Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 162 - 27. august 2002 Nú er FCK oddalið Nógv mál vóru at síggja í góða summar- veðrinum í Danmark, har áskoðarafjøldin í Parkini var størri enn í øllum hinum dyst- unum tilsaman SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað vórðu skorað ein rúgva av málum í donsku super- liguni í vikuskiftinum. FCK er á odda, eftir at teir vunnu fyrsta slagið um høvuðsstaðin í hesum kappingarárinum. Leygardagin var Brønd- by í Parkini. Fleiri enn 38.200 hugdu at, og tey vóru vitni til nógvan in- tensitet og stóran spenning. Heimaliðið legði bragdlig- ari fyri, men eftir at Brønd- by hevði fingið hol á, vóru tað gestirnir, sum stýrdu og væl kundu havt økt til bæði 2–0 og 3–0. Men teir vóru ikki nóg hvassir, og í staðin var tað FCK, sum í yvirtíð- ini í 1. hálvleiki javnaði. Peter Møller, ið bardist sum úlvur á skóg, var fyrstur á returi. Í 2. hálvleiki gekk javnt á, inntil Zuma og Todi mið- skeiðis í 2. hálvleiki vórðu settir á vøllin. Smáir tíggju minuttir vóru eftir, tá Zuma fekk bóltin av Brøndby verjuni og skoraði sigurs- málið. Brøndby hevur staðið seg illa fyrstu umførini av sup- erliguni. Í annaðkvøld skulu teir royna seg á heimavølli ímóti Rosen- borg, sum fyri tveimum vikum síðani vann 1–0 heima í Tróndheimi. Michael Laudrup ásannaði leygardagin, at liðið hjá honum hevði spælt væl, men at teir høvdu víst tveir veikleikar, sum ikki mugu koma fyri í fótbólti á hægsta støði. Annar var, at teir ikki skora nóg ofta, tá teir spæla seg til møguleik- ar, og hin var, at teir gera ov nógv persónlig mistøk í verjuspælinum. Gomlu feløgini væl við AGF og Esbjerg eru millum gomlu jysku stórfeløgini í bestu deildini. Tað hevur ikki altíð gingið so væl hjá teimum, men hesa ferð eru tey komin væl frá kapping- arbyrjan. Sunnudagin var AGF á útivølli ímóti AB. Undan dystinum var tøgn. Teir í AB mintust gamla stór- spælaran Knud Lundberg, sum doyði í næstsíðstu viku. Hann gjørdist 82 ára gamalur. Knud Lundberg var bæði lækni og tíðinda- maður. Hann var leingi ítróttarblaðstjóri á Aktuelt, og hann skrivaði um fólka- heilsu og ítrótt og serliga fótbólt. Lundberg er einasti danin, sum hevur verið á trimum landsliðum í senn – í fótbólti, hondbólti og baskettball. Hann var á fót- bóltslandsliðnum, sum í 1948 vann bronsu í Lon- don. Tað varð inntil í 1960, tá Danmark vann silvur í Rom, mett at vera størsta fótbóltsliga avrikið hjá dønum. Á vøllinum gekk sunnu- dagin javnt á. AB hevur bara vunnið ein dyst í hes- um kappingarárinum. Teir siga sjálvir, at verjan ikki er nóg góð, og soleiðis var tað aftur hesa ferð. Úrslitið var 2–2, og eftir dystin snúði mesta tosið seg um skaðan, sum longu í 1. hálvleiki noyddi Heine Fernandez av vøllinum. Teir eru bangnir fyri, at krossbandið er farið, og so er møguleiki fyri, at málslúkurin ikki verður førur fyri at spæla meiri á hægsta støði. Nýggi AGF venjarin, Poul Hansen, hev- ur megnað at fingið fótbólt- slagi í Århus í topp aftur. Esbjerg vann 3–2 á FCM, sum í síðstu viku seldi toppskjúttan Michael Skoubo til Borrusia Mönchengladbach, sum so nógvir danir hava spælt við. Upp og niður Annað av nýggju feløgun- um í superliguni er Køge. Teir vóru hesa ferð í