Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 1982síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

40.000 føroyskar krónur til grønlendska EF-andstødu 40.000 føroyskar krónur eru nú við i stríðnum móti EF í Grenlandi. Hetta eru pengar, fólk og feleg her á landi, sum vilja stuðla EF-andsteð- uni, hava latið. Innsavn- ingin á giro 305 byrjaði 9 januar og sunnudagin, 7. februar, vóru 22.800 kr komnar Tá hava Feroya Arbeið- arafelag og Fiskimanna- felagið latið grenlendska arbeiðarafelagsskapinum SIK 15.000 kr. Og á fund- inum í Læraraskúlahellini sunnudagin komu inn 3.211 kr., sum Fólkafylk- ingin móti EEC setti á giro 305 Tilsamans $1.011 kr Innsavningin hevur gingið væl og Ingrið Son- dum og Steinbjørn B Jacobsen, sum fingu hana í lag, eru væl negd við úr- Blómubúðin Hoydalsvegur 8 Tórshavn Telefon 16044 Sendir um alt landið : dekorationir - bukett- ir - plantir og nu eis- ini kransar. slitið higartil. Tær fyrstu 10.000 kr. blivu sendar til Grenlands 22. januar og longu 5. februar kundu aftur flytast 10.000 kr. av giro 305 til ANISA, gren- lendsku EF-andsteðufylk- ingina. Eskimoarareservat Eini 80 fólk vóru á al- menna fundinum hjá Fólkafylkingini móti EEC sunnudagin. Tað ætlanin, at grønlendski landsstýris- maðurin Thue Christian sen skuldi halda reðu á fundinum. Men hann kom ikki Fyrireikararnir hevdu ikki fingið avboð frá honum, men eftir, hvat frættist, lá ikki fyri hjá honum at koma til Feroya Tað var var á hesum annars Landsstýrið, sum bjóðaði honum hendan vegin í samband við 25 ára dagin hjá Utvarpinum. Men ein kveða frá ANISA bleiv lisin á fund- inum. Hon var samstund- is ein hóvlig yvirlýsing, sum á greiðan hátt lýsti, sinni hví Grenland, sambært ANISA, ikki hoyrir heima i Felagsmarknadinum. M.a. ti grønlendingar ikki vilja gerast eitt europeiskt eskimoarareservat. Ikki deyð Tveir reðarar vóru á fund- inum sunnudagin. Báðir, Jógvan í Dali og Torben Johannesen, greiddu frá viðurskiftunum millum Føroyar og EF, men ser- liga millum Grenland og EF Hóast lítið hevur verið at frætta frá Fólkafylking- ini móti EEC seinastu árini, er hon kortini ikki deyð, men á varðhaldi, segði Jógvan í Dali í reðu síni. Hann segði, at um steð- an aftur ger tað neyðugt, vilja EEC-vidhaldsmenn sanna, at mótsteðan í dag er eins sterk, sum tå Løg- tingið einmælt avgjerdi, at Feroyar var best statt uttanfyri EEC. Á fundinum sunnudagin spældu Spælimenninir í Hoydølum, Margretha Næss las grønlendskar yrkingar, sum Karsten Hoydal hevur tytt og umyrkt og burturluting” var. Seks innrammaðar plakatir blivu burturlut- aðar á fundinum sunnu- dagin ——""n"n"nnM"n"e ———————ÁÁÁ{ÁÞ—M——— Framhald av síðu 9 koma undir heitið ítróttarklæðir. Henda avgerð hjá DIF hevur vakt miklan ans í Danmark. Jørgen Vodsgård, stjóri hjá Hummel fyritekuni í Dan- mark, sigur við danska blaðið Aktuelt, at hann bíðar eftir útspæli frá DHF, og hann vil halda seg passivan fyribils. — Eg havi ein sáttmála at halda meg til, og so leingi hann verður hildin, leggi eg meg ikki út í stríði. Men hendir tað seg, at ein spælari metir til HM-kappingina og ikki er í Hummel skóm, ja so er steðan ein onnur, sigur Jergen Vodsgárd. e1sint heldur tú ikki Leif Mikkelsen, venjari hjá landsliðnum, sigur, at hetta skógvastríði hevur ørkimla venjingina nógv. Næstan eingin venjingar- dystur hevur verið uttan