Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-06-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juni 1982síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

0 — Er sonur mín hei Feroyski yrkjarin Regin Dahl hevur fingið eina heiðurs- gávu. Talan er um ein árligan stuðul frá danska ríkinum. Stuðulin er knappliga 50.000 kr. Hetta hendi fríggjadagin, tá tvær lívslangar heiðurs- gávur frá Statens Kunstfond blivu um- skipaðar til fimm stuðulsgávur frá rík- inum. Tey fimm, sum fingu heiðursgávuna restina av livitíð teirra, eru skaldini Erik Stinus, Kirsten Thorup, Regin Dahl og Palle Fischer og tónaskaldið Sven Nielsen. Heiðursgávurnar kundi latast ødrum nú Ole Sarvig. rit- hevdi, og Flemming Weiss, tónaskald, eru deyðir. Ein onnur gáva frá ríkiskassanum varð eisini givin fríggja- dagin. Hana fekk Chr. Matras fyri tann almenna, mentanar- liga týdningin, skald- skapur hansara hevur havt. Hesin rikisstudulin stavaði frá rithøv- undanum Ingeborg Buhl, sum eisini er deyð. } Tit ringja — vit skriva Er nakað á vås:? — lvamåt? ; Ein spurningur, elta tíðindi, so ring til okkara. ; Vit eru til reiðar! Hugtakandi løta Í farnu viku var konsert í Eysturskúlanum í Havn, har umleið 80 fólk luttóku við sangi og spæli. Konsertin fór fram í skúlaaulini, har framúr- skarðandi listaarbeiðir hjá føroyskum listafólkum prýða veggirnar, og rættu- liga setti dám á sam- komuna, har fólk í ellum aldursbólkum vóru komin saman. Tað var Pauli í Sanda- gerði, sum skipaði fyri konsertini. Serliga hevði hann hugsað um gentu- kórið í Eysturskúlanum, sum við stórum áhuga hevur tikið undir við kór- leiðarnum í royndini at skapa eitt gentukór á skúlanum. Hetta helt Pauli, at tær skuldu lønast fyri. Tá slík framfersla er, har skúlabern luttaka, so er greitt, at ommur, abbar foreldur og systkin koma at lurta eftir, hvat skúla- barnið hevur fingið á skaftið, og tað er altíð hugnaligt at eygleiða for- eldur og avvarðandi, tá teirra bern eru við í slík- um. Fyri at gera kveldið so fjølbroytt í innihaldi sum gjørligt, hevði Pauli í Sandagerði lagt ráð saman við mætastu tón- listafálkum okkara — hann er sjálvur millum teirra — og tað gjørdi, at stórur partur av áhoyr- arunum fingu — hver á sín hátt, okkurt ynski uppfylt at hoyra tað hver einstak- ur dámdi av tónleiki. Hugtakandi var tað at eygleiða og hoyra Ad Libi- tur. og tónleikabólkin + Jóhannus á Rógvu og Brandur Øssursor fon, — tó at tann seinast 1 á Saxo hvar er Peer? Nú skal hann fleingjast — Og eg skal hjálpa tær at buka hann! — Nei hygg, Peer rymir til fjals við brudrini nevndi átti at fingið størri leiklut í framferslunum, men hetta hava vit kanska til góðar til eina aðru ferð? Hugvekjandi var tað at síggja Klubbakórið og gentukórið saman syngja Yesterday, eftir ein Beatles, — serliga tá hugsað verður um, at onkur av klubbalimunum eru farnir væl um tey sjeyti! Upplivingin gjerdist ikki minni av, at partur av framførsluni var nýmót- ans tónleikur sum t.d. beat-tónleikur av hægstu styrkleika, men at øll kort- ini sótu sum trellabundin. Serliga var tað Joanna, sum hugtók áhoyrarnar, og tað einamest tí hon hevur so óvanliga góð evni at standa á palli, og er so roynd í reddvenjing síni, at tað er ein fragd at vita sær, at vit eiga so góða songkvinnu í Feroyum. Eitt fyribrigdi, sum er ovanligt til slíkar komur er, at bernini sótu pinnastill. Hetta er ikki