hósdagur 15. apríl 1982síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Færri tilburðir av
krabbameinssjúkum
millum bøndur og fo
við hægri útbúgving
— segði Peter Ebsen m.a. í
fyrilestri sínum um orsøkir
til krabbamein, ið varð hild-
in fyri páskir fyri sjúkrasyst-
rum og sjúkrasystranæm-
ingum
Møguleikin at gerast sjuk-
ur av næsa- og svelg-
krabba er munandi minni í
Førevum enn í Grønlandi.
Kanningar vísa, at títt
leikin av næsa- og svelg-
krabbasjúkum er 25 ferðir
sterri i Grønlandi enn t.d. í
Hetta er nakað,
sum danskir krabbameins-
Feroyum
granskarar nú vilja hava
meira vitan um. Av tí at
Førovar eins og Grønland
liggja i ti arktiska økinum
visa donsku granskararnir
ti Førovum serligan åhuga
i hesum sambandi.
Hetta er eisini orsøkin
til, at leidarin av »Kræft-
forskningsinstituttet« í
Århus, Peter Ebsen, yvir-
lækni, júst hevur verið i
Feroyum. Hann skal hava
við sær til Danmarkar
blóðroyndir av feroying-
um og ymsar upplýsingar
til hesar kanningar, sum
miðja ímóti at samanbera
førovingar og grønlend-
ingar tå tad snyr seg um
eitt åvist virus, ið kanska
er ein medvirkandi orsek
til krabbasvellir í næsa- og
svelgrúminum
„Kræftens be-
kæmpelse«
Peter Ebsen, id nu er farin
aftur til Danmarkar, helt å
ferðini i Føroyum ein fyri-
lestur fyri sjúkrasystrum
og sjukrasystranæm-
ingum. Sosialurin var
eisini til henda fyrilestur,
sum hevði heitið: »Orsøkir
til krabbamein«.
»Kræftforskningsinsti-
tuttet« i Århus er ein pri-
vatur stovnur, sum felags-
skapurin »Kræftens Be-
kæmpelse« figgjar. Pen-
ingurin til at reka henda
verður allur inn-
privatum
Eingin almennur peningur
verður latin til henda
stovn
savnadur frå
stovn. Umframt stovnin i
Århus er eisini ein líkn-
andi stovnur i Keyp-
mannahavn.
Endamålid vid hesum
stovnum er at granska
vidurskifti bædi hvat vid-
vikja orsekunum til
krabbamein og sjálvari
viðgerðini av hesum sjúk-
um
| fyrilestri sínum
greiddi Peter Ebsen frá
ymiskum í samband við
krabbameinssjúkur. Hann
vísti á, at hóast vit í dag
merkja nógv meira til
krabbamein enn ættarlið
undan okkum, so hava
krabbameinssjúkur altíð
verið til. Vit finna krabba-
meinstilburðir hjá menn-
iskjum og djórum frá
gamlari tíð. Serstakliga
hjá teimum, sum eru
vorðin rættiliga gomul.
Tittleikin øktur
Tad at krabbi serstakliga
tekur seg upp hjå eldri
fólki kemur so eisini týðu-
ligari til sjóndar í dagsins
samfelag enn nakrantíð
fyrr. Orsekin er tann ein-
falda, at vit í dag gerast
nógv eldri enn øll ættarlið
undan okkum.
Hóast vit ásanna henda
veruleika, so skerst tó ikki
burtur, at tittleikin á
krabbameinstilburðum í
dag er munandi ektur
sammett við tíðina fyri
einans 40 árum síðani.
Kanningar vísa, at títt-
leikin er vaksin við umleið
1/2 til 1% um árið.
Vit kunnu nu spyrja,
hvussu hetta ber til. Kann
talan vera um, at vit sjålvi
og umhvørvi eigur lut i
hesum vekstrinum? lIva-
leyst er tað so, hóast tað
nógva er gitingar ella ikki
prógvaðar sannroyndir.
Sjálvur helt Peter
Leygardagssosialurin:
Granskingin
av
krabbameinssjukum
Lesið eisini samrøduna við Peter Ebsen í leygar-
dagsblaðnum. Hon snýr seg m.a. um, hvussu
langt granskingin av krabbameini er rokkin
Ebsen, at tað eru viður-
skifti í okkara umhvervi,
sum eru orsek til vøkst-
urin í krabbameinstilburð-
um. Her er tað m.a. ein
spurningur um okkara
egnu vanar hvat viðvíkur
mat-, drekki- og ymsu
nýtsluverum. Taka vit t.d
royking og seta hesa í
samband við krabba-
meinstilburðir — lungna-
krabba — so vita vit, at av
teimum, sum gerast sjúk
av lungnakrabba, eru 9/10
stórroykjarar.
Japan
— Tosað verður um, at íd-
naðarlig framgongd og
menning hevur fleiri
krabbameinstilburdir vid
sær enn onnur samfelags-
gongd. Hetta er eftir mini
metan byttislig tala, tí
eingi progv eru fyri
hesum, segði Peter Ebsen.
Hann vísti í hesum sam-
bandi á lond sum Japan, ið
hava havt eina skjóta og
umfevnandi ídnaðarliga
menning. Japan hevur í
mun til t.d. Danmark
nógv færri tilburðir av
krabbameinssjúkum. Het-
ta hóast japanarin gerst
eldri enn danin.
