týsdagur 27. apríl 1982síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fram— Royn, 2. deild: 0—1 (0— 1 ):
Liðini áttu hvor sin
hálvleik
— men tað varð Royn, ið megnaði at stríða
sær bæði stigini heim
— Har eru sjáldsama
nógvir tverámenn at
síggja á vellinum, tá
hugsa verður um at tað
eru Fram og Royn, ið
spæla
Nakað soleiðis málbar
ein av áskoðarunum seg tá
aðrudeildardysturin mill-
um Fram og Royn byrjaði.
Og nakað var eisini um
tosið.
Breðurnir báðir Mortan
Joensen, ið royndi seg
sum málverji hjá VB 1
fjør, og Delmar Joensen,
ið hevur leikt við TB i
nógv år, eru nú at finna á
Royn-liðnum, og leika
tveramenninir Vilmund
Michelsen og Sigvald
Steinkross, ið báðir vóru á
liðnum í fjer, eisini við.
Og á Fram-liðnum var
eisiniein fyrrverandi TB-
leikari, Tórður Poulsen, at
finna. Harafturat vóru
venjarin Henning Hansen,
fyrr Frem, og Bjarne Jør-
gensen, fyrr HB, nýggir á
Fram-liðnum.
Í byrjanini av dystinum
var leikurin heldur tilvild-
arligur; skilligt var, at
hetta var fyrsti lands-
kappingardysturin, ið lið-
ini bæði leiktu hetta kapp-
ingarári.
Spælið — ella sperkini
— skiftu úr einum enda av
leikvøllinum í annan, tó
uttan at nakað av liðunum
megnaði at leika seg fram
til nakran veruligan mál-
meguleika.
Um miðjan fyrra hálv-
leikin vann Royn sær yvir-
vág í leiki, og gjerdist
leikur teirra væl meira
málsekin enn mótsteðu-
liðsins. Serstakliga var
tað Vilmund Michelsen, ið
royndist ágrýtin, men An-
dor Thomsen og Sigvald
Steinkross bardust eisini
um hvønn bólt. Men ikki
varð tað nakar av hesum
framherjum, ið skeyt eina
málið í dystinum. Ístaðin
var tað Niels Jacob Mort-
ensen, bakverjin, ið fimm
min. undan hálvleiks-
steðginum, nýtti eina villu
í Fram-verjuni, til at seta
bóltin í netið við veikum
skoti, ið rakti ein
Fram-leikara og tí snýtti
málverjan, Jógvan av
Kák.
Verjan hjá Fram roynd-
ist ikki tann besta í fyrra
hálvleiki; leikararnir mis-
skiltu hvenn annan alt ov
ofta og tá hverki miðjan
ella álopið royndist betur,
*
HE" ure
Niels Jacob Mortensen, id skeyt málið fyri Royn
TB—B36, 1. deild: 0—1 (0—0):
Týdningarmikil,
torfør stig
Fyri fyrstu ferð í 14 ár eydnað-
ist B36 at fáa bæði stigini
heim við av Sevmýru, og var
hetta samstundis fyrstu ferð
síðan 1972,
vunnið
at B36 hevur
landskappingardyst
móti TB, 1. deild
Favorittum ber eisini til at
tapa — stórfavorittar ella
ei. Hetta mátti TB sannað
sunnudagin.
Sum vit í seinasta miku-
dagsblaðið greiddu frá, so
kann ein í ár rokna við, at
B36 fer at verða eitt av
teimum sterku liðunum í
1. deild, og at ein skuldi
ikki nýta finaludystin í
fødingardagskappingini
hjá TB sum TB vann við
fýra málum móti ongum,
sum grundarlag fyri nakr-
ari meting um hvussu
dysturin suðuri á vellinum
á Sevmýru fór at verða, tá
hesi bæði liðini mettust
aftur í landskappingar-
dysti flaggdagin.
Og rætt fingu vit
B36 vann sín fyrsta
dyst á TB 1. deild á Sev-
mýru síðan 1968.
Líkindini til at spæla
fótbólt vóru annars ikki
tey bestu á Tveroyri
henda dagin. Nógvur
vindur lá fram eftir velli-
num, og sá hetta út til at
tarna spælinum í stóran
mun.
Í fyrra hálvleiki var tað
TB, ið leikti undan vindi-
num og førdi m.a. hetta
við sær, at teir hevdu væl
sterra lutin í leiki henda
hálvleikin, men hvergum
"…
av liðunum eydnadist to
at fåa veruligt spæl i lag.
Tå umleid 10 min. voru
farnir av fyrra hålvleiki,
fekk TB brotsspark
Rólant Sørensen skeyt,
men rakti skot hansara
langt oman fyri målid.
