Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-07-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. juli 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 3. juli 1982 eru fleiri pengar eisini settir av til hesa vinnu. Hetta hevur tó eisini samband við tað, at vit hava mist so nógv- ar fiskileidir aðrastaðni, at vit tí eru noyddir at gera okkurt á landi Tekk til Fritleiv Men hevur Jarðarráðið tá gjørt nóg nógv fyri at fáa gongd á landbúnaðin? Jarðarráðið verður lut víst valt politiskt. Tvs. at teir hava sitid har hava ikki altíð hugsað um, menn, sum hvat, sum í veruleikanum hevur tænt sjálvum jarð irbrúkinum mest Eg haldi, at tey bæði seinastu jarðarráðini, sum sitið, gjørt eitt arbeiði. Eg taki ikki munnin ov fullan við at siga, at hesum kunnu vit fyri stóran part takka Fritleivi Joensen í Fuglafirði fyri. Tað honum fyri at takka, at menn eru farnir undir at velta so nógv úr nýggjum. Aðrenn hansara tíð hevur Jarðarráðið verið ógvuliga negativt móti ellum, eitt nú tað at dyrka úr nýggjum Tað er ikki ov nógv sagt, at jarðarráðið fyri ikki so nógv- um árum síðani veruliga royndi at forða fyri útviklingi innan jarðarbrúkið. Einstakir limir hava sitið sum smá- kongar á festum kring landið hava hava stort er m.a Trupulleikar! Nú er tú rættiliga nýggjur bóndi, men hevur tú sjálvur merkt nakað til hesa nega- tivu steðu? Ein hevur mett nakað av trupulleikum bæði frá jarðar- ráðsins og frá aðrari síðu. Tað er t.d. av stórum týdn- ingi at eg fái ein dyrkiveg og sekt kommununa um fígging Eg fekk nei. Hetta sam- stundis, sum eg eri í ferð við at velta alla jerðina og havi stórt brúk fyri einum slíkum veg. Nú tað er turt er tað kanska ikki so neyðugt, men so skjótt, sum tað verður vát- veður. er vónleyst at arbeiða. um ikki ein góður dyrkivegur er gjerdur Síðani kann eg brúnna um Sandá. Ég vildi hildið tað var náttúrligt, at Havnar kommuna og Kirkju- bear kommuna vóru saman um útreiðslur av eini brugv, ti uttan hesa var eingin møguleiki at fara undir jarð- arbrúk í dalinum. Hetta lat seg tó ikki gera, og mátti eg tí taka av festikontoini til brúnna. Samstundis seinkaði hetta arbeiðinum umleið eitt neyna ar Nú ljóðar bert hetta kanska. sum ein vil klaga og kæra sína neyð, men tá tú spyrt, hverjar trupulleikar eg havi mett, so haldi eg, at tú skal hava svar Dyrkilendi til byggi- grundir Men Óla Jákup, nakað væl av jerðini er farið til byggi- grundir og okkurt til træir. Var tað nú so neyðugt? Jarðarráðið hevur latið Argja kommunu ein stóran part burtur av dyrkilend- inum til grundstykki. Sjálvur haldi eg, at tað er skeiv mannagongd at taka av okkara so kostnaðarmiklu dyrkijørd til byggigrundir. Tað er so nógv onnur jerð at taka til tað Tíanverri er tað so, at vit eiga onga jarðarlóggávu, sum verjur bein og jarðar- brúkið. Alt er so tilvildarligt. Er íkki eisini nakað av jørdini farið til træir hjá priv- atmonnum? Tað er rætt. Jarðarráðið gav fyri nøkrum árum síðani einum privat manni til tre heilar 20.000 kvm. av fest- inum fyri einans 200 kr Hetta haldi eg vera heilt órímuligt, tá hugsað verður um, hvat henda jørdin kundi givið til gardin. Ég vil meta, at har hevði verið nóg mikið av grasi til 4 ella 5 mjólkineyt attrat. Trein liggur annars millum fjósið og ánna, soleiðis at hon eisini voldar einum nógvar arbeiðstrupulleikar. Tað eg haldi er so legið, er, at trein varð seld privatmanni aftaná, at eg fyri 8 árum síð- ani søkti um loyvi at fara undir velting har. Góð ráð — Hverji ráð hevur tú til teir menn, sum tey næstu árini fara undir jarðabrúk? — Tað er fyrst og fremst. at teir velta og fáa bein lidnan, áðrenn teir fáa sær kríatúr og