Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-05-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mai 1982síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ST-ráðstevna UNISPACE -82: Rúmdargranskingin skal koma fátæku londunum til góða Nýmótans rúmdargranskingin skal eisini koma teimum tilafturkomnu londunum til góða, heldur ST. Upplýsingar frá satelitt- unum, sum kanna jarðarskorpuna, kunnu geva betri nýtslu av náttúruríkidómunum. Veðursatelittarnir kunnu hava stóran týdning fyri landbúnaðin og kommunika- tiónssatelittarnir kunnu hjálp til at undir- visingarøkinum. Uttaneftir Ein ST rådstevna i Wien i summar fer at royna at leggja nýggjar leiðir fyri altjóða rúmdargransking, soleiðis at hendan gransk- ing í framtíðini kann koma ollum londum til góðar. Vísindamenn, stjórnar- umboðsmenn og aðrir frá flestu ST limalondunum vera vid å rådstevnuni, sum verður 9. til 21 august. Fyrsta rúmdar- ráðstevnan var hildin í 1968 og miðaði hon ímóti, at øll rúmdargransking átti at koma ellum londum til góða soleiðis, at tað ikki bert vóru einstek lond, sum hevdu ræði í rúmdini. Stuðul til tilaftur- komnu londini Rúmdarráðstevnan hevur trý hevuðsmál á dags- skránni. 1). Núverandi steðan og framtíðar útlit. 2). Praktiskar royndir í rúmdini og 3). altjóða sam- starv og hvenn leiklut ST skal hava. Nekur fáa tilafturs- komin lond t.d. India, Bra- silia og Indonesia hava í mong ár verið við í rúmd- argranskingini og hava tey fleiri serfreðingar á økinum. Men nógv flestu tiiafturkomnu londini eru bundin av framkomnum londum tá tað snýr seg um at gera nyttu burtur úr teimum úrslitum, sum rúmdargranskingin gevur. Framtíðin í rúmdini Ein av uppgávunum hjá ráðstevnuni er at »kaga inn í framtíðina< og gera mannaættin kan! taa ir ur hesum gransk rbeiði. Tað verður talað um at gera verksmiðjur í rúmdini og at gera nyttu burtur ur veksleysu støduni har Verður hetta verunleiki og tað rokna menn við, verða eisini privatar stór fvritøkur áhugaðar at vera við í arbeiðinum Ein annan tydning, sum menn leggja í rúmdar granskingina er at tinna nýggjar orkukeldur verður sagt. Satelitkvotur I løtuni eru ikki færri enn 126 satelittar í ringrás um jørdina á leiðini um Ekva- tor 35.800 km. uppi. Tað eru stórir fyrimunir at hava satelittarnir júst har, tí her mala teir við somu ferð sum jerðin. Roknað verður við, at nógv fleiri verða sendir upp í hesa ringrás og einaferð um ikki nógv ár — verður ikki pláss fyri fleiri. Tí verður neyðugt við al- tjóða vidtøkum sum áseta hverjir satelittar i framtidini skulu setast i hesa ringrás. Neyðugt verður við eini kvota- skipan, verður sagt. Framsýning Tað er av alstórum týdn- ingi, at flest megulig fáa innlit í hvat fyriferst í rúmdargranskingini, og hvat endamálið er við henni. Tí fer ST at skipa fyri eini framsýning eftir ráðstevnuna. Víst verður hvussu langt rúmdar- granskingin er komin, hverjir framtíðar megu- leikar eru og hvat miðast skal ímóti við hesi gransk- ing, verður sagt frá ST- nevndini, sum fyrireikar hesa framsyning Indiski satelitturin »Bhaskara-2« varð i 1980 sendir upp av eini sovjettiskari rakett Í juni 1981 varð europeiska rakettin »Åriane« send frå Fronskum Guyana SE