Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

nn NE. DDA Leys størv Nøkur lærara- barnagarðslærara- årsvikar ella vikarstørv eru leys á Føroya Spesialskúla, og skulu væntuliga verða sett 1. august 1982. Tey, ið sett verða i størvini, mugu ganga undir tær treytir, sum eru galdandi fyri stovnin eins og tey mugu fara á skeið bæði í Føroyum og uttanlanda og eisini undirvísa teimum næm- ingum og flokkum í teimum lærugreinum, sum álagt verður teimum av leiðslu skúlans. Umsøkjarar, sum eisini kunnu undirvísa í lærugreinunum fim- leiki, sangi, tónleiki og maskin- skriving, kunnu rokna við at hava fyrimun. Eisini kann tað vera ein fyrimunur — men eingin treyt — at hava serútbúgving í »Spesialpedagogik«. Umsóknir við váttaðum avriti av prógvum, frágreiðing um útbúgving og/ ella størv aftaná pråvtøku verða at stíla til: Stýrið fyri Føroya Spesialskúla og at senda til fyristødumannin á Føroya Spesialskúla — Skúlin á frødni — á Frælsinum 32, postbox 183, 3800 Tórshavn. Lýst leyst: 29. juni 1982. Umsóknarfreistin úti: 20. juli 1982. Verkfrødingur Søkt verdur eftir verkfrødingi (byggiverkfrødingi) til teknisku deild Tórshavnar byråds. Arbeidid fevnir projektering, eftirlit, fyrisitan og annad verk- froðinga-arbeiði. Ein royndur umsøkjari innan nevnda arbeidsøki hevur fyrimun. Umsøkjari må hava sam- arbeiðsevni og má í virki sínum duga at fáa loysnir sínar at virka til fulnar eftir ætlan í praksis. Løn sambært tær reglur, ið galdandi eru fyri avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar fáast frá Trygva F. Guttesen, býarverk- frødingi, tlf. 15160. Umsóknir við upplýsing um út- búgving, arbeiði v.m. og við av- ritum av prógvum og meguligum viðmælum verða at senda Tórshavnar býráð, post- boks 32, 3800 Tórshavn í sein- asta lagi 20. juli 1982. Tekniska deild, Tórshavnar býráð Streymkort FØR” DET fyri Føroyar eru vordin endur- prentað og fåast á vanligum støðum. Fischer Heinesen tlf. 55146 Framhald av síðu 6 Øll skitin våpn brúkar afturhaldið til at tryggja sær síni framíhjárættindi, t.e. ognarrættin til fram- leiðsluamboðini og tað, sum haruppi í hongur. Tá teir eingi filosofisk og ekonomisk argument hava, sum kunnu verja órættin, so grípa teir til onnur áhaldsi, sum bæði kunnu vera gretiliga naiv og einastandandi svínsk. Eitt demi er, at tað verður kastað sosialistum og kommunistum fyri at vera ímóti teimum kristnu. Slíkt er svert lygn. Tað er ein erlig sak at vera ateistur (sum teir í Kreml), tað er ið hvussu so er frægari enn at vera navna- kristin (sum teir í Penta- gon). Men hetta merkir ikki, at nakar verður for- fylgdur fyri sína trúgv í sosialistiskum londum. Tverturímóti kann ein og hver turistur fáa sjón fyri søgn um, at har savnast trúgvandi av øllum sløg- um í friði og náðum og i milliónatali. Annars uppfyllir júst sosialisman hevuðspunktini í politikk- inum hjá Jesusi: taka frá teimum ríku og geva teimum fátæku, tey fá- tæku skulu arva ríkið, tey ríku skulu ikki sleppa til Himmals. Og upphavs- maður kristindómsins var ikki mildur við kapitalist- arnar. Hóast hann var eitt friðardýr, kundi hann ikki halda sær, tá hann sá, hvussu fólkafloksmenn høvdu vanhalgað templið. Hann rak teir út vid makt! Onnur snildi hjá aftur- haldinum eru at lata seg í læntan ham. Slíkir kapita- listiskir og/ ella fascistisk- ir felagsskapir við »reydum« heitum eru til i hundradtali. Nevnast kunnu bert »Tær reyðu Brigadurnar« í Italia, ymsir terror-bólkar i Ves- turtysklandi, Khmer Rouge í Kampuchea. Hetta trick er annars ikki nýtt: A. Hitler kallaði sín- ar fascistisku bandittar fyri National-Sozialis- tische Arbeiterpartei. Her í Feroyum hava vit OFML, sum bjålvar seg undir fegrum heitum, og sum í praksis drívur fólka- hatur móti russarum (eins og Hitler) og leggur alla orku sína í at stríðast móti Feroya Fiskimannafelag og Feroya Arbeiðarafelag. 5. Rópið út um allar geilar: mjorki ballar mannaheilar! Spurningurin er so: hvi lata so nogv folk seg binda og blinda av afturhald- inum? Svarið er: afturhaldið eigur allar meiningafab- rikkirnar. Umframt tað, at gamlir stovnar sum skúli og kirkja allar dagar hava styðjað ta ráðandi stætt- ina, hava vit í okkara tíð sæð, at veldug amboð til heilaknoðan eru í kapita- listahondum: fyrst bekur og bleð, síðani útvarps- steðir, sum í USA og nógvum eðrum londum eru ogn hja kapitalistum, so filmur og sjónvarp. Og allur = reklamuídnaðurin, sum eisini ber sín politiska boðskap. Og gjøgnum AP og UPI fær CIA sínar lygnir inn í hvert heim í Feroyum. Millum 90 og 100 pro- sent av øllum avísum á okkara leiðum eru á kapi- talistahondum og mugu skriva soleiðis sum lýs- ingakapitalurin = ynskir. Hetta kalla kapitalistarnir fyri meiningafrælsi. Men hetta er einki annað enn frælsi til at skriva tað, sum kapitalurin vil. Eitt demi er, at tá kassin á onkrum posthúsi ikki er á jevnum, so verða fólk úr undirklassanum hongd út; men tá føroysk- ir kapitalistiskir sjóræn- arar undir Grønlandi for- koma okkum framtíðar samstarv av seguligum týdningi, verður einki sagt. Tá barnið verður føtt, hevur tað ongar mein- ingar. Men longu sum hálvvaksið fer tað at sletta um seg við meiri ella minni mjerkakendum meiningum um jedar og kommunistar og nekarar og russarar og rokskiparar og mentan og ymiskt, sum kann finnast bæði í jóla- blødum og grækaris- messurødum. Er mjerkin miðvíst framleiddur. Kann hann blásast burtur við upplýs- ing? Hetta má kannast, tí mjerki gagnar afturhald- inum; tað segði omma, og hon var sosialistur. Marxmaður Eftir prístalinum juli 1982 er: minstalønin kr. 8.705,00 um månadin og minsti- vinningurin kr. 317,75 um dagin. Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna Hus Eini hús yviri við Strond, stødd 145 m?, — grundstykki Setið pening! n 700 m?, til sølu. i FØROYA SPARIKASSA fókus parergastoer Blaðið vísir á Viðv. dagpen- ingaskipanini Sambært grein 10, 3. stk., í dag- peningalógini er dagpeningurin frá 1. juli 1982 í mesta lagi 1.765,00 kr. um vikuna. Almannastovan Ein góð og bílig loysn KEYPMENN — HOTEL — KIOSKIR o.a. mini-TERMING Køli- og frystirúm EL 220 V. Ymiskar støddir. Bidid um upplysingar Pf. Theodor vid Keldu telefon 56355 Klaksvik