Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-06-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 1982síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

55. árg. * kr. 4,- Nr. 58 + leygardagur 26. juni 1982 frælsi javnaður brødralag eN Filmur ikki framkomin Tíverri er ein filmur, sum tíðindamaðurin hjá okkum i Aberdeen, Jan Muller, hevur sent ikki komin fram. Hetta ger tad, at ein repor taga yvir eina opnu, hann hevur gjørt frå ferðini við Westward Ho til Skotlands, má fara úr blaðnum. Filmurin hevur ikki goymt seg á veg mill- um Skotland og Feroyar, men í Havn. Bæði fólk á Postverkinum og Flogfelagnum hava gjørt sítt ítarsta, men tá vit høvdu »dead- line« í gjár, var hann ikki aftur í aftur komin. Men vit vóna, at hann kemur. Men myndin omanfyri sýnir tó endan á slupptúrinum. Sofus Poulsen, sendifulltrúin í Aberdeen, hevur tikið í móti fanglínuni og smoyggir eygað yvir ein pullart. Sparing rakar barnakanningar Stoypivirkið keypt snikkaraverkstað — Vit sóknast eftir ungum kvinnum ! Á baksíðuni Skopun 150 ár næsta ár Viggo á Mølini í Skálavík skrivar áhugaverda grein á síðu 10 og 11 Indari bíleggur 2000 »kaldbaksbåtar« (Aberdeen, fríggjadagin 25. juni, Jan Miiller). Feroyska gávan til ný- komna bretska prinsin — her á messuni í Aberdeen hevur fingið framúr stóra umreðu í bretsku pressuni. Bæði útvarp, sjónvarp og bleð gera nógv hóva- sták úr Feroyum í hesum degum. Fyrst og fremst er tað fýra-mannafarið, sum verður umrett, men hetta hevur samstundis skapt stóran áhuga fyri fer- oysku luttekuni á fram- sýningini — og ikki minst sluppin Westward Ho er nógv frammi. - Tað seinasta nýggja er tað, at ein indari hevur bí- lagt 2000 »kaldbaks- båtar« Um teir skulu gerast i Feroyum India upp á licens, sigur segan enn einki um Í dag kom annars kenda enska dagblaðið, The Guardian, út við heilum fýra síðum um Feroyar Feroyski básurin er originalur Síða 4 Pressufólk tustu til tá tað frættist um bátin til prinsin Síða 5 Tórshavnar Kommuna byggir leiguíbúðir: Royna at umganga spekulatiónsbyggjari Ein arbeiðsbólkur innan Tórshavnar bsyráð hevur í desember 1981 arbeitt við ætlanum um at byggja íbúðir vestan fyri Sunds- vegin í Havn Alitið er nú lagt fram og vidgjørt i býarplans- nevndini. Ein minniluta tilráðing i sosialu nevnd, Leivur Johannesen, mælti býráðnum til at bygt verð- ur í samsvar við lógum Íbúðargrunnin Talan er um 110 íbúðir til steddar frá 40—90 kym. (Íbúðargrunnurin játtar bert lán til bygging upp til 100 km”). Vit hava spurt læiv Johannesen, hvat ætlaða projektið fer at kost: Kostnaðarætlan: er ikki gjerd en: sigur Leivur, men eg meti tað verður um 40—50 mió. kr. Tað vil siga, at tann part- urin, sum Tórshavnar Kommuna skal gjalda liggur um 7—8 mió. kr., sum er 18% av byggikost- naðinum, sambært megu- leikunum innan Ibudar- grunnin. Um henda bygging verður framd yvir eitt fýra ára skeið, so verður talan um eina hækking um hálvtannað prosent á fíggjarætlanini hjá kommununi, sigur Leivur. Samtykt er nú at fara undir skitsuprojektering beinanvegin. Íbúðirnar við Sundsvegin skulu nekta tervin hjá ymsum bólkum í samfelagnum. Soleiðis tryggjar býráðið sær, at eitt óvist tal av íbúðum serliga skulu latast til pensionistar, eldri fólk og brekað , men enn er ikki endalig steða tikin til, hvussu hetta skal mynda seg. Í lógini um Íbúðar- grunnin stendur, at fólk kunnu búgva í íbúðunum í fimm ár, men tá noyðast at taka avgerð um, annað- hvert tey vilja keypa íbúð- ina ella flyta. Hvussu ætla tit at hetta skal skipast? — Meguleiki er at gera frávik í hesi lógargreinini, men annars er hugsandi, at ibudarfeløg (samtaks feløg), sum vit kenna aðra- staðni, verða stovnað, ið kunnu keypa íbúðirnar eftir tey fimm árini, sum lógin fyriskipar. Leivur sigur at enda, at tað er umráðandi, at íbúð- arbyggingin ikki verður gjørd til spekulatións byggjari, og hetta kar bert takast hædd fyri, við at Kommunan stendur fyri byggingini, sum íbúð- arfólkini sjálvi yvirtaka eftir eitt ávíst áramál Dag ————Æ——WK A Konsert í Læraraskúla- hellini Sunnukveldið kl. 20 verður konsert í Lærara- skúlahellini, sum Havnar- kórið skipar fyri. Hevi verður at hoyra blandað kór, kvinnukór og solosang. Hrefna og Kjartan úr Ís- landi, sum hava undirvíst á royndarmusikkskúl- anum í vetur, framfera saman við næmingum, tað tey hava vant í undirvísin- gini, umframt at íslend- ingarnir eisini fara at hava sín egna leikpart í tí, sum fram skal fara. Ólavur Hátún upplýsir til Sosialin, at Hrefna og Kjartan við hesi konsert- ini framfera seinastu ferð í Feroyum, áðrenn tey aftur fara til Íslands, at virka Konsert á Doktara- grund Eins og undanfarna ár, so verða konsertirnar upp- aftur tikrar, sum Kvinnu- felagið í Havn skipaði fyri. Sunnudagin 27. maí kl fýra leggur Hans Jensens Kvintet fyri. Kvinnufelagið upplýsir. at konsertirnar verða hvenn sunnudag kl. fýra fram til ólavseku Meguleiki er eisini samband við hetta til- takið, at vitja í Mettu- stovu, har kaffi og soda- vatn kann fáast til keyps Dag.