vanligt, tí ell kenna vit bern, sum ófriðarliga reika aftur og fram, tá fram- førslur eru, sum ikki rættuliga siga bernum nakað. Tó at her var fyri bæði bern, ung og eldri, so kundi eg ikki lata vera við at hugsa um, hvat tað var sum gjørdi, at børnini ikki gjørdu so nógv um seg, sum tey plagdu. Eg hugsi ikki, at eg fari skeiv tå eg haldi, at tad var ti eingin kiosk ella onnur stød vøru at fara, at sam- keypa sær góðgæti. Tað besta av ollum er, at tað framvegis ber til at fáa fólk at sita still og bert njóta tað sum fer fram slíkt xvøld, og at tal kundi lata seg gera, at fáa so nógv fólk savnaði saman hetta góðveðurs- kveldið. Summi vildu halda, at tað var gentukórið sum savnaði familjurnar saman, men um so var, so er hetta eitt tiltak, sum vekjur ans millum fólk, og kanska gevur teimum yngru åhugen fyri at fara til konsertir o.a. fyritak- semi av slíkum slag, og tað er væl. Ein partur av uppliving- ini var eisini at eygleiða listaverkið hjá Zakarias Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritakum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta Heinesen, aftanfyri pall- in, og tað kann av sonnum sigast, at har eru tveir tímar ikki nóg mikið, um rættuliga skal upplivast og fáa hugflogið fram. Pauli i Sandagerði hevur uppiborið tekk fyri stóra arbeiði sítt innan tónlistina í Feroyum, — ikki minst fyri, at hann savnar ung og tilkomin saman um eitt tiltak, sum báðir partar so eyðsæð nýta gott av. Dagny Joensen Konsert í Kirkjubø Eini 75 fólk høvdu leitað sær til Kirkjubear sein- asta sunnudag til konsert í Olavskirkjuni. Ætlanin var vist upp- runaliga at framfera kon- sertina í sjálvum Kirkju- bemúrinum — eitt frálíkt hugskot — men av tí at ælini gingu heldur tett, var avgjert at fara inn í Ólavskirkjuna, sum vísti seg at vera eitt sera gott heli til tónleik av hesum slag. Københavns Blæser- kvintett, mannað av nekrum av teim bestu blásarunum í Danmark, hevði her eitt frálíkt um- hvørvi til at framføra sin tónleik. Teir gomlu munnu hava havt eitt gott eygað, ella rættari sagt oyra, fyri tí sum vit nú rópa akustikk, tí fyri okkum, sum sótu har hesa letuna, fylti tón- leikurin hetta lítla rúmið út í hvenn krók. Skráin spenti frá Bach, Vivaldi yvir Jacques Ibert til Carl Nielsen, og ógloymandi var seinasti satsurin í Cari Nielsen- kvintettini við tí vakra lagnum, sum vit kenna so væl frá sálminum »O, Jesus, lat mítt hjarta få«. Millum áhoyrarnar kundu vit aftaná hoyra bæði franskt, týskt, enskt og ell norðurlandamál, sum fagnaðu tónleikin. Ólavskirkjan í Kirkjube var henda dagin ramman um eina stóra, ógloymandi musikkletu. Enn er høvi til at hoyra hesa frálíku og vælspæl- andi kvintett aftur til fleiri konsertir i Føroyum. pan. Eg haldi, at Sjón- varpsfelagið sendir so nógv lort, at tað mátti ikki verið neyð- ugt, at nakar nú keypti sær bil við kloak-TV. * R. C. Effersøesgøta miðdepil fyri pressu: vestanfyri getuna hava vit kloakk-TV og eystanfyri kloakk- blaðið. * Óðin Ódn hevur tikið navnabroyting til Óðin i Ødini! — # Eingin fær gongufrið fyri Ó. B. — sjálvt ikki gággurnar! * Man Haraldsen hava fingið oyvi frá fólka- flokkinum at nýta heitið »Kloakk TV <? — } — Tobba sigur seg leggja alla orku í at fáa eitt hampiligt sjónvarp — ja, tað skal nógv moralskt og fysisk orka til at kroysta sjónvarpið inn í skýmaskotið á Bryggjubakka. lad man vera best, at hann rymir við Ingrid!