týsdagur 20. juli 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 68 — 20. juli 1982
tíðindablaðið
Eingin
hevur
biðið
nakran
gjørt
årins-
kann-
ingina!
Likt er til, at hvørki
landsstýrið, yvirfrið-
ingarnevndin ella SEV
hevur biðið nakran gera
tað nógv umtalaðu
árinskanningina, sum
er neyðug og ynskt, í
sambandi við ta um-
fevnandi vatnorku-út-
byggingina hjá SEV. -
Hósdagin í síðstu viku
upplýsti Sosialurin, at
Fróðskaparsetrið = hevði
ikki fingið nakra áheitan
um at gera hesa kanning-
ina, hóast granskarar á
Fróðskaparsetrinum ætla
at fara at gera eina slíka
kanning.
Upplýsingar, Sosialurin
nú hevur fingið, benda á,
at eingin hevur biðið
nakran um at gera eina
árinskanning.
Men sum vit hava upp-
lýst áður, so hevur yvir-
friðingarnevndin fyri ikki
so langari tíð síðani biðið
fýra stovnar at koma við
hver sínum ummæli í sam-
band við ta ætladu vatn-
orku-útbyggingina.
Spurningin, um yvirfrið-
ingarnevndin so'fer at
Við eystara endan av Eiðisvatni hevur verið eitt ærgi, t.e. eitt setur. Har er funnin
leivd av svorði. Arne Thorsteinsson, landsfornfroðingur, sigur. at skal vatn-orkuút-
byggingin gerast, má gravast har fyrst
taka steðu út frá hesum
ummælunum, og ikki fer
at bíða eftir árinskanning-
ini, sum ikki kann setast í
verk fyrr enn næsta ár,
hava vit ikki fingið svar-
aðan.
Tað er annars yvirfrið-
ingarnevndin, sum hevur
ynskt at fáa árinskanning-
ina gjerda, tí nevndin
metti seg ikki hava nakað
stødi at taka stødu á.
Tí spurdi yvirfriðingar-
nevndin longu í 1980
landsstýrið, um hver
skuldi gjalda hana, og í
juni 1981 svarar lands-
stýrið, at tað skal SEV.
Men hver skal seta hana
í verk?
Tað er ikki eydnast at
fáa nakað greitt svar til
tann spurningin!
Klæmint Weihe, virk-
andi stjóri í SEV, upp-
lýsir, at SEV hevur ikki
biðið nakran gera árins-
kanningina. Hann vísir á,
at SEV hevur ikki sagt, at
ein slík kanning skal ger-
ast, men vísir á skriv frá
Orkuráðnum, sum Sosi-
alurin eisini vísti til í
síðsta hósdagsblaði, har
kanningar, sum neyðugar
eru at gera yvir eitt ár, eru
nevndar.
Formaðurin í yvirfrið-
ingarreyndini er burtur-
staddur, men tveir av lim-
unum í nevndini,
Janus Kamban og Arne
Thorsteinsson, hava ikki
ta fatan, at yvirfriðingar-
nevndin hevur biðið
nakran gjørt ta umtaladu
årinskanningina, men teir
vísa til tey ummælini,
yvirfriðingarnevndin hev-
ur biðið Fróðskaparsetrið,
Fornminnissavnið, Fiski-
rannsóknarstovuna og
landbúnaðarráðgevan
koma við.
Eitt ærgi verið við
Eiðisvatn
Fiskirannsóknarstovan og
Fróðskaparsetrið upplýstu
í síðstu viku, at hesir
stovnarnir hava ikki gjert
ummeælini enn.
Arne Thorsteinsson,
landsfornfrødingur, sigur,
at Fornminnissavnid
hevur heldur ikki gjørt
sitt ummæli enn.
Arne Thorsteinsson sig-
ur, at vid Eidisvatn eru
vanlig »kultur-fenomen«,
sum eru vid øll vøtn. Men
harafturat er eitt »ærgi«
vid Eiðisvatn. T.e. eitt
setur, sum hevur verið inn
við Argisá við eystara
endan á vatninum.