Odense, og har vóru teir so óhepnir, sum tað ber til at ímynda sær. Teir komu á odda eftir fínt snarálop, og tað var um eitt hár gjørt, at teir øktu í sama slag álopi. Í 2. hálvleiki javnaði OB upp á brotsspark, og í síðstu løtu skoraði heimaliðið sigursmálið. Gestirnir iðr- aðu seg gular og grønar, og tað var einki at siga til tað. Í 2. hálvleiki fingu teir – tað vóru fimm minuttir ímillum – tvey brotsspørk, men teir misnýttu bæði! Hitt nýggja liðið í bestu deildini er Farum, og á ferðini til hús aftur úr Silkeborg var hýrurin góð- ur. Farum hevði 1–0 sigur í viðførinum. Venjarin, Christian Andersen, er opinskáraður, og sunnu- kvøldið helt hann fyri, at Farum átti at havt verið oddalið í superliguni! Sibusiso Zuma kom av beinkinum og gjørdist stóra hetjan, tá hann í seinna hálvleiki skeyt avgerandi málið fyri FCK í dystinum móti Brøndby Herfølge var sera sannførandi, tá teir vitjaðu í Vejle, har Christian Høgni spældi við í 1. hálv- leiki DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað hevur fyrstu umførini gingið sum eftir ánni hjá Vejle, men sunnukvøldið komu teir orduliga niður á jørðina. Herfølge vitjaði, og gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen vann stórsigur. Úrslitið var 5–1. Tað hildu teir í Vejle var ov stórt tap, men teir ásannaðu, at gestirnir høvdu verið góðir at umsita leiðsluna, tá teir vóru komnir á odda. Fyrstu løtuna gekk javnt á, og heimaliðið hevði onkrar møguleikar. Christ- ian Høgni Jacosben var í Vejle álopinum í 1. hálv- leiki, so var hann ein av tveimum, sum varð skiftur út. Í 17. minutti hevði Christian Høgni møguleika at gera mál, men stútarin fór beint á Herfølge mál- verjan. Í plássinum, sum Jákup Mikkelsen vardi í fleiri ár, stendur nú Morten Cramer. Hann var í langa tíð annar málverji hjá Brøndby. Dysturin varð avgjørdur síðsta stóra korterið av 1. hálvleiki. Tá kom Herfølge framum 4–1. Stóri maðurin hjá gestunum var Mads Westh, sum Herfølge hevur leigað í FCK. Mads Westh skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál. Jerry Brown javnaði til 1–1 fyri Vejle. Tað gjørdi hann í 31. minutti ella tríggjar minutt- ir eftir at Herfølge var kom- ið á odda. Herfølge skoraði í 33., 36. og 38. minutti, og í 2. hálvleiki staðfestu teir rimmar sigurin. Talan var um fyrsta tapið hjá Vejle í hesum kappingarárinum. Málríkasti dysturin hesa ferð var tann í Haderslev, har HFK Sønderjylland vann 5–4 á B 1913 úr Od- ense. FC Århus við Flemm- ing Povlsen sum ítróttar- stjóra hevur havt stórar ætl- anir. Tað var eitt rættuligt skot fyri bógvin hjá teim- um, at teir taptu 2–1 ímóti Skjold. Randers Freja sendi Hvidovre til hús við 4–1 tapi, og hjá Frem, sum ætl- ar sær aftur í bestu deildina, kom tað sera illa við, at teir taptu 4–2 á heimavølli ímóti Fredericia. B 1909 fekk ein orduligan upp á kassan, tá teir taptu 2–1 á heimavølli ímóti B93. Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCK 5 3 - 2 - 0 11 7 4 11 2 OB (S) 5 3 - 1 - 1 12 6 6 10 3 AaB 5 3 - 1 - 1 8 6 2 10 4 AGF 5 2 - 2 - 1 9 7 2 8 5 Silkeborg 5 2 - 1 - 2 7 6 1 7 6 Esbjerg 5 2 - 1 - 2 13 13 0 7 7 Brøndby (M) 5 2 - 0 - 3 10 8 2 6 8 Farum 5 2 - 0 - 3 8 10 -2 6 9 FCM 5 1 - 2 - 2 7 8 -1 5 10 AB 5 1 - 2 - 2 7 10 -3 5 11 Køge 5 1 - 1 - 3 8 14 -6 4 12 Viborg 5 0 - 3 - 2 7 12 -5 3 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Ølstykke 4 3 - 1 - 0 10 6 4 10 2 Herfølge 4 3 - 0 - 1 12 6 6 9 3 Vejle 4 3 - 0 - 1 8 6 2 9 4 Brønshøj 4 2 - 1 - 1 8 4 4 7 5 HFK Sønderj. 