mikudagur 31. mars 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 3
åttu at kravt Tjøldrini i
Sudur Onglandi tikin vid i
sinamillum samrådingum
vid EEC, vegna tess at
bretar oyddu tjaldurs-
stovn okkara um veturin.
Hetta helt hann vildi
givið okkum ein betur
sáttmála.
Jú, jú alt ber til?
Greið tala — men!
Ein annar reðari, sum ein
serliga festi seg við var
javnaðarmaðurin í Sand-
oynni harra Tórálvur
Mohr Olsen, tinglimur.
Hesin var ivaleyst fram-
segumaður fyri flokk sín,
hóast hann segði seg ikki
tala floksins vegna. (Vón-
andi segði hann satt her?)
Annars var tala hansara
ógvuliga teknisk og full av
fremmandum tekniskum
orðum, sum ikki var so
lætt at fata hjá tí vanliga
lurtaranum. Men hann
legði ikki ímillum, at hann
gekk fult inn fyri tí ætlaðu
vatnútbyggingini uttan
mun til broytingar av
náttúruni og árin á um-
hvervi. Hetta varð greið
tala, og ein má bara ásann-
að orðatakið — Lætt er at
rista breiðar álir av ann-
ans húð — Lat okkum
venda spurninginum eitt
sindur og spyrja: Hvussu
heitur hevði harra Tór-
álvur Mohr Olsen verið
fyri slíkari útbygging. um
hon varð gjerd í Sand-
oynni? Vildi hann gingið á
odda fyri at gjert Sands-
vatn til ein stóran brunn,
sum kom at oyðileggja og
fløda út yvir stórar víddir
av góðum be og ella haga í
Dalinum. Vildi hann
gingið inn fyri at turka og
veitt avleið hverja lek og
matará í stórum parti av
Sandoynni, umframt nógv
onnur vandamál, sum
vildi verið úrslitið av slík-
ari nátturubroyting?
Og loksins — Hevdu
sandoyingar tikið móti
einum slíkum umboðs-
manni teirra við opnum
ermum.
Annars er ikki stórt
annað at siga um reðuna
hjá framsegumanni javn-
aðarflokksins, hon segði
okkum als ikki nakað
nýtt.
Tað er bara at vóna, at
ongin annar av flokksfel-
øgum hansara tekur undir
við honum.
Líkasælir og nega-
tivir
Sjálvstýrisflokkurin hevur
fyrr verið ein flokkur, ið
var sermerktur sum feði-
landsvinarligur, við virð-
ing fyri fólki og náttúru
okkara. Hesin flokkur átti
menn, sum høvdu vilja og
dugnaskap til at verja
land okkara bæði í skrift
og talu, á bundnum sum ó-
bundnum máli.
Men tíðir skifta, og
maður kemur í mans stað,
verður sagt. Tó skal sig-
ast, at her er vent í holuni.
Tað kom so tíðliga fram,
tá ein hoyrdi oddamenn
flokksins hetta kveldið.
Her var onki rúm fyri
náttúruvirðum men bara
ein tekniskur orðafloym-
ur, sum tað semir seg
røttum skrivaraborðs
teknokratum.
Hilmar Kass segði seg
ikki leggja stóran dent á
tær umhvervis-broyt-
ingar, sum komu at henda,
um vatnorkan varð
útbygd eftir ærlan, men
samstundis harmaðist
hann um hin gamla bein,
sum hann sá úr vindeyga
sínum. Tað var harmuligt
sum hesin beur varð við-
farin segði hann, og rætt
er tað.
Men er tað ikki eins
stórur ella sterri órættur
at fara illa við umhverv-
inum við Eiðisvatn ella
Fjallavatn, sjálvt um Hil-
mar Kass ikki sær hesi úr
vindeyga sínum?
Sum heild kann sigast
um hesar leiðarar sjálv-
stýrisflokksins, at teir
vóru báðir tveir ógvuliga
líkasælir og negativir fyri
ikki at siga destruktivir,
tá talan var um at varð-
veita náttúru okkara.
Tíbetur vóru tað ikki so
heilt fáir tinglimir, sum
mæltu til at nýta varðsemi
og skynsemi, so at náttúr-
an og umhvervi sum heild
ikki = verður oyðilagt.
Hetta var skilagóð tala og
tøkk skulu hesi hava fyri
tað.
Hvar vóru tit —
Vágatingmenn!
