Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-05-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mai 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sjónleikarin — songkvinnan — tónaskaldið Annika H oydal vitjar: Nr. 46 — 27. mai 1982 Ein sjonleikari skal selja — men tað er ikki øllum beskorid, at avgera hvørjar leiklutir ein skal spæla, sigur Annika Hoydal, sum i hesum døgum er á konsertferð í Foroyum Mynd og tekst: Dagny Joensen eina veru ge á F onde g á på - Fe RR 5 - , Platan »Mit eget land« varð til á tann hátt, at beiggi min Gunnar Hoydal skrivaði orðini, eftir hugskotum sum eg talaði inn á band og sendi til Foroyar. Eftir hesum skrivaði eg tonaløgini. Platan hevur fingið góða mottøku i Danmark, og hóast innihaldið ikki beinleiðis eru mínar endurminningar, men bert um eina vanliga gentu í Føroyum, so eri eg mangan bilsin, tá ungar gentur í Danmark koma til mín og siga, at júst soleiðis upplivdu tær tað eisini. Tað, at ungfólk kenna seg aftur í hesum er stórsta uppliving mín, tí tá hevur tað ein fæst við fingið virði fyri almenningin, og hetta gevur mær áræði at fara undir nýggjar uppgåvur, sigur Annika Í samrødu við Tidindabladid Sosialin sigur Annika Hoydal frá viðurskiftunum innan sjónleikin í Danmark, og um royndir sín- ar, at fáa útbúgving innan hesa yrkisgrein Annika Hoydal, sjónleik- ari, songkvinna og tóna- skald, byrjaði eins og nógv ungfólk i Feroyum, á dramaskeið hjá Eyðuni Johannesen, sum tá var leikstjóri hjá Sjónleikar- felagnum í Havn. Seinni, tá hon gekk á studentaskúla í Danmark, so plagdi hon at vera við í studentakabarettum, men annars hevði hon ongar ætlanir, at gerast sjónleik- ari við yrkisutbugving, sum fyrsta kvinna í Før- oyum. Bert Eyðun Johannesen hevur áður tikið útbúgv- ing innan hetta yrkið í Danmark. har hann nú starvast sum skúlastjóri á sjónleikaraskúla í Arhus. Eg hevði ikki nakra ávísa ætlan um hverja út- búgving eg skuldi nema mær, eftir studentsprogv- ið, men hevði í byrjanini bert fyrifallandi arbeiði sum arbeiðskona, vaski- kona 0.a., eins og eg ferðaðist kring um í Europa, sigur Annika við Sosialin. Færingar og Fræn- der Tá Fiol Teatret í Keyp- mannahavn skuldi fram- føra Færingar og Frænder í 1968, var Annika stedd í Keypmannahavn. Arne Skovhuus, leikstjórin. sóknaðist eftir tveimum feroyingum, sum dugdu at syngja nakrar sangir á førovskum. Annika varð biðin um at royna seg, og hon fekk leiklut í sjónleikinum. Í byrjanini á Fiol Teatret, men seinni eisini kring um í Danmark, tá sýningin varð uppafturtikin sum ferðasýning. Eftir hetta fór Annika í húspláss, tí hon framvegis ikki visti hverja útbúgv- ing hon skuldi fáa sær. — Bert visti eg, hvat eg ikki hevði áhuga fyri, sigur Annika, men hetta er helst ein vanligur hátt- ur ungfólk nýta, tá tey eru ung og óbúgvin, tó at summi hava lættari við at velja sær yrkisgrein enn eg hevði, sigur Annika. Alt ella sopran? — Meðan eg var arbeiðs- kona, ringdi Arne Skov- huus til mín og segði, at eg skuldi fara til eina sersýn- ing hjá Lulu Zigler, sum tá skuldi seta eina kabarett upp- Arne segði, at eg ikki skuldi vága mær ikki at fara, tí hann ætlaði at kanna hetta, tá sýningin var av. - Hóast eg ikki hevði serligan áhuga fyri at fara tí eg ikki visti hvat hetta snúi seg um, so fór eg kortini. Tá eg kom til tíð- ina sum avtalað, vísti tað seg, at Lulu Zigler her sók- naðist eftir fólki til kaba- rettina, og at hetta var tað Arne Skovhuus hevði ætlað, at eg skuldi royna. Eg kom brestandi inn aftanfyri palltjaldið, og stóð áðrenn eg visti av á pallinum, har Lulu Zigler kom móti mær og spurdi, hvat eg vildi har? Eg segði at Arne Skov- huus hevði sent meg, sigur Annika og brosar, tí har vóru umleið 150 fólk sum kappaðust at sleppa við í kabarettina. Tey royndu seg í sangi og dansi Lulu spurdi meg, hvat eg dugdi, at dansa ella syngja? Eg helt, at eg kanska dugdi at syngja, tí hetta hevði eg roynt áður Hon bað meg sessast og bíða, so skuldi eg sleppa at royna meg, tá eil hini vóru liðug — Eg var bebbaredd tå eg varð greið yvir, hvat hetta hevði at týða, og tá eg sá øll hesi ungfólkini sum sungu og dansaðu alt tað tey megnaðu. At enda kom stundin, tá eg skuldi royna meg, og onkur kom og spurdi: »— Hvad er De, alt ella sopran?<. Eg noyddist at viðganga, at tað visti eg ikki rættuliga, men helt, at eg bert kundi royna at syngja tveir sangir uttan fylgispæl. — Eg tordi ikki annars sigur Annika brosandi, tí oll ungfólkini, sum royndu seg henda dagin sóu ógvu- liga yrkislærd út og høvdu nétaørk, sum tey sungu burturúr. Sjónleikarútbúgv- ing Mín roynd var tó ikki til fánýtis, tí eg fekk leiklut í kabarettini, í byrjanini í Keypmannahavn, men seinni í ferðasýningini kring um í landinum Tá kabarettin var liðugt spæld ringdi Arne Skov- huus aftur til mín og bað meg fara til upptekuroynd á Statens Teaterskole í Keypmannahavn, har eg slapp inn Statens Teaterskole er sera mennandi skúli, har næmingar rættuliga sleppa at royna seg, uttan sum so mangan á slík- um skúlum, at verða settir í bás eftir útsjónd og veru- mata. Fyrsta árið kendi eg meg rættiliga klombrutan og helt, at hinir næm- ingarnir vóru nógv betri fyri enn eg, men sum fráleið, so fekk eg vitan og venjing, sum rættuliga gagnaði mær og gav mær áhuga fyri yrkinum. Áðrenn skulin var lið- ugur, skuldu vit finna okkum ein leikpart. har vit leiktu brot úr onkrum leiki, sum seinasta roynd- in áðrenn vit vóru klæktir sjónleikarar. Merethe Voldstedslund, vinkona mín og eg valdu at spæla brot úr »Den hvide hore«, har eg leikti skekjan og Merethe nunnan. Hetta var ógvu- liga væl móttikið og gjørdi, at vit báðar fingu nógv arbeiði beinanveg vit vóru lidnar á skúlanum. Um at velja Boð vóru eftir Anniku, bæði til uppteku á film, sjónvarpi og á sjónleikar- húsum. Hetta helt Annika vera serstakliga spenn- andi. — Kortini, uttan at tú veit av tí, so verður tú sett í bás, og tað vísti seg eisini, at teir leikpartar eg fekk í byrjanini vóru av slíkum slag, at eg varð samanlíknað við júst VU