Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-06-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 56 — 22. juni 1982 HB—B68, 1. deild: 3—0 (1—0): Keðiligur dystur — men tryggur sigur Dysturin millum HB og B38 var íkki av teimum bestu. Lítil broddur tykist at vera í B68-álop- unum og vann HB m.a. tí tryggan sigur Aftaná at landskappingin í trimum teimum fremstu deildunum hevur ligið still í ein mánað, var aftur lagt til brots á ymsu leikvellu- num sunnudagin. Á ovara velli í Gundadali hittust HB og B68. Leik- ararnir tóktist to ikki veruliga »svangir« eftir fótbólti — kanska eru teir »mettadir« av nógva HM- fótbóltinum. Leikurin var heldur tilvildarligur, men tað var tó HB, ið royndist betra liðið Og ikki vóru farnir meira enn 12 min. tá tað eydnaðist Kára Reynheim at trekkja oman í høgru síðu við bóltinum og hað- ani leggja góða avlevermg inn fyri málið til Tummas Øla Mortensen, ið skeyt hart skot í netið til 1—0. Fleiri mål komu ikki í hesum hálvleiki, ið var heldur keðiligur at hyggja at hjá áskoðarunum. HB hevði yvirvág í leiki og kundi, um leikararnir hevdu verið hepnari, kanska okt leiðsluna, men tá fraið varð til hálvleiks- steðg, var steðan fram- vegis 1X0. Í byrjanini av seinna hálvleiki var B68 komið meira við í leikin, men lítil broddur tåktist tó at vera í álopum teirra. Men leik- urin var tó javnur og ein væntaði næstan, at B68 fyrr ella seinni skuldi eydnast at javna. Men mitt sum ein stendur og hugsar um tað javnandi mál, ið kanska kann gera dystin spenn- andi og undirhaldandi aft- ur, hendur okkurt í hinum endanum av vellinum. Helgi Olsen fær langa av- levering og rennur einsa- mallur móti málinum, har hann skjýtur bóltin fram við Kjartan Nesá, B68- málverjanum, ið var runn- in út móti honum, og í síðunetið til 2—0. Nú var tað aftur HB, ið leikti betra leikin — to uttan at hesin á nakran hátt kann sigast at vera góður — men ikki tóktist tó at bera til at fáa mál. Og tá hetta heldur ikki tóktist at bera til hjá B68, væntaði ein, at HB skuldi vinna dystin við tveimum málum móti ongum Men tveir min. undan leikloki fær Bjarni Ja: sen bóltin á sjálvum teiginum, men at skjóta, spælir Bjarni tvertur við brotsteiginum til ein púra frían Ernst Dalsgarð, ið við herðum fløtum skoti, økir til 3—0 id eisini gjørdist endaliga úrslitið. x 1sta Royn royndi — men ikki bar til Longu í fyrra hálvleiki avgjørdi MB hvor skuldi miðvingar ella hvalbingar. Sigursrødin hjá MB heldur fram. Sámal á Vágalið avbera góðan dyst og skeyt »hat- vinnað dystin, tricka MB heldur fram sigursrød sína. Seks umfer av lands- kappingini eru nú leikt og seks sigrar hava miðving- ar vunnið. Teir liggja nú fimm stig framman fyri nummar tvey, Royn, og hesa ferð skal vera legið um uppflytingin gleppur teimum av hondum. Hvalbingar fingu nærum „ikki eitt bein til jerðina< í fyrra hálvleiki í dystinum í Miðvági leygardagir imal á Vágalið, av- gjert besti leikari á velli- num henda dagin, skeyt øll trý málini fyri MB yrsta jálið kom tá ið 15 min. voru fa r a rra hálvleiki. Sámal fekk bóltin stutt uttan fyri Royn-brotsteigin, og legði tii merkis, at Mortan Joensen, Royn-málverjin, var farin nakrar metrar út úr máli sínum, og lyftur Sámal bóltin inn yvir Mortan og ein verjuleik- ara og í netið til 1—0. Tjúgu min. seinni ekti MB til 2—0. Aftur var tað Sámal, ið skeyt bóltin í netið við góðum langskot- ið aftaná