„Bert er bróðurleyst bak«,
sigur orðatakið, og tíverri
vísti tað seg, at Våg-
oyggin als ikki varð um-
boðað undir hesum orða-
skifti, hóast hon stóð mitt
í andglettinum. Hvar vóru
tit Vága tingmenn? Ja
hvar vóru tit miðvingar,
sum ivaleyst eiga nógv
spor norður gjøgnum Klo-
van, og nógv góð minnir
frá barna og fyrstu ung-
lingaárunum við Fjalla-
vatn? Ein var sjúkur
segåist, og hann, sum kom
i stadin tyktist ikki at
verða kendur við ella hava
stóran áhuga fyri náttúru-
dýrgripunum í Vágum.
Annars vóru tveir feddir
miðvingar eftir á tingi,
ja annar sjálvur LØG-
MAÐUR.
Men hóast góðar talu-
gávur, so var deyðategn?
Av sonnum eitt vón-
brot.
Indoktriner tala
Landsstýrismaðurin i
orkumálum helt eina
frálíka rødu, og sá tað út
at liggja ræði fyri honum.
Men hann er jú skúlalær-
ari. og tað var tí onki logið
í tí, at hann leitaði aftur í
seguna fyri á tann hátt at
royna at rættvísgera ta
náttúruoyðing, sum hann
tóktist vera talmaður fyri.
Tær broytingar hann
segði vóru farnar fram her
á landi heilt frá landnáms-
tíðini, kundi ein kanska
góðtaka, men tá hann
nýtti hetta sum verju fyri
ta kollveltandi oyðing av
náttúru okkara, sum nú er
ætlanin, so var tað heilt
burturvið og villleiðandi,
ja ein kundi næstan sagt
demagogiskt. Hevdi
henda »verndarrøda« verid
hildin i skålanum, so vildi
hon nokk fingið eitt meira
aktuelt navn nevnliga,
hon hevði verið skyrd »in-
doktriner=É.
Rætt er tað, at har fólk
balist og byggir, mega
broytingar fara fram í
náttúruni, bæði av lands-
lagi og umhvervi.
Men eitt er at byggja
upp, hjálpa til og rekja
náttúruna og tað, sum í
henni er. Annað er at
niðurbróta, spilla og oyða
bæði landslagið og um-
hvervið.
Okkara forfedrar komu
við berum hondum. Tí
mátti brótast upp úr
nýggjum, og mark setast
millum be og haga fyri
at lív betur kundi lag-
ast bæði til fólk og fæ.
Men ein grenur beur gyrd-
ur av einum myrkum
seyðahegum grótgarði, er
ikki og hevur ongantíð
verið oyðing av um-
hvørvinum — tvertur-
ímóti. Annars eru grót-
garðarnir um bein ikki so
ógvuliga gamlir í seguni. Í *
øldir hava feroyingar nýtt
flaggarðar, sum ikki vóru
seyðahegir, men seyðurin
varð hildin uttanfyri við
at akta.
Vóru góðir við
náttúruna
Eilif Samuelsen veit væl,
at teir gomlu gingu væl
um, og missbrúktu ikki
náttúruna ella tað, sum í
henni livdi.
Teir hjúklaðu um hvenn
teig og hvenn bekk, og
vóru ógvuliga sárir um
jørdina. Eitt gott dømi um
hetta eru tær gomlu bygd-
irnar og býlingarnir.
varð onki oyðslað, og
mong ættarlið bygdu á
eina og somu grund
Hesum nýtist ikki at siga
meira frá, demini eru
mong bæði viðv. sethús-
um og kirkjum. Men teirra
stríð var eitt stríð móti
náttúrukreftunum. Og
mangan stóð teimum tap í
hendi, tó teir vóru góðir
við náttúruna, og dugdu
at rekja hana. Bæði í be og
haga á sjógvi so væl sum á
landi. Hugsa bert um,
hvussu væl varð gingið
um hverja torvgrøv, fyri
at vatn ikki skuldi standa
á? Lógir og fyriskipanir
vóru fyri ellum bæði skriv-
aðar og óskrivaðar. Í
seguni er avgjert onki at
finna hjá landsstýris-
manninum, sum kann
nýtast til verju fyri ta oyð-
ing av náttúruni, sum nú
ætlast at fara fram.
Fólkið ikki eftir-
spurt
Eyðvitað er tað, at har
framburður og menning
fer fram mega broytingar
eisini verða ikki minst
innangarðs. Her verður
hugsað um havnagerð,
vegagerð og sjálvandi
húsabygging. Til hetta og
annað krevst pláss, og
vanliga er tað tá hin gamli
bøurin, sum stendur fyri
skotum.
Hetta er alt neyðugt um
livligt skal verða her á
landi. Men tíverri hevur
ein mangan varðhugan av
at ikki verður so nógv
Framhald á síðu 12