hósdagur 1. juli 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Rektaraskandalan
oddagrein
BORGARLIGA alternativið er sum
ikki einaferð komið upp í rasshaft.
Hesaferð er tað av eini rektara-
setan á nýggja studentaskúlanum
í Eysturoy.
EFTIR HVAT ið er upplýst eru fýra
umsøkjarar til hetta starvið. Teir
eru okkum kunnugt allir heiðurlig-
ir og vælumtóktir samfundsborg-
arar, ið rekja síni dagligu størv
fyrimyndarliga. Men samstundis
er upplýst av landsstýrinum, at
bert teir tveir lúka tær treytir, ið
settar vórðu í lýsingina.
SOSTATT SKULDI valið verið ein-
falt hjá landsstýrinum nevniliga at
setta tann, ið hevði bestu prógv-
ini og størsti erfaringarnar bæði
sum undirvísari og við umsiting.
TRUPULLEIKIN við hesum er bert
tann, at ovasta umsitingarliga
ráðið, landsskúlaráðið sjålvt hevur
tikið grundarlagið undan eini slík-
ari mannagongd við at viðgera
umsóknirnar, sum um eingin lýs-
ing hevði verið til. Hetta vísir fyri
tað fyrsta, at leiðslan í ráðnum er
fullkomuliga ódugnalig til sítt
starv. Vit kunnu leggja aftur at, at
hetta undrar okkum íkki við tí
kunnleika vit ”ava til skúla-
politiska virksemið hja for-
manninum í ráðnum, Jåkupi
Mortensen. Hansara høvudskvali-
fikatión til formannsstarvið er, at
hann var firtin ti hann ikki slapp í
tann sess, sum Eilif Samuelsen
situr í í dag nakað sum vit bert
kunnu vera takksom fyri!
VIÐ SÍNI høpisleysu innstilling,
sum jú í roynd og veru eingin inn
stilling er, hevur landsskúlaráðið
givið umsøkjarnar upp fyri skutin
úti í Tinganesi.
URSLITID hevur verið hareftir!
EIN SUGGA av rossahandlum,
klandri, intrigum og smáligari
borgarligari togtugan um bein,
titlar og fyrimunir til Per og Pól.
Ongantíð hevur nakað mál so týði-
liga sýnt, hvussu lítið hetta stýrið
leggur í sakligheit og vanliga skila-
liga málsviðgerð. Málið, alt sum
tað er, prógvar at undir hesum
stýrinum ætlar í hvussu so er ein
partur av samgonguni, at em-
bætismenn skulu setast eftir
politiskum liti og ikki eftir kvali-
fikatiónum.
TÁ VIT NEVNA kvalifikatiónir
skulu vit undirstrika, at vit ikki
ivast í kvalifikatiónunum hjá Petur
Martin Rasmussen og Jens
Marius Dalsgaard til teirra dagliga
yrki — tvørturimåti. Teir eru báðir
sera vælútbúnir menn, ið nýta
stóra virðing millum manna — teir
lúka bara íkki tær treytir, sum
landsstýrið sjålvt hevur sett í rekt-
aralýsingina.
TAPARIN í hesum innanhýsis
borgarliga klandri er, sum altíð tá
ið teir alternativu fara upp at být-
ast, tey óseku. Tað vil siga teir
komandi næmingarnir og tann
skúli, sum skal hýsa teimum. Ein
og hvor við bert lítlum kunnleika
til skúlaumsiting veit, at komandi
rektarin ikki hevur ein verðsins
tjans at fáa skúlan at koyra, sum
hann skal, til tíðina. Komandi
rektarin skål fáa hølini í toluligan
stand, leggja skema, søkja eftir
lærarum og seta lærarar, sum
helst allir verda utlendingar og ti
verða honum til lítla umsitingar-
liga hjálp í fyrstani. Hann skal
harnæst skaffa pening, tí einki er
sett av á fíggjarætlanini. Hann
skal skaffa útgerð, bøkur, skipa
fyri næmingaflutningi, hava sam-
róður við komandi næmingar,
samráðast við fyrisitingina. Hann
skal skaffa leysar tímalærarar
(kanska tað torførasta arbeiðið —
aftan á himmalbrævið frå løg-
manni og skarnbytturnar í Dag-
blaðnum fara embætismenn og
studentaskúlalærarar at betakka
seg fyri at taka tímar i Gøtu). Og
hann skal, neyðar maður, loysa
nógvar nógvar aðrar uppgávur.