avlevering frá Trúgva Fagraberg. Fimm min. seinni er Sámal enn einaferð upp á spæl. Honum eydnaðist enn eina ferð at fáa bóltin í netið og skeyt hann so- statt sonevnt »hat-trick«. At MB var å odda vid trimum målum i hålvleiki var uppiborið tá nugsa verður um málmeguleikar, og at einki mál kom í seinna hálvleiki er heldur ikki legi. Hóast hvalbingar royndu, so høvdu teir ikki eitt veruligt vandamikið álop á MB-málið í seinna hálvleiki, og hjá miðving- um sá út til at vera nóg mikið við trý-máls sigri. Hetta ávirkaði sjálv- = Síða9 > 0 AAAI/ii—" sagt leikin í stóran mun og at kalla allan seinna hálvleik var bólturin miðjuni. »Stori« leikarin í dysti- num var so avgjert Sámal á Vágalið. Sámal, ið royndi seg fyri HB í fjør tóktist tá ongantíð at koma fyri seg, men í ár nú hann aftur leikar við miðvingum, er hann tann sami og hann var fyri tveimum — trimum árum síðani. Hann leikar ser trygt og eigur avgjert at verða ein av leikarunum ið FSF má hava í huga til A-landsliðið Annars tóktist allir leik ararnir hjá MB at leika fyri at vinna. Samanspæ! ið royndist væl og stríðs viljin var góður Verri var við hvalbing um. Sum ein teirra tók til aftaná dystin: >Hetta var ringasti dystur hjá okkum i år.« Fótbóltslandsdystir: Eingir dystir móti Hetland Hetlendingar hava nú givið boð um, at teir koma íkki á vitjan í Føroyum vid unglinga- landsliði teirra í ár. A-landsdysturin er eisini avlýstur Í fjør kom í lag aftur regluliga landsdystarsam- s.arvi millum Hetland og Feroyar. Hetlendingar vitjaðu tá við A-landsliðið teirra Feroyum, meðan feroyska unglingalandsliðið um somu tíð var og leikti tríggjar dystir í Hetlandi. Avtala varð tá, at reglu- ligt samstarv skuldi tak- ast upp aftur millum Fót- boltssamband Føroya og Shetland Football Asso- ciation, og at A-landslidini skuldu vitja hjå hvørjum eðrum annað hvert år og at henda avtala eisini skuldi vera galdandi fyri unglingalandslið. Sostatt skuldi feroyska A-landsliðið leika í Het- landi í ár, meðan het- lendska unglingalands- liðið skuldi vitja í Før- oyum. Fótbóltssambandið hev- ur arbeitt við hesum ætl- A-landsliðið í venjingarlegu Føroyska A-landsliðið í fotbólti fer 5. juli i venj- ingarlegu i Jyllandi i sam- band vid landsdystirnar móti íslendingum, ið verða leiktir í Feroyum fyrst í aug .<t mánað. Venjingarlegan „verður hildin á Vildbjerg Fritids- center, ið liggur mið- skeiðis millum Holstebro og Herning, frá 5. til 11. juli. Meðan landsliðið er í hesi venjingarlegu, er ætlanin at tað skal leika tveir venjingardystir móti donskum 1. deildarliðun Í føroyska ferðalagnum verða nítjan mans. Sekst- an leiðarar, venjarin Bjorn Arnasson, hjálparvenjarin Magnus Hansson og eitt umboð fyri Fótbóltssam- band Feroya Dreingjalandsliðið, ið hevur somu venjarar og A-landsliðið, var í venj- ingarlegu í Getu um viku- skiftið. Dreingjalandsliðið skal í byrjanini av juli mánað spæla móti „Bergen og Omegn kretslag«, ið vitjar i Feroyum tá. = 7 I I I af anum í langa tíð, og avtala varð, at hetlendska vitjan in skuldi vera í degunum 5. til 9. juli. Men seinnapartin leyg ardagin fekk Fótbóltssam band so telex frá Shetland Football Association, ið segði, at av ymiskum or søkum bar teimum ikki til at vitja í Føroyum i år. Hetta tók FSF til eftir- tektar, ið avgjerdi tí at Á landsdystirnir í Hetlandi í ár eisini verða av ongum, men at samstarvið heldur fram í 1983.