Hetta så ut til at skelka
Rólant og TB-leikararnar
sum heild. Hóast teir
hevdu stóra yvirvág í
leiki, megnaðu teir ikki at
fáa bóltin í netið — og
trupult varð hetta eisini,
ti B 36 striddist sum úlvur
á skóg fyri at verja henda
hálvleikin, og væl eydnað-
ist hetta; fyrri hálvleikur
endaði 0—0.
ea! seinna hálvleiki var
tað framvegis TB, ið hevdi
sterra lutin í leiki, men
framvegis bar teimum ikki
til at fáa mál. Ikki so at
skilja, at teir ongantíð
komu í nánd av málinum,
ti einaferð fingu teir bóltin
í netið, men málið varð
ikki góðkent, tá ein av
TB-leikarunum hevði havt
hondina á bóltinum
frammanundan.
Leikurin helt fram á
sama hátt allan hálvleik-
in. TB hevði sterra lutin í
leiki, men umleið 10 min.
undan leikloki varð tað tó
B36, id fekk einasta mál-
ið, ið kom í hesum dysti.
Olaf á Lava fekk av-
levering inn um TB-verj-
una, ið vildi hava Olaf at
vera rangstaddan og tí
stedgadu at leika, men
dómarin bríkslaði íkki
Sjálvsagt hevði Olaf ikki
bíða eftir dómarafloytuni,
og skeyt hann beinanveg
in móti TB-málinum. Per
Strøm møtti bóltinum,
men bólturin stakk út aft-
ur til Olaf, ið tá skeyt
fram við Per og í netið til
1—0, ið eisini gjørdist sig-
ursmálið fyri B 36.
Tað, ið eftir var at leika,
eydnaðist hvergum liði at
fáa nakað veruligt burtur-
úr, og vann B36 sostatt
fyrsta týdningarmikla, og
kanska eisini torferasta,
útidystin í hesum kapp-
ingarári.
Sum vit áður hava sagt.
Ansi tykkum!
B36 hevur meguleikar
fyri at koma langt í kapp-
ingini í ár — stríðsviljin er
í hvussu er har.
var lítil stuðul at fáa hað-
ani
Leikararnir vístu alt ov
lítlan stríðshuga í mun til
Royn-leikararnar og vóru
vónirnar um at seinni
hálvleikur skuldi roynast
frægari fyri Fram tí ikki
stórar. Hetta hava leikar-
arnir uttan iva fingið at
vita í hálvleikssteðginum,
tí í seinna hálvleiki var tað
Fram, ið royndist mål-
søknari — hóast Royn tó
hevði einstakar stórar
málmeguleikar, ið teir ikki
megnaðu at nýta.
Og sama tóktit at vera
hjá Fram. Leikurin var
ikki góður — hjá hvørgum
av liðunum — men Fram
megnaði tó at leika seg
Nr. 34 — 27. apríl 1982
fram til fleiri málmegu-
leikar, men torført toktist
tó at vera at fáa møguleik-
arnar nytta å rættan hått.
Bert fåar min. undan
leikloki fekk Royn brots-
spark, ið varð dømt tå ein
av leikarum teirra fekk al-
bógvan i ryggin og varð
feldur inni í Fram-brots-
teiginum.
Delmar Joensen skeyt,
men rakti hann langt við
síðuna av málinum.
Tað í eftir var at leika
pressaði Fram fyri at
greiða javnleik, men ikki
bar teimum til at fáa mál,
og vann Royn sostatt
fyrsta landskappingar-
dystin við einum máli
móti ongum.
Borðtennis
Føroyameistarakapping í
borðtennis hevur verið í
Klaksvík hetta vikuskifti.
Kappast varð i
dreingja- og unglinga-
deildini. Í dreingjadeildini
gjørdist Jens Heldarskarð
úr Klaksvíkar Borðtennis-
felag føroyameistari í
single, hann vann í final-
uni á Finnbjørn Zachar-
iassen ur Streymi. Í
double vunnu Jens Held-
arskarð og Eyðun Nolsee
úr Klaksvíkar Bordtennis-
felag á Patur Niclasen og
Brandur Hansen úr Fram
í finaluni.
Í unglingadeildini gjørd-
ist Eyðun Luid føroya-
meistari i single. I finaluni
vann hann á Jógvan Ellef-
sen úr H71. Finnbjørn
Zachariasen og Jákup
Hansen úr Streymi gjerd-
ust føroyameistarar í
double. Teir vunnu final-
una á Eyðun Luid úr
Havn og Jógvan Ellefsen
úr H71.