leygardagur 29. mai 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76.
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith låbyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller
Lysingar: Årni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Dómurin appelleraður
oddagrein
DOMURIN, sum Føroya rættur
feldi yvir blaðstjóran á Sosialinum,
er appelleraður.
UM SAKIN bert snúi seg um hin
eina spurningin, um Fólkaflokk
urin var facistiskur ella ei, kundu
vit konstantera, at rætturin ikki
hevði somu uppfatan sum vit,
hvat liggur í orðinum facisma. Av
teirri orsøk fóru vit neyvan víðari
við sakini. Hetta er fyrst og fremst
ein definitiónsspurningur.
TAÐ. SUM tó eftir okkara tykki
ikki er ein definitiónsspurningur
er, at Fólkaflokkurin og Dagblaðið
styðja statskvett. Hetta halda vit
okkum hava fingið óteljandi dømi
um, tá vit líta aftur á skrivingina
hjá Dagblaðnum hesi seinastu
árini. Um prógv okkara ikki hava
verið nóg góð er ein metingarspur-
ningur hjá rættinum. Eisini í
hesum føri hevði verið ivasamt,
um vit høvdu appellera sakina til
hægri rætt.
MEN tá vit koma til pástandin um
at Fólkaflokkurin við Dagblaðnum
fremja terror móti tí einstaka før-
oyska borgaranum, kunnu vit ikki
undir nøkrum umstødum góðtaka,
at tað ikki kann kallast TERROR,
sum hetta blað hevur framt, hvat
so enn vit leggja í orðið sjálvt.
Endaálið við hesum terrorinum er
at bremsa einum og hverjum
kritikki móti øllum tí sum Dag-
blaðið stendur fyri. Hendan skriv-
ing Dagblaðsins er ein so grov
hóttan móti skrivifrælsinum og
fólkaræðinum sum heild, at hon
neyvan finnur sin líka í søguni.
HARAFTRAT skal sigast,
at hendan terror framferðin hjá
fólkafloksmálgagninum er sera
miðvís. Hetta er ein miðvís roynd
at halda fólki burtur frå at úttaia
seg alment. At halda fólki frá at
fara á fund og taka orðið. Eln
miðvís roynd at drepa alt tjak um
tílíkar spurningar, sum Fólkaflokk-
urin og málgagn tess halda ikki
eiga at vera umrøddir. At skapa
ótta og spilla fólk út er teirra
hægsta endamál við hesi skriving.
OG FYRI at átala júst hetta í einum
lesarabrævið, skal Sosialurin vera
dømdur. Hetta halda vit vera
ovboðið.
Hver vanvirðir dómstólin
Sosialurin ella Dagblaðið?
sosialurin heldur:
Í eini fullkomuligari hyste-
riskari grein seinasta miku-
dag leggur styvlaknektur
Óla Breckmanns, Óla
Jákup Rólantson Sosialin
undir at vannvirða dóm-
stólin og ivast um hansara
autoritet.
Hetta er sjálvandi tvætl.
Vit hava einki gjert uttan
nakrar viðmerkingar til ein
dóm, sum eftir okkara
tykki byggir á veikar pre-
missur og sum ikki hongur
saman.
Tað var kanska ikki heilt
beint, at siga at rætturin
tyktar tey, sum finnast at
idolunum hjá Óla og hjá
styvlaknektinum, tí tey
ikki samstundis finnast at
líknandi viðurskiftum í
kommunistiskum londum,
tí sum styvlaknekturin
blaðnum.
rættinum.
fyri rættin!
sigur, hevur rætturin bert urin
tikið hetta upp eftir Dag-
So mikið verri!
Tí hetta er lygn og so-
statt hevur rætturin tikið
upp eina ósannheit frá Dag-
blaðnum og brúkt hana í
sínum premissum, so ikki
kann sigast, at sprænurin
frá styvlaknektinum økir
um okkara virðing fyri Til
Oman á alt hetta, so hótt-
ir hann við sakarmáli — væl
at merkja við, at rætturin
ella fútin skal draga okkum
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Dagblaðið upptrakkar,
sum um tað átti rættin!
Tey, sum orka og troysta
sær at lesa hetta skarns-
blað vilja minnast, at dóm-
varð kunngjerdur í
Dagblaðnum fleiri vikur,
áðrenn hann fall í rættinum
og teir, sum sita á tingi,
vita, at meginspilliklúturin
sjálvur fleiri ferð frá tings-
ins reðarapalli hevur kunn-
gjørt dómin yvir Sosialin.
Um teir halda, at ein slík at-
ferð er tekin um virðing fyri
rættinum, mistaka teir seg.
endans skulu vit
minna styvlaknektin hjá
Óla á hetta: Tá Óli á sinni
varð demdur sekur í sakini
sum Kirsten Brix varð
noydd at leggja ímóti
honum fyri at fáa frið í
sínum arbeiði, kunngjerdi
Óli dómin á forsíðuni í Dag-
blaðnum soleiðis: »OLI
VANN! a
Hvat sigur tú til hetta,
styvlaknektur?
Tað er heilt sjáldsamt at
hoyra,
verða fagnaðir, og hvussu
hvussu russar
teimum verður víst á alt,
ið vert er at síggja í okk-
ara lítla landi.
Førovingar hava nokk
altíð sýnt blíðskap mót
fremmanda fólki, so hetta
er nokk ikki nakað nýtt í
sær sjálvum, — en???