4 2 - 1 - 1 13 11 2 7 6 Fredericia 4 2 - 1 - 1 8 8 0 7 7 Frem 3 2 - 0 - 1 8 6 2 6 8 B93 3 2 - 0 - 1 5 4 1 6 9 Randers F. 4 2 - 0 - 2 9 9 0 6 10 B 1913 4 1 - 1 - 2 9 10 -1 4 11 Skjold 4 1 - 1 - 2 5 7 -2 4 12 Hvidovre 4 1 - 1 - 2 5 10 -5 4 13 FC Aarhus 4 1 - 0 - 3 9 10 -1 3 14 HIK 4 1 - 0 - 3 4 9 -5 3 15 AC Horsens 4 0 - 2 - 2 6 8 -2 2 16 B 1909 4 0 - 1 - 3 5 10 -5 1 Føroyskir leikarar: Christian Høgni Jacobsen (Vejle), Atli Gregersen (Randers Freja) Norska tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Rosenborg (M) 20 13 - 3 - 4 42 24 18 42 2 Lyn 20 12 - 3 - 5 27 22 5 39 3 Molde 20 11 - 4 - 5 32 17 15 37 4 Stabæk 20 10 - 5 - 5 34 23 11 35 5 Odd. Grenl. 20 10 - 3 - 7 30 25 5 33 6 Viking 19 8 - 8 - 3 34 21 13 32 7 Våleranga 20 6 - 8 - 6 29 23 6 26 8 Bodø/Glimt 19 7 - 3 - 9 30 28 2 24 9 Sogndal 20 7 - 2 - 11 28 40 -12 23 10 Lillestrøm 20 6 - 4 - 10 25 27 -2 22 11 Bryne 20 6 - 4 - 10 29 35 -6 22 12 Brann 19 6 - 3 - 10 26 34 -8 21 13 Moss 20 4 - 5 - 11 20 35 -15 17 14 Start 19 2 - 5 - 12 18 50 -32 11 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Molde) Vejle tapti STÓRT C M Y K 34 Nr. 162 - 27. august 2002 35 Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrasystrar til A2 føðideildina Á føðideildini eru tvey farloyvisstørv sum sjúkra- systir leys til setan eftir avtalu og fram til 31.aug- ust 2003.Talan er um tvey størv á starvsbrøki 0,6 í trimum kvøld- og trimum náttarvaktum aðru hvørja viku. Føðideildin A2 er ein deild við plássi fyri 12 mammum við børnum, 4 barnakonum og einari neonatalari eind, har vit royna, at hvørt einstakt barn saman við foreldrum, fær so góða byrjan sum gjørligt í lívinum. Deildin er spennandi við nógvum avbjóðingum, tvørfakligum samstarvi, góðari upplæring, undirvísing, og hon hevur til- rættislagda innleiðsluætlan.Á deildini eru roynd- ir og virknir starvsfelagar. Førleikakrøv: • prógv og góðkenning sum sjúkrasystir • faklig vitan og royndir • góð samstarvsevni • fleksibul og kreativ/ur • røkjuskapur • hug til tvørfakligt samstarv • vil søkja mennandi avbjóðingar Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Upplýsingar um starvið: Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sonju Andersen,deildarsjúkrasystir,telefon 31 35 40, lokal 102 ella til Ceciliu Vestureið, yvirsjúkra- systir, lokal/kallara 499 ella e-post ceci@ahs.fo Umsóknarfreistin er 10.september 2002 kl.12.00. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við- mælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Vaskifólk Søgt verður eftir fólki at vaska skúlan á Leiti, at byrja 1. september 2002. Upplýsingar um arbeiði v.m. fáast við at venda sær til Sumbiar Kommunu. Umsóknir skulu verða Sumbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi tórsdagin 29. august 2002 kl. 1800. Sumbiar Kommuna FO-970 Sumba Tlf. +298 370344 Fax +298 370114 Kunngerð Kunngerð um broyting av Býarplaninum og Byggi- samtyktini fyri Skála Kommunu. Við heimild í løgtingslóg nr.13 frá 21.mai 1954 sein- ast broytt 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at Bygdaráðið á fundi 27.06.2002 og 09.07.2002 hevur samtykt at endurskoða Býarplanin og Al- mennu byggisamtyktina fyri Skála Kommunu og umfatar Býarplanurin og Almenna byggisamtyktin allar eigindómar. Broytingarnar í Býarplaninum og Almennu byggi- samtyktini eru til skjals á Kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini frá 29.08.2002 til og við 19.09.2002. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 29.11.2001. Skáli 27.08.2002 Skála Kommuna Byrjað verður aftur mánadagin 2. september og hildi verður á til 8. desmber. 17:00 - 18:00 6 - 7 ár Ballett Rannvá/Barbara 16:30 - 17:30 10 - 11 ár Street-Funk-Jazz Elin 17:30 – 18:30 12 - 14 ár Street-Funk-Jazz Elin 17:00 – 18:00 Stór/ur Elsa Maria/Florentze 18:30 - 19:45 Aerobic Vand Tórhalla 18:30 - 19:30 Trimmari Øll Oddvør 17:00 – 18:00 Stór/ur Elsa Maria/Florentze 19:00 – 20:00 Aerobic Byrjarir Elsa maria 20:00 – 21:00 Motiónslið Anna Maria 18:30 – 19:45 Stepp/Styrki Kristin 19:30 - 20:30 Aeroboxing Kirstin 19:45 – 20:45 Aeroboxing Kirstin 19:45 - 20:45 Trimmari Øll Tórhalla Sosialurin - 311820 Byrjað verður MÁNADAGIN 2. SEPTEMBER, og vit enda 8. DESEMBER 18:00 – 19:00 Spinn & Trimm Óluva 19:00 – 20:00 Spinn & Trimm Óluva 18:00 – 19:00 Spinn & Trimm Tórhalla 17:00 – 18:00 Spinn & Trimm Ingrid 17:00 – 18:00 Spinn & Trimm Ingrid 17:00 – 18:00 Spinn & Trimm eitt sindur vand Óluva 19:30 – 20:30 Spinning Evald 19:00 – 20:00 Spinning Evald 1 tíma um vikuna: 490 kr. 20% avsláttur 2 tímar um vikuna: 790 kr. 20% avsláttur 3 tímar um vikuna: 990 kr. Kostnaður fram til jóla: 6-11 ár: 390,- 12 ár og eldri: 450,- Stórt høli, betri og fjølbroyttari venjing 18:00 - 19:00 15 ár og eldri Street-Funk-Jazz Elin 16:00 - 17:00 8 - 9 ár Ballett Barbara/Rannvá Yndi leigar tímar til feløg, fyritøkur og onnur. Ring og tosa við Elsu Mariu Eisini ber til at fáa persónlig venjing Tilmelding á telefon 31 00 25 - 31 28 68 - 31 13 11 ella møti bara til tíman í Yndi yviri við Strond 21 Yviri við Strond 21 tlf 311 311 FO-100 Tórshavn far. 213 213 e-mail: yndi@yndi.fo v/ Elsu Mariu Bærentsen SPINNING: · er gott fyri , lungu og blóðrensl. · er konditiónsstimbrandi · lættur um vektina · kann íðkast av øllum, eisini teimum við veikum liðum og ryggi Stór/ur: Stepp & Styrki : Lagaligt tempo so øll kunnu vera við. Krav: Tú skalt viga minnst 15kg ov nógv. Stepp & Styrki: Ein tími íð betrar um konditiónina og styrkina. Stuttligur og skiftandi. Aerobic Byrjarar: Øll kunnu luttaka. Aerobic Vand: Ein góður tími til tín íð hevur roynt aerobic áður. Trimmari: Ein tími uttan hopp. Venjingar fyri búk, rygg, armar,bein og enda. Motiónslið: Øll kunnu vera við.Stýrkjandi/mýkjandi venjingar til fólk við ryggtrupuleikum. Spinn & Trimm: Ein tími til tey íð vilja betra um konditiónina og stýrkja búk og rýgg. Aeroboxing: Sera væl umtøkt, øðrvísi, stuttligt og gevandi. Yndi bjóðar aftur nú øllum okkurt slag av kropsvenjing. Kvinnum sum monnum, ungum sum eldri, stórum sum smáum, sterkum sum veikum. Kom framvið og fá tær eitt prát. Street-Funk-Jazzballett www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Internet Sosialur in 35