Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-03-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mars 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 en F SOSIALURIN Síða 3 Datavirkið ELEKTRON skal koyra landsfólkayvirlitið Landsstýrið og P/f Elektron samráðast í løtuni um, at tað almenna skal seta partapen- ing í virkið, sum peningastovnarnir og tryggingarsambandið eiga Datavirkið P/f Elektron skal koyra landsfólkayvir- litið, tá lógin um fólka- yvirlit kemur í gildi. Hesi tíðindini vátta John Niclassen, stjóri á Elektron, og Torbjern Poulsen, landsstýrismað- ur. Fyrr í hesum mánað- inum upplýsti Torbjern Poulsen, at P/f Elektron skal koyra ta komandi skipanina við samtíðar- skatti, meðan peninga- stovnarnir, Giro-deildin hjá postverkinum og Gjaldstovan skulu hava innkrevjingina um hendi. Nú verður sagt, at tað er natúrligt, at tá Elektron skal koyra skattin, at sama virki so eisini hevur fólkayvirlitið. John Niclassen upplýs- ir, at ætlanin er, at data- basan skal liggja á Elek- tron, men at Líkningarráð Feroya, sum fólkayvirlitið er undir, skal eiga hana. Databasan kann rúma bæði upplýsingunum hjá skattamyndugleikanum og fólkayvirlitinum. Nærum ongar ný- íløgur Í hesum sambandi upplýs- ir stjórin á Elektron, at núverandi EDV-tól hjá virkinum kunnu rúma databasuni hjá fólkayvir- litinum og skattamyndug- leikunum. Einastu iløgurnar, Elek- tron kanska må gera, er i datagoymslur. Men hesar verða skiftar út við viss- um millumbilum. Goymsl- ur, sum rúma meira og upp á seg eru bíligari, koma javnan á marknaðin. John Niclasen heldur ikki, at tað fer at gera inn- krevjingina flektari, at Giro-deildin hjá Postverk- inum kemur uppí. Postverk Feroya hevur ikki í dag eina on-line-skip- an, og heldur ikki kann væntast, at slík útgerð verður sett upp á smá- plássunum. Men John Niclassen sigur, at tað ikki er nakað í vegin at fáa eina manuella skipan á teimum plássunum. á Landið skal vera partaeigari Nú landið skal lata skattin og fólkayvirlitið koyra á Elektron, hevur ljóðað, at landið — legtingið — skal seta partapening i Pi/f Elektron. Hetta våttar Torbjørn Poulsen. Og John Niclas- sen sigur, at tosad hevur verið um tað. Hann heldur tað eisini vera rímuligt. Men teir vilja ikki siga nakað um, hvussu nógv landið skal seta í. Tað er nevnt, at parta- peningurin í P/f Elektron skal hækkast í tann mun, at landið fer at eiga 20 pst av partapeninginum. Hvørki Torbjørn Poul- sen ella John Niclasen hava nakra viðmerking til henda spurningin. Lands- stýrismaðurin sigur bara, at landsstýrið vil seta so mikið í, at teir kunnu fáa ein nevndarlim. Samráðast um sátt- mála P/f Elektron og landsstýr- ið samráðast í løtuni um ein sáttmála um samvinn- una millum báðar part- arnar. Enn er ikki greitt, hvat innihaldið = verður, og hvussu langt áramál hann skal galda. John Niclasen upplýsir, at sáttmálin verður vikuni Tað er landsstýrið, ella samgonguflokkarnir sum hava avgjert at data- virkið P/f Elektron skal koyra samtíðarskattin og fólkayvirlitið. Undir undanfarna landsstýrið skiltist, at landið sjálvt — líkningar- myndugleikarnir — skuldi útvega sær EDV-tól til hesa ætlanina og keyps- fyrireikingar vóru í gong. Men hetta hevur ongatíð verið upp á tal undir hesum landsstýrin- meguliga liðugur í hesi um, upplýsir Torbjern Poulsen. Peningastovnarnir eiga Elektron Peningastovnarnir Feroya Banki, Sjóvinnubankin, Feroya Sparikassi og Norðoya Sparikassi og Tryggingarsambandið Feroya eiga Elektron Men John Niclassen upp lýsir, at Suðuroyar Spari- kassi skal eisini koma upp í skipanina, tá tað verður aktuelt I samband vid skatta- innkrevjingina, sum pen- ingastovnarnir skulu hava, sigur stjørin å Elek- tron, at tað verður ikki so- leiðis, at peningastovn- arnir kunnu leita sær upplýsingar fram. Tað kann bert skattamyndug- leikin. Í dag starvast 35 fólk á Elektron. John Niclassen roknar ikki við, at tað nýggja virkisekið hjá datavirkinum fer at skapa fleiri arbeiðspláss »Sløsari« orsøk til at virki missa átta milliónir fyri saltfiski Saltfiskurin, sum Føroya Fiskasøla fekk reklamatiónir um í desember mánað í fjør, hevði partvíst ligið á goymslu í Danmark í meira enn seks mánaðir Fiskurin lá á goymslu í Hirtshals og Frederikshavn og hitin í goymslunum var 14 stig. Tá saltfiskurin