leygardagur 6. februar 1982síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ferðafólkini velja
sjálvi útferðirnar
Aftur í ár ætlar Mervyn
Dimon á Tveroyri at skipa
fyri bussferðum til Skot-
lands. Ferðalegini skulu
búgva í Aviemore,. og
haðani verða so gjerdar
útferðir
Men tað óvanliga við
hesum ferðum er, at tað
ikki er ferðaleiðarin sum
avger, hverji steð ferða
fólkini skulu vitja. Her eru
tað ferðafólkini sjálvi,
sum velja útferðarsteðini
Hetta er 6 árið á rað, at
Mervyn skipar fyri tilik-
um túrum, so hann er væl
kendur á hesi leiðini
Fyrsti túrurin 4. juli
Fyrsti túrurin verður við
Smyrli sunnudagin 4. juli
kl. 16,00
Longu mánamorgunin
kl. 7,00 er Smyril í
Scrabster. Á heimferðini
verður farið úr Scrabster
mánamorgun kl. 9,00 og
Smyril er á Havnini
mánakveld kl. 23,00.
Tá Smyril kemur til
Blómubúðin
>FLORA<
Hoydalsvegur 8
Tórshavn
Telefon 16044
Sendir um alt landið -
dekorationir - bukett
ir - plantir og nu eis-
ini kransar.
Scrabster verður farið
beinleiðis til Aviemore við
bussi.
— Tað einasta sum ligg-
ur fast er, at vit búgva í
Aviemore alla vikuna, og
at ferðafólkini avgera
sjálvi, hverjar útferðir tey
vilja gera. Bussurin er
aftur Aviemore hvert
kveld, so ikki er neyðugt
hjá fólki at fara allar buss
túrarnar um tey ikki hava
hug til tess. Tey kunnu
ímeðan hyggja seg um í
Aviemore, sigur Mervyn
Aviemore
Aviemore er eitt stórt fri-
tíðarpláss. Har eru 4 stór
nútímans hotel vid dansi-
høllum, umframt ein hop
av småum husum sum tey
vitjandi kunnu leiga.
Tad verdur i tilikum
húsum, at ferdaløgini
koma at búgva. Húsini eru
utgjørd við øllum nútím-
ans hentleikum. Mervyn
sigur, at í Aviemore er
nógv at fara til. Har er
svimjihell og íshockey-
hell, har oll hava
meguleika at skoyta.
Eisini eru dystir hverja
viku millum skotsk ís-
hockeyfeløg. Har eru ríð-
ingarbreytir, um ein hevur
áhuga fyri at ríða. Møgu-
leiki er fyri at leiga sær
útgerð til laksafisking. Og
so ikki at gloyma >Santa
Claus land«. Alt hetta
liggur á einum eki innan
fyri ein kilometur.
Frá Aviemore er bert ein
lítil tími at koyra til tað
kenda Lock Ness-vatnið,
og bert sjey kilometrar
sunnan fyri býin er ein
stórur djóragarður. Á ti
stóra økinum har flest øll
djór ganga leys, sleppa bil-
arnir at koyra.
3500 krónur fyri
túrin
Tað verða pláss fyri 20
fólkum á hverjari ferð
Kostnaðurin verður 3500
krónur fyri hvenn í eina
viku. Um onkur hevur hug
at vera í Skotlandi í tvær
vikur, er prísurin 5.250 kr.
Av tí at eg havi verið
á sama gistingarhusi øll
árini havi eg fingið ógvu-
liga góða viðferð. og eg
kann tí hava somu prísir
fyri túrarnar í ár sum
kostnaðurin var í fjør. Ein
onnur orsek er, at føroy-
ingar, ið hava verið við
mær, altíð hava víst fyri-
myndarligan atburð, og
hetta ger, at móttekan
hevur verið líka hjartalig á
hverjum ári, sigur
Mervyn.
