mikudagur 17. februar 1982síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN -
Fleyr I-FS, 1. deild menn: 3—2(10—15, 9—15, 15—6, 15—11 og 15—1)
Hitin kom í fimta
umfarinum
Fleyr Í vann foroyameistaraheitið. Men striltið gekk at vinna dystin
móti FS. FS vann tvey tey fyrstu umførini, tvey tey næstu umførini
vann Fleyr, tó uttan at leika nakað betur enn FS, men fimta umfar vann
Fleyr so ruddiliga. Umfarið gjordist sera stutt og vann Fleyr 15—1 á ein-
um FS-liði, ið tóktist at vera púra steðga upp og neyvan visti hvussu teir
skuldu taka móti servunum
— Tað var jú eins
og teir stóðu og
rystist, meðan teir
bíðaðu eftir serv-
unum í fimta um-
farinum.
Soleiðis tók ein
av leikarunum á
Fleyr I-lidånum til
aftaná dystin móti
FS í fimleikarhøll-
ini í Læraraskúl-
anum sunnudagin.
— Men, helt leikarin fram,
tað var jú heldur ikki yfrr
enn í hesum seinasta um-
farinum, at vit tóktist at
vera veruliga heitir.
— Vit spældu jú ræðu-
ligt í teimum báðum
fyrstu umferunum. Meðan
smashini hjá FS royndist
hampuliga góð vóru
blokadur okkara út av lagi
vånaligar, og gjørdist úr-
slitið eisini hareftir.
— Men í triðja og fjórða
umfari gekk jú eitt sindur
betur, men — sum eg
segði fyri letu síðani — so
var eins og leikurin ikki
gekk og hann skuldi fyrr
enn í fimta umfarinum, og
tá FS samstundis fekk
eina veruliga »down-peri-
odu« í hesum umfari,
høvdu vitjú lætt við at
vinna umfari og samstun-
dis vinna meistaraheitið.
— Ikki veit eg hví leik-
urin gekk og hann gjerdi í
dag. Kanska hevdu vit
undirmett FS og „vunnið
áðrenn vit fóru á vøllin«,
og hetta var jú um at ger-
ast okkum kostnaðar-
mikið, endaði leikarin.
Og satt var hetta eisini.
Ilt er tó at siga nakað
um tað var Fleyr I, ið
veruliga fekk stórleikin
fram í seinasta umfar-
inum, tí FS royndist veru-
liga út av lagi vánaligt
hesa letu.
FS hevði annars vunnið
bæði tey fyrstu umferini
trygt, tapt bæði tey
næstu, men tó roynst leik-
liga væl, men í fimta, og
avgerðandi = umfarinum,
kom veruliga steðgur í leik
teirra, og taptu teir umfari
1—15.
Skuldu vinna
Aðrenn Fleyr I legði til
brots á leikvellinum, var
leikarunum greitt, at teir
máttu vinna dystin, um
teir skuldu verða vísir í at
vinna feroyameistaraheit-
ið. Umt eir taptu, og Fleyr
II samstundis vann
torføra dyst sin moti IF i
Fuglafirði, vildi unga
Fleyr 11-lidid vinna meist-
araheitið.
Og aftaná tvey tey
fyrstu umferini var eisini
nógv, ið týddi uppá, at
meguleikarnar hjá Fleyr Í
fyri at vinna meistaraheit-
ið vóru smáir. Uttan stór-
vegis trupulleikar hevði
FS vunnið umferini, tað
fyrra við 15—10 og næsta
15—9.
Fleyr-leikararnir tóktist
ikki lítið ørkymladir. Tað
spæl, ið teir vístu í dyst-
inum móti Fleyr II var als
ikki at síggja. FS leikti
tryggan góðan leik og
vóru fleiri góð smash, ið
ruku gjøgnum vánaligu
blokadurnar hjá Fleyr I,
at siggja.
Vend í
Neyðugt varð hjá Fleyr at
vinna triðja umfarið, og
hetta vistu leikararnir jú.
Hetta kom at merkja leik
teirr, ið nú gjørdist meira
varisligur, men sam-
stundis væl tryggari.
Aftanå stutta løtu var
Fleyr komi å odda 10—4
og, hóast tað gekk striltið
at vinna næstu bóltarnar,
vann Fleyr umfarið 15—6.