kom til keyparan, var hann íkki mannafeði. Nakað av fisk- inum var avskipad í mai, nakað annað í august og sep- tember Hetta kom fram á ting- fundinum mánadagin. Ting- menn spurdu m.a. hver hevur ábyrgdina av hesum, og hver skal gjalda virkjun- um, sum hava fingið stempul fyri 1. floks fisk. »Sløsari« kallaði Olaf Olsen, landsstýrismaður, hendingina. Hann segði, at landsstýrið hevur roynt at kanna, hvat er galið. Í hesum sambandi hevur landsstýrið havt fundir við umboð fyri áhugafeleg innan fiskivinn- una, virkir og stovnar. Olaf Olsen segði, at niður- stødan er hon, at »sløsari« er allan vegin frá tí at fisk- urin ikki er komin á dekkið og til hann er á goymslu í út londum Men feroyingar vita, hvussu fiskurin skal vera, og hvat skal gerast fyri at fáa góðan fisk. Og eg haldi, at menn ansa betur eftir, men eg havi ikki fingið vissu fyri. at alt virkar nóg væl, segði landsstýrismaðurin Nógvir nýggir upplýs- ingar Uppskotið, sum var til við- gerðar, var uppskotið hjá Framburðs- og fiskivinnu flokkinum um setan av góðskumetingar-kærustovni Men viðgerðin snúði seg meira um eitt broytingarupp- skot hjá Tjóðveldisflokk- inum Tjóðveldisflokkurin mælir til at taka alla vrakingina til umhugsanar. Flokkurin sigur, at skipanin fyri vrak- arastovnin er avoldað og heldur, at stovnurin skal end- urnýggjast og nútíðargerast. Í viðmerkingunum vísir flokkurin eisini til hendingina við saltfiskinum i fjør og sigur, at hendingin hevur givid virkjunum eitt tap upp å åtta mill. kr Hetta hóast seljarin her í flestu førum virkini sita vid fultgildugari våttan um, at vørdan, sum avskipað varð, var ein fyrstafloks vera, sigur Tjóðveldisflokk- urin Undir orðaskiftinum, sum vardi í góðar tveir tímar, kom nógv nýtt fram. Erlendur Patursson mælti tí til at beina uppskotið aftur í fiski- vinnunevndina av nýggjum. Annars tók meirilutin í fiskivinnunevndini undir við uppskotinum hjá Tjóðveldis- flokkinum Uppskotið hjá Framburðs- og fiskivinnuflokkinum miðjar í móti, at bátar skulu kunna kæra til ein stovn, sum so skal koma á staðið Men meirilutin í fiskivinnu- nevndini metir, at tá kæru- stovnurin kanska dagin eftir kemur á staðið, er fiskurin versnaður upp aftur meira. Tí heldur hann ikki, at upp- skotið er nekur loysn. Aftur ímóti mælir hann til meiri einsháttaða góðskumeting og at góðskumetarnir ferðast runt. Framleiðarin má hava trygd Undir umreðuni segði Petur Reinert m.a. at góðsku- metararnir og vrakararnir, sum eru lentir keyparunum (virkjunum, blaðm.), eru ikki objektivir. Hann vísti á, at teir fáa útvið 100 kr. um tíman, og segði, at tí máttu teir koma til onkra nyttu Og tað er. at váttan og stempul eru í lagi. Hvat skulu vit gjalda 100 kr. um tímar fyri, tá fiskurin sleðist í seks mánaðir á goymslum í Dan- mark Eisini spurdi Petur Reinert, hvenn framleiðarin skuldi fara til fyri at fáa sínar pengar fyri fyrstafloks veru sína Framleiðarin má hava vissu fyri, at tað er trygd fyri, at hann fær pening fyri veru sína, segði Petur Reinert. Hans M. Joensen segði, at fiskivinnunevndin sóknaðist eftir eini definatión um, nær fiskurin er seldur Er fiskurin seldur, tá verður avskipaður frá virk- inum ella tá hann verður móttikin í keyparalandinum Fiskasølan og ráfiska- keypararnir Olaf Olsen helt, at Fiskaselan og ráfiskakeypararnir, sum er tann sterri parturin av fiskaseluni mugu innanhysis finna ut av eigarunum av hver skal bera tapið Annars upplýsti lands- stýrismaðurin, at landsstýrið arbeiðir at fáa fiskin betri. Tí hevur landsstýrið kannað allar meguleikarnar: er góðskumetingin ikki nóg góð, er hagreiðingin ikki nóg góð, ella hvar fer fiskurin illa á vegnum, er vrakarastovnurin ov slappur ella er nakað galið við seluliðnum Olaf Olsen goymsluspurningin og segði, at landsstýrið fór meguliga at seta treytir til goymsl nevndi eisini urnar. Í hesum sambandi kom hann eisini inn á Spur Saltfiskurin, sum Fiskasølan fekk reklamatiónir um í fjør, lá á goymslu í fleiri mánaðir í Danmark. Hitin á einari goymslu var 14 stig, upplýsa tingmenn felags ningin um eina goymslu. Hann helt, at hesin spurningurin átti at umhugs ast Um vrakarastovnin segði landsstýrismaðurin - Eg eri langt frá vísur í at vrakarastovnurin virkar nóg væl Góðskumetingin íkki tann sama Tórálvur M. Olse segði, at Framhald á síðu 12