Peter Ebsen segði við-
ari, at vit vita ikki, hví
hetta er so — antin tað er
landið, sum er so gott at
búgva í ella tað er fólkið,
sum er so frískt í mun til
onnur fólk. Møguliga er
tað ein spurningur um
vanar. Vit vita tað tó ikki
Peter Ebsen vísti á, at
tað hvenn dag koma nógv
nýggj evni á marknaðin,
sum ikki verða kannað
fyri meguligt skaðiligt
árin. Tað fer sjálvsagt
ongantíð at bera til at
granska øll tey evni, sum
verða framleidd og tískil
heldur ikki at seta forboð
móti fleiri av teimum.
Hvat kann tá gerast fyri
at forða skaðiligum
evnum at birta uppundir
krabbamein spurdi Peter
Ebsen.
Nógv nýggj evni
Sjálvur helt hann, at vit
eiga at royna at forða fyri,
at nýggj skaðilig evni
verða framleidd. Felog,
sum framleiða ymisk evni,
skulu prógva, at hesi evni
ikki eru vandamikil. Tað
ber sjálvandi ikki til at
granska ell evni, sum eru
framleidd gjøgnum tíðir-
nar, ti so høvdu vit kanska
verið noydd at givist við
at eta. Tað vísir seg ann-
ars, at tað ganga upp til
20 ár, fyrr enn árinini av
skaðiligum evnum visa
seg. Hetta ger sjálvsagt
granskingararbeiði rætti-
liga umfevnandi. Peter
Ebsen helt, at okkara poli-
tisku myndugleikar mugu
avgera, hverjar reglur vit
mugu seta fyri nýggjum
evnum, sum verða tikin í
nýtslu.
— Eg haldi eisini, at tað
er rætt, at tað almenna ger
meira við at granska m.a.
nýggj evni, sum dagliga
koma á marknaðin, legði
Peter Ebsen aftrat.
Hann tosaði síðani um
sjálvt arbeiðsumhvervið
og tey ymsu arbeiðsekini.
Eisini her vísir tað seg, at
nýggj evni eru atvoldin til
øktan krabbameinsvanda.
Eitt nú evnið aspest, sum
nú er forboðið at brúka í
Danmark bert við undan-
taki av á bremsibelegning-
um á bilum. Í hesum før-
inum meta politikarar, at
ferðslutrygdin hevur
meira at siga.
Peter EBsen vísti eisini
á hagtøl, sum siga okkum,
at tittleikin av krabba-
meinstilburðum er ymisk-
ur innan ymisku arbeiðs-
økini. T.d. vísir tað seg, at
bøndur og fólk við hægri
útbúgving liggja í lægra
endanum. Sjómenn, bak-
rar, skorsteinsfeiðarar
liggja harafturímóti í
ovara endanum. Títtleikin
fyri hesi seinastu nevndu
arbeiðini er 1,5 til 2 ferðir
omanfyri miðal.
AÐA
Nr. 29 — 15. apríl 1982
Kromosomskaði
Hver er so okkara vitan
um sjálvan upprunan til
krabbavekstur, og hvussu
byrjar og hvussu mennist
hesin vøkstur i likam-
inum!
Peter Ebsen greiddi her
frå, at tad eru ymsar hypo-
tesir um, hvussu krabba-
vøkstur tekur seg upp.
Annars vita vit i dag, at
krabbavøkstur tekur seg
upp, tá kromosonini
(DNA) í okkara kyknum
verða skadd á ein ella
annan hátt. Slíkur skaði
kann stava frá geisling-
um, kemiskum evnum,
hormonum og meguliga
frá virus í samband við
smittu.
Taka vit t.d. geislingar
vita vit, at nógv sól kann
skaða kromosomini í húð-
kyknunum. Tó er tað ein
sannroynd í dag, at húð-
krabbavekstur er ikki so
vandamikil.
Tá kromosomini verða
skadd á onkran hátt eru
kyknurnar oftani sjálvar
ferar fyri at umvæla
skaðan. Hetta miseydnast
tó eisini, soleiðis, at tey
skaddu kromosomini við
kyknudeilingini verða
ford víðari frá móðurkykn-
uni til aðrar kyknur. Tað
er í slíkum ferum vit fáa
krabbameinssvellir.
| fyrilestri sínum
greiddi Peter Ebsen eisini
frá, at tað eisini eru onnur
evni sonevndir promo-
torar sum kunnu vera
til steðar og skunda undir,
at árinið uttanífrá ber
álvarsligan skaða við sær
Hetta hendir, áðrenn sjálv
kyknan kann byrja at um
væla skeivleikarnar.
Vit eiga tí eisini at hav
eyguni eftir slíkum promo-
torum, segði danski yvir
læknin í fyrilestri sínum.
(Lesið samreðuna við
Peter Ebsen í leygardags-
blaðnum). jan
Tey nogvu nýggju evnini, sum koma á marknaðin nærum dagliga fáa menn at spyrja,
um hesi evni kunnu økja um krabbameinsvandan. Granskarar hava t.d. uppdagað, at
tað tá matur verður stoktur, koma fram nøkur åvis evni, ið kunnu skunda undir ávísar
krabbameinssjúkur
pE ere" DET ÉT
RER