fjós. At teir eisini royna at hava annað arbeiði við síðuna av, meðan velt- ingin fer fram. Og hverji ráð til politik- ararnar? At teir vilja stuðla jarð- arbrúkinum mest meguligt — meira enn teir hava gjert higartil. Men hvussuleiðis tá stuðla? - Tað er ikki rætt, bert at satsa uppá fiskivinnuna og at innflyta nærum allar okkara búnaðarverur. Sjålvt um prísurin á okkara verum er hægri í eini byrjunartíð, so verða pengarnir verandi í landinum, um vit kunnu gera okkara egnu verur og keypa tær. Eisini eigur at verða hugs- að at lata bóndum minstulen, at lata teir, sum velta úr nýggjum, fáa ein mann at hjálpa sær, soleiðis, at utvik lingurin innan jarðarbrúkið ikki skal ganga ov seint. Stór eki mugu veltast úr nýggjum, og tað er greitt, at ein einsamallur maður við ongari arbeiðslen, kann ikki klára hetta í nóg stóran mun einsamallur. Ti meini eg, at tad almenna må koma inn i myndina i byrjanini Tá bóndurnir so eru komnir í gongd av álvara haldi eg. at tað er grundarlag undir einum garði um hevur nokk av grasi og kann nýta síni egnu te. Tá skal tað nokk fara at mæla runt figgj- arliga hann 2—3 mill. kr. Garðurin hjá Ola Jákup Múller fer helst at standa í Fjósið er so gott sum liðugt. Nú skal tað málast og hampast uttanfyri 2—3 mill., tá alt er liðugt Harav fær hann so velti- studning uppá 2 kr. fyri kvm. Hesin peningur kann nýtast til at lena tí manni, sum við maskinu veltir jørdina. Bónd- in sjálvur fær einki burtur av veltistudninginum. Eisini her kann ein seta spurningin,um tað er rímuligt, at bóndin, sum má gera stersta partin av arbeiðinum við at velta bein, einki skal fáa burtur úr veltistudninginum. Hetta kann so aftur setast í sam- band við, at bóndin — fyri at fáa gongd á á einum garði — persónliga má taka lán. Hetta fyri at byggja út almenna jerð. At enda spurdu vit Óla 8 = re : * Múllersgarður er 8 merkur. Roðin á Kirkjubøreyni og Sandá og Glyvursnes og Velbastaðbourin eru mark Jakup. hví hann ikki varð- veitti ognina hjá sær á Argjum sum dyrkilendi — ta ognina. sum hann og hinir tríggir arvingarnir eftir pápan seldu til grundstykki! Til tað sigur Ola Jákup, at tað frá fyrstan tíð var ætlan hansara at brúka hesa jerð- ina í samband við jarðar- brúkið í Havnardali. Tá pápi doyði varð ogn hansara har býtt í fýra. Ég fekk ein part og sekti eg Jarð- arráðið og Matrikulstovuna um loyvi at varðveita hetta ekið til dyrkilendi ístaðin fyri at lata tað fara til byggi- grundir. Eg fekk svar frá Matrikulstovuni og Jarðar- ráðnum, at tað kundi ikki lata seg gera. Skuldi jerðin býtast, so skuldi mín jerð fara til byggigrundir var svarið hóast hetta var hampuliga góð landbúnaðar- jorð Festikontoin! - Nú letst tú illa at figgjar- umsteðunum hjá einum bónda, sum skal byrja heilt úr botni. Men við seluni av jerðini longur inni í Havnar- dali til byggigrundir hja Argja kommunu má festi- kontoin á Miillersgardi vera rættiliga stor? — Hon er ikki so lítil, men tað er tó so, at eg sum bórdi á festinum sleppi ikki at av gera. hvat peningurin har skal nýtast til. Eg má sekja jarðarráðið, um tað eg skal brúka Tú nevndi, at tu mátti taka persónligt lán uppa 850.000 krónur fyri at faa bygd fjós o.a. Kundi henda upphædd ikki verið farin av festikontoini, tå hon jú er ætlað til at brúka til slíkt? Tað hevur so ikki borið til. og eg komi helst at læna enn meira pening. Tað, sum eg haldi, er so skeivt í so máta, er, at leggi eg frá mær nú ella seinni, so koma mínir eftirkomarar at gjalda lánið sum er farið í henda garð aftur Tað er ógvuliga tungt at skula vera einsamallur um arbeiði hesi fyrstu árini, tå so nógu jorð skal veltast úr nýggjum, sigur Ola Jákup Múller