Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-03-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mars 1982síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Spyr Sosialin Hevur tú ein spurning ella onkran trupul- leika, sum tú kundi yngst tær at fingið við- gjørdan í hesum teiginum, so skriva til okkara. Við vælvild frá fýra serkønum ráðgev- arum, kunnu vit senda brævbjálvan til tann av teimum serkønu, sum spurning- urin er til. Skriva til: Sosialin, Box 76, 3800 Argir, og viðmerk brævbjálvan >Spyr Sosialina. Marner Simonsen: — Ístaðin at tosa um fría fosturteku, átti heldur at verið gjert dygdargott arbeiði, at upplýsa ungfólk um fyribyrgjandi evnir, og harnæst sk eldi hesi evnir verið ókeypis og lætt atkomilig á steðum, har fólk flest ferðast Marner Simonsen tók prógv sum lækni í 1949 í Danmark. Eitt tíðarskeið undir krignum læs hann í Íslandi, og tók hann 1. part av læknapróvnum har í 1944. Marner er serkgnur lækni á trimum økjum, — i skurdlæknafrødi, kvinnusjúkum og nær- frødi. Ætlan hansara var altid at koma heim aftur til Føroya eftir lokna út- búgving, og tí valdi hann at avmarka tað, hann hevði nomið sær innan serfrødisgreinirnar til kvinnusjúku og nærfrødi, tå hann tók við sum yvir lækni á Landssjúkrahús inum í 1967 Marner hevur eisini ar beitt við ætlanum um at stovna eina feðistoví saman við eini ljósmóður, men hetta vísti seg at vera ov kostunnarmikið tiltak til so lítið fólkatal sum í Feroyum. Hóast Marner Simonsen í teiginum »Spyr Sosialin« fer at svara ellum spurningum, sum hava við heilsumál at gera, so snýr hetta prátið vit høvdu við hann í vik- uni — seg bert um kvinnu- sjúkur og barnakonur, sum er tað ekið hann í ger- andisdegnum hevur við at gera. Fyribyrgjandi evnir Skulu blaðungar gentur nýta p-pillarar? — Tað velst um staðuna hjá tí einsteku gentuni, sigur Marner og heldur fram: Persónliga haldi eg, at tað er skeivt at seta ein ávísan aldur, og síðan geva ollum gentum fyri- Hetta byrgjandi evnir Marjun Sigurdsdóttir, sosialraðgevi Prát við Marner Simonsen, serlækna í kvinnusjúkum og nærfrødi: Marner Simonsen, lækni Eydun Joensen, sálarfreðingur SOSIALURIN Turid Henze, løgfrødingur Í dag eru allir nyfød- ingar vælkomnir — sigur Marner Simonsen um tey umleið 800 børnini, sum árliga verða borin í heim í Føroyum veru Henda eggjan til kyns liga samveru er eisini skeiv, tí vit vita, at kvinn- ur, sum byrja í heilt ungum aldri at hava kyns- ligt samband, hava tá hesar verða um 40—50 ára gamlar, nógv sterri megu- leikar at fáa undirlívs- sjúkur. Tó koma ungar gentur til mín og biðja um ráð, um tær koma saman við einum drongi, og tá gevi eg teimum mini P-pill- arar ella annað evni, so tær ikki av misgávum skulu gerast við barn. Fáa ungfólk nóg góða upplýsing um fyribyrgj- andi evnir? — Eftir tí eg havi skilt av teimum ungu, sum koma til mín, so fáa tey upplýsing um, hvussu ein verður við barn í lívfreðis- tímunum, men eg hugsi ikki, at øll rættuliga fata, hvussu tað veruliga hong- ur saman, og tí gerast nakrar gentur kortini við barn, hóast tær vita eitt og annað um hetta framm- anundan. Tað er tí av stórum týdningi, at góð upplýsing verður givin, so ungar gentur — og fyri tann skuld eisini ungir dreingir skulu vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg í slík- um feri. Um 14 ára gomul genta verður við barn, er tá meguligt at fáa fostrið tikið? — Eftir lógini, ið er tann gamla danska lógin frá 1956, sum kom í gildi í Feroyum í 1959, skulu ymiskar fortreytir vera til- faa Iramt fosturtøkKu gentan er ung og obugvin, gongur í skula 0.s.fr., so er tað nógv, sun talar