Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. januar 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Síða 7 Pensionistarnir mistu 18 mill. kr. — Ein rættleiðing til ta rongu skriving sum Dagblaðið hevur havt um málið um pensiónshækkingarnar. …— Av ti at Dagbladid hin 30/12—81 i einari grein, ið nevnist Tann stóra umsorganin, gevur javn- aðarflokkinum skuldina fyri, at ongar pensións- hækkingar eru framdar enn, skal her verða greitt frá gongdini og tí rætta samanhanginum i hesum måli. Tað er øllum kunnugt, sum fylgja eitt sindur vid i politikki, at javn- aðarflokkurin longu undir hinari samgonguni í landsstýrinum var far- in undir at fyrireika eina hækking og ajour-fering av fólka- og avlamis- pensiónsveitingum. Sam- stundis vóru munandi ábetur á forsorgarlógina tilætlaðar. Hesar ábetur skuldu gera tað meguligt í framtíðini at veita munandi betri hjálp til húski í trong- steðu. Henda hjálp skuldi ikki sum nú verið avmarkað til eitt fast hægstamark, men skuldi umfata tær veruligu út- reiðslurnar hjá tí húski, sum kom í neyð vegna t.d. sjúku ella arbeiðs- loysi. Hetta vil siga, at tað hevði verið møguligt hjá tí rakta at sloppið undan at komið í td. skatta- og húsaleigu- skuld. Tær neyðturvu- ligu samráðingarnar við ríksmyndugleikarnar vóru lidnar og semja var fingin í lag um alt hetta. Men so kom sam- gonguslitið, framprovo- kerað av fólkaflokk- inum, sum ikki helt sam- gonguna vera nóg borg- arliga og tí heldur vildi saman við sambands- flokkinum og alt málið kom sostatt at bíða eftir vali og nýggjari sam- gongu. So skjótt hendan var komin á fetur, t.v.s. longu í januar 1981 spurdi javnaðarting- maðurin Vilhelm Jo- hannesen landsstýrið, um tær avtalaðu pensi- ónshækkingarnar fóru at við- merkingar verða settar í verk og svarið kom í tinginum hin 3. februar 1981. Svarið var eitt klárt nei. Tað næsta, sum hendi var, at Javnaðarflokk- urin legði fram uppskot um hesar nevndu hækk- ingar. Hetta uppskot (tingmál nr. 35/ 80) varð felt av samgonguni 7. apríl 1981. Tá tingið kom saman aftur aftan á Ólavseku, setti Vilhelm Johannesen fyri javn- aðarflokkin fram uppskot til samtyktar, ið álegði landsstýrinum at koma við lógaruppskot- unum um þpensións- hækkingar og broytingar í forsorgar- lógini. Hetta uppskot (tingmál nr. 81/81) fór hin 9. september í sosialu nevnd legting- sins, har formaður fólka- floksins er nevndarfor- maður og har hevur hann súltað málið til henda dag. Niðursteðan av hesari gongd kann tí bert verða hendan, at landsstýris- samgongan við at fella uppskot javnaðarflok- sins hevur forðað pensió- nistunum í at fáa eina samlaða pensiónshækk- ing upp á tilsamans 18 milliónir kr. svarandi til eini 15—18% í meðal fyri hvønn pensionist í Før- oyum. Hetta er óreingiligt! So kann stavnamaður fólkaflokksins og sjálv- vandi talsmaður sam- gongunnar, Óli Breck- mann, skriva so nógvar lygnsmansgreinir í Dag- blaðnum, sum honum lystir, tað broytir tó ikki tann veruleikan, at hann og hansara samgonga hava noktað okkara fólka-, = avlamis- og einkjupensionistum tær hart tiltrongdu hækk- ingarnar í veitingunum, sum upprunaliga vóru avtalaðar og sum bíðað hevur verið eftir nú í skjótt eitt ár. Jóannes