leygardagur 20. februar 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: píf sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Arbeiðsloysið
Tað er royndur lutur, at arbeiðsloysið er við at
vinda uppá seg av álvara. Hetta ger seg serstak
liga galdandi í Havn og ymiskum stórplássum,
men eisini tey minnu plássini merkja hendan
koyril
Í eini slikari stødu er bert eitt av tveimum at
gera: ein kann sita hendur í favn og slåa seg til
tols við tí gamla borgarliga hugsunarháttinum
tað gongur nokk
Hin møguleikin er at fara undir tiltøk frá almenn
ari síðu, sum kunnu minka um arbeiðsloysið, ja,
heist beint fyri ti
Javnaðarflokkurin hevur ferð eftir ferð víst á
møguleikarnar, sum tað almenna hevur at nýta
sína orku og sína megi til tess at veita øllum
arbeiði
Vit hava roynt at birta lív aftur í siglingarmálið,
og víst á teir ómetaligu meguleikar, sum hetta
mál ber í sær. Her liggur eitt veldugt ódyrkað
vinnugki og bíðar
Hvat ger borgarliga alternativið, sum nú oman á
alt er vorðið krystalklárt? Jú tað situr sum vænt
hendur í favn og hyggur at, meðan okkara harð
astu konkurrentar gera seg út til at yvirtaka tað
sindrið av hesum marknað sum vit eiga. Hóast
døpur útlit fyri broytingum í tí blýtunga borgarliga
hugsunarháttinum, so fer javnaðarflokkurin at
halda á fram við at skora á.
Javnaðarflokkurin hevur eisini víst á
møguleikarnar í alternativum fiskiveiðum eftir
higartil, óroyndum fiskasløgum. Hann hevur sum í
øllum drigið hinar aftan á. Sjålvt løgmaður hevur
nú fingið eyguni upp fyri svartkjaftaveiðu til
matna, men tað skal sjálvandi bíðast eftir harr-
boðunum av nýggja skansanum yviri við Strond!
Hetta kunnu vit sjálvsagt ikki góðtaka og fara at
streingja á, so tær mongu tómu hendur kunnu
koma í arbeiði. Sjálvur fiskimálaráðharrin hevur
upplýst, at 1500 arbeiðspláss eru í svartkjafta-
vinnuni. Kunnu vit tá góðtaka, at tað skal bíðast
til tann altíð seina kúgvin yviri við Strond fær
strevað seg upp á beinini?
Javnaðarflokkurin hevur eisini reist málið um
eina frystimidstød í hvørjari sýslu. Hetta er ein
treyt fyri, at teir meguleikar fyri arbeiði, sum
liggja í hegguslokkaveiðuni kunnu troytast, og
hetta er júst eitt dømi um eitt øki, ið bert kann
dyrkast upp við almennum initiativi. Tíverri er
alment initiativ nakað borgharrarnir í Tinganesi
ræðast líka illa sum teir ræðast fiskasøluna, so
eisini her verður talað um eitt hart hoyggj at
draga.
Í gjøgnum blað sítt hevur javnadarflokkurin
eisini roynt at vísa monnum og kvinnum á teir
møguleikar ið liggja í aling av ymiskum fiska-
sløgum og skeljadyrum og er tað vón okkara at
eisini hendan vinnan kann koma at geva arbeiði.
Hóast hesi tiltøk og mong mong onnur er tað
heilt greitt, at sum stødan er, sleppst neyvan
undan einum ella ødrum slagi av arbeiðsloysis-
veiting og verður í flokkinum arbeitt dúgliga við
hesum spurningi.