Leiðarin á Fornminnis-
savninum sigur, at verður
avgjørt at fara undir eina
vatnorkuútbygging við
Eiðisvatn. má ein út-
áðrenn.
grevstur gerast
Higartil er bert ein regis-
trering gjørd á staðnum.
Einasta leivd av sverði,
funnin er í Feroyum, er
funnin við Eiðisvatn í
torvskurði. Talan er um
ein knapp av einum
sverði.
Búnaðarmenn hava vitjað
skotskar garðar
Fiskamjel roynist
væl sum ískoyti til
vanligt stráfóður á
gerðum í Skotlandi,
men snævurt mark
er fyri, hvussu
nógv dýrini kunnu
fáa, tí fáa tey ov
nógv, so fáa tey ov
nógv fitievni.
Hetta fingu búnaðarmenn
at vita á aðalfundinum hjá
Feroya Búnaðarfelag
fríggjadagin.
Umframt ta festu dags-
skránna fyri aðalfundin
greiddi Hanus Wardum
frá tí, hann sjálvur, Frit-
leif Joensen og Dánjal P.
Højgaard høvdu fingið
greitt frå á eini ferð í Skot-
landi. Sildaverksmidjan
Havsbrún bjóðaði teimum
til ferðina, fyri at fáa at
vita, hvussu fiskamjøl
roynist hjá skotskum
bóndum.
Men hetta var ikki ein-
asta frásegnin. Ein dani
helt eisini fyrilestur — um
fødsluevni, hvussu dýrini
niðurbróta tey og gera sær
gang burtur úr teimum.
Hetta var ein ógvuliga
áhugaverdur fyrilestur,
sum allir luttakararnir
fingu nógv burturúr, upp-
lýsir formaðurin í Feroya
Búnaðarfelag, Hanus
Johannesen, í Miðstovuni
i Trødum.
Spurdur um, hvussu
dýrini fáast at eta fiska-
mjeli, sigur Hanus Jo-
hannesen, at tað er ein
trupulleiki at fáa tey at
eta tað. Hesin spurning-
urin var eisini reistur á
fundinum. M.a. varð
skotið upp t.d. at blanda
fiskamjeli upp í fóður-
sirop fyri soleiðis at fáa
dýrini at eta.
Afturvaldir
Tveir av teimum seks
nevndarlimunum vóru á
vali å aðalfundinum,
Petur Karl av Rana, í
Trongisvági, og Petur Kle-
mentsen, á Sandi. Báðir
vóru nærum einmælt
afturvaldir.
Sum tiltaksmann fyri
teir báðar valdi fundurin
Jógvan Joensen, á Trella-
nesi, og Kornelius Reinert,
í Kaldbak.
Grannskoðararnir, Dán-
jal P. Danielsen og Dem-
mus Hentze, vórðu báðir
afturvaldir.
Nevndin í búnaðarfel-
agnum telur seks limir.
Tveir eru á vali annað-
hvert ár. Næsta ár eru
Hanus Johannesen, sum
hevur verið formaður í
nógv år, og Tummas Joen-
sen, á Kjalnesi, á vali.
Um 50 limir vóru á fund-
inum. Harafturat vóru
nakrir innbodnir gestir
við.
Búnaðarfelagið hevur
skrivstovu- og goymslu-
heli Yviri við Strond. Har
starvast trý fólk.
jo-mo
Alt fleiri sokja um
lán til umbygging
Talið av lánum til nýbygd sethús
minkaði í fjor
Ein av peningastovn-
unum metti í ársfrá-
greiðing síni, at talið
av nýbygdum set-
húsum var í minking.
Leggja vit ársfrágreið-
ingina hjá Húsaláns-
grunninum til grund,
so er talið av útgoldn-
um lánum til nýggj set-
hús minkað.