TÍ ER umráðandi, at tann um-
søkjari, ið bæði uppfyllir tær undir-
vísingarligu og tær fyrisitingarligu
treytirnar verður settur, og mæla
vit til, at honum verður veitt um-
sitingarlig hjálp frá fyrsta degi.
SO HAVA hann og skúlin kanska
ein møguleika at koma so toluliga
snikkasleysir undan fyrsta árinum
og skal tað, vera okkara vón at vit
hóast eitt ódugnaligt stýri í Tinga-
nesi og ein ónýtiligan formann í
landsskúlaráðnum kunnu fáa ein
góðan skúla í Eysturoy, sum kann
verða tí ungdómi, id har skal nema
kunnleika og búnast, til gagn og
gleði.
Nr. 60 — 1. juli 1982
Framburður og afturhald
I. Tvær kósir
Í ellum politikki eru
tvey hevuðssjónarmið,
tvær høvudsstremban-
ir, tvær kósir. Onnur
kósin er fyri framburði,
fyri betri materiellum
og mentunarligum lívi
hjá fjeldini og ímóti
órætti og ójavnaði. Hin
kósin er afturhald, t.e.
viljin til at varðveita
samfelagið, sum tað er
— við órætti og ójavn-
aði. Afturhaldsfólk
vilja stundum ganga
við til sosialar ábetur,
men tey ganga
ongantíð við til sam-
felagsbroytingar, sum
nerva teirra framihjå-
rættindi. Soleiðis kann
hevuðsmunurin millum
hesar báðar kósirnar
definerast soleiðis 1)
Tey, sum vilja avtaka
framihjårættindi, og 2)
Tey, sum vilja vard-
veita framihjårættindi.
2. Rákið í dag
Styrkilutfallið millum hes-
ar báðar kósir, hesi bæði
høvudsråkini í farnum
tíðum kann avlesast í
søguni um klassastridid
ella stættastríðið, t.d.
stríðið millum yvir- og
undirklassan, millum
góðseigarar og bendur,
millum kapitalistar og ar-
beiðsfólk. Í dag sær
steðan soleiðis út á heims-
ins politiska palli: Fyri
framburði eru: 1) Tey
sosialistisku londini, 2)
vinstrakreftirnar um allan
heim, og 3) tær tjóðskap-
arligu frælsisrerslurnar í
ti kúgaða (»tridja«) heim-
inum. Fyri afturhaldskós-
ini er stutt sagt gomul og
nýggj imperialisma.
Hesar kreftir eru: 1) USA-
kapitalurin og rikisstjørn
hansara, 2) heimskapital-
urin og allir hansara borg-
arligu flokkar, og 3) fas-
cistisk og rasistisk lond og
rørslur.
3. Stødan til kriggj
og frid er royndar-
steinurin
Fyri fridi eru tey sosialis-
tisku londini og allir
heimsins vinstrahallu
flokkar og rerslur. Í ST, á
fundum, í bleðum og bók-
um arbeiða heimsins
vinstrahallu = framburðs-
fólk fyri at varðveita frið-
in og forða krignum. At
kalla øll heimsins listafólk
eru vinstrahall og fyri
friði. Hinvegin síggja vit,
at hegrakreftirnar, kapi-
talurin, afturhaldið alla-
staðni fyrireikar kríggj og
ger kriggj. Krigsfyrireik-
ingin er egilig og altum-
fatandi: hver kiosk er full
av amerikanskari krígs-
propagandu, og tann sak-
leysi hyggjarin kann ikki
lata upp fyri sjónvarp-
inum uttan at fáa ein
vátan amerikanskan vett
av morði og morii og harð-
skapsdyrkan. Og har, sum
kríggj er, er tað allastaðni
tær kapitalistisku aftur-
haidskreftirnar, sum
kríggjast móti tí kúgaða
fólkinum: Israel móti fólk-
inum í Libanon, USA-sett
stýri móti fólkinum í El
Salvador og ødrum
londum i Latinamerika,
hvitir rasistar (studladir
av NATO) móti fólkinum i
Sudurafrika, Bretland
móti fólkinum í Írlandi,
Bretland móti Argentina
fyri at verja gamalt tjóva-
góðs. osfr. Og allastaðni
hómast skonin á USA-
vápnakapitalistunum aft-
anfyri: teir vinna feitan
profitt av, at onnur pínast
og doyggja.