Dalsgaard Om seg eitt sindur illa tilpass- ar Eftir er bara at vóna, at hinir í flokkinum og aðrir tingmenn koma á betri tankar, soleiðis at hetta týdningarmikla mál fyri okkum útróðrarmenn verður samtykt og gongd kemur á. Minnist til, at tað eru vit útróðrarmenn, fiski- og verkamenn sum halda samfelagnum gan- gandi. Útróðrarmaður Dagny Joensen: Gerandis- lagnur. Triggir utvarpsleik- ir. Tórshavn 1981, 108 s.. kr 55. Permumynd Ingvør Nolsee. Prent Einars offsett Utvarpsleikurin kom fram samstundis sum útverp vórðu sett á stovn í tjúgunum, og hevur altso verið við av fyrstan tíð. Upprunaliga bleiv ein leikur sendur beinleiðis, við tað at upp- tøkumøguleikar ikki vóru til staðar, men eftir at bandupptakarin gjer- dist eitt vanligt amboð í fimtiárunum, hevur meguleikin fyri saman- klipping gjert útvarps- leikin enn meira nýti- ligan. Tú skalt ikki sum fyrr venja sum til van- ligan sjónleik, og tú kann upptaka í brotum, sum tað hóvar tær, og har tað hóvar tær, og meguleikarnir at royna seg fram eru næstan óendaligir. Av teim av- markingum, sum álagt er útvarpsleikinum, er tað týdningarmesta kravið um, at umhvervið og útsjóndin og medferð- in hjá persónunum skal vera beinleiðis avmálað í samreðunum. Í sambandi við út- varpsleik hevur tað ser- ligan týdning, at tað er so kostnaðarlítið at framleiða ein sovorðnan, og tí byrja nógv ung sjónleikaskald sum hev- undar av útvarpsleikum, innan tey fara víðari til sjónleikarhúsið. Blaðkvinnan Dagny Joensen hevur givið út tríggjar leikir undir fel- agsheitinum »Gerandis- lagnur«, og teir hava allir verið sendir í Útvarp Feroya við Oskari Hermanssen sum tilrættaleggjara. »Er tú nøgd, Bina?< er um ta sterku Binu og tann veika Lávus, sum hava verið gift í mong ár og hava vaksin bern. Bina arbeiðir nógv — ger reint í fleiri húsum — meðan Lávus meira tekur sær av lettum. Hetta brigs- lar Bina honum, men hann sigur, at tað er hon, sum hevur skyldina, tí hon hevur húglað so mikið um hann, at hon hevur kvalt allan dugna í honum: „— Um tú ikki hevði ballað meg soleiðis inn, Bina, so hevði staðið eðr- vísi til í dag, men tú kvaldi meg!< Umberingin hjá mann- inum er kanska ikki heilt skeiv, men hon er heldur ikki sannleikin. Hvat, ið er sannleikin um, hví tað hevur gingið, sum tað hevur gingið, er ikki lætt at útgreina, tá ið (sam-)- :lívið er so langt útliðið. Men Bina kemur í sam- rødu við sonin til eina niðursteðu, sum sam- stundis er grundgeving fyri, at hon og Lávus skulu halda fram við at liva saman: „...pápi er ein partur av mær, eins og eg er! ein partur av honum. Ég hugsi ikki, vit hóast alt kundu verið hvenn ann- an fyriuttan... Tað kann sýnast so lætt, bert at skúgva tað burtur, sum ikki eydnast lívinum men hvat hava vit at seta í staðin ?< Sonurin Páll úr fyrsta leikinum gongur aftur í „Selmu og Påll«, sum fer fram tíggju ár seinni. Á nekunlunda sama hátt sum pápin kennir hann seg skúgvaðan til viks, sum ikki havandi virði fyri konuna. Hann mein- ar, at hon ongantíð hevur havt stundir til hann, og tí hevur hann funnið sær eina hjákonu. Kona hansara tekur tað stødu, hann vildi hava mammu sína at taka; hon vil skiljast. Sam- bandið við tann undan- farna leikin verður bein- leiðis knýtt, har Selma sigur við Páll: >...eitt sigi eg tær Páll, eg fari ikki at spæla sama leik- lutin sum mamma tíns, og seinni Páll við seg sjálvan: »Og tú, sum tosaði við mammu tína um lívsinnihald...at ein sjálvur kundi broyta sær lívið (flennir háð- andi)...