leygardagur 22. mai 1982síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Seks ára gomul
og hvat so!
Foreldraráðið á Barnagarðinum hjá Nonnunum hevur síðan
árslok arbeitt við at skaffa forskúlabernum innivist aftan á
skúlatið.
Hóast ymsar royndir eru gjerdar er einki spurt burturúr, og
nú hevur foreldraráðið tikið avleiðingarnar av hesum. Tey sókn-
ast í lýsing í blaðnum í dag eftir fólki, sum hevur áhuga og
møguleika at ansa forskúlabernunum seinnapartarnar, til for-
eldrini koma heim úr arbeiði.
Eftir at hava arbeitt síðan
ársbyrjan við ætlanum
um at skaffa forskúlabern-
um innivist eftir skúlatíð á
ymsan hátt, hevur for-
eldraráðið í Barnagarð-
inum hjá Nonnunum av-
gjørt at taka sær av mál-
inum
Trupulleikarnir eru, at
25 bern úr barnagarðinum
fara í forskúla hjá nonn-
unum eftir summarfrítíð-
ina, sum er til kl. 12 á
middegi. Av hesum 25
børnum eru tey 16 í tali,
sum ikki hava foreldur ella
onnur at fara heim til eftir
skúlatíð, tí foreldrini eru í
útivinnu
Hetta er ein trupulleiki,
sum kemur aftur ár undan
ári, tí barnagarðurin er so-
leiðis skipaður hjá nonn-
unum, at markið í barna-
garðinum er sett til 6 ár,
sum er í trá við forskúla-
skipanina hjá stovninum.
Tá bernini fara í for-
skúla, heldur ansingin
uppat, av tí at bernini tá
eru at meta sum skúla-
næmingar
Foreldraráðið í barna-
garðinum hjá Nonnonum
hevur síðan ársbyrjan
arbeitt við at finna eina al-
ternativa loysn, tí sjálv-
sagt kunnu foreldur ikki
góðtaka, at bernini ganga
fyri vág og vind allan
seinnapartin, til foreldrini
koma heim úr arbeiði
Ein roynd at fáa býráðs-
myndugleikan í talu varð
gjørd í januar mánað í ár,
har Poul Michelsen varð
boðin til fund um málið.
Poul Michelsen segði á
tí fundinum, at hann ikki
kendi til, at nakar tervur
er á frítíðarheimi í Havn.
Tá foreldraráðið vísti á
kanningina, sum varð
gjørd fyri nekrum árum
síðan á Venjingarskúl-
anum, har helvtin av
skulabørnunum i 1. flokki
onga staðni kundi fara
eftir skúlatíð og til for-
eldrini komu úr arbeiði,
segði Poul Michelsen, at
hann ikki kundi játta for-
eldrunum nakað, tí
frítíðarheim er ikki tað
fyrsta, sum farið verður
undir, tá tað snýr seg um
at prioritera Í
Kommununi.
Foreldraráðið fór síðan
undir at royna aðrar leiðir.
Fyrst vóru frítíðarpeda-
gogar spurdir, um teir
hevdu áhuga fyri at taka
arbeiðið, um foreldrini í
barnagarðinum leigaðu
høli 0.a., har eitt fyribils
fritidarvirksemi kundu
vera teir timarnir børnini
ikki høvdu nakra staðni at
vera. Roynt varð eisini at
finna egnað høli til hetta
virksemi. Hóast vælvild
frá Jonu Henriksen, sum
helt royndina at leiga heli
í KFUK vera góða, varð
henda ætlan slept, tí
nevndin í KFUK vildi ikki
góðtaka, at bernini fingu
innivist í KFUK.
Teir fritidarpedagogar,
sum foreldraráðið á
Barnagarðinum hjá nonn-
unum høvdu tosað við
søgdu, at teir ikki vildu
góðtaka ein stovn, um
hann ikki fult ut lúkaði
treytirnar fyri ein slíkan.
A myndini siggjar tríggir foreldraráðslimir, Bente Kjær, Bergtóra Hanusardóttir og
Guðny Gudmundsson
Vit kunnu ikki góðtaka at born okkara skulu gerast lykla-
born bert seks ára gomul. Tí royna vit nú at koma í samband við fólk, sum vilja ansa
bornum okkara eftir forskúlatíð
Slept uppá fjall
— Sum foreldur kunnu vit
ikki góðtaka, at bern
okkara soleiðis verða slept
upp á fjall, siga foreldrini.