4. Afturhaldið uttan
gekkaskort — og
við gekkaskorti
Fyrr í tíðini smæddist
yvirklassin ikki við at
reiggja koyrilin. Frá
Spískasteini til kontrabók
og frá brennivínsjerð til
returkommisión er kapita-
lismunnar sega ein sega
um kúgan og eyðræning,
um tár og sveitta og blóð.
Nú á døgum líkjast
kapitalistarnir fólki (hava
eisini Følkaflokk!). Men
kúganin og manipuler-
ingin eru bara fjaldar. Nú
gongur tað ikki longur, át
kapitalisturin fer á básin
eftir kúnni hjá teirri fá-
tæku einkjuni, tí hon ikki
orkaði at betala í handlin-
um. Nú ber slíkt ikki so
væl til opinlýst longur, tí
arbeiðaraflokkarnir og
fakfeløgini hava ment seg
so frægt. Men peninga-
valdið er kortini tað sama
í einum ella eðrum hami,
bæði her heima hjá okkum
og burturi í eðrum
londum.
Framhald á síðu 9
Hell Drivers — góð ferðslutrygd
Tað var ein áhugaverdur
tíðindastubbi, sum Dag
skrivaði í Tíðindablaðnum
Sosialinum seinasta leyg-
ardag um Hell Drivers,
sum skulu koma til Før
oya á vitjan at
kynstur sítt at koyra bil
og annað.
Dag. skrivar: At enda
spurdu vit Olivur Næs,
formann í Ferðslutrygd í
Føroyum. Olivur Næs
svarar at teir síðsta
summar skrivaðu til allar
kommunur í Feroyum um
ikki at loyva slíkari sýn-
ing í Feroyum tí teir
mettu, at hetta kundi elva
til, at ungdómurin fer at
royna seg í slíkum brøgd-
um, sum Hell Drivers eru
kendir fyri.
So er tað ein kann
spyrja seg sjálvan hvar er
tað upplýsingararbeiði,
sum hesin stovnur okkara,
sokallaða Ferðslutrygd,
hevur gjert og ger í einum
máli sum hesum. Hvar eru
undirbygdu pástandirnir
um at hetta oyðileggur
Visa
foroyski ungdómurin skal
taka skaða av at síggja tí-
líkar artistar koyra bil er
ervitistos frá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd. Eg haldi, at
Ráðið fyri Ferðslutrygd.
sum er ein sovandi stovn
ur og brúkar ungdómin í
hesi sek. Teir vilja sáa
misálit í ungdómin fyri at
standa seg væl í pressu og
talu.
Hvat um vit fortaldu
fyri ungdóminum hvussu
nógvar tímar, dagar og ár
liggja aftan fyri hesum
koyrikynstrum. Persónlig
timing. ferð, avmáld
tyngd, flytan av tyngdar-
punkti. Tyngdin á bilinum
og teimum sum sita í bil-
inum og teimum, sum
stanaa á honum, fastlasan
av differentiali og teir
koyra við 27 kmt.
Eg má siga fyri meg, at
eg var so heppin at síggja
hesar artistar koyra síðsta
summar her í Feroyum.
Tað var serliga eitt ein
beit merki í, og tað var, at
tey ávaraðu móti, at onnur
okkara ungdóm. At
fóru at royna tað sama í
vegum og aðrastaðni. Tí
hetta kann eingin gera
uttan nógva venjing
Somuleiðis greiddu tey frá
týdninginum av at nýta
fallhjálm tá koyrt verður í
bili og á motorsúkklu. Eis-
ini greiddu tey frá, hvussu
insin ein skal vera við
motorakfari sínum. Háast
eg sjálvur havi koyrt bil í
10 ár helt eg meg læra
nógv av teimum.
Hesin sokallaði Ferðslu-
trygdarstovnur skuldi
heldur víst ungdóminum
álit tí álit skapar trivna og
sjálvsálit heldur enn at
seta ungdómin í eitt glas-
búr har sera ótrygt er at
búgva. Feroyski ungdóm-
urin hoyrir mangt í pressu
og talu um vandan uttani-
frá og ofta bert fyri at
ræða. Nei gevið heldur
føroyska ungdóminum
álit, so slepst í mongum
forum undan hesum
tvætlinum av útlendskt
árin av ymiskum slag. pr