundi
fiska á djúpum vatni. Og
tað kann St. Philipp.
Tað var í juli, at Vón fór
til Íslands. Selupening-
urin var 6,5 mill. kr. Tó
kundi partsreiðaríið fingið
meira fyri hann, um hann
varð seldur í Feroyum.
Men reiðaríið ynskti at
keypa ein annan, sterri og
betri trolara.
deyður. Tá nyttar lítið at
blóðga hann. Hetta kemur
so aftur um brekku seinni,
tá fiskurin skal viðgerast
og síðani seljast av land-
inum. Haldor Hansen
sigur, at tað er ógvuliga
umráðandi, at arbeiðs-
gongdin umborð á fiski-
skipunum verður broytt
soleiðis, at fiskurin, sum
kemur til virkini, er í lagi,
tvs. at hann ikki er ov
gamal. Hann vísir her á, at
tað er av stórum týdningi,
at tað verður fylgt-við og
skrivað niður, hvussu
gamal tann og tann fisk-
urin er, sum fer í lastina.
Eisini er tað avgerandi
fyri góðskuna, at kass-
arnir ikki verða ovfyltir.
Tað vísir seg nevniliga í
dag, at teir kassar, sum
taka upp til 55 kilo, oftani
verða fyltir ov nógv —
upp til 90 kilo.
Samanumtikið sigur
Haldor Hansen at tað er
av stersta týdningi, at
fiskurin, sum kemur upp á
dekkið er livandi, tá hann
verður bleðgaður. Túr-
arnir eiga ikki at vera
meira enn 10 dagar. Tað at
Ráfiskagrunnurin nú
hevur samtykt at seta í
gildi góðskuflokkarnar A
og B í prísásetingina fyri
upsa, er eisini av týdnigi.
— Hetta haldi eg fer at
broyta viðurskiftini tann
rætta vegin.
Haldor Hansen leggur
aftrat, at virkini mugu
ikki taka ímóti fiski, um
tey ikki hava meguleikan
at arbeiða hann. Tað
hevur víst seg, at virkini
hava tikið ímóti so nógv-
um fiski, at tey hava verið
noydd at hava hann ligg-
jandi ov leingi óviðgjerd-
an.
Haldor Hansen sigur
víðari, at tá talan er um so
nógv virki, sum skulu lata
veru av landinum, so er
neyðugt at tey øll leggja
sær í geyma at hava góðs-
kuna í lagi. — Um bert eitt
virki = hevur vánaliga
góðsku, so gongur hetta
út yvir ell virkini.
Sjálvur heldur Haldor
Hansen, at virkini nú fara
at greiða hesar trupul-
leikar. Men hann vísir á,
at málið er ógvuliga
álvarssamt.
Mugu hava stóra
kuldagoymslu í
Feroyum
Síðani er tað saltfiskurin.
Eisini her er góðskan ov
vánalig. Her er talan um
stórar negdir av saltfiski,
sum pinkur og motta er
komin í. Orsøkin er. fyrst
og fremst tann, at fiskurin
hevur ligið ov leingi á
goymslu í donskum havn-
um, áðrenn hann er farin
suðureftir til keyparan.
Haraftrat hevur verið ov
heitt á goymslunum í Dan-
mark.
Herfyri varð fundur
millum Fiskaseluna, virk-
ini, Vrakarastovnin um,
hvussu útreiðslurnar av
hesum skulu býtast.
Uppá fyrispurning um
her ikki hevur verið talan
um kleyvarskap sigur
Haldor Hansen, at vit
hava ikki nóg stórar
kuldagoymslur til saltfisk.
Hann heldur, at vit eiga at
hava eina stóra kulda-
goymslu í Feroyum, har
pláss var fyri ikki minni
enn 1000 tonsum av salt-
fiski.
Hetta er nakað, sum
skuldi verið gjert fyri
langari tíð síðani. Nú
mugu vit so svíða fyri tí
sjálvir.
Annars
vísir Haldor
Hansen á, at tað eisini er
mátin vit hagreiða salt-
fiskin uppá, sum kann
vera orsek til vána góðs-
kuna. Meðan vit í meira
enn 100 ár hava lagt salt-
fiskin í stakkar, eru vit
byrjaðir at leggja hann á
sonevnd stativir. Tað vísir
seg, at hetta tolir ísfiskur
ikki, og vit mugu tí fara
yvir aftur til gomlu skipa-
nina.
Haldor Hansen sigur at
enda, at hetta eru spur-
ningar, sum mugu viðger-
ast á politiskum stigi
eisini, tí teir eru so mikið
álvarssamir.
Telefonbókin
fyri 1982/ 83
Nú telefonbókin fyri 1982/ 83 er í umbúna,
biðjast telefonfelagar so skjótt sum megu-
liga skrivliga at koma við rættingum til hesa.
Telefonverkið
Almenn kvøldskeid
á Fróðskaparsetrinum
-Mánadagin 8. februar verður farið undir hesi kveldskeið á
Fróðskaparsetrinum:
Urtagarðsrekt — framhald — 20 tíma skeið —
Framhaldsskeið fyri tey, sum hava luttikið í skeiði í urta-
gardsrøkt á Fróðskaparsetrinum mánakv. kl. 19,00—20,40
Lærari: Sigga Rasmussen.
Føroysk hagtøl — 16 tíma skeið —
Skeiðið er í tveimum: Ein almennur partur um hagtøl og
grundleggjandi hættir at viðgera hagtøl við, hin parturin
snýr seg um hagtøl, ið lýsa ymisk viðurskifti í Føroyum,
bæði frá nýggjari og eldri tíð.
mánakv. ki. 19,30—21,10
Lærari: Petur Zachariassen.
Skeiðini eru treytað av nóg góðari undirtøku. Samstundis
er næmingatalið uppeftir aumarkað.
Fróðskaparsetrið tekur ímóti tilmeldingum til og við 22.
januar.
Oli, ið ætla at taka lut í skeiðunum eiga at senda inn til-
meldingarblað, sum fæst við at skriva til Fróðskaparsetur
Føroya, 3800 Tórshavn, ella ringja tlf. 15302 ella 15303.
Tilmelding kostar kr. 100 fyri hvørt skeidid.
Fróðskaparsetur Føroya
FJ |
i
Setursskrivstovan
FALDHURDIN
Faldhurðin sparir um plássið
Faldhurðin er orkusparandi
Faldhurðar kunnu fáast til eitthvert endamál
- Faldhurðin verður framleidd í ymiskum træ,
eins og í ymiskum litum í kunstleðri
Faldhurðin er bíligari í standardstøddunum
205 x 73 cm, 205 x 83 cm og 205 x 93 cm.
Prisir og lysingarblad fåast vid at venda sær
til ,
Í Falkavegur - tlf. 14600