fyri, at hon fær sálar- ligar trupuleikar av at fáa eitt barn í so ungum aldri. Treytin umframt stød- una hjá gentuni er, at tveir læknar skulu koma ásamt um tað sum gerast skal, og so er heimild fyri, at fostrið verður tikið, eisini treytað av at annað ella bæði foreldur játta hesum, um gentan er undir 18 ár. Henda sein- asta treytin er altíð tilstaðar, um fólk undir 18 ár skulu hava viðgerð á sjúkrahúsi, at foreldrini geva tilsegn um hetta. Áðrenn farið verður til fosturteku fær gentan at vita, hverja fíggjarliga hjálp hon kann fáa frá tí almenna, tí vit meta ikki, at búskaparliga steðan í sær sjálvum er nóg mikið til, at loyva fosturteku. „ Eg vil her viðmerkja, at tað avgjert ikki er vanda- leyst at fremja fosturteku, og tí er tað av alstórum týdningi, at ungfólk fáa haldgóða undirvísing og upplýsing um, hvussu tey best kunnu fyribyrgja, at tey ikki fáa bern í ótíð. Kvinnan í blóma Hver aldur er best egnað- ur at eiga bern í? — Besta tíðin til at eiga bern í er frá 23—30 ára aldur. Tá er kvinnan í full- um blóma og hevur tí allar meguleikar fyri, at barns- burður og føding gongur væl. Hvat heldur tú um mið- aldrandi kvinnur, sum byrja a+ nyggjum i På børn? la D Í udi eg KK nogv um, Ú andin åvisum brekum og ar ligum sjukum er um kvinnan t.d. er yvir 38 størri, åra gomul. Vandi er eisini fyri, at fostrid ikki trivist so væl, ti blóðrenslið hjá eldri mammum er niður- sett og útskiftið ay evnum frá móðurkekuni til lív- móðrina ikki er so gott sum áður. Heldur ikki egg- ini hjá mammuni eru eins frísk sum áður, og hetta er ikki so legið, tí eggini hjá mammuni verða longu til í fosturtíðini. Hartil kemur, at sáðkyknini hjá einum pápa í miðjum aldri, heldur ikki eru eins góð, sum tá hann var yngri. — Eg ráði ti øllum kvinnum, sum verða við barn, eftir at tær eru fylt- ar 35 ár, at fáa eina fostur- vatnskanning, sum kann vísa, um alt er sum tað eigur at vera. Ein vansi er tó, at henda kanning noyð- ist at fara fram í Dan- mark, tí vit ikki eiga slíkt tól í Feroyum, sum er neyðugt fyri slíka kann- ing. — Tað skal her sigast beinavegin, at fostur- vatnskanningin skal fara fram um 15. viku av barnsburðinum, og at ferð og uppihald er ókeypis fyri mammuna. Hon skal heldur ikki leggjast inn á sjúkrahús, men býr á Hotel Tórshavn, meðan kanningin fer fram. Hvussu nógv kostar slíkt tól? — Tólið til fosturvatns- kanningar kostar um kr 800.000,—, men tað krevst serkøn útbúgving fyri at et IK! foil H Førovu het kann nytast til mangar aðrar kanningar Aðrenn mamman verðu bjóðað slíka kanning verður hon upplýst um hvat hetta kann føra við sær, at fostrið um tað ikki er í lagi kann vera tikið. Um kvinnur av persón ligum orsekum ikki vilja hetta, so er sjálvsagt ikki neyðugt at gera slíka kanning. Abyrgdarkenslan Heldur tú at kvinnan sjálv skal ráða yvir líkami sín- um. Skal frí fosturteka verða loyvd? — Tað er tverligt hjá mær at siga nakað um, t.d. tí eg ikki sjálvur kann ger- ast við barn, sigur Marner og skoytir uppí, at vit enn hava gomlu donsku lógina frá 1956 at ganga eftir, og har eru nakrar treytir, sum skulu lúkast, um kvinnan skal fáa fostur- tøku. Flestu grundir, — um- framt bladungar gentur, sum koma illa fyri, eru, at kvinnan eigur ov nógv bern, at hon ikki orkar at fara undir fleiri barnsburð- ar. Hetta kann gerast ein sinnis og sálarlig ovbyrg- ing, sum t.d. er ein treyt fyri, at lógarheimildin um fosturtøku kann vera framd, bara fyri at nevna eitt dømi. Hóast eg ikki vil ganga við til fría fosturteku, so kundi eg yngst, at ávísar lógarbroytingar vóru gjørdar, so kanningar- arbeiðið í samband við Framhald á síðu 12