Heldur
tú
ikki
Samgongan feldi upp-
skot um skattafriar
inntøkur hjá pensionist-
um
Soleiðis roynast ålitis-
menn. Undir viðgerðini av
skattalógini settu leg-
tingslimirnir Juul
Jacobsen, Ove Mikkelsen
og Sverre Midjord broyt-
ingaruppskot til skatta-
lógina, har sagt verður:
»Loyvt verður einkjum,
fólka- og avlamispensio-
nistum eina skattafría-
innteku upp á 20.000 kr
um árið<
Aðrenn hetta málið kom
fyri á Tingi skuldu vit
hava eina undirskrift
afturat. Tosað bleiv við
formannin í skattanevnd-
ini, Eli Nolsee. Hann segði
seg vera positivan,
men mælti til at tosa við
tingformann sambands-
floksins, Agnar Nielsen.
Hann gav einki svar!
So varð tosað við sjálv-
stýrisflokkin. Teir vildu
ikki skriva undir, men
søgdu seg vera positivar.
Sannast má, at ikki bleiv
fólkaflokkurin = royndur.
Við tað, at tað skulu vera
fýra undirskriftir til at
reisa eitt slíkt mál,
skrivaði Vilhelm
Johannesen undir
Men fólkaflokkurin við
hinum samgonguflokk-
unum vísti sín rætta vilja,
tá teir við sjálvum sosial-
ráðharranum, Eilifi Sam-
uelsen, og Paula Ellefsen,
løgmanni á odda, feldu
hetta mál.
Og út frá hesum kunnu
so einkjur, fólka- og av-
lamispensionistar ikki
rokna við nekrum semd-
um!
Vit kenna forðan teirra
av rætti pensionistanna,
sum vegna drál sam-
gongunar ikki hava fingið
pensiónsreguleringarnar
greiddar!
við-
merkingar
Við navnakalli á Tingi
16.2.82 hevur samgongan
víst, at hon ongan áhuga
hevur fyri at betra um
pensiónsviðurskiftini hjá
Føroya fólki!
Hetta er gott at leggja
sær í geyma!
So ósamdir sum teir enn
tykjast at vera, vóru teir
tó samdir í hesum máli.
Um innanhýsisviður-
skiftini hjá samgonguni
segði Jógvan Olsen av
Toftum í útvarpsreðu, a
hetta landsstýrið var líkt
hundunum í ævintýrinum
um fýrtornið, har hver
hundurin vardi sína kistu,
SOSIALURIN
og segði Jógvan Olsen víð-
ari, at fann landsstýrið
ikki egnu bein síni, skuldi
ikki roknast við honum
Undir viðgerð av skatta-
lætta til pensionistar vísti
seg, at í hesum máli fann
landsstýrið við hjálp frá
Jógvan Olsen síni egnu
bein. Og sostatt er sam-
gongan aftur ílagi.
At einkjur, fólka- og av-
lamispensionistar = verða
raktir sakar ikki sam-
gonguna. Hetta er vert at
leggja sær í geyma!
Sverre Midjord
Dimma sigur ikki veruleikan um uttan-
landsskuldina
Hver íslendingur skyldar
46.000 kr. uttanlands sam-
bært Dimmu nr. 5. Fyri at
tað ikki skal vera lygn, so
tekur blaðstjóri Dimmalætt-
ingar nekur tel upp í her, sum
yvirhevur ikki samsvara við
veruleikan.
Tá hann sigur, at hver før-
oyingur frá pensionistum
niður til barnið í vegguni,
hevur eina skuld upp á 20.000
kr. hangandi yvir hevdinum á
sær, so er tað bara ikki beint
Tí her gloymir sami blað-
stjóri, at legmaður, Ellefsen,
hevur verið við at hækka láni-
skuldina uttanlands við 350
mill. kr. eftir einum ári sum
ovasti hevdingi í Nesinum
Hóast besta inntekuár fer-
oyinga hevur sami legmaður
lagt eina skuld, sum svarar
til 26—27.000 kr. fyri hvenn
føroying frå pensionisti til
vøggubarn
Ti er skiljandi, at bladstjør-
in å Dimmalætting ikki torir
at seta annað tal á forsíðuna
á Dimmu enn tær 20.000 kr.,
sum undanfarna landsstýrið
stóð fyri. Tví vorið hansara
samvitsku.