onkran skógvafund Henda avgerð er avgjert ein ósigur fyri DHF, men harafturímóti er tað ein stórur sigur fyri Ole Nør- skov, sum meira ella minni hevur stríðst einsa- mallur fyri rætti sínum. Og hetta er eisini ein sigur fyri amaterítróttin, sum alt meira og meira verður keyptur av teimum ráðandi — pengunum — og sum av hesum verður bundin Bæði á hond og fót. Framhald av síðu 3 arbeiði við børnini, og so er eisini í fleiri forum. Men tað var kanska ein skeivleiki frá byrjan, at heimahjálpin tók ov nógv uppá seg. — Er tað ikki so, at nógv bern vilja hava foreldrini á ellisheim ella rektarheim, tá tey verða gomul? — Tað er sjálvandi ymiskt. Men tíanverri kemur tað fyri, Eg haldi sjálv, at foreldur áttu ikki havt loyvi at skriva húsini til bern, sum seinni noyða somu foreldur á ein stovn, foreldur, sum kundu búð heima. Eldraforsorg! Vit spurdu nú heimahjálpar- leiðaran, hvussu hon heldur vit eiga at útbyggja eldrafor- sorgina í Feroyum. Til tað sigur hon, at vit eiga at út- byggja heimahjálpina við eini kalliskipan, soleiðis at tey gomlu og sjúku kunnu hava eitt kallitól við hús. Hetta kann gera, at tey kenna seg tryggari og tað betir eisini um arbeiði hjá heimahjálpini. — Tað hevur verið tosað um vardar íbúðir! — Har haldi eg heldur, at vit skulu gera egna íbúð til varda íbúð við eini kalli- skipan. Í dag rekir heimahjálpin annars fleiri sjúkrasystra- uppgávur. Her heldur Sonja á Argjaboga, at heimasjúkra- systrarskipanin má koma í gongd sum skjótast. Tað hevur týdning, at eitt gott samarbeiði verður millum heimahjálpina og heima- sjúkrasystrarnar. Viðvíkjandi rektarheimum heldur Sonja á Argjaboga, at tað er neyðugt at byggja røkuarheim í Havn og Klaks- vík, men hon setir spurnar- tekin við stedd av rektar- heimi í Eysturoynni. — So vítt eg veit finst ikki nóg gott talgrundarlag, sum sigur nakað um tørv á einum stórum rektarheimi í Eystur- oynni. Hvat viðvíkur ellisheimum, so heldur Sonja á Argjaboga, at hesi eru ein farin tíð. Hon heldur, at tað ikki er neyðugt at byggja eitt ellisheim í Havn aftrat, tí so leingi tey gomlu eru klár, og ynskja at vera heima skula tey fáa heimahjálp. Hetta vísa eisini tær kanningar, sum heima- hjálpin hevur gjert. Tey gomlu vilja sleppa at vera búgvandi heima longst gjørligt. Annars visir heimahjålpar- leidarin å, at tad yvirhøvur verður víst heimahjálpini lítlan áhuga. — Hverki poli- tikarar = ella myndugleikar haga spurt Heimahjålpina um tær ætlaðu útbygging- ar á eldraforsorgarekinum. Her vísir Sonja á Argjaboga m.a. á lækna-miðsteðirnar, sum vera bygdar. Her átti at verið heli til eftirlitskvinn- urnar og depot til blæur og annað. Tað er tað so ikki hugsað um. At enda spurdu vit heima- hjálparleiðaran hvussu áhug- in er fyri at gerast hgima- hjálpari? Tá eg byrjaði sum heimahjálparleiðari máttu vit ganga hurð til hurð at biðja fólk at átaka sær hetta heldur nýggja arbeiði, sum heldur ikki varð virt so nógv. Fólk hildu ikki, at hetta at reingera fyri onnur var nakað arbeiði. Men í dag er gongdin ein heilt onnur.. Umleið 100 fólk standa á bíðilistum kring landið, sum ynskja at gerast heimahjálparar. TØKK Hjartaliga takka vit fyri vista sam- kenslu, hjålpsemi, blómur og kransar, tá kæri pápi, bróður, ver- faðir, abbi og langabbi okkara JÓHAN HENDRIK RUBEKSEN doyði og varð jarðaður. Fyri tey avvarandi Mia og Emma