Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. februar 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Ynski útvarpsstjórans á 25 ára degi útvarpsins og nú sein- asti partur av nýggju útvarpshúsunum verður tikin í brúk: Mugu seta upp ein millumbylgjusendara so okkara fiskimenn kunnu fylgja við J. P. Gregoriusen, sum hevur teknað húsini og Eli Zachariasen, sum hevur havt eftir- litið um hendi — Tað er neyvan nekur tjóð í heiminum, sum fer so illa við sínum egnu fiskimonnum sum vit feroyingar, tá talan er um at loyva teimum at hoyra og fylgja við tí, sum fyriferst heima, meðan teir sjálvir veiða úti á havinum. Nakað soleiðis, segði Niels Juul Arge, útvarpsstjóri, tá Sosialurin spurdi hann, hvat stersta ynski hansara er, nú útvarpið hevur 25 ár á baki og nú seinasti partur av út- varpshúsunum verður tikin í brúk Niels Juul Arge vísir á, at tað leingi hevur verið eitt ynski frá útvarpsins síðu at fáa ein 50 ella 100 KW send- ara til vega, soleiðis at okk ara sjófólk kunnu fylgja við og hoyra útvarpið allar tíðir á árinum Hetta hevur higar- til ikki borið til, hóast talan ikki er um so stórar ílegur sigur útvarpsstjórin og legg- ur aftrat Hetta er so eitt mál, sum okkara politikarar mugu taka eina steðu til 25 árini og nú tvær tónleika- hellir verða tiknar í brúk í út varpshúsunum, verða há tíðarhildin. Ein stórur partur av okkara tónleikarum skal royna seg í teirri nýggju út varpshellini, sum helst er best egnaða helið vit hava í landinum til musikkendamál Í samband við dagin eru meira enn 200 fólk bjóðað til eina samkomu, sum byrjar í dag kl. 16. Ætlanin er so at senda fram- førsluna i útvarpinum leygar- kveldið, umframt at har verða beinleiðis sendingar bæði við Big Band og Dansi- felagnum í Havn. Talan er um eina rættiliga stóra útvarpshell og eina minni leikhell. Tær skulu nýt- ast til útvarps- og musikk- endamál. Eitt nú verður meguleiki hjá okkara tón- listafólki at royna seg undir munandi betri umsteðum enn vanligt er her heima. Eisini verður betri meguleiki at skipa fyri fleiri orðaskiftum um samfelagslig evni Vit spurdu útvarpsstjóran, um vit kunnu vænta okkum meira av orðaskifti í útvarp- inum í framtíðini. Júst orðaskifti er ein partur av útvarpssending unum, sum vit ikki hava havt tær bestu umsteðurnar til á Bryggjubakka. Nú verður meguleiki fyri at skipa fyri slíkum sendingum, og tað er eisini ætlanin at leggja stór an dent á henda tátt Nýggju útvarpshúsini skulu hava nakað av teknisk ari útgerð aftrat. Tá henda útgerðin er komin, og tá vit rokna byggirentuna við kosta nýggju húsini umleið 34 mill. kr Uppá fyrispurning um tað skulu setast fleiri fólk, nú umsteðurnar eru vorðnar so mikið frægari, sigur Niels Juul Arge, at tað var ætlanin at seta fýra fólk aftrat her- fyri, men tá tað ikki var politiskur meiriluti fyri at hækka útvarpsgjaldið úr 215 kr. upp í 260 kr. varð hetta av ongum. Eingin peningur varð tekur til at lena fleiri fólkum Tað er annars vón útvarps- stjórans, at tað vera sett fleiri fólk, tí í dag eru tað tían- verri nógv, sum liggur á láni Niels Juul Arge nevnir ann- ars, at tað helst verður neyðugt at skifta út FM- sendararnar, teir vóru tiknir í brúk fyri 10 árum síðani, og tá varð sagt, at teir fóru ikki at hava longri livitíð enn eini 10 ár — Men skulu útvarpshús- ini hýsa einum feroyskum sjónvarpi eisini, spurdi vit Niels Juul Arge? — Eg veit ikki, hvat eg skal siga til handa spurningin, tí alt eg higartil havi fert fram hevur antin verið misskilt, ella lagt út sum eg var ímóti sjónvarpi. Annars er at siga, at eg sjalvur var tann fyrsti, sum gjerdi eitt uppskot til føroyskt sjónvarp. Hetta var í 1968 og var tað eftir áheitan frá Petur Mohr Dam, sála. Málið varð samtykt við 2 viðgerð í tinginum, men við 3. viðgerð sprækk ein tinglimur frá. Var tað ikki hent, høvdu vit sjónvarp longu fyri 10—15 árum siðani. a a“ Niels Juul Arge, útvarpsstjóri Hvat viðvíkur húsunum her, so eru tey gjørd við ti fyri eyga, at tey eisini kunnu hýsa einum sjónvarpi. Pláss er til aftratbygging til hetta endamál. Men eru tað fyrimunir við at hava útvarp og sjón varp undir somu lon? Tað haldi eg avgjert Tað verður so gjert aðra- staðni. Fyrimunurin er bæði viðvíkjandi tí tekniska, tí re- daktionella og í tilrættalegg- ingini. Tað verður so eisini bíligari fyri allar partar Eisini er tað ein fyrimunur fyri journalistarnar, at teir hava meguleika at skifta frá útvarps- til sjónvarpsarbeiði ella evugt. Vit eru ein lítil tjóð, so vit eiga at hugsa um, hvussu vit tilrættaleggja eisini á útvarps- og sjón- varpsekinum. — Leingist Bryggjubakka? tú aftur á Tað hevur verið spenn andi at arbeitt við útvarpi, og vit hava havt mangar góðar > letur á Bryggjubakka, m eg vildi ikki verið tann sjón varpsmaður, sum nú skal undir har at feroyskt sjónvarp tilrættis leggja eitt hasum helunum Niels Juul Arge sigur at enda Tað er spennandi at verða rokkin so langt. at vit nú hava fingið eini nýggj út varpshús. Tann tíð vit hava verið í húsunum higartil hevur bert sannfert okkum um, hvussu ómetaliga nógv tað hevur at siga ikki minst fyri starvsfólk í einum útvarpi — at kunna arbeiða undir góðum arbeiðsviður skiftum. Nú er so eftir at fylla út henda karmin, og tað vilja vit øll ker i útvarpinum gera okkara besta til Jógvan Arge, Ove Olsen og Milson Zachariasen í útvarpshellini