Sum sagt so megnaði hend-
an samgongan ikki at skrúva
ferðina niður, men trýsti bara
meira á. Á tann neyð og
armóð. Ongan annan útveg
funnut eir
»Vertin á hvat annar fær,
eg skal nøra at mær“, er re-
septin núsitandi sam-
gongunar
Vágur 25.1.82
Sjómaður
At tit troysta tykkum !
At tit vága tykkum alment at
trína fram og taka ein tann
stersta beðilin í seguni í for-
svar
Tit skriva, at sendingin í
sjónvarpinum er reingjan av
veruleikanum og merkt av
sjúkligum hatri.
Tit siga, at hon fer ov lætt-
liga um alt tað góða ið Stalin
gjørdi — at tit troysta tykk-
um!
Tit kalla tykkum Marx-Le-
ninistar!
Eg skal siga tykkum eitt
og tað er Marx og Lenin
»roteradu« sikkurt í grøvini,
tå teir sóu, hvat Stalin fekk
frå hondini. (Lukka fyri teir,
at teir longu vóru deyðir
Hevdu teir verið á lívið, hevði
Stalin einahelst »ekspedera«
teir yvir í hina verðina sum
allar hinar statsfíggindar-
nar)
Um Stalin var ein góður
maður fyri sítt fólk, so var
Hitler tað eisini fyri sítt
Hitler var ein ræðuligur
beðin — men hann drap jedar
og goymdi seg aftanfyri lygn-
ina um, at teir vóru orsekin
til landsins óferið.
Stalin drap sítt egna fólk
Hann drap og píndi sínar
egnu vinir og nábúgvar!
Hann forfylgdi ellum tí
russiska fólkinum á sama
hátt sum Hitler forfylgdi tí
jødiska.
Stalin og Hitler — har er
eingin munur, bådir eru tann
personifiseraði óndskapurin.
Ég trúði veruliga íkki
mínum egnu eygum, tá eg læs
grein tykkara. Stalin — sosia-
list?!
Líka so lítið sum Pinochet í
Chile er sosialistur var Stalin
tað.
Hann kláraði at bróta hev-
uðssetning sosialismunnar:
»Frælsi Javnaður Brødralag«
so dyggiliga, at eiugin hugs-
andi persónur i eftirtíðini
skuldi ivast um hetta.
At sovornir salon-kommu-
nistar, ið ongantíð hava
roynt annað enn vælferðar-
demokratiið, vága sær at
kalla líðingarseguna hjá ein-
um heilum fólki fyri lygn er
markleysur frekleiki.
E.S. sosialistur
Borgarligur ella sosialistiskur (6)moralur
A forsíðuni bar Dimma
okkum nú tey »størtidindi«
av tingi at har gingu vinstra-
hallir politikarar og mólu full-
ir um dagarnar
Snildiliga fær Dimma sam
anborið hetta vid søguna um
ein bretskan arbeidarapolitik
ð skal hava verið fullur
og gjørt sær fyri skommum í
einum ferðaflogfari. Burtur
úr hesum fær Dimma tað at
siggja út sum at SOLEIÐIS
eru arbeiðarapolitikarar, og
hon fær samstundis komið
við einum av sínum gomlu
esilspørkum til arbeidararørs
Men Dimma veit eins væl
og vit onnur at ikki er neyð-
ugt at vera vinstrahallur fyri
at gera sær politiskt fyri
skommum Hver minnist
ikki, tå ein »pen« BORGAR-
LIG stjórn í Bretlandi var
noydd at leggja frå sær av ti
»kediligu« årsøk, at ráðharr
arnir vóru vavdir so inn i
SKØKJULEVNAD, at eing-
in vegur var utaftur. Men
hetta skal Dimma nokk duga
at skava utyvir.
Verri er at uppi i tinginum
gongur ein klæntrasligur
maður, við sunnanfjørdisdia-
lekt, men sigur seg umboða