Hesir, ið nú vísa henda
serliga blíðskap, eru júst
teir, sum undan seinasta
vali, dømdu alt russiskt
niður í dýkið.
Tá samráðingar vóru
við russar, so var tað, eftir
teirra metan, sjálvandi av
tí ónda og komu russar í
land her, so vóru teir mett-
ir sum njósnarar og ill
menni.
Hetta var so metan
Umskiftið stóra
teirra. sum nú borðreiða
fyri teimum, visa teimum
flakavirki, alisteðir og
sjálvandi mangt annað,
sum vit onnur als ikki vita
um.
Tá vit onnur, undan
valinum, hildu, at russar
nokk eisini vóru
menniskju eins og vit, so
ristu oddafiskar samband-
sins við hevdinum og
stundum við einum sorg:
blíðum smíli, sum segði
tað sama sum, »so langt
eru tit farin av leid« —!
Agitasjónin bar so
sanniliga á sama borð, -
alt. ið ikki var hegravent
og avsannaði alt russiskt
var tann reini heiðin-
skapur.
Nú er so knappliga vend
komin í. Hvat er hent?
Nr. 47 — 29. maí 1982
Vit, sum fylgdu við,
undan seinasta vali
kunnu ikki annað enn und
rast.
Um legmaður og sam-
bandsins tingmenn eru at
sær komnir, so skilda teir
okkum eina frágreiðing
um at teir hava sagt ósatt,
við vilja, ella óvilja, ella
ikki hava fatað tað, sum
teir segdu seg at vita
betur enn øll hini, — teir
duga so óivað at siga sum
er. Og sjálvandi koma teir
við eini virðiligari umber-
ing.
Bara ein spurningur
beint fram: Eru tað russ-
ar, ella eru tað tit, sum eru
broyttir???
J. Olsen
Eitt sindur um
Magnus Heinason
Vit eru mong, ið sita vid
andagt og lýða á, hvat ið
Finnbogi hevur at siga um
Magnus Heinason og
Christoffur — Valkendorf,
og, eg sigi fyri meg, at
mær dámar Finnboga sæl
sum søgumann, hann
sigur frá báðum sum teir
vóru, sum ein segumaður
skal gera.
Magnus Heinason var
ein ovurraskur sjómaður,
men hann hevði stórbrek,
tað vita vit, og tá hann
fekk ein tílíkan mann, sum
sjálvan rentumeistaran
móti sær, so mátti hann
falla, tað var eyvitað.
Men eitt er hvat rætt-
urin demir, annað er fólks-
ins dómur. Tað at hann
snýtti við alinmálinum er
óivað, men tað hava nokk
aðrir gjørt við, bæði fyrr
og síður, og tað kanska
menn hava ikki vita so
mikið um, ella tað er farið í
gloymskuna, við teim
flestu av hansara misgerð-
um.
Eitt var, ið feroyingar
aldri gloymdu Magnusi,
og tað var tað, at hann
stigdi sjórænarar burtur.
Hví, eg sigi hetta, skal
eg her geva eitt dømi um.
Tá ið farbróður min,
Jóanis Dalsgaard fyri
hundrað árum síðani kom
heim aftur, hann hevði
verið á búnaðarskúla í
Danmark, segði hann fyri
gamla Jógvani á Oyri, her
í bygdini, hvat ið Troels
Lund segði í síni bók um
Magnus Heinason.
Jógvan gjørdist óður,
og bað farbróður heilsa
Lund, at hann
hava ein beinan
lort fyri hasi orðini —
Magnus var ein landa-
verja fyri føroyingar.
Og hetta, ið Jógvan á
Oyri segði, mundi vera tað
eftirmæli, ið mangir feroy-
ingar góvu Magnusi, og
hetta er ikki legið, ti
ræðslan fyri sjórænarin-
um má hava verið ógvulig,
hon hevur óivað verið
stórsta neyðin hjá føroy-
ingum, tí vóru teir góðir
við Magnus Heinason.
Troels
skuldu
Viggo Dalsgaard
—.-—
Fylkist um felag tykkara
Tað hava altíð verið tvey
sleg av felagsskapi. Annar
er góður og hin er ringur
felagsskapur. Góður fel-
agsskapur er, tá øll, ella so
nær sum oll, luttaka í fel-
ag, við tí sum fyriliggur at
gera. Hetta verið seg bæði
í handligum so væl sum í
andligum arbeiði.
Hinvegin ringur felags-
skapur er stuttsagt drep-
andi. Sum heild kann sig-
ast, at her heima á landi
skortar ikki við felogum.
Men hvussu virka tey?
Mær tykir, at tað ringast
av tí ringa er, at tá kallað
verður til fundar. koma
bert nakrir heilt fáir limir.
Fjeldin heldur, at okkum
ikki nýtist at meta á
fundi, tá HINI fara. Úr-
slitið av hesum er, at alt ið
eitur felagsskapur er
deydadømt.
Felagsskapur gevur
styrki, verdur sagt. Men
tá skal hann vera góður.
Eg fari hervið at minna á,
ikki minst tykkum ungu.
Latið ikki eina so óreina
sótt sum líkasælu taka
fótafesti undan tykkum.
Tit hava alt lívið framman
stavn. Við teimum eldru
er erðvísi. Hjá teimum er
nógv tann stórsti parturin
farin aftur við. Men góð
A ——
ráð átti ikki at skorta frá
teimum eldru.
Míni ráð skulu vera.
Fylkist øksl móti eksl. Og
metið væl upp á fundum
tykkara innanfelags.
við felagskveðu
ein limur