Við í prísinum er rokn-
adur ferðaseðilin við
Smyrli, uppihald, busstúr-
arnir og morgunmatur.
Mervyn Dimon sigur, at
túrarnir eru sera vælegn-
aðir fyri felagsskapir av
ymiskum slag, sum skúla-
flokkar, = arbeiðsfelagar,
bindiklubbar o.s.fr.
A einum slíkum túri
verður ferðast gjegnum
og steðgað á í umleið
50—60 sterri og smærri
býum, alt eftir teimum út-
ferðum ferðafólkini velja
at gera.
Óvanliga stór luttøka á konsert á Sandi:
85 sandoyingar
syngja og spæla
í Ungmannafelags-
húsinum á Sandi
— har verður alt frá barnakórum til har-
monikuveteranar
Ikki kann sigast annad
enn, at åhugin fyri sangi
og tonleiki i Sandoynni
er óvanliga stórur. Er
tad nakar, sum ivast i
hesum, so vitjad kon-
sertina, ið verður hildini
Ungmannafelagshusin-
um å Sandi næsta viku-
skiftid.
Tilsamans 85 folk ur
ollum bygdum í oynni
leita næsta vikuskiftið
ti! Sands at luttaka í eini
stórari konsert til frama
fyri flóttarfólki.
Tá fyrireikararnir av
konsertini herfyri sendu
innbjóðan til meguligar
luttakarar gjørdust teir
ikki sert bilsnir, tí
móttekan var óvanliga
góð. 12 ymiskir tónleika-
bólkar frá barnakór-
um til harmonikuveter-
anar við tilsamans 85
luttakarum — ynsktu at
02, Legmaður reypar um gott samráðingarúrslit
Pauli: Rogv Olaf! Tá vit hava givið honum seinasta laksin, etur hann okkum omanå!!!
vera við. Hetta er meira
enn 5% av øllum íbúgv-
unum i oynni.
Endamålid vid hesum
tiltakinum er fyrst og
fremst at lata tey fólk
sleppa at royna seg, ið
fáast við tónleik í Sand-
oynni — fyri á henda
hátt at stuðla tey og har-
næst fyri at vekja áhug-
an fyri tónleiki millum
onnur.
Peningurin frá kon-
sertini fer óskerdur til
flóttafólkaarbeiði hjá
Neyðhjálp Fólkakirkj-
unnar.
A skránni verður fýr-
stemtur kórsangur, kór-
sangur við orkestri,
streingjakór, barnakór,
fólkamusikkur, jassur,
fleiri orkestur, ið spæla
ymisk sleg av dansi-
musikki og síðani eitt
blokkfloytuorkestur.
Ein av fyrireikarunum
Jógvan GRUNDStein..
*
Tað mátti verið óneyð-
ugt at spurt Dagblaðið,
um fólkaflokkurin ikki
hevði yngstu ting-
manningina. Við at
farið niðan í legtingið,
hevði spyrjarin skjótt
funnið út av, at teir
uppføra seg, sum teir
vóru feddir ígjár...
*
av tiltakinum sigur i
samreðu við Sosialin, at
tað má sigast, at áhugin
fyri sangi og sangspæli
tykist vera rættiliga
stórur millum tey ungu í
oynni. Hann sigur, at
hetta tiltak av sonnum
má sigast at vera eitt
skrivað blað í Sandoyar
segu, hvat tónlistalív-
inum í oynni viðvíkur.
Um hetta tiltak eydnast
nóg væl, so ætlar fyri-
reikingarnevndin at
royna at skipa fyri likn-
andi konsertum i
framtidini eisini.
Konsertirnar verða
fríggjakveldið 12. feb-
ruar og leygardagin 13.
februar. Í fyrieikingar-
nevndini sita: Bergur
Jacobsen, Leif Nolsee,
Ingrid Nolde, Jóan
Hendrik Jensen og Elis
Poulsen.
Oli i Åarstovu
wd