Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-05-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. mai 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Snarhjálp kann skera teg leysan er tú fastur i bili Nú um dagarnar kom ein- asta útgerð av sínum slag í Feroyum til landið. Hetta er útgerð til at fáa fólk, sum eru vorðin fest eftir ein bilsamanstoyt, leys. Eisini kann útgerðin nýtast til at fáa fólk leys, sum á onkran hátt eru vorðin fest t.d. undir arbeiði osfr Tað er Snarhjálp við Gisla Rasmussen, sum hevur fingið hesa útgerð- ina, ið nú er klár at taka í nýtslu, um okkurt óhapp skuldi hent runt kring x Gisli Rasmussen hevur tu gjørt eitt irheiði fyri itbyggja tænastuna bili av hjå hesum hjålparfelag, id hevur til uppgåvu at veita fólki i bili og fólki heima við hús hjálp av ymsum slag. Hálvthundrað tús- und kr. Henda seinasta útgerðin er eisini nýggj í Danmark. Har eru tað einans Falck, brandsteðirnar og flog- vellurin í Kastrup, sum hava hana. Hon er heldur ikki so bilig. Qll útgerðin, nú hon liggur í serstaka krana- og tænastubilinum hjá Snarhjálp stendur í um hálvthundráð túsund krónum. Gisli sigur í samreðu við Tíðindablaðið Sosialin, at vónandi verður tað ikki brúk fyri útgerðini, men hann heldur tó, at tað er rætt, at henda útgerð finst í landinum. Uppá fyri- spurning um tað nakrantíð hevur verið brúk fyri slíkari útgerð, sigur hann, at í einstøkum førum hevði henda útgerð- in komið væl við. Klipa, trysta og toga Utgerdin fevnir um eina stóra tong, sum er ætlað til at klípa av stólpar á bilum t.d. Síðani er eitt tól, sum verður nýtt a toga og kroysta við. Situr 7 t.d. ein bilferari fastur í bili sínum og rættið er kroyst niður móti búk- inum á honum, kann út- gerðin nýtast til at fáa bil- føraran leysan eftir stutta tíð, soleiðis at hann kann fáa sjúkraviðgerð. Gisli Rasmussen sigur annars, at ekta virksemið hjá Snarhjálp ger tað neyðugt at gera iløgur í slíka útgerð. Við at gerast limir í Snarhjálp eru fólk tí við til at fáa ta útgerð til landið, sum kann skapa betri trygd og kann geva teimum hjálp. tá ástendur, endar Gisli Ras- mussen frá Snarhjálp. Jan Vit síggja Gisla Rasmussen við tongini. Hann visir okkum, hvussu hon er ætlað at klípa eitt nú stólparnar á einum v útgerðini, sum hevur kostað hálvthundraðtúsund krone Sovjettiski fiskimálaráðharrin vitjar Í hesum degum vitjar sovjettiski fiskimálaráð- harrin, V. M. Kamentsev í Feroyum. Hann varð móttikin í Vágum mikudagin av løgmanni, fiski- málaráðharranum, skrivstovustjóranum í lands- stýrinum umframt einum tolki. Á Kamentsev skal vitja nógva staðni í Feroyum, eitt nú almennar stovnar, fiskvirki, ídnaðarvirki osfr. Umframt fiskimálaráðharran eru Zaitsev, varaavdeilingschefur, Kargin, trolaraskipari, Vasiljev, protokolschefur og Kourentsov, tolkur við. Feroyskir tolkar undir ferðini eru Andre Niclasen og Valdemar Dalsgaard. Stór stevna á Strondum Bygdarhúsið á Strondum verður heilt liðugt í summar Annan Hvítusunnudag verður stór stevna á Strondum við kappróðri, tivoli, skemti, ítrótti og mangum øårum. Ein partur av tiltøkunum verður í nýggja bygd- arhúsinum. Tíðindablaðið Sosialvrin hevur tosað við Ole Lauritsen. Hann upplýsir, at nå er húsið skjótt um at vera heilt liðugt. Nakað er eftir at gera, men hetta verður helst liØugt í summar. og tå verður so húsið alment tikið í nýtslu. Bygdarhúsið á Strondum er helst eindømi í før- oyskari bygdasøgu. Hetta eru eini stásilig hús, ið skulu rúma ellum meguligum frítíðarvirksemi Húsini eru ætlað til siánleik, hingraf, dans, veitslu, samkomur, béltspæl, o.m.a. Húsini vórðu projekterað í 1975 og arbeiði byrjað: í 1977. Ein stórur partur av arbeiðirúm: i 5 gjørð av fólki í bygdini uttan ler. ú ind umileiå6 4 mili. kr. Ole Lauritsen vísir á, = ella minni í brúk síðani "misk undirvisinga Nr. 47 — 29. mai 1982 me