Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. februar 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

f | | | UU TILL) AS SOSIALURIN orka Vatnorkan skal útbyggjast siga politikarar og verkfrødingar: Skal tað hesta av føroysku náttúruni nú oyðast med alla! — Spyr náttúruvinurin og nåttårufrødingurin Arne Nørre- vang Tað eru fleiri meiningar um, hvussu vit eiga at útbyggja orkuna í Føroyum. Fleiri politikarar og verkfreðingar mæla til, at farið verður undir stóra vatnorkuprojekt- ið hjá SEV beinanvegin. Men hvat siga náttúrufreðingarnir, teir sum dagliga kanna djóra- og plantulívið í feroysku náttúruni og sum ivaleyst hava gjort sær sínar meiningar um ætlaðu útbyggingina hjá SEV! Sosialurin hevur heitt á ein teirra, fuglafreðingin Arna Nerrevang, sum alt sítt lív hevur granskað foroyskt fuglalív Arne Nerrevang heldur fyri, at tað er av ómetaliga stórum týdningi, at tað er eitt alment orðaskifti um ein so týðandi spurning sum orkumál. Ikki minst tí hesin spurningur er so nær tengdur at feroysku náttúruni og lívinum á náttúruni annars Sjálvur heldur hann, at tað er ikki rætt nú at fara undir stóru vatnorkuút byggingina hjá SEV Hann grundar hetta á, at alt ov nógv náttúruvirði fara fyri skeyti. Í hesum sambandi hevur hann júst í hesum døgum sent løg- Framhald á síðu 10 Síða 9 Tað var ætlan okkara at enda greinareðina um „ORKU“. i Sosialinum í dag. Tíanverri náddu vit ikki at fáa seinasta tilfarið frá Orkuráðnum við í blaðið. Tað er samandrátturin og ein endalig met- ing, sum Orkuráðið hevur gjert til landsstýrið, nú eftir at hava arbeitt við orkumálum í nekur ár Vit fara tí at taka hetta tilfæð við komandi miku dag í tí seinasta orkuiskoytinum. Í hesum 9 orkubleðunum, sum annars hava verið hava vit roynt at lýst nakrar av teimum spurningum, sum hava tilknýti til orkumalid Herundir serliga útbyggingina av vatnorkuni, av motorverkunum, royndum við hitapumpum vindmyllum osfr. Oiva eru tað fleiri spurningar sum ikki eru umreddir. Men slíkar spurningar verður kortini hevi at taka upp í blaðgreinum og samreðum í Sosialinum frameftir Ætlanin er, at tingið í næstu viku skal viðgera orkumálið. Tað er óvist, hvat kemur burtur úr einum tilíkum orðaskifti. Tianverri er tað mangan so, at nógv verður tosað um tey smáu og minni týðandi málini, meðan stórmál oftani fáa eina ov skjóta viðgerð á tingi. Lat okkum vóna, at spur ningurin um útbygging av okkara orkufram leiðslu fer at fáa eina sakliga og nágreiniliga viðgerð í landsins hægsta tingi. Ætlan blaðsins við hesum blaðgreinum var at birta upp kjakið við upplýsingum frá fleiri síðum og samstundis at geva uppvaksandi ættarliðnum., skúlanæmingum og ødrum vid meguleika á ein lættfatiligan hátt at skilja teir spurningar, sum serfreðingar annars takast við. Tað er meguligt at fáa ell orkubleðini við at venda sær til Sosialin. Hetta vakra ekið við Fjallavatn fer skjótt at liggja undir í vatni. Hava vit ráð til tað, spyrja náttúruvinir!