Húsalánsgrunnurin
lat lán til 303 nýggj set
hús i fjer. Hetta er
minni enn roknskapar-
árið fyri. Húsaláns-
grunnurin metir, at
orsekin er hon, at stór-
ar byggibúningar eru í
gerð og byggingin ikki
liðug enn.
Tey flestu húsini,
sum eru bygd seinastu
árini, eru undir 120
kvm. Av teimum 303
lánunum, grunnurin
veitti, eru 68 pst. til
hús undir 120 kvm.,
meðan 32 pst. eru til
hús yvir 120 kvm. Arið
fyri vóru telini ávika-
víst 57 og 43 pst.
Er talan um minking
i nybyggingum er
aftur ímóti talan um
vekstur í umsóknum
og lánsveitingum til
umbyggingar. bjálv-
ing, útskiftan av klæd-
ningi, vindeygum o.tl
Talið av hesum lán-
unum er 178. Lánsupp-
hæddin er avmarkað til
millum ein triding til
helvt av umbyggingar-
kostnaðunum. Ti er
lánsmarkið í mesta lagi
45.000 kr.
Við endan av mars
hevði Húsalánsgrunn-
urin tilsamans útgoldið
198,7 mill. kr. í lánum
26,4 mill. kr. eru aftur-
goldnar í avdrátti og
fult afturgoldnum
lánum.
Eins og vanligt fekk
grunnurin 14 mill. kr.
frá landskassanum
ifjør. Við teimum er
stovnsfæið nú komið
upp í 75,4 mill. kr. I
tiltaksgrunninum eru
30 mill. kr. Soleiðis er
eginpeningurin 105,4
mill. kr. Seinasta rokn-
skaparár lánti grunn-
urin 282 mill. kr
Rakstraravlopið = var
6,6 mill. kr.
Husalånsgrunnurin
hevur higartil íkki
verið ferur fyri at veita
lán til grundstykkir
ella byggilán, sum ein
grein í lógini annars
sigur.
jo-mo
Nónhamar á royndartúr
Nónhamar var liðugur
áSkála Skipasmiðju
mikudagin í farnu
viku, og fór beinan-
vegin á ein ísfiskatúr
undir Feroyum fyri at
vita, hvussu hann
roynist. Um hann royn-
ist væl, er ætlanin at
hann skal ein túr
eystureftir.
Enn er
ikki gjørt
upp, hvussu nógv um-
vælingin á Skála hevur
kostað. Men umvæl-
ingin hevur verið rætti-
liga umfevnandi. Hon
er gjørd, tí arbeiðið á ti
norsku skipasmiðjuni,
A. M. Liaaen, var úr
illa hondum greitt.
Arbeiðið hevur fevnt
um upprættan av sen-
tralkervinum, útskift-
an av tí elastisku kop-
lingini millum kervið
og motorin og uppset-
an av eini stuðulslegu
frammanfyri elastisku
koplingina, tí hon
tyngdi ov nógv niður á
aksulin. Harafturat er
ein pumpuskipan í
samband við flutnings-
bondini á arbeiðsdekk-
inum broytt.
Sambært tí, sum vit
hava frætt, hevur Nón-
hamar nú roynst væl.
150 tons av svartkalva
Sundaberg, sum hevur
verið á fimm ísfiskatúr-
um, kom inn í síðstu
viku. Hann hevði 152
tons. Meginparturin
var svartkalvi.
Áðrenn Sundaberg
aftur fer eystur eftir
skal hann til ymisk
eftirlit og annars hava
onkrar ábetur.
Skálaberg, sum hev-
ur fingið motorin yvir-
hálaðan í Keypmanna-
havn, skuldi fara út um
vikuskifti og vera í
Feroyum fyrst í hesi
vikuni.
Ætlanin er, at Skála-
berg eisini skal fara
eystur eftir, men
áðrenn skal botnurin
smyrjast. Tað arbeiðið
verður helst gjert á
Tórshavnar Skipa-
smiðju.