Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-06-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juni 1982síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

[ff AE DT frælsi Nr. 54 + hósdagur 17. juni 1982 javnaður Alari um SEV-útbyggingina: | Tekur SEV áirnar burt kann fjørdurin rotna Eg beri stórliga ótta fyri fjorðinum, um SEV nú fer og turrleggur allar áirnar í samband við vatn- orkutttbyggingina á Eiði. Soleiðis sigur John And- reassen, sum nú Í eini tvey ár hevur rikið laksa- og sílaaling í Funningsfirði. John Andreasen vísir á, at hann sum alari ongan- tíð hevur verið eftirspurd- ur av teimum serkenu innan útbygging av vatn- orkuni, hvat ein slík út- bygging kann týða fyri alingina. - Eg haldi tað er heilt burturvið, at menn nú ætla at taka burtur tær flestu av åumim, sum renna út í Funningsfjorð, samstundis sum grunnar, lánistovnar, politikarar og myndugleikar annars leggja stóra áherðslu á at útbyggja vinnugreinina fiskaaling John Andreasen vísir á, at verða áirnar tiknar og førdar út í tunnlar til ætlaðu byrgingina við Eiði, so kann hetta hav til avleiðing, at Funnings- fjørdur fer at rotna um summarið. Hetta er hent fyrr í Funningsfirði, tá tað hevði verið turt í langa tíð Allur fiskur doyði tá har á fjørdinum Og hann heldur fram — Eg dugi at imynda mær framtidina hjå alingini her á fjørdinum. Nú tað vísir seg at ganga gott við at ala, nú menn koma úr øllum herðashornum fyri at keypa okkara fisk, so fer SEV undir at taka sjálvt grundarlagið undan alingini á fjørdinum. Ég má bert spyrja, er als eingin koordinering millum stovnar og myndugleikar í hesum landi? John heldur fyri, at Funningsfjørdur lættliga ann bera fleiri 1000 tons av alifiski, sum i dagsins prisum hava eitt virði uppá fleiri hundrað mill kr. — Skulu vit nú lata hetta fara fyri skeyti, ti eitt danskt byggifelag skal sleppa at byrja eitt milliardprojekt í Feroy- um? Hvat viðvíkur áunum og -aling, so er feska vatnið, ið kemur við áunum ein av tortreyt unum fyri, at nekur aling kann fara fram. Vit fáa fødi úr fjøllunum, vit fåa brødralag be ilt vid vatninum og vit kunnu halda vatnutskift- ingina vid lika. Hetta hevur ikki minst at siga fyri at sleppa undan sjuk- um. Just tað nógva renn- andi vatnið úr åunum hevur gjørt, at alingin í Føroyum so gott sum ongar sjúkur hevur havt at dragast við Lat meg undirstrika sigur John, at taka teir bert eitt sindur av vatn- inum, so er vandi á ferð. Tí tá tað er turt um summ- arið er vatnútskiftingin á markinum, hvat einum tervar jan. Eg havi frætt, at menn frá Højgaard & Schultz ganga i fjøllunum og merkja av fyri ætladu vatnorkvutbygging- ini. Vit, sum ala å fjørdinum, eru ongantíð eftirspurdir hverja ávirkan henda út- bygging kann hava fyri ali- vinnuna, sigur J- an Andrea- sen, alari á Funningsfirði Føroyar sum Ferðamannaland: Granskarar vid — | at loysa gåtuna — | vid sclerose Ikki til hopturismu men til fólk við ryggsekki og soviposa Síða 5 Hetta er eitt bussdekk — sum just er komið av Oyggjarvegnum! st HM í fótbólti — | sjónvarp frá D:ER | 20“ litsjónvarp 1.,2. og 3. mánað | 99.- | 7 um mánaðin aftaná hetta 198, - Depositum 200, - Service, umvælingar, koyring v.m. er ókeypis Niels Finsensgøta 12 - Tórshavn, tlf. 15132