Í fjórða umfari kom FS
við í leikin aftur. Fleyr
kom á odda 6—2, men FS
royndi tó at berja seg á
javnleik aftur, men hóast
munurin at kalla gjøgnum
alt umfarið bert var tveir
bóltar til Fleyr, eydnadist
teimum bert at fylgja við
til 12—10 til Fleyr. Tá
misti teir tamarhaldi á
leikinum, og vann Fleyr
15—10.
Beinanvegin í gólv-
inum
Í seinasta og avgerandi
umfarinum kom FS á odda
1—0. Men so kom veru-
ligur steðgur í leik teirra.
Teir mistu servuna, og so
raplaði bóltarnir bert yvir
netið. Eydnaðist FS at fáa
bóltin yvir á Fleyr-helvt-
ina, so var hann beinan-
vegin at síggja í gólvinum
hinumegin netið aftur —
uttan at veruligar bloka-
dur vórðu royndar. Bloka-
1. deildarlidid Fleyr 1, sum vann feroyameistaraheitið í ár
Síða9
(0) Il, eydnaðist Flevr
harvið dystin og ferova
meistaraheitið
hvussu
gekst í hond hjá FS í
umfarinum
Sum dømi illa
sein
asta eigur
kanska at verða nevnt, at
maður, Finnbogi
servaði allar fimtan bólt
Arge
arnar hjá Fleyr — á rad
Sosialurin ynskir Fleyr
tillukku við meistaraheit-
inum.
Badminton:
HBF vitjar í Solrød í summar
Havnar Badmintonfelag hevur tíkið upp samstarv við Jersie
Badmintonklub frá Solrod Strand, og fara umleið 30 leikarar
úr HBF at vitja í Danmark í juni mánað
Seinasta í juni mánað fara
umleið 30 leikarar úr
Havnar Badmintonfelag
til Danmarkar at vitja vin-
arfelagid, Jersie Badmin-
tonklub frå Solrød Strand.
Enn er alt viðvíkjandi
ferðini ikki fastlagt, men
rokna verður við, at vitj-
anin í Danmark varir í
umleið eina viku. Leik-
ararnir úr HBF verða úr
mans- og kvinnuunglinga-
deildini, úr 1. deild og old-
boys og old-girls.
A ítróttarstevnu — á
landsstevnuni — í Slagel-
se í fjør hittust leikarar úr
Havnar Badmintonfelag
og Jersie Badmintonklub
å fyrsta sinni, og aftanå
hesa stóru stevnu fekk
HBF bræv frå dønunum,
har teir buðu HBF sam-
starv, og gjørdi HBF av at
taka móti hesum tilboði.
Ætlanin er so, at hetta
samstarv, ið nú skal byrja,
skal fyriskipast á tann
hátt, at leikarar úr felog-
unum báðum vitja hver
hjá eðrum annað hvert ár.
Men tað er ikki bert Jer-
sie, ið hevur fingið áhuga
fyri at fáa í lag samstarv
við feroyingarnar aftaná
landsstevnuna. HBF
hevur eisini fingið bræv
frá felagi, nevnt RAGU,
úr Vejrum, og hevur
RAGU eisini boðið HBF
innan badmin-
ton framyvir, men enn
hevur HBF íkki tikið
steðu til hetta tilboð.
Formaðurin í Havnar
Badmintonfelag, Hans
Jacob Stenberg, sigur í
samreðu við Sosialin, at
samstarvið við Jersie Bad-
mintonklub meguliga fer
at geva stóran ítróttar-
ligan vinning til HBF.
— Einki er at ivast í, at
leikararnir úr Solred eru
væl sterkari enn vit — vit
mugu jú minnast til, at
Danmark er ein av heims-
ins fremstu tjóðum innan
badminton — men hetta
kann meguliga gerast ein
samstarv
fyrimunur fyri okkum
Vónandi verður tað so, at
leikarar okkara, serliga úr
unglingadeildini og |.
deildarleikararnir, fara at
læra nakad av hesum sam-
starvinum, og hetta kann
møguliga hava vid sær, at
dygdin innan føroyska
badminton, gerst betur —
og breidari — enn nu,
endar Hans Jacob Sten-
berg.
Annars hevur formað-
urin — ella forkvinnan — í
Jersie Badmintonklub
longu byrja samstarv við
leikarar í Feroyum. Hon
var í fjer á vitjan í Feroy-
um sum »instruktønur«
innan badminton — fyri
DDGU.