— Gakk nú Páll, tú liggur, sum tú sjálvur hevur reitt...“ Allir tríggir leikirnir eru knýttir saman á ymsan hátt og lýsa hvenn annan, og seinasti leikurin >Býr nakar inni har, mamma?< er um vinkonu Selmu, Ruth, og mann hennara — tann framfýsna handilsmann- in Jens. Steðan hjá Ruth er nekunlunda tann øvugta av ti hjá kvinn- unum i undanfarnu leik- unum. Hon fær alt latið upp í hendurnar, og eingin setur serlig krev bókarummæ li Setið krøv til hvert annað ! til hennara, annað enn at halda húsini, og tað er har, hundurin liggur grivin. Verða eingi kra sett til okkum, og sleppa vit ikki at royna okkum å onkrum øki, er møgu leikin fyri, at vit følna størur. Hjå Ruth setur kravloysid inneftir, og hon leggur seg i badi- karid við høvudpinu og brukar grønt badivatn fyri at undirstrika hverj- um lag, hon er í. Í leikinum >Selma og Páll heldur Ruth seg vera væl nøgda: »Hugsa ikki um meg Selma, eg eri sannførd um, at li mitt er so, sum eg vil hava tad«. Men nú tiggju år seinni tad eru tiggju år millum hvønn leikin — leggur hon einki í tey stóru hus- ini, og ynskir seg næstan aftur í tey smáu gomlu húsini, har hon meinar, at hon og Jens vóru lukkulig. (Hjá Selmu og Pálli var tað øvugt: hon koyrir á at fáa egin hús, meðan hann meinar, at ein kjallaraíbúð er iva- leysa góð). Men Ruth hevur livað so leingi í hjúnarband- inum við Jensi uttan at gjert um seg, at nú dugir hon ikki reiðiliga. Hev- uðpínan heldur fram, og baðivatnið er framvegis grent. Hon dugir ikki at gera seg leysa av van- anum, hon dugir ikki at royna sum Selma, ið segði við hana, tá ið hon vildi skiljast: >Ég veit eisini, at eg kanska ongantíð fari at finna tað, eg leiti eftir... (upp- lyft)... men kortini… sum 80 ára gomul, kann eg sita friðarliga frammanfyri vindeyga mínum og vita... at eg tók av avbjóðingini Það gongur aftur ur lerKUuUNur at VI vorðið tað, per Selma um sigur Lætt Hver hevur okkum, at tað skuldi vera lætt? Men tað eru ikki ell, sum fáa tað kann lc )V að somu semdir tað vera nakað um!< Eg havi ikki hoyrt út varpsleikirnar, og kann tí ikki meta um, hvussu nógv hevur verið arbeitt við rúm- og ljóðeffek- tum; tað eru so at siga ongar viðmerkingar av hesum slag í handrit- inum. Dagny heldur seg til samreð- una, og brúkar tað intima í útvarpsleik- inum, tað at tú og tey sum spæla eru saman, at tú lurtar eftir teirra sam- reðum. Á henda hátt letur hon eina hurð á glopp inn til vanligar lagnur, gerandislagnur sum tittulin sigur Talumålid er aloftast livandi og smidligt, men vidhvørt eru onkrir set- ningar eitt sindur stirv- nir og ikki munnrættir. Hetta er tå munurin imillum skrivad og talad føroyskt setur seg igjøgnum, ein skilnadur sum akkuråt gerst týðu- ligast í einum hoyri- spæli, har talumálið er alt, næstan. Teir triggir utvarps- leikirnir hjå Dagny Joen- sen eru rættiliga væleyd- nadir og eru i hvussu er ein góð roynd, sum vón- andi heldur fram. Joensen Jógvan Ísaksen