Hetta er júst í aldri, har
bern eru ógvuliga nom og
viðkvom. Tey vilja fegin
læra og eru ógvuliga for-
vitin um alt, sum fer fram
kring tey. Tá tey umframt
at skifta umhvervi eisini
skulu dragast við, onki at
hava at taka sær til, so er
einki at siga til, at bernini
finna sær onkrar lótir,
sum kanska ikki eru so
mennandi fyri henda
aldursbólk
I lýsing aðrastaðni i
blaðnum hevur foreldra-
ráðið á barnagarðinum nú
tikið avbjóðingina upp og
sekir eftir góðum fólki,
sum hevur áhuga og
meguleika at ansa bern-
unum frá miðdegi og til
Mynd og tekst:
Dagny Joensen
umleið kl. 17. Foreldra-
ráðið heldur, at hetta best
kann gagna bernunum,
um tey verða saman 2 ella
4 í bólkum við skúlafel-
øgum i forskulanum, so
umbroytingin frá skúla til
frítíð ikki verður størri
enn neyðugt fyrsta árið
eftir barnagarðsum-
hvervið.
Tað er spell, at vit
ikki hava fingið gjørt
meira fyri bernini, siga
foreldrini. Hóast øll eru
samd um, at vit skulu
geva bernum okkara sam
felagsligar semdir, so
verður einki gjert frá
myndugleikanna síðu
Vónandi spyrst nakað
burturúr lýsingini, og
vil starvsfólkið á Barna-
garðinum fegið tosa við
fólk sum hava áhuga fyri
at hjálpa foreldrunum,
sigur foreldraráðið.
Leiðslan á Barnagarð-
inum vil fegin samstarva í
royndini at finna an-
singarmeguleikar fyri for-
skúlabernini, tí leiðslan
veit um teirra trupul-
leikar, sum bernini, tá tey
verða koyrt úr barnagarð-
um koma í. Hóast tey á
barnagarðinum fegin
vildu hjálpt foreldrunum,
so er eingin møguleiki fyri
tí, eftir tí skipan, sum
vøggu- og barnagarðs-
stovnarnir eru gjerdir
eftir.
I USA eru kanningar gjørdar. sum vísa at 77%
av 11.000 sjuklingum, høvdu ov lågt
blóðsukur. Hetta hevur ymsar trupulleikar vid sær, sum kunnu hjálpast vid magnet-
terapi, sigur Ove Damgaard, sum framleiðir magnet tólini. I Danmark eru 20 tól at
hesum slag ínýtslu. Her er tað Gunnvor Justiniussen, sum roynir seg
Seinastu árini hevur verið
nógv frammi um ymisk
evni og tól, sum sigast at
geva heilsubót fyri ymsar
trupulleikar, og sjúkur,
sum ltoik hava.
Seinasta nýggja innan
slíka viðgerð er eitt
magnet terapi tól.
Tad er Kristian Andrea-
sen, å Argjum, sum hevur
upp
latið heilsubótar-
stovu, sum er byrjað at
viðgerða fólk fyri ymsar
sjúkur. Kristian And-
reasen sigur, at hann
sjálvur fyri nøkrum árum
síðan var í Danmark, hai
— Magnet terapi
og hårsundur-
greining
hann fekk magnet terapi
Ove Dam
gaard, sum er sami maður,
ið nú er á vitjan i Førovum
og leggur Kristiani lag á.
Kristian sigur, at nóg
fólk leita til Danmarkar at
fáa magnet-terapiviðgerð,
og tá Ove Damgaard
heitti á seg, at stovna
heilsubótarstovu við mag-
net-terapitóli, sum Ove
Damgaard sjálvur hevur
framleitt, so helt hann tað
vera eitt gott hugskot.
Nú ber til hjá feroying-
um at fáa magnet-terapi í
Føroyum, sigur Kristian.
Tað bøtir alsamt um steð-
una, at fólk nú ikki skulu
m for >ȁ;
SÆI ferðaseðil,
viðgerð hjá
keypa
áðrenn viðgerðin kann
tara fram.
Magnet- terapiviðgerðin
fer fram í einum tóli, sum
er sett til onnur elektro-
nisk tól. Allir sjúklingar
fáa somu viðgerð, í mag
net-terapiini
Aðrenn magnet-terapi-
viðgerðin fer fram, verður
sjúklingurin kannaður við
tóli, eftir akupunktur mið-
deplunum, sum finnast
hjá fólki. Eftir hesa kann-
ing ber til at finna fram til,
hverja viðgerð sjúkling-
urin skal hava, og sam-
stundis = verður givið
natúrheilivág og tablettir,
— alt eftir hverjar sjúkur
fólk hava.
Tekst og mynd
Dagny Joensen
Við síðuna av magnet
terapi kann
Kristian Andreasen eisini
veita hársundurgreining
Hetta verður gjørt á tann
hátt, at eitt petti av hár
frá einstaklingi verður
klipt og sent til USA á
starvstovu har, ið ná-
greiniliga kann vísa á,
hverji evnir fólk hava terv
á, sum kanska er orsekin
til, at tey hava ringa
heilsu. Hårsundurgrein-
ingin gevur nágreiniligari
úrslit enn t.d. blóðroyndir.
Ove Damgaard sigur við
Sosialin, at tað seinastu
árini hevur víst seg, at
nógv fólk hava ov lágt
Framhald á síðu 19
viðgerðini
|
El
ps